mánadagur 15. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2007
31
tíðindi
Hósdagin 11.
januar 2007 eru
fimm ár liðin síðani
Guantánamo-
fangalegan á Kuba
varð tikin í brúk.
Amnesty heitir í
hesum sambandi
á fólk um at senda
heilsanir til fang
arnar, sum kunnu
birta nýggja vón og
eisini gera myndug
leikarnar varugar
við, at áhugi er fyri
fangunum og fyri
at mannarættindi
verða vird
AMNESTY
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Síðani 2002 hava tilsam
ans 775 fangar verið aftur
hildnir á Guantánamo.
Í løtuni sita umleið 430
fangar úr 35 ymiskum
londum í fangaleguni utt
an ákæru ell a dóm.
Amnesty International
arbeiðir fyri at fangarnir á
Guantánamo verða settir
fyri ein vanligan dómstól
samsvarandi øll um altjóða
standardum, uttan at deyða
dómur verður nýttur.
– Um hetta ikki verður
gjørt eiga teir at verða
leyslatnir beinanvegin, sig
ur Amnesty.
Tí heitir Amnesty á
fólk um at senda nýggj
ársheilsanir til fangarnar.
Heilsanirnar kunnu birta
nýggja vón og eisini
gera
myndugleikarnar
varugar við, at áhugi er
fyri fangunum og fyri at
mannarættindi verða vird
– eisini á Guantánamo.
Fimm fangar hava fingið
loyvi at fáa post uttanífrá
og Amnesty heitir í hesum
sambandi á fólk um at
senda stuðulsheilsanir til
fangarnar.
– Heilsanirnar kunna
birta nýggja vón í einari
svárari tíð og somuleiðis
gera myndugleikarnar var
ugar við altjóða áhugan
fyri
fangunum,
sigur
felagsskapurin.
Menninir, hvørs søga
verður søgd á heimasíðuni
hjá Amnesty og prentað
her í blaðnum í vikuni,
hava brúk fyri tínum
stuðli. Amnesty heitir á
fólk um at senda teimum
eina heilsu – eina áminn
ing um, at teir ikki eru
gloymdir.
Fimm ár á
Guantánamo
– Eg var fyri reglu
ligum harðskapi.
Hvørja ferð eg var um
at missa vitið, varð
eg tveittur í klivan
aftur – fyri síðani at
verða tikin út aftur til
eitt nýtt umfar, sigur
Omar Deghayes
Omar Deghayes er 35 ára
gamal og mannarættinda-
sakførari. Hann er libyskur
/
bretskur
ríkisborgari.
Omar er giftur og eigur ein
trý ára gamlan son, sum
hann ikki hevur sæð síðan
hann var nýføðingur.
Omar starvaðist sum
mannarættinda-sakførari í
Afganistan, tá 11. september
álopini vórðu framd.
Hann gjørdi beinanvegin
av, at fara heim aftur við
konuni og soninum til trygg
ari viðurskiftir í Onglandi.
Á veg til Onglands hand
tóku menn úr pakistanska
herinum Omar og hand
aðu amerikansku mynd
ugleikunum hann – sum
sambært frásøgnum góvu
pakistansku myndugleik
unum 5000 $ fyri Omar.
Omar hevur verið á
Guantánamo síðani sep
tember 2002, har hann ferð
eftir ferð er píndur.
Omar verður hildin aftur,
tí CIA hevur fingið fatur
á einari sjónbandsupptøku
av einum Al- Qaeda fundi,
har Omar sambært CIA er
til staðar. Omar, sakførari
hansara og familja hansara
halda fast við, at maðurin
á sjónbandsupptøkuni ikki
er Omar og at Omar einki
hevur við Al- Qaeda at
gera.
Amnesty ber ótta fyri,
at Omar verður sendur til
Libyen, sum liður í roynd
ini hjá USA at sleppa
av við fólk, ið eru undir
ill gruna fyri at hava framt
yvirgangsvirksemi. I Liby
en er Omar í vanda fyri at
verða píndur til deyðis. Ein
umboðsmaður úr Libyen,
sum hevur avhoyrt Omar á
Guantánamo hevur sagt við
hann: ”Tú verður ábyrgd
aður í Libyen. Her (á Guan
tánamo) kann eg ikki gera
tær nakað, men hitti eg teg
aftur, drepi eg teg”
Týdningarmikið at hava í huga, tá kort verða send:
•
Send einfaldar heilsanir, helst á upprunamálinum ella á enskum.
•
Send ikki politiskar ella átrúnaðarligar heilsanir – einfaldar heilsanir, sum bera
boð um samkenslu eru nóg mikið.
•
Send kort uttan trúarligar ella jólaligar myndir.
•
Nýt ikki Amnesty kort og nevn ikki Amnesty International.
•
Bið ikki um aftursvar, men skriva navn og bústað á postkortið. So kann
viðkomandi avgera um hann svarar tínum brævi.
•
Merk brævbjálvan ”Airmail” og set eitt 10 kr. frímerki á.
•
Seinasta freist at senda kort er 28. februar 2007.
Vinarliga send Amnesty eitt avrit, um tú fært nakað svar.
Vit endurgeva her søguna um Omar Deghayes, sum stendur at lesa á www.amnesty.fo
Omar Deghayes
Ynskir tú at senda Omar
Deghayes eina heilsan,
so er adressan henda:
Omar Deghayes
ISN 727Camp Delta
PO Box 160
WashingtonDC 20053
USA
Mamma Omar Deghayes við mynd av soninum, sum seinastu fimm árini hevur sitið fangið á
Guantanamo