mánadagur 15. januar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 10 - 15. januar 2007 ]
Espanyol vann á Barcelona
Lítlibeiggi sigraði á stórabeiggja, tá tey bæði feløgini úr
Barcelona, FC Barcelona og Espanyol, brustu saman í
grannauppgerðini í vikuskiftinum. Dysturin var leiktur á
heimavøllinum hjá Espanyol, og áskoðararnir blivu vitnir til ein
sera góan fótbóltsdyst. Luis Garcia legði uppiborið Espanyol
á odda 1-0. Um miðjan seinna hálvleik javnaði Saviola fyri
Barcelona, men ístaðin fyri at geva upp valdi Espanyol at
kempa víðari, og hetta gav úrslit. Móti endanum fingu teir
tvey mál aftur, sum Raul Tamudo og Rufete skoraðu, og sostatt
vann Espanyol slagið um Barcelona ímóti stórabeggjanum,
FC Barcelona.
Fyrsti ósigur til Juventus
Juventus rendi seg í sín fyrsta ósgiur í næstbestu deildini í
Italia, tá teir møttu Mantova á útivølli. Úrslitið gjørdist 1-0
til Mantova, og hetta var ikki bert fyrsta tapið hjá Juventus.
Hetta var eisini fyrstu ferð í hesum kappingarárinm, at
Juventus mátti fara av vøllinum uttan at hava skotið nakað
mál. Tapið ber við sær, at Juventus er dottið niður á 6.
pláss í Seriu B, har Mantova við sigrinum fór fram við
stórfelagnum.
Svimjarar fingu gull
nálir, okkurt føroyskt
met var sett, meðan
aðrir svimjarar svumu
undir kravtíðirnar
til Oyggjaleikirnar í
svimjikapping í Vági,
sum hevur verið síðstu
tvey vikuskiftini
SVIMJING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Síðstu tvey vikuskiftini hevur
svimjihøllin í Vági verið
karmur um svimjikapping,
har fleiri føroyskir svimjarar
hava fingið stak góð úrslit.
Kappingin fekk eina avbera
góða byrjan síðsta viku
skiftið, tá tveir svimjarar úr
Tvøroyrar Svimjifelag vunnu
sær gullnál. Talan var um Juttu
Thomsen og Monu Simonsen,
sum báðar fingu gullnál á
teininum 1500 m frí. Bæði
Jutta og Mona svumu undir
fyrrverandi føroyska metið,
men av tí at Jutta var eitt vet
frammanfyri Monu, so er tað
hon, ið eigur nýggja føroyska
metið.
Shaila til
Oyggjaleikirnar
Var byrjanin á kappingini
góð fyrsta vikuskiftið, so
helt henda gongdin fram
seinna vikuskiftið.
Shaila Millum Garðarnar
frá Tvøroyrar Svimjifelag
hevur í kappingini klárað
kravtíðina til Oyggjaleikirnar
komandi summar, og hetta
verður sostatt fimta ferðin,
at hon skal taka lut á Oyggja
leikunum.
Pál Joensen frá Vágs
Svimjifelag svam seg eisini
fram til føroyskt met á tein
inum 1500 m frí. Hann kom
á mál í tíðini 15.56.21, og
sostatt gjørdist hann fyrsti
føroyingurin, sum svam
henda teinin undir 16 min
uttir, og tað er eitt sera flott
úrslit av honum.
Met blivu sett
– nálir vunnar
Umframt føroysku metini
hjá Juttu Thomsen og Pál
Joensen á ávikavist 800 m
frí og 1500 m frí, so vóru
eisini fleiri bólkamet sett í
kappingini í Vági.
Pál Joensen setti m.a.
bólkamet á teininum 100 m
firvald í bólki 5 við tíðini
1.00.10, men eisini Høgni
Minét Rasmussen úr Havnar
Svimjifelag setti okkurt
bólkamet. Á teininum 1500
m frí setti Høgni bólkamet í
bólki 4 við tíðini 17.21.10,
og eisini á teininum 400
m frí setti hann bólkamet í
bólki 4 við tíðini 4.21.78.
Kravið til luttøku í FM er
bronsunál, og onkrir svimj
arar vunnu sær eisini brons
unál í kappingini í Vági.
Jan Hofgaard frá Tvøroyrar
Svimjifelag vann bronsunál á
teininum 50 m bringa í tíðini
0.38.80. Afturat honum vann
eisini Sofus Beck úr Vágs
Svimjifelag bronsunál. Hann
vann á teininum 50 m frí í
tíðini 0.31.31.
Næsta svimjikapping verð
ur á Toftum 20. januar fyri
bólkarnar 1 og 2.
Svimjikapping í Vági
Heiðursmerkjabýtið
Felag
Gull
Silvur
Bronsu
Tvøroyrar Svimjifelag
11
10
6
Vágs Svimjifelag
8
1
8
Flot
7
7
4
Fuglafjarðar Svimjifelag
4
1
2
Havnar Svimjifelag
1
4
1
Ægir
0
4
5
Kyndil vann seg av
aftasta plássi, tá teir
vunnu tryggan sigur
í grannuppgerðini
ímóti Neistanum
í Atlantic Airways
deildini sunnudagin.
Við sigrinum hava
teir lagt seg undir
liðina á Neistanum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bæði Kyndil og Neistin
fingu eina heldur keðiliga
byrjan uppá endaspælið í
Atlantic Airways deildini hjá
monnum. Kyndil var á vitjan
í Hoyvíkshøllini hjá botn
liðnum, H71, og her eydnaðist
hoyvíkingum at vinna dystin.
Neistin hevði heimavøll ímóti
hinum botnliðnum, KÍF, og
eisini teir máttu lúta fyri koll
firðingunum.
Sostatt vóru tað tvey lið,
sum skuldu royna at fáa vind
í aftur seglini, sum møttust
í grannuppgerðini í høllini
á Hálsi sunnudagin. Undan
hesum dystinum hevði
Neistin havt takið á Kyndli
í hesum kappingarárinum
við einum sigri og einum
javnleiki, og tí hevði Kyndil
nú møguleikan at fáa sín
fyrsta sigur á Neistanum í
hesum kappingarárinum.
Kyndil dró frá síðstu
minuttirnar
Í fyrra hálvleiki var næst
an alt, sum bendi á, at
áskoðararnir fóru at vera
vitni til ein sannan gysara
í grannauppgerðini millum
Kyndil og Neistan. Fyrstu
løtuna fylgdust liðini væl
at, og sjálvt um Neistin
helst var heldur oman á, so
var munurin ongantíð meir
enn 2 mál á liðunum.
Spælið var eisini til tíðir
skjótt og gott, og hetta
gjørdi, at fólk fingu valuta
fyri pengarnar. Spælið gekk
skjótt frá enda í annan, og
hetta gjørdi, at liðini fingu
nógv mál í fyrra hálvleiki.
Tá fimm minuttir restaðu
av fyrra hálvleiki, stóð enn á
jøvnum ímillum liðini, men
so tók Kyndil veruliga dik á
seg. Síðstu løtuna av fyrra
hálvleiki skoraðu teir fimm
ferðir, meðan Neistin bert
fekk eitt mál.
Kyndil varðveitti
leiðsluna
Høvdi liðini fylgst væl at at
kalla allan fyrra hálvleik,
so leyp Kydil avstað fyrstu
løtuna av seinna hálvleiki.
Eftir 10 minuttir høvdu teir
økt um leiðsluna, soleiðis
at teir nú vóru heili 6 mál
frammanfyri, og nú sá ikki
gott út hjá Neistanum.
Brádliga byrjaðu leikarar
nir hjá Neistanum at gera
um seg. Teir tóktust síggja
veruleikan í eyguni, og teir
byrjaðu at leggja Kyndil und
ir eitt ávíst trýst. Eitt mál
fyri og annað mál eftir bleiv
tikið av kyndilsleiðsluni, og
knappliga vóru aftur bert
tvey mál á muni. Nú var
dysturin púra opin, men so
kúvendi aftur.
Næstu langu løtuna steðg
aði fullkomiliga upp aftur
hjá Neistanum, og hesa løt
una gagnnýtti Kyndil til at
avgerða dystin. Teir megnaðu
at vinna sær eina 6 mála
leiðslu, og so var dsturin í
roynd og veru avgjørdur,
tí nú vóru bara knappir 10
minuttir eftir at leika.
Kyndil megnaði eisini at
varðveita leiðsluna, soleiðis
at tryggi sigurin varð fingin
til høldar. Við sigrinum hev
ur Kyndil vunnið seg av
aftasta plássi, og nú hava
teir lagt seg undir liðina á
grannunum úr Neistanum á
stigatalvuni.
Kyndil-Neistin 35-30 (20-16):
Kyndil vann slagið
um Havnina
Kyndil vann slagið um Havnina, tá teir møttu Neistanum í Atlantic Airways deildini. Við
sigrinum hava teir nú lagt seg undir liðina á Neistanum á stigatalvuni
Kyndil-Neistin 35-30 (20-16)
Málskjúttar:
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8 (1), Rókur Akralíð
7, Høgni Klein 6 (2), Ragnar Stakksund 5, Kenn
Zachariassen 4, Hans Áki Dal Christiansen 3, Hanus
Johansen 1, Hjalti Jacobsen 1
Neistin: Blagoje Buha 7 (2), Carl Herup Olsen 7, Tróndur
Kragesten 4, Birgir Poulsen 4, Jugoslav Djumic 3, Áki
Mørk 3, Roar Dalsgarð 2
Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 2
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 6
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
FAKTA