mánadagur 15. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 10 - 15. januar 2007 ]
Liverpool nærum selt
Íleggjarar úr Dubai eru til reiðar at leggja einar fimm
mia kr. á borðið fyri enska stórfelagið, Liverpool. Tosið
hevur leingi gingið um, at Dubai International Capital,
sum hevur onkrar av heimsins ríkastu monnum aftan fyri
seg, skal keypa felagið, og nú váttar stjórin í Liverpool,
Rick Parry, tíðindini.
- Báðir partar hava arbeitt hart við hesum. Beint nú
verður juridiski parturin fingin í rættlag, og eg rokn ivið,
at vit hava nakað ítøkiligt at siga hampuliga skjótt, sigur
Parry við BBC.
Søguligur Inter-sigur
Oddaliðið í italsku Seriu A, Inter Milan, var aftur í einum
klassa fyri seg í vikuskiftinum. Teir møttu Torino á útivølli,
og fyri 12. ferð á rað í eydnaðist Inter at vinna ein Seriu
A dyst. Við 12 sigrum á rað hevur Inter tikið metið fyri
mest vunnar dystir á rað í bestu italsku deildini. Úrsltið av
dystinum gjørdist annars 3-1 til Inter. Fyrst legði Adriano
Inter á odda. Seinni javnaði Torino við málið frá Stefano
Fiore, men gleðin var stokkurt. Lítla løtu seinni legði Zlatan
Ibrahimovic Inter aftur á odda, áðrenn Marco Materazzi
slóg sigurin fastan, tá hann skoraði uppá brotsspark ímóti
endanum á dystinum.
Neistin vnn granna
uppgerðina ímóti
Kyndli í Sunset deild
ini hjá kvinnum,
men tað leikaði hart
á hjá teimum bláu
neistakvinnunum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bæði Kyndil og Neistin
fingu ein rættan framman
á, tá fyrru hálvfinalurnar í
Coca Cola-kappingini vóru
á skránni fyri fáum døgum
síðani. Nú skuldu bæði
royna at fáa gongd á aftur
spælið, men Neistin mátti
metast at vera favorittur
undan dystinum, tí stiga
talvan vísir, at Neistin ligg
ur á øðrum plássi, meðan
Kyndil er at finna á fjórða
plássi.
Neistin legði betur fyri
Fyrstu løtuna var annars
einki, sum týddi uppá, at
Neistin var komin yvir
lemjandi tapið í Coca Cola-
kappingini, tí Kyndil var
nevniliga liðið, sum byrjaði
betur. Fyrstu løtuna høvdu
tær grøna ótrúliga gott
tak á Neistanum í verjuni,
og eftir góðar 10 minuttir
hevði Neistin bert fingið
eitt mál.
Sum hálvleikurin leið,
kom Neistin tó betur við í
dystin. Tær vunnu seg fyrst
upp á javnleik, og móti end
anum av fyrra hálvleiki
fingu tær ordiliga glið á
spælið. Somikið væl, at
trygg leiðsla varð vunnin
undan steðginum.
Kyndil var líka við
Í byrjanini av seinna hálv
leiki fylgdust liðini væl at,
men um miðjan hálvleikin
fekk Kyndil gongd á spæl
ið. Nú skoraðu tær fleiri
mál á rað, og Neistin tóktist
knappliga at hava stórar
trupulleikar. Tá góðir 10
minuttir vóru eftir at spæla,
eydnaðist tað hjá Kyndli at
javna, og tá fimm minuttir
restaðu av dystinum, fór
Kyndil fram um Neistan fyri
fyrstu ferð í seinna hálvleiki.
Nú sá ikki gott út hjá
Neistanum, men tær blivu
tó við at kempa, og at enda
eyndaðist eisini teimum
bláu neistakvinnunum at
vinna dystin við tveimum
málum.
Tað leikaði tó hart á síðstu
løtuna hjá Neistanum, sum
mátti stríðast til síðstu
kvinnu fyri at fáa sigurin
í hús.
Tveir sigrar í donsku
skakliguni sendu
rating-talið upp um
2400, og so kann
Helgi Dam Ziska rópa
seg altjóða meistara
Talv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn eru tíðindini ikki
váttað alment, men tað
skuldi verið púrasta víst.
Eftir tveir sigrar í donsku
skakliguni um vikuskiftið,
er rating-talið hjá Helga
Dam Ziska kropið røttu
megin tey 2400, sum eru
kravd, um Helgi skal sleppa
at seta eitt IM framman fyri
navn sítt, tá telvað verður í
framtíðini.
Undan
hesum
hevði
Helgi longu vunnið sær
teir tríggjar IM-normarnir,
sum eisini eru IM-krav, og
síðani hevur bert rating-
talið restað.
Sigrarnir um vikuskiftið
vórðu fingnir til høldar móti
telvarum við ávikavist 2237
og 2217 í rating, og hetta
skuldi verið nóg mikið hjá
Helga, siga serkøn innan
talvítróttina.
Rating tølini verða ikki
alment kunngjørd enn, men
hóast tað skuldi gingið av
skriðjuni næstu talvini hjá
Helga, so hevur hann nú
verið oman fyri tey 2400,
og tí er einki at ivast í,
at hansara navn stendur á
listanum, tá FIDE seinast
í januar mánaði fer at
útnevna nýggjar IM- og
GM-telvarar.
Eitt unikum
Og tað hevur veruliga vakt
ans, at Føroyar nú hava ein
telvara, sum bara 16 ára
gamal hevur vunnið sær
IM-heitið.
Talvkøn siga, at verður
sæð burtur frá norska Magn
us Carlsen, sum verður
mettur sum kanska størsta
talvtalentið í heiminum, so
er Helgi í dag helst sterkasta
norðurlendska kortið, um
hugt verður nøkur ár fram.
Og at hann í Danmark
eisini er á liðnum hjá seks
faldu DM-vinnarunum úr
Helsinge, sigur nú heldur
ikki einki um styrki hansara
við borðið. Og úr einum
føroyskum sjónarhorni er so
eisini hugaligt at staðfesta,
at eisini John Arni Nielssen
er at finna á liðnum hjá
Helsinge.
Eitt føroyskt unikum
Kyndil-Neistin 21-23 (8-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Lina Andriulyte 10 (1), Anja Heinadóttir 4, Ronja
M. Mikkelsen 4, Randi Wardum 2 (1), Jórun Ludvig 1
Neistin: Nicoleta R. Hansen 10 (2) Katja Eigemann 4 (1),
Elin Stakksund 2, Unn Kragesten 2, Gunnvá Brockie 2,
Heidi Maria Akselsen 2, Annika Thomsen 1
Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 4
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 5
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
FAKTA
Kyndil-Neistin 21-23 (8-12):
Neistin aftur á rætta kós
B71 liðfor
maðurin
skal spæla
við TB
Um vikuskiftið
hevur TB skrivað
sáttmála við Bergleif
Sólsker, sum hevur
verið miðverji og lið
formaður hjá B71,
og við tveir aðrar
spælarar
Fótbóltur
Jákup Mørk
TB er av álvara farið
undir at fyrireika seg til
enn eina roynd at vinna
uppflyting í Formula
deildina í fótbólti. Í viku
skiftinum hava teir skriv
að undir sáttmála við
tríggjar spælarar, veit
Suðuroyar portalurin at
siga.
Ein teirra, Dan Mort
ensen, var ein part av
síðsta kappingarári á
TB liðnum. Hinir báðir
eru nýggir spælarar á
Sevmýri. Annar teirra
er Hartmann Hansen úr
Vági, og hin er Bergleif
Sólsker.
Serliga merkisvert er
tað, at Bergleif Sólsker
nú fer at spæla við TB.
Bergleif hevur spælt
við B71, sum eftir upp
flytingina í heyst skal
royna seg í bestu deild
ini. Bergleif Sólsker hev
ur talst millum stuðuls
spælararnar hjá B71.
Hann hevur verið mið
verji og trý tey seinastu
árini liðformaður.
Nú skal B71 royna
seg í bestu deildini, men
Bergleif Sólsker verður
altso framvegis í næst
bestu deildini.
Kyndil-Neistin kv:
Tað eydnaðist Neistanum
at fáa uppreisn eftir keðiliga
tapið fyri Stjørnuni í
steyoakappingini týskvøldið.
Tað var tó um reppið, at
Kyndil fekk annað stigið