Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 11 - 16. januar 2007 tíðindi Dansað verður soleiðis: Vand – mikukvøld frá kl. 19:30 – 21:00 Nýbyrjarar – hóskvøld frá kl. 19:30 – 21:00 Skeiðið byrjar 17. januar og er í 14 vikur. Til melding á tlf. 277229 Avmarkað pláss Í Eydnuni á Oyrabakka Linedance Í sambandi við at Óli M. Petersen, verkfrøðingur, fyrrverandi varastjóri og deildarleiðari á framleiðsludeildini hjá Landsverki fer frá vegna aldur, eftir meira e$nn 34 ár í starvi á stovninum, verður skipað fyri móttøku á Hotel Hafniu hósdagin 18. januar 2007, kl. 15–17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Móttøka R e p r o z Heldur hendan gongdin fram, at kann tað fáa álvarligar avleiðingarnar fyri møguleikarnar at liva og virka í Føroyum, sigur Tjóðveldisflokkurin Kyoto Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tjóðveldisflokkurin heldur, at tað er undrunnarvert, at Føroyar er eitt tað einasta landið, sum ikki setir Kyoto í gildi, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu tætt tilknýti við hava at nattúruni. – Vit liggja soleiðis fyri, at vit liggja so at siga mitt í veðurmeldrinum. Føroyar fara eisini at merkja tær veð­ ur­lagsbroytingarnar á ymsan hátt. Fløðandi hav fer at nerva havnaløg og aðra bygging nær sjóvarmálanum. Eisini er trúligt, at tað fer at regna verri at ódnirnar harðna og aldur verða størri. Men Tjóðveldisflokkurin heldur, at tey størstu vanda­ málini liggja helst á okkara havleiðum. – Veðurlagið í Føroyum er óvanliga heitt, tá vit samanbera við flestu onnur øki um sama breiddarstig. Fyri ein part stavar hetta frá lýggjum vindi. Men streymurin, sum førir heitan sjógv fram við okkum, eigur eisini sín stóra lut í hesum, og vandi er fyri, at hesin streymur fer at vikna. – Enn ber ikki til at siga, um hetta fer at henda, ella hvussu stórar møguligar broyt­ingar verða; men sjálvt ein lítil minking í streym­ inum kann gera, at kaldur sjógvur lættari kemur inn á Landgrunnin, og tað kann fáa ógvisligar avleiðingar. – Eitt annað vandamál hjá okkum er gróðurin í sjón­um. Alt tað, sum liv­ir á Landgrunninum, livir í seinasta enda av gróðr­in­ um, og kanningar hjá Fiski­ rannsóknarstovuni vísa, at stórur munur er frá einum ári til annað. Hetta sæst eisini aftur í fiskinum, serliga toski og hýsu. – Tey árini, tá nógvur gróður er, kemur meiri av toski og hýsu undan, og tey veksa eisini nógv skjótari. Enn er ikki greitt, hví gróð­ ur­in er so ymiskur tey ymsu árini, men alt bendir á, at tað er munur í veðurlagi, sum ger hetta. – Vil illa til, kunnu veður­lagsbroytingarnar tí fara at órógva gróðurin og har­við fiskiskapin á Land­ grunninum, sigur Tjóð­ veldisflokkurin. Men flokkurin heldur eisini, at rákið gongur tann vegin, at marknaðurin, sum keypir okkara fiskavørur, fer at krevja av okkum, at vit liva upp til krøvini í Kyoto sáttmálanum, eins og marknaðurin er farin at seta krøv til burðardygga veiði og onnur umhvørviskrøv. Eisini tí er tað altav­ gerð­andi, at vit eru við í hesum arbeiðnum at minka CO2 útlátið, heldur Tjóðveldisflokkurin. Sí eisini greinina “Vil forða fyri at jørðin broytist til eina aðra gongustjørnu”. Fer at ávirka líkindini at liva í Føroyum Tjóðveldisflokkurin ivast ikki í, at tey, sum keypa okkara fiskavørur, fara eisini at krevja, at vit liva upp til Kyoto sáttmálan, akkurát sum tey longu eru farin at seta okkum onnur umhvørviskrøv Lesið - so eru tit við