Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2007 5 tíðindi – Vit hava skúgvað ábyrgdina frá okkum alt ov leingi, men vit hava moralska skyldu at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar. Og so kostar tað ikki serliga nógv heldur, sigur Tjóðveldisflokkurin, sum nú leggur upp­ skot fyri Løgtingið um at seta Kyoto sátt­málan í gildi í Føroyum Kyoto og Føroyar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Longri, vit bíða, meiri fer tað at kosta og álvarsligari verða avleiðingarnar. Tað er boðskapurin hjá Tjóð­veldisflokkinum. Flokkurin vil nú hava før­ oyingar at seta Kyoto sátt­ málan í gildi fyri Føroyar og tá ið politiska arbeiðið verður tikið upp aftur seinni í hesum mánaðinum, fer flokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar. Sostatt sleppur Føroya Løgting nú at taka støðu til um Kyoto sáttmálin skal setast í gildi í Føroyum, ella ikki. – Vit hava alt ov leingi skúgvað hesa ábyrgdina frá okkum. Men ongin kann renna undan, at vit eru eftirbátur á hesum øki og vit hava eina moralska skyldu til at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar, søgdu tey fimm tjóðveldisfólkini, Hergeir Nilesen, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoy­dal, Heidi Petersen og Finnur Helmsdal, tá ið tey greiddu frá uppskotinum á tíðindafundi í Jómsborg í Vági í gjár. Tey mæla tískil til, at lands­ stýrið fer undir samráðingar um føroyska CO2 kvotu. – Vit eiga at hava okkara egnu kvotu, uttanum Dan­ mark, tí tað fer at gera tað munandi lættari at fáa eina avtalu, sum tekur atlit til okkara serligu viðurskifti, sigur flokkurin. Men flokkurin væntar eis­ini, at uppskotið verður samtykt. Í fyrra lagi halda tey, at rákið gongur tann vegin og í øðrum lagi hevur tann eini samgonguflokkurin, Sam­ bandsflokkurin, alment boðað frá, at hann vil hava Kyoto í gildið í Føroyum. Harafturat hava partar í Javnaðarflokkinum mælt sam­gonguni til at taka altjóða ábyrgd í umhvørvismálum og hava javnan átalað sam­ gonguna fyri drál á hesum øki. Hava eina serliga ábyrgd Hesi seinastu árini hava vís­ indafólk ferð eftir ferð víst á, at hvussu stóra ávirkan heimsumfatandi dálkingin hevur á veðurlagið um all­an heimin, við vatnflóð, harð­ ari ódnum, heitari veðri, broyttum gróðrarlíkindum í sjónum o.s.fr. Vísindafólk staðfesta eisini, at tað er ov seint at fyribyrgja teimum broyt­ ing­um, sum eru hendar. Men tað er ikki ov seint at forða fyri teimum ringastu avleiðingunum. Í hesum sambandi heldur Tjóðveldisflokkurin, at Før­ oyar hava eina helt serliga ábyrgd, tí er tað nakar, ið livir í náttúruni og av náttúruni, eru tað vit. – Tí hava vit eina serliga ábyrgd at gera okkara til at tálma útlátið av vanda­ miklum CO2 gassi, heldur flokkurin. Men flokkurin metir, at vit eiga ikki einans at gera hetta fyri okkara egnu skyld. – Vit hava eisini eina mor­ alska skyldu at taka ábyrgd í royndunum at tálma út­lát­ ið av CO2 gassi, sigur flokk­ urin. Men samstundis vísir flokk­­urin á, at í 1993 sam­ tykti Løgtingið, at ST-veður­ lagssáttmálin varð settur at galda fyri Føroyar og Kyoto frumskjalið er ein uppfylging av tí sáttmálanum. Ein orsøk til, at nógv hava aftrað seg við at taka undir við Kyoto sáttmálanum, er, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar, helst fiskiflotan, sum letur nógv CO2 gass frá sær. Tjóðveldisflokkurin sigur, at hetta er ein misskiljing. – Tað er vanligt, at lond samráðast seg fram til at lata týðandi vinnuligar partar verða undantiknir og tí er hetta ikki átak ímóti okkara høvuðsvinnu. Sostatt hava norðmenn tikið atlit at vinnuligum ser­eyðkennum. Tað merk­ ir, at norski fiskiflotin verð­ur ikki raktur, tí tað er ein høvuðsvinnur. Teir hava eisini tikið atlit fyri olju­vinnuni. Somuleiðis er danski handilsflotin undan­ tikin kvotuni. Annars er kravið í Kyoto, at útlátið av CO2 verður minkað 5,3 % í árunum 2008-2012 afturímóti útlát­ inum í 1990. Hinvegin hevur ES sett sær fyri at minka útlátið minst 8% í miðal. Men summi ES lond, hava sett sær fyri at minka útlátið enn meiri, eitt nú hevur Danmark sett sær fyri at minka sítt útlát 21% Harafturímóti hava ís­lendingar tilskilað sær rætt til at hækka sítt útlát 10%, tí teir hava so reina orku frammaundan og vilja leggja upp fyri eini møguligari olju­ vinnu. Kostar ikki nógv Annars meta altjóða ser­ frøðingar, at tað fer at kosta umleið 1% av heimsins saml­aðu bruttotjóðarúrtøku at fara undir at tálma CO2 útlátið nú. Men gera vit onki nú, fara avleiðingarnar í ring­ asta føri at kosta 20% av heimsins samlaðu brutto­ tjóðarúrtøku. Men fyri Føroyar vísir ein meting, at tað fer at kosta eina millión um árið at hava eitt starv og at gera hagtøl í hesum sambandi. Men ganga vit undir Koy­ oto, er ikki sagt, at vit sjálvi skulu skerja okkara útlát. – Tað ber til at keypa CO2 kvotur frá øðrum londum, sum ikki hava so stórt útlát. Alt eftir, hvussu marknaðurin er fyri slíkar kvotur, fer tað at kosta millum 9 og 26 milliónir um árið frá 2008- 2012 – Seta vit hinvegin egin tiltøk í verk fyri at minka útlátið, er metingin, at tað fer at kosta einar átta milliónir um árið. – Men her er neyðugt at hava í huga, at í 1990 var kreppan farin at gera um seg í Føroyum og tí er neyðugt at áseta eitt meiri realistiskt útrokningargrundarlag. Sam­ stund­is er neyðugt at taka atlit at fiskiflotanum, so at hann ikki verður skerdur. – Samanumtikið kostar tað ikki serliga nógv at seta Kyoto í gildi í Føroyum og tað er ein misskiljing, at hetta fer at raka okkara fiskiflota, tí tað kunnu vit samráðast okkum burturúr, sigur Tjóðveldisflokkurin. Hinvegin kann hetta skunda undir, at vit seta orku­ sparandi tiltøk í verk, eitt nú við varandi orkukeldum og øðrum. Sí eisini greinina “Fer at ávirka líkindini at liva í Føroyum”. Vil forða fyri at jørðin broytist til eina aðra gongustjørnu Á tíðindadundi í Jómsborg í Vági í gjár greiddi Tjóðveldisflokkurin frá, hví tey halda at tað hevur so stóran týdning, at eisini Føroyar seta Kyoto-sáttmálan í gildi. Frá vinstru standa Høgni Hoydal, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen og Heidi Petersen. Myndina tók Bjarta Hergeirsdóttir