týsdagur 16. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2007
7
tíðindi
Hóast prístalið sein
asta árið er hækkað
1,3 prosent, lækkaði
brúkaraprístalið
síðsta ársfjórðingin
í fjør 0,2 prosent,
frá 106,7 til 106,5.
Minkingin stavar
serliga frá lægri
brenniolju- og bensin
prísum
Samfelag
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Seinasta árið er brúkara
prístalið hækk að 1,3 pro
sent. Oljuprísir toga brúk
araprístalið niðureftir sein
asta ársfjórðingin, upplýsir
Hagstova Føroya.
Frá 3. ársfjórðingi til 4.
ársfjórðing 2006 lækk aði
brúkaraprístalið 0,2 prosent,
frá 106,7 til 106,5. Prísurin
á brenniolju til húsarhald
fór 8,5 prosent niður, og
prísirnir á brennievni til
akfør fóru 9,7 prosent nið
ur.
Prísirnir á matvørum
eru lækk aðir 0,2 prosent
seinasta ársfjórðingin, tað
eru serliga prísirnir á grøn
meti, sum eru farnir niður.
Meðan lægri brenniolju
prísurin
hevur
minkað
býlisútreiðslurnar, so er
øvut við rentuni og húsa
leiguni. Rentan á íbúða
lánum er hækk að 5,6 pro
sent, meðan húsaleigan
er farin 7,8 prosent upp.
Klædnaprísirnir eru eisini
farnir upp seinasta ársfjórð
ingin.
Matur, tubbak
og húsaleiga
Frá 4. ársfjórðingi 2005 til
4. ársfjórðing 2006 hækk aði
brúkaraprístalið 1,3 prosent.
Mestu ávirkanina hava
matvøruprísirnir, sum vóru
2,7 prosent hægri enn fyri
einum ári síðani. Prísirnir á
tubbaksvørum eru hækk aðir
11,3 prosent. Prísvøksturin
á mat- og tubbaksvørur
eiga umleið tveir triðing
ar av vøkstrinum í brúkara
prístalinum seinasta árið.
Húsaleigan er farin 20,3
prosent upp síðan 4. árs
fjórðing í 2005. Í brúkara
prístalinum er prísgongdin
á húsaleigu ásett eftir
gongdini í sethúsaprísunum
við hálvt árs seinking.
Aðrir vøru- og tænastu
bólkar, sum hava ávirkað
brúkaraprístalið uppeftir
seinasta árið eru akfarskeyp
og hotelltænastur.
Prísvøksturin
seinasta
árið er tálmaður mest av,
at prísirnir á móttøku-,
upptøku- og endurgev
ingartólum eru farnir 7,4
prosent niður, og at brenni
oljuprísurin er 3,1 prosent
lægri.
Eisini lægri renta og
bíligari klæði hava minkað
um vøksturin í brúkaraprís
talinum, sigur Hagstovan
á heimasíðuni hjá stovni
num.
Brúkaraprístalið hækkað 1,3 prosent
Føroyar
eru ein
býur
Strategibólkurin
fyri infakervi hevur
lagt fram uppskot til
framtíðar infrakervið.
Har verður eitt nú
sagt, at miðjast skal
ímóti, at ferðatíðin
til Havnar svarar til
ferðatíðir í størri
býum
Visjón 2015
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Strategibólkarnir
fyri
arbeiðsmarknað, infrakervi
og tilfeingi hava sent upp
skot síni til hoyringar. Í
pappírunum lýsa strategi
bólkarnir hvørji mál eiga
at verða sett fyri økini, og
hvat eigur at verða gjørt,
fyri at røkk a málunum.
Í blaðnum í dag vísa vit
á nakrar av niðurstøðunum
hjá bólkinum, sum hevur
arbeitt við infrakervi.
Aðalmálið sett
Í tekstinum sigur bólkurin,
at aðalmálið er, at góðir
ferðamøguleikar
skulu
stuðla upp undir og tryggja
menning og trivnað í Før
oyum. Infrakervið skal vera
soleiðis háttað, at lætt, trygt
og ódýrt er hjá øllum at
ferðast, bæði innanoyggja
og út í heim.
Ferðatíðin
Ferðatíðin er umráðandi,
tá bústaður verður valdur.
Ferðatíðin
til
arbeiðis,
handils, útbúgvingar- og
ansingarstovnar, frítíðar
áhugamál er avgerandi.
Ikk i er tað bara frástøðan
í kilometrum, men kanska
í nógv størri mun tíðin tað
tekur at ferðast, góðskan á
ferðini og smidleikin, at ein
kann ferðast tá tørvur er á
tí, sum er umráðandi.
Í mun til útheimin eru
allar Føroyar ein útjaðari,
og miðjast eigur at vera
ímóti at allar
Føroyar kunnu síggjast
sum ein býur. Umráðandi
er, at hesin býur hevur ein
miðstað (sentrum), fyri at
kunna bjóða flestøll tilboð
og tænastur, sum stórbýir
í okk ara grannalondum.
Hetta verður mett neyðugt,
fyri at fáa og fasthalda
skikk aða arbeiðsmegi í
Føroyum og annars stuðla
trivnaðinum hjá fólkinum
her býr.
Betri flytføri, framkomu
leiki og smidleiki á infra
kervinum innanlands verð
ur framt við at umskipa
felagsferðsluna, so hon
verður meira fjølbroytt, laga
eftir
flutningstørvinum,
og við at um- og útbyggja
fysiska infrakervið. Dentur
verður lagdur á at skipa
farleiðirnar eftir slagnum
av flutningi. Tí verður eitt
høvuðsvegakervi, ið er til
skilað gjøgnumgangandi
ferðslu gjørt. Endamálið
við høvuðsvegakervinum
er at knýta ymisku økini í
landinum saman, so skjótt,
trygt og lætt er at ferðast.
Millum lond
Okk ara flytføri og fram
komuleiki út í heim er tengt
at flog- og skipaferðslu, her
eru serliga flogvallir og
havnaviðurskiftir viðgjørd.
Umráðandi er at hava
javna flogferðslu, og tí eig
ur hóskandi flogvøllur at
vera á best egnaða stað,
soleiðis at mest brúktu
flogførini kunnu nýta hann.
Havnaviðurskiftini eiga at
vera samskipað munandi
betur enn í dag.
Atlit til ferðslutrygd og
umhvørvi skulu hugsast
inn í allar partar av infra
kervinum, og takast við í
øll tiltøk og verkætlanir.
Talan er aloftast um stór
ar íløgur, tá infrakervið
skal útbyggjast, og tí er
umráðandi, at hesar íløgur
geva størst møguliga sam
felagsliga nyttu í mun til
kostnaðin.
Infrakervið skal vera fyri
øll, tað vil siga fyri soleiðis
háttað, at lætt, trygt og
ódýrt er hjá øllum at ferðast,
herundir eisini fólkið við
skerdum førleika.
Føroyar - ein býur
Tað ber tann vegin, at nógv
savnast í ella kring Havnina.
Betri
ferðamøguleikar
kunnu viga ímóti hesum
ráki, og visjónin er, at við
støði í verandi bústaðar
mynstri skulu vit gera eitt
alment infrakervi, sum
kann loyva fólki at búseta
seg og arbeiða har, sum tað
helst vil.
Infrakervið skal vera smid
ligt, so at ein kann ferðast,
tá ið tørvur er. Hetta gerst
best við føstum sambandi
við miðstaðarøkið, og slíkt
samband skal verða gjørt,
har tað loysir seg sam
felagsliga, eisini við fram
tíðarútlitum í huga.
I dag hava 86% av føroy
ingum fast vegasamband
við høvuðsstaðin, og við
góðum ferðamøguleikum
kunnu allar Føroyar verða
roknaðar sum miðstaðarøki.
Miðjast skal ímóti at ferða
tíðin til Havnar svarar til
ferðatíðir í størri býum.
Samstundis eiga vit eisini
at menna infrakervið uttan
um Tórshavn, sum er mið
staðurin, fyri at tryggja at
fyrimunirnir við góðum
infrakervið til Tórshavnar
ikk i eru til onga nyttu orsaka
av
orkuføristrupuleikum
uttanum Havnina. Tí eru
eisini flest allar ferðatíðir
ásettar við Havnini í huga.
Limir í strategibólkinum um infrakervi
• Niels Winther, deildarstjóri, formaður
• Joel undir Leitinum, stjóri
• Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri
• Olga Biskupstøð, formaður
• Randi Fredriksberg, Kommunusamskipanin
• Oyvindur Brimnes, Landsverk
• Kristian Davidsen, Strandfaraskip Landsins
• Kitty May Ellefsen, fulltrúi
• Hjørdis Gaard, fulltrúi
FAKTA