Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 10 - 15. januar 2007 ] Verjan vann dystin Strikuspælaran hjá KÍF, Gert Hansen, helt, at verjan var størsti mun­ urin á liðunum henda dagin. - Móti VÍF mugu all­ir bara fara inn og kempa sum óløgir, og tað haldi eg, at vit gera í dag. Serliga verjan hjá okkum stendur ótrúliga væl, og vit geva teirra álopi tupulleikar allan dystin. Nú hava vit so steðga vestmenningum, so nú verður spennandi, um vit fara at vinna seinnu hálvfinaluna í steypakappingini eisini. Tann dysturin verður heilt sikkur tættur, og eg vænti, at eitt ella tvey mál fara at skilja liðini í tí dystinum. Alt gongur galið Agnar Joensen hjá VÍF helt ikki, at innsatsurin hjá vestmenningum vera nóg góður sunnudagin. - Her gongur mest sum alt galið hjá okkum í dag. Vit brenna illa, verja ikki, vit sleppa ikki í gjøgnum, og tá vit endiliga sleppa ígjøg­ num, so brenna vit. Eg haldi, at menn eru ikki upp­settir til henda dystin. Tað er tó altíð keði­ligt at spæla ímóti koll­firð­ing­um, og um 9 dagar møta vit teimum aftur í seinnu hálv­ final­uni í steypakapp­ ingini. Tá má okkurt heilt annað henda. Eru vit ikki klárir til tann dystin, so eru vit úti av steypakappingini. Góð skoðsmál í Noreg Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen dømdu um vikuskiftið dyst í Cup Winners Cup millum norska Gjerpen og grikska Armi School Patra. Undan uppgerðunum var norska liðið stórfavorittur, men tá tá tær taptu við fýra málum í Grikkalandi, var lagt upp til heilt spennandi returdyst. Fyrstu løtuna leikaði eisini javnt á, men eftir steðgin fór norska liðið av álvara avstað, og talan gjørdist um trivaligan 38-21 sigur. Føroysku dómararnir siga, at tað var ikki fyrr enn seinasta korterið, at høllin av álvara kom í kók, og at teir tí fingu frið til sína uppgávu. Og sum skilst, so varð avrikið eisini væl og virðiliga góðkent av EHF-eygleiðaranum. Jes Høgh raktur av blóðtøppi í heilanum Fyrrverandi danski fótbóltsleikarin, Jes Høgh, varð sunnunáttina raktur av einum blóðproppi á heilan. Hetta veit heimasíðan hjá Ekstrablaðnum, eb.dk, at siga frá. Jes Høgh var staddur á einum hotelrúmi í Keypmannahavn, tá hann knappliga bleiv raktur av blóðproppinum. Hann bleiv bráðfeingisinnlagdur, og innan tríggjar tímar hevði hann fingið evnið trombolyse, sum loysir upp blóðproppar. Jes Høgh noyddist at gevast við fótbólti í 2001 orsakað av einum afturvendandi skaða, og seinastu tíðina hevur hann arbeitt sum kommentator hjá Canal Plus. KÍF læt ongan iva vera um úrslitið, tá teir tóku ímóti oddaliðnum, VÍF, í Atlantic Airways deildini. VÍF fylgdi hampiliga væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki sótu kollfirðingar á tí mesta HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mikudagin hittust VÍF og KÍF í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Tann dyst­in vann VÍF tepurt, og hetta var samtundis triði sigurin hjá vestmenningum ímóti KÍF í hesum kapp­ ingarárinum. Um vikuskiftið møttust tey so aftur, men hesaferð var høllin í Kollafirði karm­ ur um dystin, sum var tann næsti hjá feløgu­num í enda­ spælinum í lands­kapp­ing­ ini. KÍF fekk flúgvandi byrjan Tað var lítið, sum bendi á, at vestmenningar skuldu fara at vinna fjórða dystin á rað ímóti kollfirðingum. KÍF legði út sum eitt ódnarveð­ ur, og fyrsta korterið fekk VÍF ikki eitt bein til jørð­ ina. Teir høvdu stórar trupul­ leikar av ágangandi verjuni hjá KÍF, samstundis sum álopsspælið hjá KÍF hekk væl saman fyrstu løtuna. Venjarin hjá VÍF, Dia Mid­jord, tók Time-Out um miðjan fyrra hálvleik, og hetta fekk veruliga gongd á vest­­ menn­­ing­arnar. Teir valdu at fara út at mans­ verja Damir Oros, og nú fingu teir eisini gongd á verju­spælið. Hesa løtuna helt verjan hjá vest­menn­ ingum KÍF frá at skora í heili átta minuttir og nú sá út til, at VÍF hevði sett seg ordiliga á dystin, og líkt var til, at teir fóru at fara frá heimaliðnum. Drepandi mál Síðstu løtuna av fyrra hálv­ leiki vaknaði KÍF tó aftur. Verjan hjá kollfirðingum fekk aftur fatur á VÍF, og síðstu fimm minuttirnar av hálvleikinum brúkti KÍF til at endurvinna leiðsluna. Tá ein hálvur minuttur var eftir at spæla, fór KÍF í síðsta álopið av fyrra hálv­leiki við einum manni færri. KÍF spældi tíðina út, men fekk eitt 3-meturkast í síðsta sekundi. Hetta smekk­­aði Daniel Rapa beint í mál­ið, og so fór KÍF til hálv­leiks við eini 2-mála leiðslu. Eingin ivi Um tað var júst hetta málið, sum drap vestmenningar, skal vera ósagt. Sálarliga tóktist tað í øllum førum svíða hart, og frá fyrstu løtu av seinna hálvleiki var bara ein vinnari. Sum dysturin leið, økti KÍF bara um leiðsluna, um um miðjan hálvleikinum førdi heimaliðið við heili 7 málum. Við at mansverja bæði Oros og Rapa gjørdi VÍF eina seinastu roynd, men tað tóktiskt ikki gera mun. Aðrir koll­firð­ingar tóku yvir, og serliga Rógvi Weyhe var undan­ gongumaður henda dagin. Kollfirðingar vóru snøgt sagt betra liðið á øllum økjum hendan dagin. Verj­ an var betur, álopið var bet­ ur, og so tóktust kollfirð­ing­ arnir vera nógv meir upp­ settir til dystin. Við sigrinum hava teir nú togað seg upp á 3. plássið í bestu mansdeildini, og um teir halda fram við spæli­ num, teir hava sýnt síðstu tveir dystirnar, so er ikki óhugsandi, at teir eisini kunnu hótta annað plássið hjá StÍF. ÍF vann toppdystin í Trongisvági leyg­ ar­dagin í meist­ara­ deildini hjá kvinnum. Tær lótu ongan iva vera um útfallið, tá tær vitjaðu hjá TB FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt satt brak í oddinum í bestu kvinnudeildini í flogbólti leygardagin, tá TB tók ímóti ÍF í Trongisvági. Und­ an dystinum var ÍF trý stig und­an TB, sum tí hevði al­stóran tørv á stigunum. ÍF setti seg á dystin Oddaliðið úr Fuglafirði fekk tó eina ótrúliga góða byrjan í Trongisvági. Í fyrsta setti lótu gestirnir ongan iva vera um, hvat var tað betra av liðunum. ÍF legði seg á odda tíðliga í settinum, og hesa leiðslu øktu tær bara um. TB hevði týðiligar trupulleikar við ÍF, og tá settið var komið at enda, hevði ÍF vunnið trygt, 25-16. Hetta var ein dreyma­ byrjan hjá ÍF, sum hevur havt eitt sera gott tak á TB í ár. Kvinnurnar hjá TB høvdu undan hesum dystinum bert vunnið eitt sett ímóti ÍF í undanfarnu dystunum, og tí var longu okkurt, sum bendi á, at ÍF enn einaferð fór at vinna á TB. Í øðrum setti vísti ÍF enn einaferð, at tær hava sera gott tak á TB. ÍF setti seg eisini á hetta settið frá byrjan av, og enn einaferð tóktist TB at hava stórar trupulleikar at koma fyri seg. ÍF legði seg á odda mest sum alt fyri eitt, og sum settið leið, øktist mun­ urin eisini í hesum settinum. Endaliga úrslitið av øðrum setti gjørdist 25-19 til kvinnurnar úr Fuglafirði. ÍF á gullkós Í 3. setti tóktist TB hava sæð veruleikan í eyguni. Tær royndu nú av øllum alvi at koma innaftur í dystin, og hetta settið gjørdist sera spennandi. Liðini fylgdust mest sum allan vegin, men enn einaferð gjørdist tvøra­ kvinnur ov stuttar. Eisini í hesum settinum eydnaðist ÍF at vinna. Úrslitið gjørdist 25-23, og sostatt hevði ÍF vunnið dystin 3-0. Við sigrinum hevur ÍF lagt seg klárt á odda í meistaradeildini hjá kvinn­ um, og í løtuni sær út til, at kvinnurnar úr Fuglafirði stevna beint ímóti FM-gulli­ num. TB-ÍF 0-3 (16-25, 19-25, 23-25): ÍF á meistarakós KÍF-VÍF 29-22 (12-10): KÍF bukaði oddaliðið KÍF-VÍF 29-22 (12-10) Málskjúttar: KÍF: Damir Oros 9 (3), Rógvi Weyhe 8, Daniel Rapa 6, Gert Hansen 4, Karl Johan Djurhuus 1, Arnbjørn Hansen 1 VÍF: Sámal Joensen 10, Áki G. Olsen 6, Áki Olsen 2, Sjúrður Poulsen 2, Ingi Olsen 1, Regin Joensen 1 (1) Brotskøst: KÍF 3, VÍF 2 Útvísingar: KÍF 2, VÍF 2 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen FAKTA KÍF hevur verið flúgvandi síðani vetrarsteðgin. Sunnudagin vundu teir burtur úr oddaliðnum, og nú tykist KÍF at vera veruligur biðil til annað finaluplássið Mynd: Álvur