Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú at kanna, hvat kann gerast við vaksandi íbúðarneyðina. Landsstýrismaðurin útilokar ikki, at skattalógin verður broytt, so tað loysir seg betri at leiga út. ÍBÚÐARNEYÐ Magnus Dam Økta virksemið í landinum hesi seinastu árini hevur av álvara lagt trýst á íbúðar- marknaðin. Í Havn og teim- um størri plássunum er næstan ógjørligt at finna eina íbúð, og prísirnir eru í flestu førum himmalhøgir. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú at kanna, um okkurt kann ger- ast fyri at minka um íbúðar- neyðina. Hetta segði hann í løgtinginum týsdagin, tá hann svaraði einum fyri- spurningi frá Rúnu Sivert- sen, løgtingskvinnu hjá Fólkaflokkinum. Rúna Sivertsen vísti á stóru íbúðarneyðina og vildi hava at vita, um lands- stýrismaðurin hevur nakrar ætlanir um at royna at bøta um støðuna. Ein háttur kundi verið at linka skatt- ingina av inntøkum frá leigumálum, tí í dag loysir tað seg alt ov illa at leiga út, vil Rúna Sivertsen vera við. Tingkvinnan vísti á, at norðmenn hava broytt skattalógina, so tað loysir seg betri at leiga út, og har hevur hetta bøtt munandi um íbúðarneyðina. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er ikki so heitur fyri at broyta skatta- lógina til frama fyri leigu- inntøkur, tí tað er prinsipi- elt skeivt at gera undantøk til tess at loysa ein akuttan trupulleika. Skulu útleigar- arnir styðjast á einhvønn hátt, so er tað betur, at stuð- ul verður útgoldin beinleið- is, eins og rentustuðulin verður nú. Á henda hátt er stuðulin sjónligur á fíggjar- lógini og í landsroknskap- inum. Karsten Hansen útilokar ikki møguleikan fyri at broyta skattalógina á onkr- an hátt, og í øllum førum má okkurt gerast fyri at loysa trupulleikan. Ein møguleiki er at gera tað lagaligari hjá pensjónistum. Sum er, verður leiguinn- tøka mótroknað í pensjón- ini. – Umhugsað kundi verð ið, um hendan mótrokning- in kundi verðið tikin av, so- leiðis at tað loysir seg betur hjá pensjónistum at leiga út, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen sigur harafturat, at Fíggjarmála- stýrið og Toll- og Skattstov- an fara at kanna, hvussu norðmenn hava sett skatt- ligu tiltøkini í verk, og hvussu tey hava virkað. – Út frá hesum kanning- unum fæst uttan iva eitt gott grundarlag fyri at taka støðu til, um skattingin av leiguinntøku skal gerast lagaligari, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen kannar íbúðartrupulleikarnar Landsstýrið sigur í upp- skoti sínum til fólkaat- kvøðu, at blokkstuðulin úr Danmark skal niður- lagast fram til 2012. Hetta ber sambært Móðurmálsorðabókini ikki til. Tað ber ikki til at laga nakað niður. Tú kanst laga ein garð, men tá byggir tú hann upp. Skal tú hava garðin burtur aftur, kanst tú taka hann niður. Tú kanst ikki laga hann niður. Skal landsstýrið minka blokkin fram til 2012, ber til at læga hann – við seinna æ. Á Síðu síðu 733 í Móðurmálsorðabókini ber til at lesa um orðið læga. Læga merkir at gera lægri ella at lækka. Tískil ber til at læga blokkin, men ikki at nið- urlaga hann. Ber ikki til at niðurlaga blokkin Seinni í hesum mán- aðinum sleppur vinnulívið í Suður- oynni at hitta landsins hægstu poltiikarar og umboð fyri oljufeløg- ini andlit til andlit. Samstundis verður eisini almennur fundur í Suðuroynni har fólk kunnu seta okkara fremstu politikarum spurningar ØKISMENNING Áki Bertholdsen Nú skulu suðuroyingar sleppa framat at vísa, hvat teir duga. Samstundis sleppur meinigi maðurin í Suðuroynni at hitta okkara fremstu politikarar, andlit til andlit. Tað varð einasta ítøkiliga úrslitið av fundinum miku- dagin ímillum Landsstýrið og Suðuroyar Oljuvinnu- ráð, sum vit eisini hava greitt frá aðrastaðni í blað- num. Á fundinum við Suður- oyar Oljuvinnuráð, varð landsstýrið umboðað av Anfinni Kallsberg, løg- manni, Høgna Hoydal, varaløgmanni og Eyðuni Elttør, landsstýrismanni í oljumálum . Viberg Sørensen sigur, at á fundinum varð leingi tosað aftur og fram um støðuna í Suðuroynni. – Tað einasta, sum kom burturúr, var, at teir tríggir landsstýrismenninir, sum vóru á fundinum, játtaðu at koma til Suðuroyar at hitta oyggjarfólkið andlit til andlit. – Teir skulu eisini heita á umboð fyri oljufeløgini, sum eru í Føroyum, um at koma við til Suðuroyar. – Á hesum fundinum skulu umboðini fyri Lands- stýrið og oljufeløgini hitta umboð fyri vinnulívið í Suðuroynni. Sostatt fær vinnulívið í Suðuroynni høvi til at vísa seg fram beinleiðis fyri Landsstýrinum og fyri oljufeløgunum. Viberg Sørensen sigur, at hetta er eitt høvi hjá teim- um virkjum í Suðuroynni, sum hava áhugað í olju- vinnuni, at greiða frá hvørj- ar ætlanir tey hava, hvat tey eru før fyri og, hvørjar dygdir, tey hava. – Tað er eisini neyðugt, at vinnan í Suðuroynni vísir, hvat hon dugir til og tað fær hon so høvi til á hesum fundinum við oljufeløgini og Landsstýrið. Samstundis er ætlanin at hava ein fólkafund í Suður- oynni, har almenningurin í oynni sleppa at seta lands- stýrisminnunum spurningar og at greiða teimum frá støðuni annars. Formaðurin í Oljuvinnu- ráðnum sigur, at nú skulu fundirnir í Suðuroynni fyri- reikast. Men tað, sum fyribils liggur í kortunum, er, at fundirnir verða leygardagin 17. februar. Lesið meira á síðu 10 Suðuroyingar sleppa framat Seinnapartin fríggja- dagin góðkendi Fíggjarmálastýrið sáttmálarnar ímillum Føroya Arbeiðara- felag og kommunur kring landið um dagrøktararnar. Sostatt slapst undan verkfalli á hesum sinni SÁTTMÁLALASTRÍÐ Áki Bertholdsen Seinnapartin fríggjadagin bleiv tað greitt, at dagrøkt- armammurnar kring alt landið fóru ikki í verkfall mánamorgunin. Tí tá góð- kendi Fíggjarmálastýrið sáttmálarnar í millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunurnar kring landið um dagrøktarar. Annars hevði Føroya Arbeiðarafelag boðað frá, at góðkendi Fíggjarmála- stýrið ikki sáttmálarnar í farnu viku, fóru dagrøkt- ararnir kring alt landið í verkfall frá í gjáramorg- unin klokkan sjey at rokna. Ósemja tók seg upp ímillum Førooya Arbeið- arafelag og Fíggjarmála- stýrið um sáttmálarnar við dagrøktararnar, eftir at Fíggjarmálastýrið boðaði frá, at tað vildi ikki góð- kenna sáttmálarnar. Føroya Arbeiðarafelag gjørdi greitt, at nú sáttmáli varð gjørdur við komm- unurnar, metti tað samráð- ingarnar at verða endaðar og tað fór ikki at taka tær uppaftur. Men, nú nakrar fáar tím- ar áðrenn freistin, sum Føroya Arbeiðarafelag setti, varð úti, boðaði Fíggjarmálastýrið frá, at tað góðkennir sáttmálarnar. Stýrið sigur, at sáttmál- arnir eru góðkendir, eftir at Kommunurnar hava boðað frá, at tað bar ikki at koma longur við samráðingum við Føroya Arbeiðarafelag. – Hóast Fíggjarmálastýr- ið metir tað óheppið, at sáttmálarnir ikki eru heilt eins, og hóast sáttmálarnir á onkrum økjum víkja frá tí, sum hevur verið vanligt innan barnaasing, verða tó allir sáttmálarnir á hesum sinni góðkendir, sigur Fíggjarmálastýrið. Men Fíggjarmálastýrið boðar samstundis frá, at ein fyritreyt fyri góðkenningini er, at bæði kommunur og formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag hava boðað frá, at framyvir verður mið- að eftir einum felags sátt- mála millum Føroya Ar- beiðarafelag og kommun- urnar, so at allir sáttmálar- nir verða líka. Ein onnur fyritreyt er, at kommunur seta seg í samband við Fíggjarmála- stýrið í góðari tíð, áðrenn farið verður til samráðingar eina aðru ferð, fyri at leggja karmin fyri samráðingun- um í fasta legu. Fíggjarmálastýrið ger annars vartvið, at lønin, sum er ásett í sáttmálanum er hægri enn vanligt hevur verið á økinum. Samstund- is heldur stýrið, at tað er óheppið, at dagrøkatar hava frí 1. mai, tí higartil hevur tað ikki verið frídagur á barnansingarøkinum Fíggjarmálastýrið sigur, at ein orsøk til, at tað skal góðkenna sáttmálarnar, er fyri at tryggja eitt javt, alment lønarlag. Sluppu undan verkfalli – Nú sleppur bæði vinnulív og almenninguri í Suðuroy at greiða Landsstýrinum frá støðuni og at seta teimum spurningar um, hvat teir ætla við oynni. Tað var einasta úrslit av fundinum ímillum landsstýrið og Suðuroyar Oljuvinnuráð mikudagin. Her eru tað f.v. Tummas Thomsen, nevndarlimur í oljuvinnu- ráðnum, sum heilsar uppá Herálv Joensen, aðalstjóra í Oljumálastýrinum. Í stólinum situr Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð Mynd Jens Kr. Vang Nr. 25 - 6. februar 2001 7 6 Nr. 25 - 6. februar 2001 Akranesgøta 5 · Tlf. 319889-11 · Boks 3043 · 110 Tórshavn · www.wenzel.fo Verkstaðurin bjóðar kaffi, køkur og sodavatn frá 5.-10. feb. frá kl. 8.00-16.00 leygardagin 10. feb. frá kl. 10-16. Kom inn á gólvið og fá eitt bilprát við okkum Bilurin verður kannaður ókeypis. Tilboð verða givin um umvælingar skulu gerast lata vit ÷25% av eykalutunum. Ring og avtala eina tíð. Service 2000 Frá 6.-10. feb. fæst oljuskift til persónbilar fyri kr. 50,- (bæði olja og arbeiði). Sosialurin - 311820 For Ford v d vísir sín nýggja verksta ggja verkstað For Ford v d vísir sín nýggja verksta ggja verkstað Fyri viðskiftafólkið sínum