Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kurvabóltsstjørnan og hálvi føroyingurin Calix Blak helt í farnu viku røðu, tá 5000 fólk í Bergen mót- mæltu óhugnaligum rasistiskum drápi í Noregi RASISMA Eyðun Klakstein Norska samfelagið er skak- að av drápinum á unglingin Benjamin Hermansen, sum verður sagt at verða eitt ras- istiskt dráp. Í farnu viku vóru mót- mælisgongdir kring alt Noregi, har fólk gjørdu vart við, at tey góðtóku ikki slíka harðliga framferð í norska samfelagnum. Í Bergen vóru eini 5000 fólk við í eini stillari kyndlagongu í miðbýnum, og umframt borgarstjóran í Bergen røddi myrka kurva- bóltsstjørnan Calix Blak Ndiaye, sum hevur før- oyska mammu og brúkti stóran part av barnaárunum í Klaksvík. – Hetta hava verið nakrir syrgiligir dagar, men um vit standa saman, eru vit sterk, segði Calix millum annað í síni røðu til tey mongu fólkini. Merkt rasismuna Calix Blak er mest lovandi kurvabóltsspælarin í Nor- egi, og í januar mánaði var hann valdur besti spælarin í norsku kappingini. Mamman er úr Klaksvík og pápi hansara úr Senegal, og seinastu árini hevur Calix búð saman við fam- ilju síni í Bergen. – Eg varð biðin um at halda eina røðu í sambandi við kyndlagongdina, og tað mátti eg siga ja til. Hetta er eitt ógvuliga týðandi mál, sigur Calix á góðum før- oyskum norðanmáli. – Eg havi sjálvandi merkt nakað til rasismu, men tað hevur hvørki verið ógvus- liga ella beinleiðis. At onk- ur tilvildarligur persónur gevur mær fingurin og kall- ar meg nekara, leggi eg lítið í, men eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini gera vart við okkum, so rasisman ikki fær fríar teymar, sigur Calix. – Tað er vandamiklið, um fólk eru líkagyldug. Tað mugu vit ikki verða, og tí er eisini neyðugt, at fólk gera vart við seg bæði við slík- um kyndlagongum, men sanniliga eisini í gerandis- degnum. Tigandi meirilutin Tað var tann tigandi meiri- lutin, sum gjørdi vart við seg í Noregi í farnu viku. Í Bergen vóru hvørki mótmælis- ella herróp at hoyra, tá tey 5000 fólkini savnaðust í býinum. Talan var hinvegin um eina frið- arliga markering, har fólk við kyndlum mótmæltu gongdini í Noregi. Bæði yngri og eldri vóru við í tiltakinum, sum fekk nógv størri undirtøku, enn fyrireikararnir framman- undan høvdu roknað við. – Eg var rættilig nervøs- ur, áðrenn eg skuldi halda røðuna, tí eg eri ikki vanur við júst hetta. Men tá eg var byrjaður at tosa var eingin trupulleiki, sigur Calix Blak. – Nú aftaná eri eg ómet- aliga glaður fyri, at eg var við í tiltakinum, og eg havi eisini fingið nógvar posit- ivar reaktiónir. Calix Blak ger í løtuni hertænastu, men hann ven- ur kurvabólt minst tvær ferðir um dagin, og um vikuskiftið eru dystir á skránni. 5000 fólk mótmæltu skakandi drápi: Rasmisman má steðgast – At onkur tilvildarligur gevur mær fingurin og kallar meg nekara, leggi eg lítið í, men eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini gera vart við okkum, so rasisman ikki fær fríar teymar, sigur Calix Blak, sum í farnu viku helt røðu fyri 5000 fólkum í Bergen. Mynd: Bergensavisen Nú sendir Lindin í Klaksvík Leygardagin varð sendarin hjá Lindini á Brúnaskarði tendraður ÚTVARP Eyðun Klakstein Seinnapartin leygardagin fór kristiliga útvarpsrásin Lindin at senda umvegis Brúnaskarð í Klaksvik. Lindin, sum hevur eitt ár á baki, hevur leingi arbeitt við at vaksa um lurtaratalið, og leygardagin var eitt rætti- ligt tak tikið í so máta. Í sambandi við nýggja sendaran gjørdi Lindin nógv burtur úr sendingun- um seinnapartin leygar- dagin, og sent varð eisini av Brúnaskarði, har borgarstjórin í Klaksvík var við at tendra sendaran. Lindin sendir á 105,0 MHz, og frammanundan senda Útvarp Føroya og Rás 2 eisini í Klaksvík. Lindin fer fyrstu tíðina at leiga seg inn í Studio Pegasus, tá rásin skal gera sendingar úr Klaksvík. Hetta gjørdi Lindin eisini leygardagin, tá gestir komu á gátt. Nr. 25 - 6. februar 2001 3 2 Nr. 25 - 6. februar 2001 gult cyan magenta svart SÁMAR Birgir Kruse Í dag er sámiskur tjóðar- dagur. Hóast sámiska flaggið ikki er at síggja í norrønum høpi, varð flagg- ið í 1986 góðkent millum sámar á stevnu í Åre í Svø- ríki. Hetta flaggið er ein bláur og reyður rundingur, sum ímyndar sólina, sum fer gjøgnum litirnar blátt, reytt, grønt og gult. Frammanundan varð eitt annað flagg nýtt. Tað flagg- ið seymaði ein føroyskur rithøvundur á norrønari bókastevnu í Føroyum. Tað var í 1986, at hin 6. februar varð kosin tjóðdag- ur sáma. Eisini sangurin »Isak Sabas Sámisogá lavlu«, sangur sámafólks- ins, varð við hetta høvið góðkendur sum tjóðsangur. Í 1989 setti norski Ólavur kongur fimti fyrsta fólka- valda sámiska tingið í Nor- egi. Tingið varð kallað Sámatingið og hevur heimstað í býnum Kara- sjok. Sámatingið arbeiðir við sámiskum máli og mentan og samstarvar eis- ini við upprunafólk kring knøttin. Síðani 1953 høvdu sámar tó hildið ting, fyrstu ferð í Jokkmokk. Í 1994 vórðu sámar úr Norður- amerika eisini bodnir við. Fyrstu ferð vit lesa um sámar er hjá rómverska søgumanninum Tacitus í bókini »Germania« í árin- um 98. Teir verða umrøddir sum framúr veiðimenn. Hesa søgu fingu vit eisini prógvaða á filmsløriftinum, tá Niels Gaup í 1989 gjørdi filmin »Vegvísin«, sum hetta árið kappaðist um Oscar virðislønina. Tá hann var heiðursgestur á film- stevnu í Føroyum hetta árið, varð ikki loyvt at brúka sámiska flaggið. Tað endaði sum veggprýði í út- varpshøllini. Tað var í víkingatíðini, at sámar fyrstu ferð vórðu kravdir eftir skatti. Í 18. og 19. øld varð Sámaland skift millum Danmark-Noreg, Svøríki og Russland. Fyrra partin av 18. øld varð nógv gjørt í Noregi at fáa sámar at taka við kristnari trúgv og at sleppa uppruna trúnni og teim sonevndu heidnu siðunum. Síðst í 19. øld av- gjørdi Stórtingið, at sámisk børn skuldu fáa læru í norskum máli, heldur enn sámiskum. Beint eftir ald- arskiftið, í 1902, var lóg ásett, sum gjørdi tað trupult hjá sámum at keypa jørð. Ikki fyrr enn eftir seinra verðaldarbardaga varð hes- in miðvísi týningarpolitikk- ur sleptur. Frá Tróndheimi í suðuri til Kolanesið í norðuri, kann sámiska málið skiftast sundur í 9 ymsar dialektir. Onkrar so ymiskar, at um- seting má til. Hóast sámar eru eins truplir at skráseta sum føroyingar í Danmark verður sagt, at í Noregi búgva 30.000 sámar, í Svø- ríki 17.000, í Finnlandi 6.000 og í Russlandi 2.000. Úti í heimi eru fleiri tón- leikarar úr Sámalandi kend- ir. Serliga innan sonevndan »world music«, sum antin traditionelt ella modernist- iskt bjóðar fram staðbundn- an tónleik. Millum hesi eru Mari Boine og Wimme Saari. Eisini sámiski sjón- leikarabólkurin Beaivvás er víðakendur. Sámiskur tjóðardagur Minnislutir úr Sámalandi. Modellmynd: Jens Kristian Vang