týsdagur 6. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 6. februar 2001
9
8
Nr. 25 - 6. februar 2001
- Fiskivinnan verður
høgt raðfest í Føroy-
um, men ikki fólkið,
sum arbeiðir á sjó-
num. Tá ið tú kemur
út fyri einum óhappi
og verður óarbeiðs-
førur, kanst tú ikki
brúkast longur. Ikki
nóg mikið við, at
samfelagið ikki hevur
brúk fyri tær, tú fært
ikki so frægt sum
nakað at liva fyri frá
tí samfelag, tú hevur
arbeitt fyri í so nógv
ár, sigur Leivur
Egholm
LAGNA
Turið Kjølbro
Á sumri fyri skjótt átta ár-
um síðani hendi eitt óhapp
umborð á Skálabergi, sum
setti ein bráðan enda á
arbeiðslívið hjá tí tá 49 ára
gamla Leivi Egholm, ið er
ættaður úr Leynum. Hann
var á veg niður í lastina,
niður ígjøgnum stigan, sum
var loddrættur, boltaður
fastur í erva og neðra, í ferð
við at leggja ein kassa, tá ið
hann glíður. Hann missur
takið, høgri tummil verður
sligin í stigan, og tá hann
við vinstra fóti roynir at
fóta sær á stiganum, verður
táin sligin í stigan og
verður knúst. Leivur dettur
niður í tómu lastini, sum
tíverri akkurát var tómd
fyri salti. Fallið var gott og
væl 5 metrar.
Leivur var alla tíðina við
sítt fulla vit og gjørdi sjálv-
ur av ikki at siga skipar-
anum frá, hvussu illa fyri
hann var.
– Tá ið tú arbeiðir um-
borð á einum skipi, fært tú
mangar snuddir, tí tú ar-
beiðir við tungum amboð-
um. Eg vildi ikki vera
erkvisin og segði tí ongum
frá, hvussu støðan var. Og
eg kundi heldur ikki vita,
hvussu illa eg var komin til
skaða. Nógvur fiskur var at
fáa, og vit skuldu skjótt inn
við fullum skipi. Ikki fyrr
enn lastin var full, fór eg
upp á brúnna at siga skip-
aranum frá. Hann segði
mær so, at eg skuldi havt
sagt frá beinanvegin og so
hevði hann siglt inn við
mær, greiðir Leivur frá.
Avgerðin burturvið
Skálaberg var staddur í
Barentshavinum,
umleið
300 fjórðingar úr landi, tá
ið óhappið hendi. Tvær
vikur gingu áðrenn Leivur
kom undir læknahond og
ein lítil mánaði til hann
kom undir skurð. Fýra
ferðir næstu árini mátti
Leivur undir skurð í Før-
oyum og eina ferð í Dan-
mark. Førleikin er kortini
ikki komin aftur.
– Eg havi fingið tað verri
fyri hvørja skurðviðgerð og
pínan er nógv versnað. Eg
fái ikki sett vinstra fót
ordiliga til, bert ta einu
tánna, og gangi eg nakrar
fáar metrar, hovnar beinið
og verður blátt, greiðir
Leivur frá.
Tað er ein langur vegur
frá tí eitt óhapp hendir, til
skaðin
er
uppgjørdur.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar
eftir óhappið fekk Leivur
minstuløn frá Lønjavning-
argrunninum. Úr einum
grunni hjá Fiskimanna-
felagnum fekk hann eina
upphædd í fýra mánaðir,
síðani dagpengar frá Van-
lukkutryggingini, og eftir
tað dagpengar frá Al-
mannastovuni í trý ár.
–Tað var akkurát fyri mat
og als ikki nóg mikið til at
rinda fastar útreiðslur fyri,
sigur Leivur.
Trý ár eftir óhappið metti
Vanlukkutryggingarráðið,
at Leivur varð 100% in-
valid. Hann fekk góðar
8000 kr. um mánaðin frá
Vanlukkutryggingini
til
mars mánaða í fjør. Van-
lukkutryggingarráðið metti
í fjør vár, at tað ikki var ført
fyri at gera skaðan hjá
Leivi endaliga upp, hóast
lækni og serlækni hava
givið frágreiðing. Tí varð
málið sent til Færøernes
Sjómaðurin
er virðisleysur
– Uttan vinir og kenningar
hevði mangan verið svangligt.
- Tað er hart at síggja skip fara gjøgnum Vestmannasund og vita, at eg aldri aftur kann fara ein túr til skips, sigur Leivur Egholm, sum nú býr í Leynum
Mynd: Jens Kristian Vang
Ulykkesforsikringsråd, har
skaðin varð uppgjørdur.
– Tann metingin tók
støðu út frá teim skaddu
limunum. Tað vil siga bert
fótinum og økslini, ikki
tumlinum, har ein liður er
tikin av. Ei heldur varð
heildarmeting gjørd. Tí
varð eg mettur at vera 10%
invalid
í
medisinskt
meingrad sum tað eitur.
Endurgjaldið var góðar
70.000 krónur. Og so var
eg biðin um at venda mær
til Almannastovuna, sigur
Leivur.
Leivur kærdi avgerðina
til Socialankestyrelsen, og
tá ið málið varð tikið upp-
aftur, varð hann mettur at
vera 20% invalid í mein-
grad og fekk hann somu
upphædd í endurgjaldi eina
ferð enn.
– Tað er púra burturvið.
Eingin tekur atlit til, at eg
als ikki kann arbeiða, og tí
fái eg ikki nakra viðbót fyri
mista inntøku.
Síðani í mars í fjør hevur
Leivur fingið forsorgar-
hjálp. Árini fyri óhappið
tjenti hann um 600-700.000
kr. um árið. Árið eftir ó-
happið høvdu hann og
familjan minni enn 80.000
kr. at liva fyri.
– Uttan vinir og kenn-
ingar hevði mangan verið
svangligt, sigur Leivur.
Avleiðingar
Avleiðingarnar av óhappin-
um hava verið ógvuliga
umfatandi, bæði persónliga
og fíggjarliga. Í 1996 varð
Leivur Egholm noyddur at
selja húsini, hann átti í
Havn, við tapi. Hann valdi
at selja heldur enn at missa
tey. Umframt hevur hann
sjálvur goldið sakførara øll
árini síðani óhappið.
Til óhappið hendi á sumri
í 1993, hevði Leivur verið
sjómaður í nærum 35 ár. Í
nógv ár sigldi hann við
norðmonnum og seinastu
níggju árini var hann við
Skálabergi. Til hann gavst
hevði hann verið 29 túrar
uttan at hava lagt nakran túr
burturímillum. Leivur visti
ikki betur enn, at hendi ein
arbeiðsvanlukka
honum,
var hann tryggjaður og fór
at fáa eina viðbót fyri mista
inntøku. So er kortini ikki í
fiskivinnutjóðini Føroyum.
– At ein ólukka kann
henda, ger man sær ikki
greitt fyrr enn hon er hend.
Fiskivinnan verður so høgt
raðfest í Føroyum, men ikki
fólkið, sum arbeiðir á
sjónum. Tá ið tú kemur út
fyri einum skaða sum eg,
kanst tú ikki brúkast long-
ur. Ikki nóg mikið við, at
samfelagið ikki hevur brúk
fyri tær, tú fært ikki so
frægt sum nakað at liva fyri
frá tí samfelag, tú hevur
arbeitt fyri í so nógv ár. Eg
eri bæði harmur og beiskur
inn á, at tað skal vera so
galið. Politikarar eiga at
taka seg saman og útvega
fólki, sum koma so illa fyri
sum eg, betri viðurskifti.
Til dømis at dagført Van-
lukkutryggingarlógina frá
1966, ongantíð ov skjótt.
Tíðin er farin frá henni fyri
langari tíð síðani, greiðir
Leivur Egholm frá.
Hann heldur, at fiski-
menn verða alt ov lítið
kunnaðir um, hvørji rætt-
indi teir hava. Tá ið hann
sigldi við norðmonnum,
kom javnan upplýsandi
tilfar umborð á skipini, har
kunnað varð um rættindi og
skyldur, til dømis í sam-
bandi við vanlukku um-
borð.
– Tað líkist ongum, at
Fiskimannafelagið
ikki
upplýsir
betur,
hvørjir
møguleikar ein hevur, um
ein ólukka skuldi hent. Tí
hevur tú nøkur rættindi,
hevur tú eisini skyldur. Eg
kundi møguliga spurt meg
betur fyri hjá Fiskimanna-
felagnum, men eg visti ikki
av, at teir bjóða frían sak-
førara, sigur Leivur Eg-
holm.
– Eg veit um nógvar før-
oyskar sjómenn, sum eru
komnir illa fyri og eru
vorðnir óarbeiðsførir og
sum hava lítið at liva fyri í
dag. Teir hava sligið seg til
tols við støðuna, tí teir rætt
og slætt ikki orka at stríð-
ast. Men eg ætli mær at
stríðast til tann bitra enda
fyri, at viðurskiftini verða
betri, sigur Leivur Egholm
at enda í viðtali.
Í mikudags- og hósdags-
blaðnum eru viðmerkingar
til greinina um Leiv Egholm:
Viðtal við Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu:
Sjómenn eiga at seta størri krøv
Viðtal við Kristian Magnussen, løgtings-
mann:
Vart starv ein loysn
Viðtal við Óla Jacobsen, formann Fiski-
mannafelagsins:
Fiskimenn verða væl kunnaðir
Viðtal við Jonnu Isaksen, forkvinnu í
Felagnum Fiskimannakonur:
Ósømiligt at bjóða fólki
Grein um endurgjald og sømdir, ið verða
veitt dønum, sum gerast óarbeiðsførir,
sambært lóg um trygging ímóti fylgjum av
arbeiðsskaða
Samrøða við Helenu Dam á Neystabø,
landsstýriskvinnu í almanna- og heilsu-
málum viðvíkjandi Vanlukkutryggingini
– Eg veit um nógvar føroyskar
sjómenn, sum eru komnir illa fyri og
eru vorðnir óarbeiðsførir og sum hava
lítið at liva fyri í dag.
- At ein ólukka kann henda,
ger man sær ikki greitt fyrr
enn hon er hend. Tað líkist
ongum, at Fiskimannafelagið
ikki upplýsir betur, hvørjir
møguleikar ein hevur, um
eitt óhapp skuldi hent. Tí
hevur tú nøkur rættindi,
hevur tú eisini skyldur, sigur
Leivur Egholm.
Mynd: Jens Kristian Vang