týsdagur 6. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Høgni Hoydal
Fólkaatkvøðan snýr seg um
júst tað, sum bæði danska
stjórnin og javnaðarflokk-
urin hava sagt seg vilja.
Fólkið kann tí 26. mai
skapa ta breiðu semju, sum
politisku flokkarnir køva
við
smáligheitum
og
klandri.
Føroyska tjóðin tekur
fulla ábyrgd av øllum
sínum viðurskiftum eftir
eini greiðari ætlan. Í sein-
asta lagi í 2012 skal verða
nýggj fólkaatkvøða um at
skipa Føroyar sum full-
veldisríki.
Føroya fólk velur leiðina
og eigur endaligu avgerð-
ina.
Hetta er tað, sum at-
kvøðast skal um 26. mai.
Klandrið spillir
Tað er neyðugt, at fólkið
tekur avgerðina. Tí í po-
litisku skipan okkara er
eftir øllum at døma so nógv
smáligheit og so nógv
klandur, at eitt so týdn-
ingarmikið
mál
verður
blakað aftur og fram.
Vit hava roynt at fingið
semju við donsku stjórnina
um ein sáttmála, har lond-
ini samstarva um at byggja
upp eitt sjálvstøðugt før-
oyskt samfelag. Tað bar
ikki til – fyrst og fremst tí,
at danska stjórnin vil ikki
einar sjálvstøðugar Føroyar
og tí at politisku flokkarnir
ikki standa saman í Før-
oyum.
Taka uppá orðið
Men boðini hava verið
endurtikin úr Danmark:
Føroya fólk eigur avgerð-
ina. Og meira sjálvstýri
merkir minni pengar.
Tað er júst henda boð-
skap, sum vit nú taka uppá
orðið.
Boðini frá javnaðarflokk-
inum í Føroyum hava verið:
Vit vilja vera við í fyrsta
stiginum. Lat okkum yvir-
taka øll málsøkir og ta
fíggjarligu ábyrgdina yvir
eitt áramál. So er ongin
dramatikkur, tá vit skulu
taka tað endaliga stigið.
Tað er júst hetta, sum nú
liggur á borðinum.
Eitt rungandi JA!
Tí er tað beinleiðis óskilj-
andi, at fyrstu meldingarnar
frá javnaðarflokkinum og
úr Danmark eru ein hørð
mótstøða móti innihaldin-
um í fólkaatkvøðuni.
Men 26. mai kann Føroya
fólk siga øllum donskum
og føroyskum politikarum:
Standið nú við tykkara
egnu orð!
Vit eru greið í mai. Vit
siga eitt rungandi JA!
Tí tað er okkara land.
TÍÐINDASKRIV
Floksleiðslan hjá Javnað-
arflokkinum, sum er um-
boð fyri øll limafeløgini
runt landið, umboð fyri SU
saman við starvsnevnd og
tingmanning
floksins,
hevur á fundi í Havn í dag
viðgjørt uppskot lands-
stýrisins um eina fólkaat-
kvøðu 26. mei 2001 um
eina lóggávu, sum fyriskip-
ar og tíðarfestir allar yvir-
tøkurnar, og hvussu heild-
arveitingin verður minkað
burtur í einki.
Floksleiðslan tekur fult
undir við støðutakanini hjá
tingmanningini um at ráða
egnum limum og øllum før-
oyingum til at atkvøða nei í
mei.
Høvuðsgrundgevingarn-
ar fyri hesari støðu er, at
floksleiðslan metir,
– at ein fólkaatkvøða ístað-
in fyri eina ætlan og tíðar-
festing heldur eigur at vera
um ein lidnan sáttmála,
sum loysir ógreiða ábyrgd-
ar- og valdsbýtið millum
Føroyar og Danmark
– at fólkaatkvøðan í mei í
veruleikanum snýr seg um
eina tíðarásetta loysing
– at tað er í andsøgn við
alla okkara demokratisku
uppfatan, at eitt Løgting
avmarkar og fastleggur
virkismøguleikarnar hjá í
minsta lagi trimum kom-
andi løgtingum
– at tað er ábyrgda-leyst í
dag at siga, nær stórar
politisku avgerðir, sum
hava stórar fíggjarligar,
umsitingarligar og polit-
iskar avleiðingar, skulu
setast í verk, uttan at taka
hædd fyri skiftandi bú-
skaparligu fortreytum, sum
føroyskur búskapur altíð
hevur livað undir
– at tað er ábygrdaleyst at
leggja byrðar á føroyska
umsiting, sum hon ongar
møguleikar hevur fyri at
loysa á ein nøktandi hátt
– at tað er ein stór andsøgn
í tí, at eitt landsstýri, sum
onga yvirtøku hevur framt,
nú skal áleggja eftirtíðina,
nær allar yvirtøkur skulu
fremjast
– at tað er ein stór andsøgn
í tí, at eitt landsstýri, sum
onga krónu hevur skorið av
heildarveitingini, nú skal
áleggja eftirtíðina, hvussu
hesin skal minkast burtur í
einki
Í staðin verður staðiliga
mælt til, at yvirtøkurnar
heldur verða framdar við
støði í okkara til eina og
hvørja tíð galdandi fyri-
stingarliga og fíggjarliga
førleika, og at ítøkiligar
ætlanir hesum viðvíkjandi
hjá einum landsstýri bert
fevna um egna arbeiðs-
skeið, sum er eitt valskeið.
Tórshavn 3. februar 2001
Føroya Javnaðarflokkur
Jóannes Eidesgaard
Í Jyllandspostinum sunnu-
dagin er ein long samrøða
við Høgna Hoydal, lands-
stýrismann við heitinum
“Håbet fra Hoyvík”. Tað er
á mangan hátt ein áhuga-
verd samrøða, sum blað-
maðurin, Orla Borg, hevur
við landsstýrismannin, men
serliga er tað eitt ávíst sitat,
sum má endurtakast.
Nú vita vit politikkarar,
at tað mangan kemur fyri,
at ein verður skeivt endur-
givin í fjølmiðlunum. Men
tó eru nøkur undantøk, har
vit mugu standa við tað
sagda orðið. Tað er eitt nú í
beinleiðis samrøðu við
sjónvarp og útvarp, har
sendingin fer í luftina
samstundis,
sum
tikið
verður upp. Men eisini tá
blaðmenn endurgeva sagda
orðið orðarætt og seta tey í
gásareygu.
Gásareyguni
boða frá, at nú er tað ikki
blaðmaðurin, sum skrivar,
men tann spurdi, sum
svarar beinleiðis.
Seinast í hesi góðu grein í
Jyllandspostinum er eitt brot,
sum ber heitið “Nu eller
aldrig”. Her sigur Høgni
Hoydal
soleiðis:
“Hvis
selvstændigheden ikke bliver
til noget i denne omgang,
mister vi fokus på at skaffe
overskud i økonomien med
henblik på målet om at opnå
at blive selvstændige. I stedet
er der en risiko for, at vi får et
økonomisk tilbagefald og
begynder at bruge penge på
det skrigende behov for
moderniseringer, der er på
hospitaler, i færgenettet og
andre steder i det offentlige”.
Og hetta er á allan hátt
ein erlig útmelding, og
hetta er eisini ein hugsan,
sum Høgni Hoydal hevur
sín fulla rætt til at hava.
Hann sigur týðiliga og
greitt, at um vit ikki fáa
fullveldi, so er vandi fyri, at
politikkarar fara at brúka
pengar til at halda sam-
felagið viðlíka og til at
endurnýggja við. Teir
leggjast búskaparliga aftur
og fara at brúka pengar til
at nýmótansgera sjúkrahús,
ferjur og annað, sum hevur
brúk fyri ábøtum í sam-
felganum.
Nei, hann ballar einki inn,
vit fáa at vita, at í valinum
millum fullveldið og so tað
at halda okkara samfelag
viðlíka,
har
vinnur
fullveldið. So vita vit tað.
Og fyri landsstýrismannin er
tað ikki ein spurningur um
bæði/og,
men
heldur
antin/ella. Ikki bæði full-
veldi og viðlíkahald og ný-
íløgur, men antin fullveldi
ella viðlíkahald og nýíløgur.
Tað er heldur ikki uttan
áhuga, at hesa støðutakan
hevur landsstýrismaðurin
tikið, hóast hann í sama
svarið sigur, at samfelagið
skríggjar eftir viðlíkahaldi
og nýggjum iløgum. Men
hesi skríggini hoyrast ikki,
tí
fullveldistrummurnar
yvirdoyva hesi skríggj.
Men hetta er so gott at
vita. Hetta er støðan, áðr-
enn avleiðingar av fullveld-
inum er komnar. Hetta er
støðan, nú vit hava rætti-
ligan búskaparliga viðvind
og størstu heildarveiting úr
danska
ríkiskassanum
nakrantíð. So kunnu vit
sjálvi
ímynda
okkum
støðuna, tá búskaparliga
rákið gongur ímóti, og
heildarveitingin er burtur.
Takk skal landsstýris-
maðurin hava fyri eitt opið
og erligt svar.
VIÐMERKINGAR
Takk fyri eina erliga útmelding, Høgni !
Eiga at atkvøða nei í mai
Greið í mai: JA!
Nr. 25 - 6. februar 2001
11
10
Nr. 25 - 6. februar 2001
3 góðar orsøkir til at velja Hyundai Accent
[ kostnaður, útgerð og komfort ]
Hyundai Accent er kendur millum fólk sum familjubilurin, ið loysir
seg best fíggjarliga. Eingin í hesum klassa bjóðar so nógva útgerð
og hentleikar fyri sama pening. Hyundai Accent er sterkastur á øll-
um økjum.
Rúmliga kabinu * Roynist væl fíggjarliga * Høgligur * 4 airbags * Stóran
motor * Aircondition [standard]
Hyunda Accent hevur vunnið sær sess ímillum teir ítastu á »Top
20« sølulistanum í ár. Men góðskan tosar eisini fyri seg: Klassiskur í
sniði, fimar koyrieginleikar og framúrskarandi trygd.
Hyundai Accent úr kr. 114.750,-
Nú er 4 airbags standardur
3 ár/100.000 km fabrikksgaranti umframt 6 ára garanti móti rusti
Sosialurin - 311820
Eilif Samuelsen
Nú fullu so gekkaskortarnir
hjá fullveldistriumviratin-
um, og alt, sum higartil
skuldi haldast so loyniligt,
er nú opinberað. Og lítil
skuggsjón var í. Úrslitið av
trý ára fullveldisstrevi end-
aði við einum fullkomiliga
mislukkaðum
uppskoti,
eins og alt fullveldisstrevið
við samráðingum og propa-
gandatiltøkum hevur verið
tað, sum tey ungu nú á
døgum kalla eitt flopp.
Í grundini er tað ikki so
lítið harmiligt, tí sakin, tað
at stremba fram ímóti
sjálvbjargni fyri eitt land og
fyri eitt fólk, er eitt ediligt
endamál; men orsøkin til
tað totala skipbrotið er, at
tær kreftirnar, sum hava sett
so nógv inn upp á at fáa
hetta fullveldið her og nú,
hava ikki bara havt tað
ideala málið fyri eyga, men
hava meira miðað eftir at
verða sigurskransað á torg-
inum ein vakran summar-
dag, meðan tjøldrini láta og
børnini veittra við merkin-
um. So nú mugu tað vera
hinar kreftirnar, ið trúliga
og seigliga arbeiða miðvíst
fram
ímóti
at
styrkja
grundarlagið undir búskap-
inum og harvið skapa fyri-
treytir fyri veruligum sjálv-
bjargni, sum nú aftur mugu
taka tann táttin upp, sum
var sleptur fyri knøppum
trimum árum síðani og føra
føroysku tjóðina víðari
fram á vegin.
Hesi seinastu trý árini, tá
ið demagogiin hevur verið
sett í hásætið heldur enn
dagliga strevið fyri at
menna samfelagið, hava
samgonguflokkarnir lítið
og einki fingið av skafti av
egnum ávum. Høvdu ikki
fiskanøgdir,
fiskaprísir,
rentustig og aðrir faktorar,
sum liggja langt uttan fyri
ávirkan landsstýrisins, ver-
ið so óvanliga lagaligir, so
hevði støðan verið ein heilt
onnur, enn hon hóast alt er í
dag.
Orðloysingar hava full-
veldisforsprákararnir eisini
verið. Teir lovaðu Føroya
fólki og løgtinginum, tá ið
teir komu framat, at tann
sáttmálin,
sum
gerast
skuldi millum stjórn og
landsstýri skuldi leggjast út
til fólkaatkvøðu, eftir at
bæði fólkating og løgting
høvdu góðkent hann. Nú
vita øll, hvussu tær sam-
ráðingarnar endaðu, og
Nyrup verður gjørdur til
syndabukk fyri klombruta
og óbúna samráðingar-
atburð landsstýrisins. Enn
rádna flestu føroyingar, tá
ið teir minnast aftur á
miseydnaðu sendiferðirnar
og samanbera við ta hjá
Jákup Sibba á sinni.
Hvat gera antihetjurnar
so á flogsteininum fyri at
bjarga skinninum á nøsini?
Teir vilja lógartvinga kom-
andi tríggjar løgtingsmann-
ingarnar at fremja tær yvir-
tøkurnar og tær minking-
arnar í ríkisveitingunum,
sum teir sjálvir onga roynd
hava gjørt hesi trý árini fyri
at fremja. Slíkt eru kalar.
Og við at senda hesa
lógina út til fólkaatkvøðu,
vilja teir misbrúka føroyska
veljaran og taka hann til
gíðsla fyri at rættvísgera, at
teir fyri alla eftirtíð bera ilt
fyri fólkaatkvøður her á
landi, so at tær verða at
kalla ónýtiligar sum fólka-
ræðisligt amboð í framtíð-
ini.
Allir føroyingar eiga at
umhugsa og gjøgnumskoða
ta fólkaforføring, sum ligg-
ur í hesum neyðsemjuupp-
skoti landsstýrisins. Sigið
eitt syngjandi nei til hetta
uppskotið og latið eitt kom-
andi landsstýri gera eina
skilagóða
avtalu
við
donsku stjórnina, sum sam-
ansjóðar teir tankarnar sum
liggja í Nýskipanarupp-
skoti Sambandsfloksins og
s j á l v s t ý r i s u p p s k o t i
Javnaðarfloksins.
– Eg kann ikki siga, at
eg eri bjartskygdari
um støðuna hjá
Suðuroynni eftir
fundin við Lands-
stýrið mikudagin.
Hinvegin hendi
heldur onki, sum fær
meg at síggja svartari
uppá tað, sigur Viberg
Sørensen, formaður í
Suðuroyar Olju-
vinnuráð
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
Tað kom ikki nógv burturúr
fundinum, sum Suðuroyar
Oljuvinnuráð hevði við
landsstýrið mikudagin.
Eftir, at tað varð greitt, at
Drelnes er vrakað sum olju-
havn,
hevur
Suðuroyar
Oljuvinnuráð biðið um
fund við Landsstýrið at
viðgerða framtíðarmøgu-
leikarnar í Suðuroynni.
Ein fundur var herfyri og
ein fundur var aftur nú
mikudagin.
– Eg veit ikki hvat eg skal
siga. Tað er synd at siga, at
eg bleiv stórt bjartskygdari
á fundinum, sigur Viberg
Sørensen, formaður í Suð-
uroyar Oljuvinnuráð.
– Men hinvegin hendi
heldur onki, sum ger meg
dapurskygdari um oynna,
enn eg var frammanundan,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at á fundin-
um greiddu teir landsstýr-
inum frá støðuni í Suður-
oynni.
– Men tað er onki nýtt í
hesum og Landsstýrið veit
væl, hvussu støðan í Suður-
oynni er.
Viberg Sørensen sigur, at
á fundinum vildi Suðuroyar
Oljuvinnuráð hava at vita,
hvørji stig landsstýrið ætlar
at taka, fyri at fáa Suður-
oynna á føtur aftur.
– Tað varð ein drúgvur
fundur, tí vit vildu hava eitt
svar heimaftur við okkum.
Men vit mugu ásanna, at í
løtuni fæst onki eintýðugt
svar úr landsstýrinum.
– Tí kann ikki sigast, at
fundurin fekk meg at síggja
ljósari upp á framtíðina nú,
enn eg gjørdi frammanund-
an, sigur Viberg Sørensen.
Hann sigur, at sjálva
oljuhavnina varð ikki tosað
so nógv um.
– Vit hava fingið púra
greitt, at í fyrsta umfari er
onki at gera hjá okkum í
Suðuroy, tí nú vendst ikki
aftur. – Men fyribils verður
bara tosað um leitiskeiðið.
Vit kunnu so bara vóna, at
støðan verður øðrvísi, um
oljuboring tekur seg upp,
sigur Viberg Sørensen.
Nyttar ikki at gráta
Viberg Sørensen leggur
dent á, at teir vóru ikki
farnir út úr landsstýrið at
biðja um sosialhjálp úr
Landskassanum.
Hann sigur, at tað ein-
asta, suðuroyingar biðja
um, er, at suðuroyingar fáa
tað, sum tilkemur teimum.
– At Suðuroyggin liggur,
har hon liggur, eigur ikki at
vera ein bági hjá okkum,
sum búgva í oynni.
– Tað gjørdu vit lands-
stýrinum greitt. Vit løgdu
dent á, at tað einasta, vit
vilja, tað er at suðuroyingar
fáa somu møguleikar at liva
og virka sum restin av land-
inum.
– Tað hava suðuroyingar
als ikki í løtuni. Hann vísir
m.a. á, at kappingarførið
hjá vinnulívinum í vinnu-
lívinum í Suuroynni er
munandi verri enn hjá
vinnulívinum í landinum
annars, tí at ferðasam-
bandið til meginøkið er so
vánaligt.
–Tað er líka skjótt hjá
einum virki norðanfjørðs at
senda fólk til Danmarkar at
arbeiða, og at fáa tey til
húsar aftur, sum tað er hjá
einum virki í Suðuroy at
senda fólk norðureftir at
arbeiða- ella hjá einum
virki norðaneftir at senda
fólk til Suðuroyar at ar-
beiða.
– Hetta darvar kapp-
ingarførinum hjá vinnulív-
inum í Suðuroynni nógv. Tí
er samferðslan við mið-
staðarøkið ein avgerandi
fyritreyt, skal Suðuroyggin
mennast aftur.
– Tí hava vit alla tíðina
ført
fram,
at
verður
oljuhavnin ikki løgd í
Suðuroynni, hevur vinnu-
lívið í Suðuroynni ongan
møguleika at koma upp í
part, tí samferðslan ger tað
ómøguligt hjá tí at átaka
sær arbeiði norðanfyri.
Formaðurin í Suðuroyar
Oljuvinnuráð er sannførdur
um, at einasti máti at fáa
Suðuroyni hesar sømdir er
at halda á í stríðnum fyri
batnandi umstøðum- og tað
má gerast í samstarvi við
onnur.
– Tað nyttar ikki at
suðuroyingar geva skarvin
yvir og seta seg í ein krók at
gráta um sína egnu ússa-
ligheit. Vit mugu áhaldandi
arbeiða fyri at bøta um
støðuna og royna at ávirka
landsmyndugleikarnar til at
taka støðuna upp.
Tað nyttar ikki at seta seg at gráta
– Vit fóru ikki á fund við Landsstýrið fyri at biðja um sosialhjálp úr landskassanum, sigur Viberg Sørensen, sigur Viberg
Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráði, sum situr í stólinum fremst á myndini. Mikudagin hevði Oljuvinnuráðið fund
við landsstýrið um framtíðina hjá Suðuroynni. Her eru tað f.v. Høgni Hoydal, varaløgmaður, Tummas Thomsen, nevndarlimur í
oljuvinnuráðnum, heilsar uppá Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum og ytst til høgru, Anfinn Kallsberg, løgmaður
Mynd: J.Kr. Vang
Sigið eitt syngjandi nei
VIÐMERKING