Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 6. februar 2001 15 14 Nr. 25 - 6. februar 2001 ÍF helt fast um sætið í toppinum, tá teir leygardagin vunnu tæætan dyst móti Fram FLOGBÓLTUR MEISTARADEILD MENN ÍF og Mjølnir hava alt kappingarárið givið greiðar ábendingar um, at tey fóru at gerast drúgv hetta kapp- ingarárið. Hetta vikuskiftið kundi nógv koma upp á pláss, og leygardagin gjørdi ÍF sína skyldu, og vann. 2 góð sett í part ÍF legði harðliga fyri í dystinum ímóti Fram. Í fyrsta settinum vóru fugl- firðingar alla tíðina framm- anfyri, og Fram hevði ikki rættiliga nakað at seta upp ímóti góða og fjølbroytta spælinum hjá ÍF. Sum ikki einaferð var tað Boban hjá ÍF, sum vann nógv í álop- inum, men eisini hinir á ÍF- liðnum sluppu upp í part, tí móttøkurnar lógu væl, og tí hevði hevarin Odd Eliasen nógvar álopsmøguleikar. Í øðrum setti var gongdin nógv tann sama. Tó var Fram nakað betur við nú, og serliga vóru tað Rúni Weihe á kantinum og Heini Weihe á miðjuni, sum bitu frá sær. ÍF megnaði tó eisini at vinna hetta settið. Eftir hesi bæði settini kom rættiliga vend í. Fram tók seg saman, og ÍF tóktist steðga upp. Móttøkan hjá ÍF var ikki so góð í hesum settinum, og tað gjørdi at hevingarnar ofta fóru út til kantspælaran, og tí var lætt hjá høga blokkinum hjá Fram at stilla seg fyri. Álopsspælið hjá Fram gekk framvegis nógv ígjøgnum Rúna Weihe, sum var dagsins maður á Kambs- dali. Fram vann tvey tey næstu settini lættliga, og nú skuldi avgerðin falla í 5. settinum. ÍF kaldari Munurin millum liðini var ikki tann stóri, men ÍF er ikki oddalið av ongum. Tað vístu teir leygardagin, tí tá ið mest á stóð, góvu leik- ararnir seg eisini tað eyka. ÍF vann seg framum 5-0. Leiðsluna sluppu teir tó ikki at halda, tí Fram bardi seg inn aftur í dystin og upp í støðuna 11-11. Nú stóð á gomlum nøglum hjá báðum pørtum, men ÍF var kaldari og megnaði at taka seinastu stigini og við góðari hjálp frá Fleyr í dystinum í Klaksvík, kundi ÍF kalla seg oddalið, í hvussu var til sunnudagin seinnapartin. Nógv stóð á til tíðir, men tað eydn- aðist at enda kvinnunum hjá ÍF at vinna trý av teimum fimm settunum, sum spæld vórðu móti TB FLOGBÓLTUR MEISTARADEILD KVINNUR Kappingin hjá kvinnun- um er langt síðan farin í tvey. Mjølnir og Dráttur dystast um gullið, og ÍF, TB og Fleyr dystast um bronsuna. ÍF tók ímóti TB leygardagin, og enn einaferð eydnaðist at vinna ein spennandi 5 settara. TB rúkandi byrjan TB-liðið hevur spælt ógvuliga óstøðugt hetta kappingarárið. So var eisini leygardagin, men í 1. setti var spælið í topp. ÍF fekk ongan møgu- leika, og á øllum økjum var TB langt framman- fyri. Móttøkurnar vóru góðar, og tí bar til at hava fjølbroytt álops- spæl. Í hesum dystinum var tað annars ikki so nógv harða álopsspælið, sum var at síggja, men heldur langar duellir við góðm lobbum. ÍF við í dystin Góða byrjanin hjá TB fekk bráðan enda, tí ÍF tók sær um reiggj longu í 2. setti. Hetta settið var javnt, men ÍF hevði munin. Helen á Lakjuni í ÍF var sera væl fyri í hesum dystinum, og ikki er ov nógv sagt, at hon var munurin á liðunum. Hon spælir á miðjuni hjá ÍF. TB megnaði ikki at steðga henni og hevði ikki rættiliga nakað vápn at seta ímóti. Gongdin var tann sama í 3. setti, men munurin var lítil og eingin. TB hevði bara ikki nóg mikið bit í álopinum. Í 4. setti megnaði TB so at koma inn aftur í dystin, og eins og í 1. settinum var hetta settið sera gott hjá TB. Nú skuldi avgerðin so falla í 5. setti. 5. settið Tað kann ikki annað sigast, enn at ÍF stendur seg væl í 5. setti. Hetta kappingarárið hevur ÍF tríggjar ferðir spælt dystir við 5 settum, og ÍF hevur vunnið tveir av hesum. Tað eydnaðist eisini ímóti TB, men sigurin kundi eins væl verið farin til Suðuroyar. TB hevur hinvegin tapt hvørja ferð, tær hava veirð í fimm settum. Venjarin hjá TB, Virg- ar Djurhuus var ikki við til dystin, og tað hevur kanska havt sína ávirk- an, men tað skal eikni taka frá ÍF, sum spælir væl, tá ið mest stendur á. Verða stigini tald upp, fekk TB 106 stig og ÍF 97. Órættvíst ? Púra óvæntað vann Fleyr tryggan sigur á Mjølni, men hóast óvæntaður, so var sigurin kortini fult uppiborin FLOGBÓLTUR MEISTARADEILD, MENN Eftir at Fleyr seinasta viku- skifti leikti ein vánaligan dyst ímóti Fram í Havn, var liðið fullkomuliga broytt hetta vikuskiftið. Mótstøðuliðið var einki annað enn oddaliðið Mjølnir, sum higartil hevur verið tað besta liðið, men seinastu tíðina hevur liðið kanska havt trupulleikar, tí t.d. megnaði Mjølnir ikki at leika seg í finaluna í NS-kappingini. Broytt uppstilling Fleyr byrjaði dystin við eitt sindur broyttari uppstilling í mun til undanfarnu dystir, við tað at Klæmint Isaksen hevði skift pláss, soleiðis at hann og Johannes Ejdes- gaard nú stóðu diagonalt yvir av hvørjum øðrum. Og so var Bergur Olsen á hin- um álopsplássinum. Og hetta gav úrslit í Klaksvík. Og eisini sást, at Johannes Ejdesgaard var við aftur í mun til ímóti Fram seinasta vikuskifti, tí hann var við til at geva lið- num meira breidd í álop- inum. Eisini Bergur leikti ein góðan dyst. Støðugt spæl Mjølnir kom ongantíð upp í ferð, og tað líkasum tókt- iskt sum um, at teir undir- mettu havnarmenninar frá byrjan. Og við støðugum spæli, uttan at gera tað stóra burturúr, megnaði Fleyr at vinna dysti 3-0, hóast fyrsta settið gjørdist sera tætt og langt, tí tað endaði 26-24 til føroya- meistararnar úr Havn. Eisini hini bæði settini vann Fleyr ávikavist 25-23 og 25-21. Borko, sum higartil hev- ur verið besti kantsmassjari hjá Mjølni, megnaði ikki at leika upp til sítt besta, helst orsakað av tí, at hann hevur verið burtur vegna sjúku, men tað er at vóna fyri Mjølnir, at hann verður aftur at síggja í sínum van- liga spælistíli, tá Mjølnir skal luttaka í steypafianluni 17. februar í Havn. Á fjórða plássi Fleyr er eftir sigurin leyg- ardagin framvegis á fjórða- plássi við 8 stigum eins og Fram, men við verri sett- muni, men um liðið megnar at leika á sama hátt í kom- andi dystum, er einki at ivast í, at teir verða at finna hægri uppi, tá kappingin er av. Mjølnir var eftir dystin framvegis í oddinum, men skuldi beinleiðis heim at fyrireika seg til dystin ímóti ÍF á Kambsdali sum var sunnudagin, og sum verður umrøddur aðrastaðni. Borko, sum higartil hev- ur verið besti kantsmassjari hjá Mjølni, megnaði ikki at leika upp til sítt besta, helst orsakað av tí, at hann m.a. ikki var við ímóti SÍ sein- asta vikuskifti, men tað er at vóna fyri Mjølnir, at hann verður aftur at síggja í sínum vanliga spælistíli, tá Mjølnir skal luttaka í steypafinaluni 17. februar í Havn. ÍF–TB 3–2 (13-25, 25-21, 25-23, 19- 25, 15-12) ÍF vann enn ein 5 settara ÍF vann aftur hesa ferð ein fimm-settara, meðan TB enn einaferð tapti ein Mynd: Álvur Haraldsen ÍF–Fram 3–2 (25-20, 25-20, 14-25, 17-25, 15-12) Góður dagur hjá ÍF Mjølnir–Fleyr–3; (24-26 , 23—25, 21-25) Fleyr koppaði oddaliðnum Fagnaðurin var stórur hjá Fleyr, tá tað endaliga varð staðfest, at teir høvdu koppað oddaliðnum Mynd: Álvur Haraldsen Viðmerking Odd Eliasen hevari í ÍF: Vit vunnu rættiliga lætt tvey tey fyrstu settini, og tí kanska vit hildu okkum eins lætt fara at vinna tað triðja. Spælið hjá okkum dovnaði, og serliga móttøkan versnaði. Álopsspæl- ið hjá okkum var tí ikki so fjølbroytt, og blokkurin hjá Fram, sum er sera stórur, vann nógv. Eisini skal nevnast, at Rúni Weihe í Fram spældi sera væl. Hann vann alt, og var so avgjørt dagsins maður. Í 5. setti høvdu vit takið at kalla alla tíðina, men munurin var lítil, men tíbetur nóg stórur. Nú skulu vit bara gera tað sama ímóti Mjølni sunnu- dagin. Fossanes – Dráttur 0–3 (11-25, 12-25, 16-25) Dráttur gjørdi sítt Dráttur vann sum væntað útidystin móti Fossanesi, ið ikki kundi gera tað stóra við væl koyandi vága- liðið FLOGBÓLTUR MEISTARADEILD, KVINNUR Fossanes berjist framvegis við at vinna fyrsta dystin í meistaradeildini. Tað eydnaðist sjálvsagt ikki ímóti Drátti, men genturnar av Fossanesi smæddust als ikki burtur. Fram- gongdin hevur verið stór, og lagið á spæl- arunum er gott, men gott hevði verið við einum sigri. Venjarin hjá Fossa- nesi, gamli mjølnir- leikarin Jón Kári Frederiksen sigur, at genturnar hóast alt eru óførar. Venjingar- nar hava gingið væl, og liðið hevur avgjørt framtíðina fyri sær. Vit spæla ofta upp ímóti hinum liðun- um, men mitt í settunum missa vit takið, og so fara vit fleiri stig afturum í einum. Eisini eru genturnar heldur varnar og kanska eitt sindur bangnar við- hvørt. Tað kemur alt samalt upp á pláss við tíðini. Væntandi vera leikararnir teir somu næsta kapping- arár, so tá man fara at liggja betur fyri. Dráttur er annað liðið í gullstríðnum, men eftir tapið fyri Mjølni á heimavølli seinasta sunnudag, er kravið, at dysturin í- móti Mjølni í Klaks- vík leygardagin verð- ur vunnin, skal gullið til Vágarnar fyri fyrstu ferð. ÍF–Mjølnir 3–2 (25-21, 23-25, 21-25, 26-24, 15-13) ÍF í gullroyki Einki ivamál er um, at Fleyr als ikki kann nerta við oddasessin, sum Mjølnir hevur vunnið sær seinnu árini FLOGBÓLTUR MEISTARADEILD, KVINNUR Mjølnir og Fleyr eru ein- astu lið, sum hava vunnið meistaradeildina hjá kvinn- um. Mangan hava dystirnir millum hesi liðini verið javnir og spennandi, men tann tíðin er farin. Mjølnir hevur seinastu árini verið einaráðandi í kvinnudeild- ini, og hesin dysturin vísti greitt, at hjá Fleyr manglar nógv í, at tær aftur kunnu hótta meistaraliðið úr Klaksvík. Móttøkan alt ov vánalig Fyrst í dystinum var einki sum bendi á, at munurin skuldi gerast so stórur. Liðini byrjaðu ikki so ógvusliga, og tað tók Mjølni eina løtu rættiliga at koma á lagið. Fyrsta settið var ikki so heilt galið hjá Fleyr, men at hótta Mjølnir megnaðu tær tó ikki. Skrædlið kom av álvara í 2. setti. Servurnar hjá Mjølni vóru harðar og góðar allan dystin, og móttøkan hjá Fleyr var út av lagi vánalig. Í 2. setti fekk Fleyr bara 5 stig, og her skal enntá nevnast, at Mjølnir hevði tveir servufeilir. Sostatt vann Fleyr bara 3 stig, og tað man vera tað minsta nakað lið hjá Fleyr hevur vunnið ímóti Mjølni. Tað var vónleyst hjá Fleyr at fáa nakað spæl at ganga, tí eingir bóltar komu fram til hevaran. Hetta var eisini gongdin í 3. setti. Tað gekk heldur betur hjá Fleyr, men ongantíð var nakar sum helst ivi um úrslitið. Mjølnir kann avgera før- oyameistaraskapin næsta vikuskifti, tá ið Dráttur kemur at vitja. Bara hesi bæði liðini kunnu vinna gullið, og einki bendir á, at nakað av hinum liðunum megnar at vinna so mikið sum eitt sett ímóti hvørki Drátti ella Mjølni. Dráttur skal vinna, og dysturin fer eisini at geva ábendingar um steypafinaluna, sum er millum júst hesi liðini. Mjølnir–Fleyr 3–0 (25-12, 25-5, 25-9) Mjølnir bankaði Fleyr Eftir at teir fyrst fingu hjálp frá Fleyr, tók ÍF seinasta stigið sunnudagin, tá tað eydnaðist teimum at leggja Mjølnir aftur um seg á stigatalvuni FLOGBÓLTUR MEISTARADEILD, MENN Oddaliðini í føroyskum mansflogbólti brustu sam- an sunnudagin, og hetta var eisini á ein hátt ein styrki- dystur í samband við steypafinaluna, sum liðini skulu leika 17. februar í Havn. Stórur spenningur var undan dystinum, tí leyg- ardagin hevði ÍF vunnið 3- 2 í einum sera tøttum dysti ímóti Fram, meðan Mjølnir hevði tapt 3-0 ímóti Fleyr í Klaksvík. Boban góðar servur Mjølnir kom best frá byrjan og legði seg skjótt á odda 4- 1, men við nøkrum sera góðum servum, vendi Bartal Eliasen 1. settinum og servaði heilt fram til støðuna 6-4, og tá kom meira javnt spæl ímillum liðini, Men tað sum veru- liga koppaði 1. setti, var tá jugoslavin Boban hjá ÍF, við skiftandi longum og stuttum servum, órógvaði móttøkuna hjá Mjølni sera nógv, soleiðis at teir ikki megnaðu at koma í rættulig álop. Boban servaði frá 8 stigum og heilt upp á 13 stig. Og tað sum eftir var av settinum royndi ÍF bert av vinna hvønn einstakan bólt aftur, soleiðis at teir kundu tryggja sær sigurin í settin- um við 25-21. Skifti Jóanes Polulsen inn Í øðrum settin valdi Mjølnir at seta Jóanes Poulsen inn í staðin fyri Hjalta Joseph- sen. 2. settið gekk javnt á og liðini fylgdust allan vegin fram ímóti endanum, og støðurnar vóru t.d. 21- 20-og 22-23 við Mjølni frammanfyri. Men tað var Mjølnir, sum kláraði at vinna sigurin heim og var hetta uppi- borið. Settið endaði 23-25. Og eisini 3. settið vann Mjølnir, men við eitt sindur størri muni. Hjá Mjølni slógu Borco og Rúni Eltør nakrar góðar bóltar hetta settið, meðan tað vóru nógvir feilir gjørdir á ÍF liðnum. Trygvi Poulsen, Mjølnir, sum undanfarnar dystir hevur verið ein av bestu miðáleyparunum, hevði tað ikki lætt inni á miðjuni, tí ÍF hevði lagt seg eftir at seta tveir blokkar á hann, soleiðis at hann ikki fekk eins nógv burtur úr, sum í øðrum dystum. Spennandi 4. sett við løgnum enda Í fjórða setti kom Mjølnir best frá byrjan og førdi fram til 10-9, men síðani skiftust liðini at vera frammanfyri fram ímóti endanum. Tað stóð nógv upp á spæl, og menn vóru heitir. Seinastu bóltarnir prógva hetta eisini, tí ikki minni enn 3 time-outs vóru tikin við hesar støðurnar: 19-22, 22-21 og 23-24. Sjálvur endin á settinum gjørdist eitt sindur løgin. Mjølnir leikararnir vóru eitt sindir østir um ein bólt, sum teir mettu ein av ÍF- leikarunum hevði rørt tvær ferðir, men dómararnir vóru ikki samdir við Mjølnir-leikararnar í hes- um, ella høvdu ikki sæð hetta. Støðan var tá 25-24 til ÍF og ÍF skuldi serva. Endin varð, at dómarin gav einum at Mjølnir-leik- arunum gult kort, og harvið fekk ÍF eitt stig og vann sostatt settið 26-24. Harvið var støðan 2-2 í settum. 5. og avgerandi settið Nógvir nervar vóru uppá spæl seinasta og avgerandi settið, og hetta sást beinan vegin frá byrjan. Men móti endanum sást, at tað m.a. var rutinan hjá Oddi Elias- sen, hevaranum hjá ÍF, sum var við til at bjarga sigurin heim. Alla tíðina stríddist hann á sín róliga hátt at fáa teir bestu bóltarnar til sínar viðleikarar, og saman við tí róliga Boban, var hetta við til, at teir stríddus seg til sigur í tí seinasta settinum, hóast ÍF eitt skifti var aftanfyri 13-12. Settið endaði 15-13 til ÍF og sein- astu servurnar átti Jann Á. Olsen, og eisini seinasti bólturin var nógv umrødd- ur, tí dómarin dømdi føring ímóti hevaranum hjá Mjølni, sum royndi at heva við einari hond. Men samanumtikið ein sigur, sum kundi farið báð- ar vegir, og ein sera spenn- andi dystur, sum endaði við tí minst møguliga munin- um. Steypafinalan Liðini møtast longu aftur um 14 dagar í føroysku Steypafinaluni, sum verður leikt í høllini á Halsi í Havn 17. februar. Vónandi kunnu liðini leika eins væl tá, og víð líka stórum spenningi í hvørjum setti. Tí spennandi var tað. ÍF hevur við sigrinum lagt seg á odda við 13 stig- um ímóti 11 hjá Mjølni, men Mjølnir kann fram- vegis tryggja sær meistara- heitið við at vinna restina av dystunum, tí teirra sett- munur er betri enn hjá ÍF. Og framvegis hava liðini ein dyst eftir sínamillum, sum verður í Klaksvík 10. mars. Lagið hjá Mjølnir-monnunum var alt annað enn gott eftir eitt vikuskiftið, har teir mistu oddasessin, sum teir hava átt megin partin av árinum Mynd: Álvur Haraldsen