týsdagur 6. februar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 25 - 6. februar 2001
VIÐMERKINGAR
Áki Andreasen
Argir
Tað er nógv sagt og skriv-
að, síðan henda samgongan
stakk út í kortið og við
støði í samgonguskjalinum,
setti sær sum eitt av sínum
aðalmálum at fáa alt vald
heim til Føroya, og við hes-
um tvinna tvey hugtøk
saman – nevniliga saman-
spælið millum avgerðir og
ábyrgd. Tað hevur fram til
dagin í dag verið rættiliga
ógreitt, hvar avgerðarrætt-
urin hevur verið í einstøk-
um málum, og ábyrgdar-
kenslan hjá teimum, sum
mangan hava tikið avgerð-
irnar, man mangan hava
verið so sum so.
Politiska, og herundir
eisini ríkisrættarliga skipan
okkara, hevur ikki evnað at
skapt
ábyrgdarfullar
politikarar, og tá meini eg
ikki nakað persónligt við
tað – hatta er bara veruleik-
in, frágreiðingin um áttati-
árini stendur sum kletta-
próvfast tilfar um hetta. Alt
tos um at tíðirnar vóru ikki
sum í dag kann bara metast
at vera royndir at fjala veru-
leikan.
Eitt, sum hevur verið ein
gjøgnumgangandi tráður í
fullveldiskjakinum er »rík-
isfelagsskapurin« og hvat
hesin inniber í sambandin-
um millum Føroyar og
Danmark. Tað eru tey, sum
meta at alt tað føroyska
samfelagið hvílir í hesum
»felagsskapinum« og hesin
tryggjar okkum, at hungur
og hall verður hildið frá
durunum.
Blokkstuðulin úr stats-
kassanum hevur ósvitaliga
verið tengdur upp í »ríkis-
felagsskapin«. Tað er jú
rættiliga nærliggjandi at
hugsa, at blokkurin og »rík-
isfelagsskapurin« skuldu
gingið hond í hond, men
samráðingarnar við donsku
stjórnina hava víst nakað
annað.
Hesar
samráðingarnar
hava avdúkað so sera nógv
í viðurskiftunum millum
Danmark og Føroyar. Ein
av teimum hugvekjandi av-
dúkingunum er, at blokkur-
in er eingin sjálvfylgja,
hóast Føroyar og Danmark
framhaldandi verða í ríkis-
felagsskapi saman í allar
ævir…
Klokkuklár ábending um
hetta sama var, tá danskur
ráðharri í tíðindasending
hjá rásini TV2 var frammi
og kunngjørdi greitt, at tað
var upp á tíðina at »hugt«
varð at blokkstuðlinum til
Føroya, nú ein skattalætti
var í uppskoti frá Fíggjar-
málastýrinum. Eingin eigur
heldur at ivast í, at álvara
liggur aftan fyri hesa við-
merking og hetta kom sum
áður nevnt eisini greitt
fram undir samráðingunum
millum partarnar. Eitt rætti-
liga klárt dømi um, at polit-
isku støðutakanirnar,kunnu
fáa avleiðingar fyri viður-
skiftini millum Danmark
og Føroyar. Hetta skuldi
fingið onkrar afturhalds-
klokkur at ringt…
Afturhaldið hevur havt ilt
við at svølgja hesa avdúk-
ing, og her hevur man so
valt at trúgva donskum
myndugleikum og politik-
arum, sum gjøgnum privat-
ar telefonsamrøður hava
avnoktað at hetta er sagt
við
samráðingarborðið,
hóast føroysku umboðini
gjørdu greitt, at at minka og
helst avtaka blokkstuðulin
var frammarlaga í ætlanun-
um hjá stjórnini, sjálvt um
ríkisfelagsskapurin
helt
fram ella ikki.
Serliga sambandsmenn
hava nýtt nógva orku uppá
at roynt at sannført hvørt
mansbarn um, at »ríkisfe-
lagsskapurin« er so sera
nógv annað enn krónur og
oyru, ført hevur verið fram,
at mentanarligu og familju-
bondini millum Føroyar og
Danmark eru stórur partur
av hesum felagsskapi, men
hvør hevur sagt tað, at hetta
ikki kann halda fram, bara
tí at vit her í Føroyum vilja
hava avgerðarrættin yvir
okkara egna landi?
Men vit onnur, sum eru
sannførd um, at danir ikki
framhaldandi fara at senda
pening til Føroya, hóast
tann sokallaði »ríkisfelags-
skapurin« heldur fram ella
ikki, so stendur tað greitt
fyri okkum, at tann dag tá
danir fara at avvikla blokk-
in fyri okkum, tá fáa vit so
slettis onga ávirkan á,
hvussu hetta skal gerast, tá
eru vit aftur í tí líknandi
støðu, sum vit vóru í, tá
føroyska samfelagið bleiv
sett undir umsiting fyrst í
nítiárunum – og ta gongd-
ina kenna vit alt til.
Út frá øllum hesum er tað
so serstakliga týdningar-
mikið, at vit sum føroying-
ar gera okkum greitt, hvat
tað er, sum liggur fyri
framman og leggja gamalt
agg á hillina. Skulu vit hava
tað sitandi á okkum, at vit
ikki kunnu viðurkennast
sum tjóð? Skulu vit lata
avgerðarrættin gleppa okk-
um av hondum, og endaliga
leggja okkum undir danska
veingjabreiðið? Skulu vit
fyri umheiminum melda út,
at vit avreiða okkara land
til donsku stjórnina at um-
sita?
Vit vita hvørjar møgu-
leikar danska grundlógin
tillutar okkum, eru vit nøgd
við tað? Vit vita somuleið-
is, at danska stjórnin til
eina og hvørja tíð kann
blokkera einum ynski um
veruligar samráðingar, tað
hava vit verið vitni til, har
stjórnin ferð eftir ferð fann
upp á nýggj »viðurskifti«,
sum blokeraðu fyri einari
sunnari samráðingarloysn,
og ikki helt gjørdar avtalur.
Ella skulu vit verða við
til at stinga út í kortið,
hvussu okkara samfelag
skal skipast? Skulu vit
verða við til at mynda tann
politikkin, sum skal til fyri
at fáa fult vald yvir okkara
landi? Skulu vit umsita
okkara land og harvið tey
virði, sum liggja í hesum
yvir
fyri
útheiminum?
Skulu vit, sum her búgva,
virka fyri at samfelagsskip-
anin til fulnar verður før-
oysk og tillagað til føroysk
viðurskifti? Skulu vit taka
av tí tilboðnum, at tað
verða ættarlið av føroying-
um, sum tvinnað saman
tvey grundleggjandi hug-
tøk, nevniliga avgerð og á-
byrgd, tvey hugtøk, sum
hava verið atskild í føroysk-
um
politikki
síðan
heimastýrislógin bleiv upp-
funnin.
Hetta eru bara nakrir av
spurningunum, sum stinga
seg upp, tá talan er um
framtíðarstøðu Føroya, og
hetta eru ikki hissini av-
gerðir.
Tá vit hava tað í hugan-
um, at blokkurin verður eitt
evni, sum verður tikið upp,
óansæð um vit samráðast
við fullveldi sum endamáli
ella ikki, og tá tað er ein
sannroynd, at »ríkisfelags-
skapurin« bert er krónur og
oyru, hvat stendur tá eftir,
um vit velja afturhald í
staðin fyri framburð? Jú, tá
er bara ein »ríkisfelags-
skapur« við einari heima-
stýrislóg, sum bindur okk-
um á hond og fót, við ein-
um blokki, sum verður
minkaður eftir donskum
treytum – fyri endaliga at
verða burtur. Og framvegis
tá sum nú sita danskir
myndugleikar við buktini
og báðum endunum tá talan
er um okkara landi…
Hetta er tað ítøkiliga al-
ternativið til fullveldispoli-
tikkin hjá samgonguni.
Hvat er ríkisfelagsskapurin
– uttan blokkin
Sum kunnugt gjørdi lands-
stýrismaðurin í sínari tíð av
at seta arbeiðsbólk, mann-
aðan við Hans Tryva Teirin,
Tóru
Tóroddsdóttir
og
Steintóri Rasmussen at við-
gera spurningin um ser-
námsfrøðiliga virksemið í
Føroyum og at skriva álit
um tað. Arbeiðsbólkurin
skal vera liðugur við ar-
beiði sítt í seinasta lagi 1.
oktober 2001.
Landsstýrismaðurin hev-
ur tikið til eftirtektar upp-
sagnir frá stjóranum í Ser-
námsdeplinum og leiðaran í
Skúlanum í Sernámsdepl-
inum og gjørt av ikki at
lýsa viðkomandi størv leys,
fyrrenn oman fyri nevndi
arbeiðsbólkur er liðugur
við arbeiði sítt og avgerð er
tikin um, í hvørjum líki tað
sernámsfrøðiliga virksemið
skal verða.
Ímeðan eru: Hans Eli
Dahl, lesiráðgevi, settur
fyribils stjóri í Sernáms-
deplinum í tíðarskeiðnum
frá 1. febr. 2001 til 31. juli
2002, og Magnus Hansen,
serlærari í Vági, er settur
fyribils skúlaleiðari í Ser-
námsdeplinum saman tíð-
arskeið. Magnus Hansen
kann tó ikki byrja í fyribils
starvinum fyrr enn mána-
dagin 5. febr. 2001. Sagt er
Hans Eli Dahl um byrjan-
ardagin hjá Magnusi Han-
sen.
Tíðindaskriv frá Mentamálastýrinum
Fyribils stjóri á Trøðni
Tíðindaskriv
Fyribyrgingarráðið
er farið til verka
Fyribyrgingarráðið, sum
Løgtingið hevur sam-
tykt, skuldi setast á
stovn, og sum lands-
stýriskvinna í almanna-
og heilsumálum hevur
útnevnt
í
desember
2000, er nú farið til
verka.
Fyribyrgingarráðið er
ráð undir landsstýris-
manninum og hevur sum
uppgávu at styrkja tiltøk
fyri
heilsufremjing,
sjúku- og vanlukkufyri-
byrging, bæði í al-
manna- og heilsuverkin-
um. Heruppií liggur á
ráðnum:
1) at ráðgeva lands- og
kommunalum myndug-
leikum í sambandi við
heilsufremjandi
og
sjúku- og vanlukku fyri-
byrgjandi tiltøk,
2) at styrkja heilsufremj-
andi, sjúku- og van-
lukkufyribyrgjandi tiltøk
við ráðgeving og stuðuli
til royndar- og menning-
ararbeiði kring landið,
3) at taka stig til kann-
ingar og útgreiðingar,
sum eiga at verða framd-
ar sum liður í einum
heildarfyribyrgingartil-
taki, ella sum liður í eini
meting
av
verandi
heilsufremjandi
og
sjúku- og vanlukkufyri-
byrgjandi tiltøkum,
4) at stimbra gransking
og royndum á fyribyrg-
ingarøkinum.
Í fyribyrgingarráðnum
sita 7 limir, tilnevndir av
landsstýrismanninum
fyri 4 ár í senn. Ein lim-
ur umboðar undirvísing-
arverkið, ein limur um-
boðar almannaverkið og
5 limir eru heilsustarvs-
fólk.
Teir 7 limirnir eru
hesir: Heðin Thomsen,
yvirlækni,
formaður.
Jenny Lydersen, undir-
vísingarleiðari, næstfor-
maður. Magnus á Stong-
um, farmaseutur. Eyð-
vør Mortensen, sosial-
ráðgevi. Mariann Pat-
ursson,
kostráðgevi.
Bjarta Vilhelm, leiðari
heilsusystir.
Fyribyrgingarráðið
skal yvirtaka arbeiðs-
økið hjá fyrrverandi
Tubbaksráðnum
og
AIDS-ráðnum og skal
fyribils arbeiða síðu-
stillað við Rúsdrekka-
og Narkotikaráðið fram
til 1. januar 2002. Tað
nýggja
fyribyrgingar-
ráðið hevur samtykt, at
ráðið hetta fyrsta árið fer
at leggja stóra áherðslu á
fyribyrging
móti
tubbakselvdum sjúkum.
TÍðINDASKRIV:
Bókin ”SOS-Knúkur”,
sum Grækaris Djurhuus
Magnussen gav út fyri
jól, er nú aftur at fáa í
bókabúðunum.
Bókin, sum snýr seg
um flogvanlukkuna í
Mykinesi 26. september
í 1970, varð útseld longu
slaka viku undan jólum.
Forlagið prentaði annars
3000 eintøk og væntaði,
at tað var ríkiligt.
Eftir nógvar áheitanir
hevur Forlagið Steyrin
so gjørt av at prenta eitt
minni upplag av bókum
uppaftur.
Og
SOS-
Knúkur er tískil aftur at
fáa í bókabúðunum nú.
Kort komin aftrat
Nú bókin kortini varð
prentað uppaftur, gjørdi
høvundurin av at fáa
nøkur kort í bókina
aftrat. Eitt yvirlitskort
vísir kósina, sum van-
lukkuflogfarið hevði í
mun til flogvøllin í
Vágum, tá vanlukkan
hendi. Ein onnur tekning
vísir, hvussu flogfarið
rakti vøllin og hvussu
tað brotnaði. Seinasta
yvirlitið vísir, hvar í
flogfarinum
ymisku
fólkini sótu, tá vanlukk-
an hendi.
Av tí at kostnaðurin at
prenta eitt minni upplag
av nýggjum er lutfalsiga
nógv hægri enn upp-
runaliga prentingin, og
tá nakrar síður eru
komnar í bókina aftrat,
er kostnaðurin á bókini
eisini eitt vet hægri enn
upprunaligi kostnaðurin.
SOS-Knúkur kostar
280 krónur í bókabúð-
unum.
»SOS-Knúkur«
prentað uppaftur
Vanligi venjarin var
ikki við, tá Stjørnan
sunnudagin fór til
Giljanes at spæla móti
Sóljuni. Vesna
Tomajek hevði ístaðin
ábyrgdina av liðnum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at taka seg aft-
ur í, at seinastu dystirnir hjá
Stjørnuni als ikki hava lag-
að seg soleiðis, sum leikar-
arnir sjálvar høvdu vónað.
Sjey dystir hava bert
kastað tveir sigrar av sær,
og hetta er heldur lítið, um
ein skal gera sær vónir um
at endurvinna gullið, sum
Stjørnan annars vann sera
sannførandi í fjør. Tvey av
tapunum hava samstundis
verið í Coca-Cola kapping-
ini, og tí hevur Stjørnan
heldur ikki møguleika at
bjarga árinum við einum
gullmerki í hesari kapping.
Ikki við í Vágunum
Hetta tykist nú eisini at
hava fingið avleiðingar, tí
hóast tað ikki ber til at fáa
nakað váttað í málinum, so
er nú líkt til, at Rógvi Niel-
sen ikki longur fer at standa
við ábyrgdini av liðnum.
Sostat hevði Vesna Toma-
jek, sum í fjør var leikandi
venjari
hjá
Stjørnuni,
ábyrgdina, tá Stjørnan vitj-
aði hjá Sóljuni sunnudagin.
Sambært okkara upplýs-
ingum er hetta íkomið, eftir
at liðið um vikuskiftið
hevði tveir leikarafundir,
harav í øllum førum annar
helst kann rópast kreppu-
fundir. Hetta var eftir tapið
leygardagin, har seinasta
vónin um gullmerki mundi
fara fyri skeyti.
Frídagur
Vit royndu sunnukvøldið at
fáa viðmerkingar frá pørt-
unum í málinum, men hetta
tóktist eingin at vera serliga
áhugaður í.
– Vit er væl stillaði við
venjarum, var svarið vit
fingu, tá vit fingu orð á
Ólav Poulsen, sum er for-
maður í hondbóltsdeildini í
Klaksvík.
Spurdur, hví Rógvi Niel-
sen ikki var við í Vágunum,
svaraði
formaðurin,
at
Rógvi hevði frí hendan
dagin.
Heldur ikki vildi hann
svara, hvørt Rógvi heldur
ikki verður við komandi
dystirnar hjá Stjørnuni.
– Tað er einki sum helst
avgjørt um nakað sum
helst, og tí kann eg ikki
gera nakrar viðmerkingar
til málið, segði formaðurin.
Eingin viðmerking
Høvuðspersónurin sjálvur
vildi heldur ikki gera nakr-
ar viðmerkingar til málið.
– Eg havi ongar sum
helst
viðmerkingar
um
hatta, annað enn at eg hevði
frí í dag, svaraði Rógvi, tá
vit spurdu, um hann annað
hvørt var givin, ella hevði
fingið sekkin.
Rógvi er annars eisini
høvuðsvenjari fyri ung-
dómsdeildina hjá Stjørn-
uni. Spurdur, um, rokið,
sum nú tykist hava vera um
kvinnuliðið kanska fer at
fáa avleiðingar fyri hendan
partin av arbeiði hansara,
svarar hann enn einaferð:
Ongar viðmerkingar.
Sostatt tykist vera torført
at fáa nakað sum helst at
vita um, hvat gongur fyri
seg handan leiktjøldini hjá
Klaksvíksfelagnum. Stað-
festast kann tó, at Rógvi
Nielsen ikki stóð við stýris-
vølin, tá spælt varð á Gilja-
nesi. Kreppufundirnir hava
verið nógvir í tali seinastu
tíðina, og hóast eingin part-
ur vil siga nakað, so tykist í
øllum førum meira enn
sannlíkt, at eitt skifti av
onkrum slag verður at
síggja á venjarabeinkinum
hjá Stjørnuni framyvir.
Nr. 25 • týsdagur • 6. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hálvføroyski Calix
Blak var valdur besti
spælarin í norsku
kurvabóltskappingini
í farna mánaði
KURVABÓLTUR
Eyðun Klakstein
Ungi Calix Blak gjørdi
rættiliga vart við seg í
norsku
kurvabóltskapp-
ingini í januar mánaði.
Hann hevur leingi verið
mettur sum mest lovandi
kurvabóltsspælarin í No-
regi, og í januar mánaði
gjørdi hann bart. Hann
spældi serstakliga væl og
gjørdi nógv mál.
Hetta fekk hyggjarar hjá
norsku
sjónvarpsrásini
TV2, sum hevur rættindini
til kurvabóltin, at velja
Calix til besta spælaran.
– Hetta er fyrsta ferðini,
eg verið valdur besti spæl-
ari, og tað eri eg sera glaður
fyri, sigur Calix Blak
Ndiaye.
Venur nógv
Calix spælir við Ulriken
Eagles, sum er úr Bergen
og telist millum sterkastu
feløgini í Noregi, og hann
er millum stuðulsspælar-
arnar á liðnum.
– Tað gekk sera væl í
januar, eg gjørdi nógv mál,
og tað hevur sjálvandi nógv
at siga, sigur Calix.
Onkrir av týðandi spæl-
arunum hjá Ulriken Eagles
hava iki fingið spælt sein-
astu vikurnar, og tað hevur
eisini lagt størri ábyrgd á
unga
spælaran.
Hesa
ábyrgd hevur Calix til
fulnar klárað at borið.
– Eg geri nógv við venj-
ingina, og at eg havi skotið
eini 500 ella 600 skot
hvønn tann einasta dag,
hevur eisini gjørt, at eg raki
kurvina betri enn nakrantíð
áður, sigur Calix.
Nógvar avbjóðingar
Sunnudagin spældu Calix
og teir finaluna í steypa-
kappingini, men hana taptu
teir.
17. til 19. februar skal
Ulriken Eagles spæla ímóti
týsku Würzburg og estisku
Talinn um pláss í norður-
europeisku
kappingini,
NEBL.
Eftir
hesar
dystirnar
verður lagt til brots í enda-
spælinum í norsku lands-
kappingini.
Kreppa í Klaksvík
Calix kosin besti spælarin
Rógvi Nielsen hevur í ár vant kvinnuliðið hjá Stjørnuni, men tað tykist lítið sannlíkt, at hann
fer at sita í sessinum restina av árinum
Mjølnir
á knøunum
síða 14