Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 10 - 15. januar 2007 ] Rocky var á Goodison Everton vann sær ein nýggjan fjeppara, tá felagið sunnudagin spældi heimadyst móti Reading. Millum áskoðararnar var nevnliga bio-aktuelli Sylvester Stallone – Rocky – og hann varð stórliga fagnaður av heimaáskoðarunum, tá hann var á vøllinum undan dystarbyrjan. Ein móttøka, sum eisini fekk Rocky at staðfesta, at hann nú er Everton-fjeppari restina av lívinum. Og tað er sum so ikki ringasti styrkurin hjá einum felag at fáa. Federer stórfavorittur Hóast hann júst hevur tapt fyri Andy Roccick í Kooyong Cup í Melbourne, so verður Roger Federer mettur sum stórfavorittur undan Australian open í Tennis. Bæði hjá ymsu veddingarfyritøkunum, men ikki minst, tá mótspælarar verða spurdir. Einaráðandi, perrfektur og ein maskina eru millum orðini, sum verða heft á Federer, sum higartil hevur vunnið 46 kappingar, síðani hann gjørdist yrkisspælari í 1998. Í sama tíðarbili er samlaða preimiupulja hansara um 170 mió kr. Kempaðu fyri sigrinum André Danielsen á høgra vongi spældi ein góðan dyst sunnudagin. Hann skoraði mestsum uppá øll skotini hjá sær. Eisini í verjuni spældi hann væl, har ið hann vardi sum eittari. – Vit kempaðu væl í dag, og vit høvdu uppi­ borið at vunnið. Leivur Justinussen var ein brand­ur, og allir hinir spældu eisini væl, sigur André. Hann vónar, at StÍF kann náa finaluna. – Eg hevði vón um at náa finaluna longu áðr­enn hendan dystin. Tá ið vit nú vunnu hend­an dystin, hava vit bert styrkt um okkara støðu, sigur André, sum eisini fegnast um, at teir megnaðu at vinna uttan Finnur Hansson. – Finnur er ein topp­ spæl­ari, og vit spæla nógv upp til hann. Men aðrir tóku ábyrgd, tá ið hann manglaði í dag, sigur André at enda. Ikki vaknir Ein av ungu leikarunum hjá H71 er Poul Kjart­­an Dam. Hann harm­ast um, at H71 ikki tók møgu­ leikan at koma longur upp í kapp­ing­ini, nú teir høvdu møgu­leikan. – Vit vóru ikki vakn­ ir í dag. Vit vóru alt ov slappir í verjuni og skoraði ikki uppá okk­ ara kjansir, sigur Poul Kjartan, sum ikki vil um­skylda seg við unga aldrinum. – Vit kunnu ikki blíva við at umskylda okkum við, at liðið er so ungt. Vit mugu bara venja harð­ari og vera meira tendr­aðir næstu ferð. Hann hevur tó ikki mist vónina um at náa finaluna. – Vit satsa uppá at koma í finaluna. Tað eru átta dystir eftir enn, og einki er avgjørt, sigur Poul Kjartan at enda. StÍF var nógv betri enn H71 sunnudagin. Var Leivur á odda og einari ágangandi verju megnaðu teir at halda unga H71 liðið í teymum HONDBÓLTUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo H71 vann síðsta dyst móti Kyndli, og hoyvíkingar høvdu kanska vónað, at teir kundu gera okkurt við strand­ ingar, nú teir vóru skerdir. Tað skuldi tó vísa seg, at strandingar vunnu tryggan sigur. Liðini fylgdust fyrstu 10 minuttirnar. Hevði Marian ikki staðið so væl í málinum, høvdu hoyvíkingar helst havt eina fitta leiðslu longu tá. Stinn verja hjá StÍF Strandingar fingu tó fótað sær, og verjan stóð stinn. Hend­an dagin vardi André Danielsen sum eittari, meðan Bárður Danielsen og Borgar Danielsen vardu á hvør sín­ um bakki. Samspælið mill­ um hesar tríggjar Danielsen riggaði sera væl, og hetta var avgerandi fyri sigurin sunnu­ dagin. Serliga Bárður fekk hildið Esbern Paturson væl í tjóðri. Esbern hevur annars verið av bestu spælarum og raskastu málskjúttunum hjá H71 í ár. Tróndur Vatnhamar á vinstra vongi hjá H71 er al­tíð ein hóttan. Hann tók eis­ini av mestsum øllum møgu­leikum, hann fekk. Men hann fór tó eisini niður við restina av H71 liðnum móti endanum av seinna hálv­leiki. StÍF dugdi væl at gera nyttu burturúr øllum leikarunum á vøllinum. Regin Didriksen spældi sera væl í fyrra hálvleiki, Bárður og Andre á vongunum skoraðu, tá ið teir fingu kjansin, og Mort­ an fekk eisini tilspælt sær nøkur mál og útvísingar til hoyvíkingar. Leivur tók ábyrgd Besti spælarin í dystinum var helst Leivur Justinusen. Hann hevur ikki havt eins gott kappingarár og í fjør. Summi vilja vera við, at hann líður undir, at spælistílurin hjá StÍF leggur so nógv upp til, at Finnur Hansson skal skjóta. Leivur tók tó veruliga ábyrgd, tá ið Finnur mangl­ aði. Tá ið álopið hjá StÍF steðgaði upp, og hondin hjá dómarunum var uppi fyri drál, tók Leivur sakina í egnar hendur og plantaði bóltin upp í hornið ferð eftir ferð. Hálvleiksstøðan var 19- 13. Hoyvíkingar vistu, at okkurt mátti gerast, um teir skuldu fáa nakað burturúr hesum dystinum. Teir komu tí inn aftur í seinna hálvleik við einari sera offensivari verju. Hetta riggaði teir fyrstu min­utt­ irnar. Leivur slapp ikki fram­ at, Levi Nybo bjargaði, tá ið vengurnir sloppu framat. Sum seinni hálvleikur leið, funnu StÍF leikararnir tó útav at útnytta rúmið í verjuni. Vengurnir trektu inn aftanfyri bakkarnar og skoraðu. Hesa løtuna gjørdi H71 verjan ikki nógv fyri at hjálpa Levi í málinum. Janus helt støðinum Hjá H71 var ungi Janus Sørensen besti maður. Hann flutti seg nógv og fann hol í verjuni hjá StÍF. Hjá StÍF kunnu nógvir nevnast, men serliga Leivur Justinussen var góður. Hoyvíkingar liggja nú tyngri í botninum, men teir kunnu framvegis spæla seg uppaftur, tí at tað er sera tætt millum liðini. Tað skal tó annað skinn um bak, um teir skulu vinna móti nøkrum av hinum liðnum. H71 hevur eitt spennandi ungt lið. Um hesir halda fram við hondbóltinum, og H71 klárar at halda uppá fólkið, fara teir helst at stríð­ ast um meistaraheitið hvørt ár. Sunnudagin vóru tað kanska royndirnar, sum vóru munurin á liðunum báðum. StÍF – H71 32 – 25 (19-13): Leivur og StÍF ov stórur biti hjá H71 StÍF: Leivur Justinussen 10, Mortan Hansen 6, André Danielsen 4, Bárður Danielsen 3, Regin Didriksen 3, Jacob Jónsson 1, Bent Djurhuus 1, Terji Poulsen 1, Borgar Danielsen 1 H71: Janus Sørensen 5, Esbern Patursson 4, Dánjal Tórgarð 3, Gunnar Bláberg 2, Bjarni Sørensen 2, Niels Viggo Mortensen 2, Poul Kjartan Dam 1, Hans Kári Hansen 1 Útvísingar: StÍF 6, H71 4 FAKTA Hóast teir máttu vera Finn Hansson fyriuttan, so eydnaðist H71 at vinna tryggan sigur í heimadystinum móti H71 savnsmynd