mánadagur 15. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 10 - 15. januar 2007 ]
ítróttur
– Vit vilja heldur enn gjarna møta liðum á okkara
støði úr Vesturevropa, og so hevði verið stuttligt at
fingið okkurt av heilt góðu liðunum.
Bill McLeoud Jacobsen, venjari hjá U-21 landsliðnum í fótbólti
Óli bíðar við atkvøðuni
Danir hava longu
nú meldað út, at teir
ikki stuðla svenska
Lennart Johansen, tá
UEFA-forsetin skal
veljast um góða viku.
Í FSF er støða enn ikki
tikin til, hvønn veg
atkvøðan fer
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lennart Johansen hevur øll
altjóða árini hjá føroyskum
fótbólti verið UEFA-forseti,
og í fleiri umførum prógvaði
hann eisini, at hann legði
nógv í sjónarmiðini hjá smá
tjóðunum í samgonguni. Tí
hava Føroyar eisini atkvøtt
fyri stóra svianum, tá hesin
hevur staðið fyri valið, men
enn er eingin avgerð tikin,
hvussu føroyska atkvøðan
fellur, tá forsetaval er á
skránni í komandi viku.
- Vit plaga at ikki at úttala
okkum alment um hetta
áðrenn atkvøðugreiðsluna,
og tað ætli eg mær so heldur
ikki at gera hesaferð, sigur
Óli Holm, FSF-forseti.
Politiskt spæl
Tað er eingin loyna, at tá
slíkar
atkvøðugreiðslur
eru, hevur taktiska spælið
og medvitið nógv at siga.
Mangar avtalur eru tryggj
aðar, tá atkvøður verða
seldar fyri ávís mál, og tí
hevur tað ivaleyst stóran
týdning fyri FSF, at tey velja
rætta hestin í spælinum.
Og tað kann sjálvandi
bera við sær, at ein avgerð
skal takast millum loyali
tetin mótvegis gamla for
setanum, ella um eina fram
tíð við Michel Platini á odda
fyri europiskum fótbólti.
Tí hóast Lennart mangan
hevur verið Føroyum ein
hollur stuðul, so kann væl
verða, at Platini er favorittur
at vinna atkvøðugreiðsluna.
Ikki minst tí aldurin nú er
farin at tyngja 77 ára gamla
Johanson. Valskeiðið sum
UEFA-forseti er fimm ár,
og spurningurin er tí, hvørt
nóg nógvur dynamikkur
fylgir við einum forseta,
sum verður 82 í sínum
seinasta valskeiði. Hetta um
sviin fær flestu atkvøðurnar
sjálvandi.
Fraklendingurin, sum jú
er eitt av størstu europisku
fótbóltsnøvnunum nakran
tíð, hevur longu verið á
sjarmuvitjan í Føroyum.
Endamálið var heilt greitt
at fáa Føroyar at stuðla
sínum kandidaturi. Nakað
sum fraklendingurin eisini
royndi, tá hann tosaði við
FSF-umboð við útidystir
hjá føroyska landsliðnum í
Fraklandi og Ísrael.
- Tað fáa vit at síggja.
Okkara atvøða verður so
ikki avgreidd, fyrr enn á
aðalfundinum. Men tað
er púra klárt, at vit mugu
royna at taka ta avgerð, sum
tænir føroyskum fótbólti
best, sigur Óli.
Danir velja franskt
Í DBU hava tey longu kunn
gjørt, at tey stuðla Platini.
Ein
avgerð,
sum
fyri
fyrstu ferð sendir donsku
atkvøðuna ímóti Lennart
Johansen.
- Tað er okkara fatan,
at Platini hevur spælt við
púra opnum kortum allan
vegin. Og hinvegin hava
útmeldingar og gerðir frá
Lennart Johansson ikki
livað upp til ætlaða UEFA-
málið um gjøgnumskygni,
sigur DBU-forsetin, Allan
Hansen.
Allan Hansen sigur víð
ari, at hann hevur havt fleiri
fundir við Platini seinastu
tvey árini, og at hann á
hesum hevur fingið eina
mynd av teimum ætlanum
og visjónum, sum frak
lendingurin hevur fyri euro
peiskan fótbólt.
Tað er ein einmælt starvs
nevnd í DBU, sum stuðlar
Platini.
Fóru fýra
fet fram
Fyri fyrstu ferð
í fleiri mánaðir
er talan um
framgongd,
men støðan sum
nummar 181 í
heiminum er tó
lítið hugalig
Fótbóltur
Jákup Mørk
Altjóða
fótbóltssam
bandið FIFA ger eina
ferð um mánaðin upp,
hvussu sterkar heimsins
fótbóltstjóðir eru. Sein
astu mánaðirnar hevur
tað gingið støðugt afturá
hjá føroyska landslið
num, sum er komið nær
botninum á listanum.
Uppgerðin fyri desemb
er mánað gevur tó eina
lítla framgongd, tí Før
oyar taka seg fýra pláss
fram á listanum og er nú
nummar 181 í røðini av
206 londum. Fyri fyrstu
ferð er eitt afrikanskt
land annars at finna á list
anum. Hetta er Nigeria,
sum nú er nummar
níggju í heiminum.
Ovasti
og
norður
lendski parturin av lista
num sær soleiðis út:
1 Brasil
2 Italia
3 Argentina
4 Frakland
5 Ongland
6 Týskland
7 Holland
8 Portugal
9 Nigeria
10 Kekkia
14 Svøríki
21 Danmark
50 Noreg
52 Finnland
93 Ísland
181 Føroyar
Platini hevur eisini verið í Føroyum á sjarmuferð. Og spurningurin er helst, hvørt Føroyar skulu vísa gamla vini sínum loyalitet, ella um tað fyri føroyskan fótbólt er
best at fylgja vinnaranum, um hesin verður Platini
SAMBAND
JÁKUP MØRK
JAKUP@sosialurin.fo
tlf 341800