Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 10 - 15. januar 2007 Sløkkiliðsmenn til Fuglafjarðar sløkkilið Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 3 leys- um sløkkiliðsmonnum til Fuglafjarðar sløkkilið til setan 1. februar 2007 ella skjótast eftir hetta. Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu hava heilsuváttan, revsiváttan og stóra koyri- kortið. Tó kunnu persónar, sum ikki lúka krøvini fyri koyrikorti, søkja størvini við teirri treyt, at hetta verður fi ngið til vega skjótast, um teir verða settir í starv. Somuleiðis verður kravt, at umsøkjarar antin hava ella skulu taka neyðugt grundskeið í 1. hjálp. Neyðuga víðari útbúgving sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsmonnum skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri. Nærri upplýsningar um størvini eru at fáa frá brunastjóranum William S. Askham á telefon 220 101. Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 26. januar 2007 kl. 15.00. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjarðar Kommuna lýsingar i