týsdagur 16. januar 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2007
3
tíðindi
Olja frá farmaskipin
um Server, sum sakk
í illveðrinum í Vestur
noregi, dálkar nú
fleiri alibrúk
Aling
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
– Vit fingu olju í alibrúkið
leygardagin og góvust alt
fyri eitt at fóðra, sigur Stein-
Helge Skjelde hjá alifelagnum
Austevoll Seafood við
Bergens Tidende. Í ringunum
eru umleið 200.000 smolt.
Eitt annað alifelag, sum hevur
umleið 250 tons av laksi í
ringunum, er á somu leið, men
er eftir øllum at døma sloppið
undan dálkingini. Men tað var
um reppið, at oljan eisini kom
hagar, tí eitt bjargingarskip,
sum tók olju upp av sjónum,
var bara nakrar fáar hundrað
metrar frá aliringunum.
Óhappið við „Server“
og dálkingin hava elvt til
orðaskifti um, hvussu ali
vinnan kann verja seg betur
ímóti oljudálking, tá skip
farast. Ole Braanaas, sum
er formaður hjá alarunum
í Vesturnoregi, sigur, at
alivinnan
er
ógvuliga
viðkvom.
- Hetta var eitt lítið óhapp
og sera lítið samanborið við,
hvat kundi hent, um tað var
eitt fullfermt tangaskip,
sum fór á land. So høvdu
vit fingið eina veruliga
vanlukku, sigur hann við
Bergens Tidende. Hann ivast
í, um tilbúgvingin er nóg
góð og vísir á, at árliga taka
alararnir í hesum økinum
umleið 200.000 tons.
Ikki bara oljan
Tað var ikki bara oljan frá tí
sokna skipinum, sum gjørdi
skaða á alivinnuna í Vestur
noregi. Í tí nógva vindinum
sakk ein alistøð í felagnum
Sjøtroll í Austevoll, og
umleið helmingurin av
teimum 300.000 sílunum
sluppu úr nótunum. Hin
helmingurin er helst farin til
botns við sjálvari støðini.
Ein talskvinna hjá fiski
málaráðnum sigur, at tað er
óheppið, at so nógv síl eru
sloppin úr ringunum, tí fara
tey niðan í áirnar, kunnu tey
órógva tann villa laksin. Hon
leggur samstundis dent á, at
tað er álagt alifeløgunum
at brúka hóskandi útgerð,
og at myndugleikarnir fara
at kanna, um útgerðin hjá
Sjøtroll var lagað til veður
viðurskiftini á staðnum.
Almannastovan søkir sosialráðgevar til
Økisdeildina í Havn og Arbeiðsmarknaðardeildina
Á Arbeiðsmarknaðardeildini,
Tinghúsvegur 14, eru 3 størv
leys til setan skjótast tilber:
• Farloyvisstarv fyri sosialráðgeva
í barnsburðarfarloyvi 3/4 tíð.
• Tvey føst størv vegna
uppnormering.
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið er í
høvuðsheitinum
• geva almenna ráðgeving og
vegleiðing um stuðulstiltøk
innan almannaøkið
• gera ætlanir fyri at fáa fólk út
á arbeiðsmarknaðin, herundir
avtalur við arbeiðsgevarar
• viðgerð av fíggjarligum
veitingum
• gera tilráðingar viðvíkjandi
fyritíðarpensjón
• tilráðing og uppfylging í
endurbúgvingarmálum
• tilráðing og uppfylging viðvíkj-
andi vardum størvum,
arbeiðsroyndum v.m.
Førleikakrøv fyri størvini á báðum
deildum
• sosialráðgevaraútbúgving
• góður kunnleiki til EDV á
brúkarastøði
Á Økisdeildini í Havn,
Tinghúsvegur 14, eru 3 størv
leys til setan skjótast tilber:
• Starv fyri sosialráðgeva í barns-
burðarfarloyvi fulla tíð
• Farloyvisstarv fyri sosialráðgeva
3/4 tíð til 31.12.2007
• Fast starv fyri sosialráðgeva ½ tíð
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá
deildini er
• at ráðgeva og vegleiða borgarum
um rættindi og skyldur í
sambandi við almannaspurningar
• at seta í verk fyriskipanir sambært
almannalóggávuni
• í serligum førum vísa áheitanum
til landsumfatandi eindirnar hjá
Almannastovuni
Tær sosialu fyriskipanirnar, ið
deildin serliga tekur sær av eru
• ymiskar fyriskipanir sambært
forsorgarlógini, herundir
uppihaldshjálp og stuðul til
heilivág og smærri hjálpartól
• persónliga viðbót til pensiónistar
sambært pensiónslógini
• samsýning fyri at ansa eldri og
óhjálpnum heima
• tilráðingar í smb. við umsóknir
um fyritíðarpensiónir
• góður málburður, bæði
munnliga og skrivliga
• góð samstarvsevni
• evni og vilja til at arbeiða
í heildarloysnum og
tvørfakligt
Lønar- og setanarviðurskifti
Størvini verða sett og lønt
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvs-
mannafelagið í lønarbólki 6.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um
størvini fáast við at venda sær
til Marjun Berg, deildar-
leiðara, telefon 35 35 70.
Umsóknir
Sendið umsókn við avriti av
prógvum, CV o.ø. til:
Almannastovuna
Smyrilsvegur 20
Postsmoga 3096
110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er
mánadagin 22. januar 2007
kl. 12.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
www.almannastovan.fo
Á Økisdeildini í Tórshavn arbeiða 15 fólk. Økið
hjá deildini er Streymoy, Vágar, Nólsoy, Hestur,
Skúvoy og Sandur. Starvið kann innibera ferðing.
Á Arbeiðsmarknaðardeildini starvast í løtuni 9
fólk. Deildin er landsumfatandi og starvið kann
innibera ferðing.
Norskar alistøðir
raktar av stormi
og oljudálking