Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 11 - 16. januar 2007 tíðindi - Fíggjarligi standurin hevur leingi verið so soltin, at eg hevði gjørt av at gevast við filmslistini, um ikki vend kom í nú, sigur ein ovurfegin Katrin Ottarsdóttir, sum hevur fingið tillutað trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins Mentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað er ein rólig og sera fegin Katrin Ottarsdóttir, sum tekur telefonina í morgun. Fríggjadagin fekk 49 ára gamla føroyska films­ listakvinnan boðini um, at Mentunargrunnur Landsins hevur gjørt av at tillutað henni trý ára starvsløn. Sostatt fær hon arbeiðsfrið til at framleiða film næstu trý árini. Vildi ikki trúgva tí – Hetta má vera eitt tekin um, at eg skal halda fram við at gera film, sigur Katrin Ottarsdóttur, sum ikki vildi trúgva tí, tá Rói Paturson, formaður í Ment­unargrunni Landsins ringdi við gleðiboðunum fríggjadagin. – Hetta var tað besta sum kundu henda beint nú – heilt fantastiskt, sigur Katrin Ottars­dóttir, sum er stødd í heiminum í Hedehusene, har hon og maðurin Hugin Eide búgva. – Nú havi eg gingið og vant meg so spakuliga við tankan í vikuskiftinum. Líka­ sum at smakka uppá eitt lekkurt bomm, sum ger meg heita um allan kroppin, sigur Katrin. Og hon greiðir frá, at um ikki fíggjarliga støðan broyttist beint nú, hevði hon heilt sikkurt tikið seg úr filmsumhvørvinum nú. – Eg havi ikki fingið fasta løn síðani vit gjørdu Bye Bye Blue Bird í 1999. Havi undirvíst eitt sindur, hildið fyrilestrar og fingið arbeiðsloysisstuðul. Og so brúkt alla orkuna til, at søkja um fígging til mongu filmsverkætlanirnar, eg havi í stoypiskeiðini, sigur hon. Hon greiðir frá, at fyri einari tíð síðani gjørdi hon av at gera íløgur í privata filmsútgerð til dvd-framleiðslu. – So kann eg sjálv taka upp, klippa og annars gera alt tað, sum eitt vanligt films­lið ger, sigur Katrin. Hon skoytir uppí, at í dag er útgerðin so framkomin, at til ber at gera nærum alt sjálvur. Teknikkin rópar hon One (Wo)man Camera, og verður hann alt meira útbreiddur. Mong hugskot Spurd, hvat hon ítøkiliga ætlar at nýta trý ára starvs­ lønina til, greiðir hon frá, at í løtuni leggur hon síðstu hond á eitt filmsverk í trim­ um pørtum um trý føroysk listafólk. – Eg fari aftur um lista­ menninar Jóannes Nielsen, Tórodd Poulsen og Hans Paula Olsen, har eg royni at lýsa teir bæði sum privat­ persónar og sum listafólk. Har er avbjóðingin, at flætta filmshugsunarháttin við inn í reportagu- og doku­ mentarsjangruna, greiðir Katrin Ottarsdóttir frá. Og hon leggur afturat, at hon hevur ætlanir um at gera eina nýggja triologi við ungum listafólkum, tá hon er liðug við tí fyrru. – Eg havi so ómetaliga nógv hugskot og verkætlanir, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt við. Eisini til sjón­ varpsframleiðslu. So næsta stig verður at seta meg í samband við sjónvarpið, fyri at royna at fáa eitt samstarv í lag tann vegin eisini, sigur Katrin Ottarsdóttir. So tað letur til, at um stutta tíð, fara vit at hitta hana her á landi við einum upptøkutóli í hondini. Tí, sum hon sigur, so eru Føroyar pallurin hon arbeiðir út frá. Eitt tekin um at eg skal gera film Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri Fødd: 22. mai 1957 Framleiðslur: 1999 - Bye Bye Blue Bird 1995 - Manden der fik lov at gå 1992 - Ævintýri á Norðurslóðum 1991 - Hannis 1989 - Atlantic Rhapsody - 52 myndir úr Tórshavn FAKTA Poul F. kemur heim Fríggjakvøldið 19.jan kl. 19 verður hugnaløta í Sumbiar Skúla í samband við, at bringumynd av skaldinum Poul F Joensen verður avdúkað Tað er listamaðurin Giovanni Francesco Nonne, sum býr í Vági, sum hevur evnað myndina til. Á hugnaløtuni fer Hanus G. Johansen at syngja yrkingar eftir hargaskaldinum. Eisini luttekur Sumbiarkórið Niclas Hentze, bygdarráðsformaður, fer at avdúka bringumyndina Tryggvi Thomsen og Danjal Johan Lisberg fara at siga nøkur orð um skaldið. At enda fara sumbingar at kvøða nøkur ørindi úr ”Stríðið á Húnalandið” og ”Frísakvæðnum” . Hesi kvæði yrkti Poul F. Aftaná verður kaffi, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Arbeiðsávísing á netinum Við heimasíðuni, www.starv.fo, er hevur Arbeiðsloysisskipanin tikið eitt fet fram móti eini meira fleksiblari arbeiðsávísing, sum er ætlað sum eitt mót hjá bæði arbeiðstakarum og –gevarum. Til ber hjá brúkarum at upprætta sín egna profil, og á tann hátt ber til hjá áhugaðum arbeiðsgevarum at søkja eftir ymsum kriterium, tá leitast skal millum tey skrásettu. Higartil hava á leið 2.000 arbeiðstakarar skrásett seg á skipanini, har eisini 350 arbeiðsgevarar eru skrásettir, sigur ALS í tíðindaskrivi. Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvslønir fyri 2007 til listarligt og mentanarligt arbeiði. Tilsamans 90 mánaðar­ lønir fyri slakar 2,0 milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. Tilsamans vóru 62 um­søkjarar ið søktu um starvs­løn fyri umleið 11 milli­ónir krónur. Av teim­ um vóru 22 umsóknir játtaðar. Starvslønirnar kunnu verða latnar soleiðis: 1 starvs­løn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánadir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. august 2006 er kr. 22.010,74 um mánaðin. Filmslistin fekk trý ár Mentanargrunnur Landsins Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. FAKTA Navn Starvsløn Katrin Ottarsdóttir 3 ár Bjarni Restorff 1 ár Hanus G. Johansen 6 mðr Sigrun G. Niclasen 6 mðr Jóanes Nielsen 6 mðr Marianna Mørkøre 4 mðr Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð 3 mðr Edward Fuglø 3 mðr Hanni J. Bjartalíð 3 mðr Ingi Joensen 3 mðr Sunleif Rasmussen 3 mðr Vónbjørt Linjonsdóttir 2 mðr Janus á Húsagarði 2 mðr Philippe Carré 2 mðr Rannvá K. Justinussen 2 mðr Jógvan S. Biskopstø 2 mðr Jens Pauli Heinesen 2 mðr Guðrið Poulsen 2 mðr Hjørdis Johansen 1 mð Jens Mortan Mortensen 1 mð Marianne Clausen 1 ár Marita Súsanna Dalsgaard 1 mð Hesi fingu í ár: Nú fái eg savnað meg um at gera film, sigur Katrin Óttarsdóttir, filmslistakvinna