Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2007 33 lýsingar Starvsfólk til Fíggjarmálaráðið Søkt verður eftir starvsfólki til móttøkuna í Fíggjarmálaráðnum at byrja sum skjótast. Starvsfólk til móttøkuna Høvuðsuppgávur í móttøkuni eru: • at svara telefonunum hjá Fíggjarmálaráðnum, Gjaldstovuni, Hagstovuni og Toll- og Skattstovuni • at avgreiða viðskiftafólki, sum koma í Fíggjarmálaráðið • at svara fyrispurningum frá borgarum og virkjum, og senda skrivligt tilfar til borgarar og virkir • at gera aðrar fyrifallandi uppgávur fyri stovnarnar í Fíggjarmálaráðnum Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal hava 9. floks prógv. Royndir frá líknandi starvi eru ein fyrimunur. Tað setti skal vera fyrikomandi, kundavinarligur og hava góðan málburð á føroyskum, donskum og enskum. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er flokkað í 1. lf., og er fulltíðarstarv. Setanarøki Núverandi setanarøkið er Stýrið, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Nærri frágreiðing um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Hansen á tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um viðkomandi starvs- royndir, skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 29. januar 2007 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Merk brævbjálvan: »Umsókn« Toll- og Skattstova Føroya Í Fíggjarmálaráðnum húsast sjálvt Fíggjar- málaráðið, Føroya Gjaldstova, Hagstova Føroya og Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya. Í Fíggjarmálaráðnum starvast 90 fólk. Í deildunum hjá Toll- og Skattstovuni kring landið starvast 140 fólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Hús í Sørvági til sølu Húsini eru væl røkt og í góðum standi. Stødd: 2 x 120 fermetrar. Grundstykkið er 506 fermetrar. Liggja í veður­ góðum umráði og tað er nosligt rundan um húsini. Vegurin til húsini og túnið eru asfaltera. Húsini eru í tveimum eindum, alt innrætta. Kjallarin kann leigast út fyri seg, um tað skal verða. Sera gott og frítt útsýni yvir fjørðin og vestur til Mykines. Tlf. 217300 · e-postur: lp@ognir.fo · www.ognir.fo Skrivstovubygningur til sølu ella leigu Hugnaligt umhvørvi mitt í Havnini. Væl røktur urtagarður við stórum trøum. 5 bilar kunnu lættliga parkera inni á økinum. Er umbygt til skrivstovubygning í 1992-93. Grundøkið er 738 fermetrar. Bygningurin er í 3 hæddum, í alt 294 fermetrar, alt innrættað. Ognin hevur verið nýtt sum skrivstovuhøli, og hevur instala- tiónir til telduútgerð o.t. Ognin liggur í 2. grundumráði, og góðir møguleikar eru fyri víðkan. Kann leigast út í fleiri eindum til skrivstovur og eina eind sum íbúð. Húsini hava 4 inngongdir + terassu hurð. Tlf. 217300 · e-postur: lp@ognir.fo · www.ognir.fo