mánadagur 15. januar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 10 - 15. januar 2007
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Hevði Saddam sagt alt, sum hann visti,
hevði tað verið pínligt fyri George W. Bush
Jevgenij Primakov
Stutt sagt
Stillar upp
Nú er greitt, at franski
innanríkisráðharrin, Nico
las Sarkozy, stillar upp
til forsetavalið tann 22.
apríl. Um vikuskiftið
gjørdi
konservativi
flokkurin UMP av at
stilla Sarkozy upp ímóti
sosialistiska valevninum,
Ségoléne Royal. Mein
ingakanningar hava víst,
at Sarkozy er tann einasti,
sum kann bjóða Royal av,
men hann skal rættiliga
spenna seg út, tí allar
meiningakanningarnar
vísa framvegis, at hon
hevur størri undirtøku
millum veljararnar. Sar
kozy verður roknaður
sum víðgongdur høgra
politikari, og hann hevur
greiða støðu í fleiri málum
so sum viðurskiftunum
við
innflytarum.
Fær
hvørki av valevnunum
meiri enn 50 prosent á
valinum 22. apríl, verður
eitt valumfar afturat fjúrt
an dagar seinni.
NATO til Gaza
Ísraelski ráðharrin Avigde
Lieberman vil hava NATO
at senda hermenn til Gaza
fyri at steðga ófriðinum
har. Um vikuskiftið hitti
hann amerikanska uttan
ríkisráðharran, Condo
leezza Rice, og tá royndi
Liberman at sannføra
hana um, at annaðhvørt
má NATO senda hermenn
til Gaza, ella noyðist Ísra
el at herseta økið aftur.
Lieberman var ímóti, at
ísraelski herurin tók seg
úr Gaza á heysti í 2005
eftir 38 ára herseting.
Condoleezza Rice vildi
ikki gera viðmerkingar til
hugskotið hjá Lieberman,
men segði seg hava silt,
at USA eigur at leggja
størri dent á at loysa
stríðið millum Ísrael og
palestinar.
Ponti deyður
Italski
filmleikstjórin
Carlo Ponti, sum var giftur
við kendu filmkvinnuni
Sofiu Loren, doyði í síðstu
viku. Hann var 94 ára
gamal. Carlo Ponti varð
jarðaður í heimbýnum
Magenta
nærhendis
Milano, og nógv fólk
fylgdu honum til gravar,
skrivar AP. Carlo Ponti
og Sofia Loren, sum nú
er 72, vóru gift í næstan
50 ár, og tey fingu tveir
synir. Hann var 22 ár eldri
enn hon.
útlond
Hóast mótmæli
úr fleiri londum
hava iraksku
myndugleikarnir
avrættað tveir av
teimum gomlu
leiðarunum afturat
– Teir dømdu vórðu tiknir
av døgum í lýsingini.
Tað var stutta svarið
frá irakska stjórnartals
manninum Ali al-Dabbagh,
tá hann á einum tíðindafundi
í morgun bleiv spurdur, um
tað var satt, at hálvbróðir
Saddam Hussein, Barzan
Ibrahim al-Tikriti, og fyrr
verandi
dómarin Awad
Ahmed al-Bandar vóru
hongdir.
Talsmaðurin legði afturat,
at høvdið á Barzan Ibrahim
al-Tikriti bleiv skilt frá
kroppinum, tá lemmurin
fall undan honum.
- Tað er ikki vanligt, men
tað var Guðs gerð, segði
talsmaðurin.
Tá Saddam Hussein bleiv
hongdur tann 30. desember,
mótmæltu ST, ES, fleiri
lond og mannarættinda
felagsskapir, og roknað
verður við somu mótmælum
hesaferð.
Upprunaliga
skuldu Barzan Ibrahim al-
Tikriti og Awad Ahmed al-
Bandar takast av døgum
sama dag sum Saddam,
men avrættingin varð útsett
orsakað av teimum nógvu
mótmælunum.
Fyrrverandi russiski for
sætisráðharrin
Jevgenij
Primakov heldur, at Saddam
Hussein bleiv avrættaður
beinanvegin fyri at forða
fyri, at hann skuldi avdúkað
ymiskt, sum kundi koma
USA illa við.
– Hevði Saddam Hussein
sagt alt, sum hann visti,
hevði tað verið ógvuliga
pínligt fyri George W. Bush,
sigur Jevgenij Primakov.
Stormurin Per
gjørdi stóran skaða í
Noregi og Svøríki um
vikuskiftið
Ringast var í Svøríki, har
illveðrið kravdi trý manna
lív. Í Motala doyði ein níggju
ára gamal drongur, tá hann
fekk eitt træ oman yvir seg,
og í Jönköping doyði ein 60
ára gamal maður, tá eitt træ
datt oman yvir bil hansara.
Í Malmö doyði ein maður
av einari vanlukku niðri í
smábátahavnini.
Har vesturi í Svøríki fóru
nógv trø um koll í vindinum,
og el- og telefonleiðingar
fóru eisini. Tokferðslan var
nógv seinkað, tí trø vóru
dottin niður á jarnbreytina,
og fleiri ferjur sigldu ikki.
Í Vesturnoregi var veðrið
eisini ringt, og í Bergen hava
tey ikki havt so nógvan vind
tey seinastu 13 árini. Eitt
skip og fleiri stuttleikabátar
sukku, trø vórðu rykt upp
við rót, og fleiri hús og
størri
bygningar
fingu
skaða.
Illveðrið gjørdi eisini um
seg í Danmark. Eisini har
brotnaðu nógv trø í vindi
num, og fleiri ferjur avlýstu
siglingina. Við Limfjørðin
var so stór flóð, at sjógvurin
floymdi inn yvir láglendið,
so fleiri summarhús stóðu
undir í sjógvi. Sambært
tryggingarfeløgunum gjørdi
vindurin hinvegin ikki stór
an skaða.
Hongdir í lýsingini
Per gjørdi um seg
Hesin norðmaðurin var júst í ferð við at
smíða sær nýggj hús, tá Per kom á vitjan