mánadagur 15. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 10 - 15. januar 2007 ]
Mourinho fær ein verjuleikara
Stórur ófriður hevur seinastu tíðina valdu í enska meistaraliðnum
Chelsea, og m.a. hevur ljóðað, at Mourinho ikki verður at
finna í Chelsea aftur komandi kappingarár. Nú ræður tó friður
aftur á Chelsea-borgini – í øllum førum í eina tíð. Mourinho
hevur nevniliga fingið at vita, at hann kann fara at keypa sær
ein miðverja. Ovast á listanum stendur Micah Richards hjá
Manchester City, men ivasamt er, um Abramovich vil gjalda
upphæddina, sum City krevur fyri leikaran .Tal Ben Haim
sigst eisini vera á veg til Chelsea, men nú er spurningurin, um
Mourinho letur sær lynda við tað næstbesta.
Enn ein stór uppgáva til Jan
Føroyski altjóða dómarin í flogbólti, Jan Hentze, skal nú aftur
av landinum at døma. 17. januar skal hann nevniliga døma
altjóða dystin í Top Teams Cup millum finska Rovaniemi og
russiska Odintsovo. Talan er um 1/8-finalu í Top Teams Cup,
og sostatt er hetta helst størsta altjóða uppgáva hjá Jan Hentze
higatil. Tað, sum ger dystin enn meir spennandi fyri Jan, er, at
dómaraeygleiðarin til dystin verður ein av mest royndu altjóða
dómarunum, sum nú er givin. Eydnast dømingin væl, og finnin
gevur sína undirskrift, so manglar Jan bert eina undirskrift fyri
at kunnu døma allar dystir á altjóða støði.
Royndu leikararnir
hjá VB prógvaðust
at vera ein alt ov
stórur biti hjá ungu
leikarunum hjá StÍF.
VB vann við nærum
tvífalt so nógvum
málum sum StÍF
HONDBÓLTUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sunnudagin hittust kvinn
urnar hjá StÍF og VB á
Skála. Kvinnurnar úr
Vági vóru greiðir favorittar
frammanundan, og tær
livdu eisini upp til vónirnar.
Tað fóru nevniliga suður
aftur við tveimum stigum
og stórsigri í viðførinum.
Munurin á liðunum sást
beinanvegin. VB dróg frá,
og tær hugdu ikki afturum
seg. Royndu leikararnir hjá
VB vóru betri enn ungu
óroyndu leikararnir hjá
StÍF hendan dagin.
Svava toppskjúti
Daiva var aftur sera góð
fyri VB. Hon skeyt nógv
mál. Málverjin Asta stóð
seg eisini sera væl.
Svava Vestergaard hjá
VB spældi ein sera góðan
dyst og gjørdist toppskjútti
við 11 málum.
StÍF hevur sera ungar
evnaríkar leikarar, sum tó
enn mangla royndir. Síðstu
løtuna stillaðu tær við
einum liði, sum tað sama
kundi spælt í kappingini
fyri kvinnuunglingar, tí at
miðalaldurin var so lágur.
Hóast VB var nógv betri
enn StÍF sunnudagin, so
kunnu ungu leikararnir
hjá StÍF hava eina góða
framtíð, um tær framvegis
verða hildnar til.
Tær tykjast enn at vera
smædnar, tá ið tær skjóta,
og tí møtti málverjin hjá
VB nógvum skotum, sum
vóru hálvvánalig.
Ninna best hjá StÍF
Einasti leikari hjá StÍF,
sum veruliga spældi upp til
VB leikararnar, var Ninna
Johansen, sum vísti sjálvs
álit til at bróta ígjøgnum og
skjóta upp í hornini.
Tað sær nú gott út hjá
VB, men tær koma at
møta torførari mótstøðu
enn sunnudagin. Móti end
anum av dystinum sunnu
dagin slakkaðu tær nógv av
og mistu bóltin alt ov lætt.
Hetta hava tær ikki ráð til,
tá ið tær møta Neistanum
ella Stjørnuni. Men VB
hevur gott fólk, og við
einari væl leikandi Daivu
kunnu tær vinna á øllum.
StÍF stríðist í botninum,
og tær kunnu helst ikki
gera sær vónir um at fáa
nakað serligt burturúr
kappingarárinum. Tær
skulu heldur líta frameftir
og halda á at menna ungu
leikararnar, so at tær kunnu
bjóða teimum stóru av um
nøkur ár.
StÍF-VB 21 - 37 (10 - 16):
Stórsigur til VB
Málskjúttar:
StÍF: Ninna Johansen 7, Rebekka Justinussen 7,
Fríðrún Danielsen 2, Sólfríð Christiansen 1, Anna
B. Danielsen 1
VB: Svava Vestergaard 11, Daiva Tuomaite 8, Teresa
Joensen 6, Laila Jespersen 4, Ivana Ljubicic 3, Jona
Thorsteinsson 2, Ruth Lisberg 1, Una Egilsdóttir 1,
Asta Armonaviciute 1
Útvísingar: StÍF 1, VB 2
FAKTA
Maðurin, sum tók lut
í HM-endaspølunum
í ’82, ‘90 og ’94, er
nú kosin sum besti
afrikanski spælarin í
søguni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Afrikanska fótbóltssamgong
an hevur nú kosið besta
afrikanska spælaran sein
astu 50 árini. Onkur hevði
kanska roknað við, at menn
sum Eto’o, Weah, Essien
og Drogba kappaðust um
fremsta plásisð, men hetta
fall ístaðin til Roger Milla
úr Cameroun. Milla spældi
á yrkisleið síni við feløgum
í Grikkalandi, Sveis og
Fraklandi, og skeyt hann
ikki færri enn 450 mál til
samans. Tað var tó serliga
á landsliðnum, at hann
gjørdi um seg. Ikki minst,
tá hann sum 38 ára gamal
var lyklaspælarin á liðnum,
sum var heilt nær eini hálv
finalu móti Týsklandi.
Milla var tá annars givin
við fótbóltinum, men hóast
hann bert orkaði at spæla
hálvan tíma, tá endaspælið
byrjaði, so gjørdist hann
við fýra kmálum toppskjútti
hjá Cameroun í kappingini.
Ikki minst var málið móti
Colombia í 1/8-finaluni
minniligt. Hetta var, tá hann
tacklaði show-málverjan
Rene Higuita uppi á mið
um vølli, fyri síðani stór
flennandi at senda bóltin í
tóma netið. Og so var tað
sjálvandi enn einaferð tíð
til eyðkenda Milla-wiggle
við hornaflaggið.
Og í USA í 1994 var Milla
eisini við. Hesa ferð gjørdist
hann eisini elsti málskjúttin
í HM-søguni, tá hann skeyt
troystarmálið í 6-1 tapinum
móti Russlandi. Ein dystur,
har russiski Oleg Salenko
annars eisini skrivaði seg í
HM-søguna, tá hann skeyt
fimm av russisku málunum.
Umframt HM-fótbólt og
fótbólt við ymsum europ
iskum feløgum, var Milla
eisini við til at vinna 14
meistaraheiti í Egyptalandi og
trý African Nations heiti.
Milla var størstur
Málið í sigrinum á Columbia
var kanska tað kendasta av
øllum hjá Roger Milla
Við sigri á Fleyr í
meistaradeildini
hjá monnum hevur
ÍF endurvunnið
oddasessin frá
Mjølnir. Sjálvt um
Fleyr vann eitt sett,
so tóktist ÍF hava
tamarhald á dystinum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fleyr og ÍF hava møtt hvørj
um øðrum tvær ferðir í
grundspælinum, og í báðum
førum vann ÍF tryggan sigur.
Undan dystinum lógu fugl
firðingarnir eisini á øðrum
plássi við 9 stigum, meðan
Fleyr lá á fjórða plássi við
4 stigum, og tí var ÍF greið
ur favorittur undan dyst
inum millum liðini bæði í
meistaradeildini hjá monn
um leygardagin.
ÍF fekk flúgvandi
byrjan
Menninir hjá ÍF livdu eisini
upp til rolluna sum favorittar
í fyrsta setti. Teir løgdu hart
út og vunnu sær eisini eina
leiðslu tíðliga í settinum. Út á
settið gjørdist greitt, at ÍF fór
at vera oman á í fyrsta setti,
og at enda megnaðu fugl
firðingarnir eisini at vinna
hetta rættiliga trygt, 25-18.
Her var eingin sum helst ivi
um, at ÍF var betra liðið.
Í øðrum setti helt ÍF fram,
har teir høvdu slept í fyrsta.
Enn einaferð løgdu teir hart
út, og Fleyr kom sum so slett
ikki við í dystin í hesum báð
um fyrstu settunum. ÍF setti
seg eisini á dystin frá byrjan
av øðrum setti, og sum hetta
settið leið, øktist munurin
bara millum liðini. At enda
megnaði ÍF eisini at vinna
annað sett rættiliga trygt,
25-27, og nú sá ikki gott út
hjá Fleyr, sum skuldi vinna
restina av settunum fyri at
hava nakran møguleika at
vinna dystin.
Fleyr vildi spæla við
Í triðja setti tóktust leik
ararnir hjá Fleyr at vera
heldur meir uppsettir. Teir
vóru nógv betri við í hesum
settinum, og út á settið sást
týðiliga, at her fór Fleyr at
vera oman á. Tað eydnaðist
eisini hjá teimum at vinna
25-20, so nú var dysturin
aftur púra opin.
ÍF endurvann
oddasessin
Í fjórða setti var gongdin tó
aftur vend. Nú vóru leikar
arnir hjá
ÍF aftur nógv meir klárir til
uppgávurnar á vøllinum, og
teir fingu eisini betur fatur
á Fleyr í hesum settinum.
Fleyr royndi tó at hanga í
av øllum alvi, men at enda
gjørdust teir tó ov stuttir. ÍF
vann eisini fjórða settið, 25-
21, og sostatt vann liðið úr
Fuglafirði dystin 3-1.
Við sigrinum hevur ÍF
endurvunnið oddasessin
frá Mjølni, sum hevur havt
hann til láns síðani sigurin
á SÍ mikukvøldið. Munurin
á ÍF og Mjølni er tó bert tað
eina stigið, og meistaraheitið
tykist skulu avgerðast ímill
um hesi bæði liðini.
Fleyr-ÍF 1-3 (18-25, 17-25, 25-20, 21-25):
ÍF aftur á odda
Við einum sigri
á Fleyr eydnaðist
monnunum hjá
ÍF at endurvinna
oddasessin í
meistaradeildini,
sum Mjølnir
hevur havt
til láns síðani
sigurin á SÍ mitt
í síðstu viku