týsdagur 6. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tríggir menn, sum
allir eru seinast í
tjúgunum, hava um
vikuskiftið gjørt um
seg í høvuðsstaðnum.
Fyrst tóku teir ein bil
fyri at sleppa til Prix
Føroyar á Strondum,
og síðani brutu teir
seg inn í tveir handlar
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn hevur
havt úr at gera um viku-
skiftið við at fáa hendur á
trimum monnum, sum hava
verið á eini innbrotsherferð
í Havn leygardagin og
sunnudagin.
Tveir av teimum sita í
klivanum á løgreglustøðini,
meðan tann triðji enn ikki
er funnin. Løgreglan sigur
seg vita, hvør maðurin er,
og væntar at taka hann nak-
að skjótt.
Fyrst tóku menninir ein
Ford Escort vøruvogn, sum
stóð parkeraður í Dr. Jak-
obsensgøtu. Bilin skuldu
menninir nýta til at sleppa
til Prix Føroyar konsertina,
sum var á Strondum leyg-
arkvøldið.
Tá menninir komu aftur
til Havnar av Strondum
settu teir bilin frá sær á
parkeringsøkinum
við
SMS. Bilurin var illa farin.
Forrúturin var knústur, og
bilurin hevði eisini fingið
aðrar skaðar. Menninir
høvdu koyrt útav á lands-
vegnum og høvdu eisini
rent á onkran bil á Strond-
um. Løgreglan hevur var-
hugan av, at teir vóru rús-
aðir, men eingi prógv eru
fyri hesum, tí ongar blóð-
royndir eru tiknar.
Meðan tey flestu tóku
sær av løttum sunnudagin,
lógu teir tríggir menninir
ikki á latu síðuni, men fóru
aftur til verka.
Tveir
handlar
stóðu
hesuferð fyri skotum. Fyrst
varð brotið inn í klædna-
handilin Vogue, og síðani
fóru teir til Einar Mikkel-
sen í Tróndargøtu, har teir
eisini brutu inn.
Teir fingu ikki nakað
stórvegis burturúr hesum
báðum innbrotunum.
Sunnukvøldið klokkan
21 fekk løgreglan fatur á
tveimum av monnunum, og
teir sita nú handan rimar.
Tann triðji var enn ikki
tikin á middegi mánadagin,
men løgreglan sigur seg
hava ein varhuga av, hvør
tann hesin er, og tí vænta
teir at taka hann, áðrenn
long tíð er fráliðin.
Hósdagin lat nýggjur
handil upp í Dr. Jak-
obsensgøtu nevndur
Munin, sum fer at
selja skrivstovuinn-
búgv. Umframt sølu-
virksemið arbeiða
tveir menn í hesi fyri-
tøku við at gera digi-
tal landkort av Føroy-
um
NÝGGJUR HANDIL
Stefan í Skorini
Á fyrstu hædd í Dr.
Jakobsensgøtu 18 heldur
fyritøkan Munin til. Fyri-
tøkan er býtt í tvær eindir.
Tann eina eindin fæst við at
menna eitt telduforrit, sum
hevur til endamáls at skrá-
seta allar Føroyar í digital-
um kortum.
Hin eindin fer at selja
skrivstovuinnbúgv, og tað
var í hesum sambandi, at
Munin hevði móttøku í høl-
unum hósdagin. Handilin
er einaumboð uppá EFG í
Føroyum og fer at selja
hetta merkið.
Eigarar av fyritøkuni eru
Rói Henriksen og Bogi
Jacobsen, og afturat sær
hava teir tvey starvsfólk.
Fyritøkan varð stovnað á
heysti í 1998, og frá byrjan
av hava teir báðir eigararnir
mest fingist við at gera
digital landkort.
Fyri nøkrum mánaðum
síðani fóru teir í fyritøkuni
eisini undir at selja skriv-
stovuinnbúgv, og nú eru
høli eisini fingin til vega til
hetta endamálið. Fyritøkan
hevur sostatt alt virksemið
savnað undir einari lon.
Tann geografiska skrá-
setingin er kanska tann
meira spennandi parturin
av fyritøkuni. Teir báðir
Rói og Bogi hava longu
kortlagt 60-65% av Føroy-
um, og ætlanin er at hava
fingið lagt allar upplýsing-
ar um Føroyar inn á eitt
landkort.
Hesi kortini hava óav-
markaðar møguleikar. Tú
kanst finna hvat tað skal
vera við at leita á hesum
kortunum. Bogi var so
beinasamur at vísa okkum,
hvussu hesi kortini kunnu
rigga.
Um tú skalt leita eftir ein-
um staðarnavni í Føroyum,
nevnt Høvdin. Skjótt og
lætt fann forritið fimm
staðarnøvn í Føroyum við tí
navninum. Eisini ber til at
leita eftir øllum vatnveit-
ingum ella øðrum líknandi
í Føroyum, og tað kann
vera hent hjá kommunum
og øðrum at hava á einum
forritið.
Forritið eitur Hugin og
fyritøkan
eitur
Munin.
Hetta eru ravnarnir hjá gud-
inum Óðini, sum flúgva
runt og geva gudinum upp-
lýsingar um, hvat fer fram
rundan um hann. Soleiðis
er eisini ætlanin, at fyritøk-
an og forritið skulu veita
fólki upplýsingar uttan at
tey skulu reisa seg frá teld-
uni – ongantíð betri um tey
sita í einum stóli úr handl-
inum.
Innbúgv og forrit
Fýra fólk fara at hava sína dagligu gongd í fyritøkuni Munin. Sitandi við skriviborðini eru tað
eigararnir Rói Henriksen (vinstrumegin) og Bogi Jacobsen. Katrin Niclasen, standandi høgru-
megin, fer at arbeiða í handlinum við at selja skrivstovuinnbúgv, og Jens Jóhan Dam er eisini í
starvi hjá Munin
Mynd: Jens Kr. Vang
Brotsmannalið á
herferð
Nr. 25 - 6. februar 2001
5
4
Nr. 25 - 6. februar 2001
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Bláoygt og
ódemokratiskt
Nú er seinasta ætlanin hjá landsstýrinum um
at sodnast hjá fólki. Og fólkið ristir við
høvdinum!
Hóast danska stjórnin ikki kemur við síni
niðurstøðu fyrr enn í dag, tykist greitt, at
hon heldur fast um, at heildarveitingin verð-
ur strikað eftir fýra árum, um føroyingar
vilja skipa landið sum fullveldisríki.
Hetta er eisini viðmerkingin hjá »Peri og
Póli«. Danir hava sagt fýra ár, og sjálvt um
tilgongdin verður vend á høvdið, fer danska
stjórnin, sum hevur fulla undirtøku í fólka-
tinginum í hesum máli, ikki at býta á nýggja
agnið!
Roknaði landsstýrið við tí, so hevur lands-
stýrið avdúkað eitt slíkt bláoygni - ein slíkan
naivitet - at tað er ikki búgvið at sita við
landsins valdi! Og verri er, at vit hava ikki
eina umsiting, sum er so mikið at sær komin
– so búgvin - at hon segði við landsstýrið: -
Den går ikke, hatta hoppar stjórnin ikki
uppá!
Alt gott um hesi ungu og vælskúlaðu emb-
ætisfólk. Teimum vanta royndir, m. a. roynd-
ir at lesa politiska spælið og politisku møgu-
leikarnar!
Landsstýrið hevur nú rent seg so dyggiliga
fast! Og hvat ger landsstýrið, um stjórnin i
dag boðar frá, at skiftistíðin verður fýra ár?
Tað ber neyvan til at bakka.
Meiri mening hevði hóast alt verið at hildið
fast um upprunaligu ætlanina - tað íslendska
modellið - tí tað var jú tað, sum Fólkaflokk-
urin og Javnaðarflokkurin søgdu, at teir tóku
undir!
Harafturat er tað eisini í so bláoygt - og dikt-
atorsikt - at siga, at talan er um eina bind-
andi tilgongd, tá vit bara hava møguleikan
fyri vegleiðandi fólkaatkvøðum. Tað er ó-
demokratiskt at binda fleiri løgting fram,
sum bæði løgfrøðingar og andstøðuflokkar-
nir hava víst.
Sjálvandi skulu vit yvirtaka og minka blokk-
in, sum Javnaðarflokkurin sigur í tíðinda-
skrivi, men tá vit hava fyrisitingarliga og
fíggjarliga orku til tað! Tað er góður sjálv-
stýrispolitikkur, sum ber á mál!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tøkk
Hjartaliga tøkk til øll, sum sýndu samkenslu, tá kæri
maður, pápi, sonur, beiggi og abbi okkara
Martin Jákup Strøm
andaðist og varð jarðaður.
Ein serlig tøkk til missiónshúsið í Vági og øllum har,
sum hjálptu okkum so nógv í sambandi við
jarðarferðina. Eisini stór tøkk til Frelsunarherin fyri
vakran sang í landssjúkrahúskapellinum
og í kirkjuni í Vági.
Tøkk til Hera Joensen, Erland Beder og Eingrím Holm
fyri góð og troystarrík orð.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur og takk
til øll, sum fylgdu Martini til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Kristbjørg
Broytingar á Prentmiðstøðini
Sum tað sæst er blaðið eitt sindur broytt í dag - eitt
nú er oddagreini og Nøvn í vikuni prentað á síðu
fýra í staðin fyri síðu tvey. Orsøkin er, at tekniskar
umleggingar verða gjørdar á Prentmiðstøðini, og tí
eru møguleikarnir við litprenti skerdir hesa vikuna.
Heldur ikki ber til at prenta fleiri enn 32 síður hetta
til leygardagin. Vit biða lesarar halda okkum
tilgóðar.
»I’am« vann á Strondum
Føroyskar húgvur og techn-
otónleikur á Strondum
Í kavaroki og vindi varð
leygarkvøldið annað umfar
av tónleikakappingini Prix
Føroyar hildið á Strondum,
og vinnarnir av umfarinum
varð bólkurin úr Klaksvík,
I am, og á annað plássi varð
bólkurin Flux, sum eisini
skal møta upp tann 21 apríl
í norðurlandahúsinum.
Vegna plásst prenta vit
reportasjuna í blaðnum í
Leygardagin verður
konsert við Creamy í
Runavík, og talan
verður um eina
framførslu av teimum
heilt stóru.
Sunnudagin hevði
Creamy ta fyrstu
royndarsýningina av
tí nýggju
framførsluni, og eftir
øllum at døma ein
stórsligin framførsla
Konsert
Stefan í Skorini
“Det bliver en totaloplevel-
se, som I aldrig har set før”,
sigur Andreas Mathews,
sum er umboðsmaður hjá
Creamy, um konsertina.
Við sær úr Danmark hev-
ur Creamy eitt stórt ferða-
lag, sum skal syrgja fyri
øllum tí praktiska á kon-
sertini. Hesuferð taka tær
alla útgerðina, sum tær
skulu nýta, við sær úr Dan-
mark.
Seinast
Creamy
hevði konsert í Føroyum,
høvdu tær hinvegin næstan
onga útgerð við sær. Talan
verður um flottastu fram-
førsluna, sum er at síggja í
Danmark í løtuni.
Andeas sigur, at áskoðar-
arnir verða tiknir við á eina
ævintýrferð á konsertini, og
tí hava tey valt at taka alla
útgerðina, sum skal nýtast
at skapa pallmyndina, við
upp úr Danmark.
Presenterað í gávu
Creamy verður presenterað
við, at ein stórur gávupakki
kemur fram á pallin, og úr
pakkanum trína Rannva og
Rebekka. Av tí at konsertin
ber brá av einum ævintýri,
so verður lagt fyri við sang-
inum
“Never
Ending
Story” av seinastu fløguni
hjá Creamy.
Tað hendir allatíðina
okkurt á pallinum undir
konsertini. Á pallinum
verða rumdarskip, jákup-
skeljar og eitt hús, sum øll
sjálvandi eru risastór.
Ljósið á pallinum verður
eisini bergtakandi, frætta
við úr Danmark. 20 skann-
arar og eini 70 ymiskar
lampur umframt nógv lasa-
raljós fara at seta dám á
konsertina. Eisini verður
fýrverkarí.
Sangirnar á konsertini
verða fyrst og fremst av tí
nýggjastu fløguni, meðan
tær eisini fara at tríva í
nakrar av gomlu sangu-
num. Tær fara eisini at
syngja okkurt lag á før-
oyskum, sum tær hava giv-
ið út í Føroyum.
Á pallinum verða ein
trummusláari, ein spælir á
keyboard, seks dansarar
umframt tær báðar Rannvu
og Rebekku, sum syngja.
Føroyingurin Bjarni Ru-
bek Nielsen var á konsert-
ini hjá Creamy í Greve
sunnudagin, og hann segði,
at talan er um eitt avbera
flott show, og at genturnar
vórðu klappaðar uppaftur
eftir tann seinasta sangin.
Umboðsmaðurin
hjá
Creamy sigur, at møguleiki
verður eisini at ogna sær
ymiskar Creamy-vørur so
sum troyggju, keppar o.a.
Tað gongur væl at selja
atgongumerkini, og nú er
skjótt útselt. Um fullsett
verður til konsertina, so er
møguleiki fyri at ein eyka-
konsert verður í Havn dag-
in eftir.
Creamy
hevur
selt
350.000 fløgur tilsamans í
hálvtannað ár.
Creamy við stórum »showi«
Creamy hevur lagt eina nýggja framførslu til rættis, og fólk
fingu eina smakkroynd sunnudagin í Greve. Talan er um eina
stóra og vakra framførslu