mánadagur 15. januar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 10 - 15. januar 2007 ]
Bill McLeod Jacobsen
og Heðin Askham
skulu standa á odda
fyri føroyska U-
21 landsliðnum í
mansfótbólti, og
hesir báðir eru ikki
óroyndir innan
landsliðsarbeiði hjá
føroyska fótbólts
sambandinum
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Í
morgun
fingu
vit
orðið á annan av nýggju
venjarunum hjá føroysku
U-21 landsliðnum, Bill
McLeod Jacobsen. Hann
var staddur í París, har
hann saman við øðrum
venjarum hjá FSF júst stóð
og hugdi at venjingum hjá
venjarum í Fraklandi, sum
eru í gongd við at taka
A-venjaraútbúgvingina hjá
UEFA. Føroyska venjar
arnir koma til Fraklands í
gjár, og teir koma heimaftur
fríggjadagin.
Venjingarnar
byrja skjótt
Bill
McLeod
Jacobsen
sigur, at teir báðir ætla sær
í gongd við venjingarnar
skjótast gjørligt.
– Síðst í hesum mán
aðinum fara vit at kalla
leikararnir inn til venjingar,
har vit fyrst og fremst fara
at kanna teirra fysiska støði.
Hetta er sum ein liður í
ætlanini hjá A-landsliðnum,
har teir eisini kanna fysiska
førleikan hjá leikarunum.
Eftir venjingarnar síðst í
mánaðinum er í roynd og
veru klárt hjá leikarunum
at brynja seg til kapp
ingina fyri U-21 lið. Tí
lutakast til EM-undan
kappingarbólkarnar
fyri
U-21 lið verður longu á
skránni í Stockholm tann
13. februar, so enn er ikki
greitt, hvørjum liðum vit
møta, men landsliðsvenjar
in sigur seg vóna, at Føroy
ar ikki koma at møta ov
nógvum eysturevropeisk
um londum.
– Vit vilja helst sleppa
undan
teimum
eystur
evropeisku
londunum.
Langt er at ferðast, og
hesi londini eru ofta sera
sterk.
Hinvegin
hevði
verið ótrúliga stuttligt at
møtt onkrum av norðan
londunum, og so vóna vit
at møta onkrum av heilt
sterku londunum eisini.
Byggja víðari á
yngru landsliðini
Bill sigur eisini, at enda
málið við U-21 landsliðini
er at byggja víðari á yngru
landsliðini.
– Munurin hevur verið
ov stórur hjá leikarunum
at fara beinleiðis frá U-
19 og uppá A-landsliðið.
Tí meti eg tað vera sera
gott, at vit nú hava fingið
eitt U-21 landslið. Nú
kunnu vit byggja víðari á
yngru landsliðini, og ungu
leikararnir fáa heldur meir
hár á bringuna, áðrenn teir
vera blakaðir í eldin á A-
landsliðnum.
Bill sigur eisini, at hann
og Heðin eru sera spentir
uppá júst hetta landsliðið,
tí at leikararnir í hesum
árganginum hava fingið
sera góð úrslit, ta´teir leiktu
við yngru landsliðunum.
– Tað verður spennandi,
at U-21 landsliðið verður
skotið í gongd við júst
hesum árganginum. Leikar
arnir í hesum árganginum
hava
fingið
sera
góð
úrslit fyri okkurt av yngru
landsliðunum fyrr, so nú
verður spennandi at síggja,
hvussu tað fer at hilnast
hjá okkum. Vit skulu í
øllum førum royna at spæla
okkara spæl, og fyri okkum
er tað sera nærliggjandi at
fáa liðið at skjóta mál.
Bill leggur afturat, at teir
ætla eisini at leggja stóran
dent á umstillingsspælið,
soleiðis at leikararnir skjótt
kunnu venda verju til álop
og øvugt.
At enda sigur klaksvíking
urin, at teir eru sera spentir
til uppgávurnar, sum nú
liggja fyri framman. Hann
ásannar,
at
mótstøðan
helst verður væl harðari,
enn leikararnir hava roynt
áður, men hetta skal ikki
steðga teimum. Teir ætla
sær at fáa so góð úrslit,
sum yvirhøvur møguligt,
og so er endamálið eisini
at gera leikararnar búnar til
A-landsliðið,
EB/Streymur framvegis í Nike
EB/Streymur hevur í nøkur ár havt avtalu við Sportmaster, haðani teir
hava fingið spælidraktir, venjingarbúnar, bóltar, gaggur og onnur ting,
sum hoyra heima á einum fótbóltsvølli.
Nú er hendan avtala so eisini skrivlig, og komandi fimm árini fer
EB/Streymur at spæla í Nike búnum.
Blá/svarti búnin, sum EB/Streymur leikti í í fjør, var rættiliga
myrkur at síggja til, men soleiðis fara búnarnir ikki at síggja út kom
andi kappingarár. Tann myrka bláa rípan í búnanum verður skift út
við eina ljósari bláa farvu, og sum skilst, so fer komandi búnin hjá
EB/Streymi at vera líka sum búnin hjá italska oddaliðnum, Inter
Milan.
Ronaldo aftur til Italia
Góðu avrikini hjá Van Nistelrooy hava gjørt sítt til, at
Ronaldo at kalla bert situr á beinkinum í Real Madrid.
Lønin er tó til meira enn hetta, og tí hevur Fabio Capello
einki ímóti, at Ronaldo verður seldur til annað felag. Áður
hevur ljóðað, at Nike, sum er sponsorur hjá Ronaldo, vil
hava hann til Juventus, men eisini Milan hevur sýnt
áhuga. Varaforsetin í felagnum, Adriano Galliano, sigur,
at enn tosa feløgini ikki saman um hetta, men hann leggur
aftur, at er talan ikki um órímilig krøv úr Madrid, so kann
Ronaldo væl koma til Milan, áðrenn transfer vindeygað
letur aftur.
U-21 landsliðsvenjarar settir
Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini, tekur lógvatak við teir báðar nýggju landsliðsvenjararnar
Mynd: ww.football.fo
Máltindurin
Atlantic Airwas-deildin:
Finnur Hansson
StÍF
103
Damir Oros
KÍF
100
Blagoje Buha
Neistin 84
Rókur Akralíð
Kyndil 75
Esbern Patursson
H71
72
Hans Áki Dal Christiansen
Kyndil 70
Sámal Joensen
VÍF
69
Tróndur Kragesten
Neistin 65
Daniel Rapa
KÍF
59
Niels Viggo Niclassen
H71
58
Sunset deildin:
Nicoleta Radu Hansen
Neistin 101
Daiva Tuomaite
VB
94
Lina Andriulyte
Kyndil 73
Ninna K. Johansen
StÍF
57
Rebekka Justinussen
StÍF
55
Alina Olaru
Stjørnan 49
Anja Heinadóttir
Kyndil 41
Durita Christophersen
Stjørnan 38
Simona Petersen
Stjørnan 37
Ása Dam á Neystabø
Neistin 36
Lutakast um
ein mánað
Lutakast til EM-
undanspælið
fyri U-21
landslið verður
í Stockholm
tann 13- februar,
og annar av
venjarunum,
Bill McLeoud
Jacobsen, vónar,
at teir fara at
møta onkrum
norðanlandi
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um ikki so langa tíð
skal føroyska U-21
landsliðið í fótbólti
í eldin. Enn er ikki
greitt, hvørjum liðum
vit fara at møta, men
lutakast til EM-undan
kappingini
fyri
U-
21 landslið verður á
skránni í Stockholm
tann 13. februar.
Annar av venjarun
um, Bill McLeoud
Jacobsen sigur seg
vóna, at landsliðið fer
at møta onkrum av
Norðanlondunum.
– Tað hevði verið
ótrúliga stuttligt at
møtt onkrum av Norð
anlondunum.
Flestu
leikararnir hava roynt
at spælt ímóti teimum
í yngru landsliðunum,
so vit kenna eitt sindur
til hesi londini.
Bill sigur eisini, at teir
vóna ikki at koma í bólk
saman við ov nógvum
eystanlondum.
– Tað er nakað sum
við A-landsliðnum, tí
vit vilja helst sleppa
frá eysturevropeisku
londunum. Langt er at
reisa, og so eru hesi
londini ofta rættiliga
sterk eisini. Hinvegin
vilja vit heldur enn
gjarna møta liðum á
okkara støði úr Vestur
evropa, og so hevði
verið stuttligt at fingið
okkurt av heilt góðu
liðunum.