týsdagur 16. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 11 - 16. januar 2007
tíðindi
Boys In A Band á Myspace
Stjørnuskotini Boys In A Band eru millum mest spennandi nýggju
tónleikanøvnini í Føroyum. Nú er bólkurin at hoyra á alnetinum.
Eins og nógvir aðrir føroyskir bólkar, hevur Boys In A Band
fingið sær ein profil á Myspace, har ber til at hoyra tónleikin, ið
hevur fingið dómsnevndina til Planet Awards at peika á hendan
bólk, sum eitt av uppskotunum til besta nýggja bólk á stóra
føroyska tónleikahátíðarhaldinum, ið verður 27. januar. Har liggja
tey bæði løgini Secrets To Conceal og Black Diamond Train.
Vitjað bólkin á http://www.myspace.com/boysinaband
nud
Í samband við at
Kristleif stutt fyri
jól gav út aðru fløgu
sína On The Road,
fer hann komandi
dagarnar at hava
konsertir kring landið
saman við bólki
sínum.
Tíðindaskriv
Konsertferðin byrjar við
útgávukonsert og móttøku
í Miðlahúsinum mikudagin
17. kl. 20.00
Síðan verður spælt í Klaks
vík, Tórshavn og Vági.
On The Road er næsta
útspælið frá kollfirðinginum
sum tók øll av bóli við
at vinna singer/songwriter
kappingina
hjá
Hotel
Hafnia í 2004, hóast hann
var eitt heilt óskrivað blað
tá.
Eftir hettar kom so hans
ara fyrsta solo-fløga út, tal
an var tá um eina sera lov
andi fløgu.
Tað hevur ikki verið
nógv at hoyrt til Kristleif
seinasta árið, men hann
hevur ikki ligið stillur fyri
tað. Búsitandi í Danmark
hevur hann fyrireikað og
tikið upp sangirnar saman
við Christopher Juul í
LAVA studios.
Úrslitið er ein sera bein
rakin og erlig útgáva, sum
lyftir arvin eftir fyrru fløg
uni og tekur okkum á eina
viðkomandi ferð inn í huga
heim Kristleifs.
Enn einaferð megnar
Kristleif at bergtaka lurtar
an við sínum sterku og ein
faldu løgum.
Kristleif liggur í løtuni á
einum 9. plássi á 15 teimum
bestu við eini útseting av
Iron Maiden klassikarinum
Number Of The Beast.
Fleiri løg av fløguni verða
avgjørt at hoyra seinni á
listanum hjá ÚF.
Vitja Kristleif á
www.kristleif.com og www.
myspace.com/kristleifmusic
Teitur í uppskoti
sum besti sangari
í Danmark
Tónleikur
Niels Uni Dam
27. januar hevur Teitur
møguleika at gerast besti
sangari í Føroyum á
Planet Awards. Á DMA
3. mars kann hann gerast
besti sangari í Danmark.
Danish Music Awards
fer av bakkastokki hetta
kvøldið, og í gjár vórðu
tey, ið eru í uppskoti til
heiðurslønir almanna
kunngjørd. Fløgan hjá
Teiti, hevur ikki talst
millum tær mest seljandi
í Danmark farna árið,
men fáar munnu hava
fingið so góð ummælir,
hetta er ivaleyst partur
av orsøkini til, at Teitur
telist millum nøvnini, ið
eru í uppskoti til heiðurs
lønina til besta sangara í
Danmark.
DMA er ikki at blanda
við lítla beiggjan DMA
Folk, har Eivør í fjør vann
tvær heiðurslønir. Hetta
er nógv størri tiltak, ið
verður í KB Høllini og
verður sent beinleiðis í
danska sjónvarpinum.
Teitur skal kappast
við fleiri tungvektarar.
Tilnevndir eru: Mikael
Simpson, Simon Kvamm
úr Nephew, Teitur Lass
en, Thomas Helmig og
Troels Abrahamsen úr
Veto.
Teitur skal sostatt kapp
ast við kvarta føroyingin
Simon Kvamm, ið saman
við bólki sínum Nephew
er í uppskoti til seks
heiðurslønir við DMA:
Ársins útgáva, ársins
bólkur, ársins sangari,
ársins danska hitt, ársins
danska rokkútgáva, ársins
sangskrivari. Nephew er
eisini í uppskoti til eina
planet á Planet Awards.
Bólkurin, sum í fjør
vann planetina sum besti
útlendski bólkur hevur
møguleika at endurvinna
planetina í ár.
Kristleif On The Road
Konsertferðin:
Mikudag 17.:
Miðlahúsið í Vágsbortni. Útgávukonsert kl. 20.00.
Hósdagin 18.:
Leikalund, Klaksvík. Kristleif spælir og signerar fløgur kl. 17.00
Virkishúsíð, Klaksvík. Ókeypis konsert kl. 20.00
Fríggjadagin 19.: REX, Konsert kl. 21.00
Café Natúr, Kristleif spælir kl. 23.00-02.00
Leygardagin 20.: Pakkhúsí í Vági. Konsert kl. 22.00
- Exodus (2015)
hjá 200 var eitt av
bestu rokkløgunum,
ið kom út í fjør
sigur maðurin
handan íslendsku
rokksavnsfløguna
Rokkland
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í gjár kom fløgan Rokkland
út. Hetta er tvífløga við
rokktónleiki, ið kemur út
á
íslendska
marknaðin
á hvørjum ári. Á tí einu
fløguni eru rokkklassikarar
so sum Common People
við Pulp, Zombie við The
Cranberries, Here Comes
Your Man hjá Pixies og
Black Hole Sun hjá Sound
garden umframt ymiskt
íslendskt. Hin fløgan er
við aktuellum rokktónleiki,
Millum løgini á tí fløguni er
Exodus (2015) hjá føroysku
200 umframt nógv íslendsk
løg og Country Girl við
Primal Scream, You Have
Killed me við Morrissey
og The Fallen við Franz
Ferdinand.
Maðurin handan fløguna
er kendi útvarpsmaðurin
og plátuvendarin Óli Palli.
Hann er sambært heim
ildarmanni okkara í Íslandi,
Jens Guð, ein av allar best
umtóktu útvarpsmonnunum
í Íslandi. Í sending á
íslendsku útvarpsrásini Rás
2 sunnudagin legði Óli Palli
fløguna fram. Um avgerðina
at hava 200 við á fløguni
segði hann, at teir vóru
eitt av hæddarpunktunum
á Airwaves í 2005, og at
hetta lagið Exodus (2015)
í hansara metan var eitt av
bestu rokkløgunum, ið var
komið út í 2006 og eitt lag,
ið hevði rakt hann beint.
Jens Guð vísir á, at
henda fløgan verður seld í
fleiri túsund eintøkum, og
at hetta er ómetaliga gott
fyri marknaðarføringina av
200 í Ìslandi, júst eins og
luttøkan hjá Høgna Lisberg
við lagnum Morning Dew
á fløguni 100% Sumarið
2006, gjørdi fyri Høgna.
200 eiga eitt av ársins
rokkløgum í Íslandi