Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2007 9 tíðindi Hósdagin 11. januar 2007 eru fimm ár liðin síðani Guantánamo- fangalegan á Kuba varð tikin í brúk. Amnesty heitir í hesum sambandi á fólk um at senda heilsanir til fang­ arnar, sum kunnu birta nýggja vón og eisini gera myndug­ leikarnar varugar við, at áhugi er fyri fangunum og fyri at mannarættindi verða vird AMNESTY Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Síðani 2002 hava til­sam­ ans 775 fangar verið aftur­ hildnir á Guantánamo. Í løtuni sita umleið 430 fangar úr 35 ymiskum londum í fangaleguni utt­ an ákæru ell a dóm. Amnesty International arbeiðir fyri at fangarnir á Guantánamo verða settir fyri ein vanligan dómstól samsvarandi øll um al­tjóða standardum, uttan at deyða­ dómur verður nýttur. – Um hetta ikki verður gjørt eiga teir at verða leyslatnir beinanvegin, sig­ ur Amnesty. Tí heitir Amnesty á fólk um at senda nýggj­ árs­heilsanir til fangarnar. Heilsanirnar kunnu birta nýggja vón og eisini gera myndugleikarnar var­ugar við, at áhugi er fyri fangunum og fyri at mannarættindi verða vird – eisini á Guantánamo. Fimm fangar hava fingið loyvi at fáa post uttanífrá og Amnesty heitir í hesum sambandi á fólk um at senda stuðulsheilsanir til fangarnar. – Heilsanirnar kunna birta nýggja vón í einari svárari tíð og somuleiðis gera myndugleikarnar var­ ugar við altjóða áhugan fyri fangunum, sigur fe­lags­­skapurin. Menninir, hvørs søga verður søgd á heimasíðuni hjá Amnesty og prentað her í blaðnum í vikuni, hava brúk fyri tínum stuðli. Amnesty heitir á fólk um at senda teimum eina heilsu – eina áminn­ ing um, at teir ikki eru gloymdir. Fimm ár á Guantánamo Týdningarmikið at hava í huga, tá kort verða send: • Send einfaldar heilsanir, helst á upprunamálinum ella á enskum. • Send ikki politiskar ella átrúnaðarligar heilsanir – einfaldar heilsanir, sum bera boð um samkenslu eru nóg mikið. • Send kort uttan trúarligar ella jólaligar myndir. • Nýt ikki Amnesty kort og nevn ikki Amnesty International. • Bið ikki um aftursvar, men skriva navn og bústað á postkortið. So kann viðkomandi avgera um hann svarar tínum brævi. • Merk brævbjálvan ”Airmail” og set eitt 10 kr. frímerki á. • Seinasta freist at senda kort er 28. februar 2007. Vinarliga send Amnesty eitt avrit, um tú fært nakað svar. Ynskir tú at senda Omar Deghayes eina heilsan, so er adressan henda: Bisher al-Rawi; ISN 906Camp Delta PO Box 160 WashingtonDC 20053 USA Klivi hansara er brennandi heitur um dagin og ísakaldur um náttina. Teppið er tikið frá honum umframt aðrar lutir sum wc-pappír, tannbust og annað Bisher al- Rawi er 34 ára gamal. Hann er irakiskur ríkisborgari, búsitandi í Ong­landi. Í 2002 skuldi Bisher á tænastuferð til Gambia, men enska fregnartænastan steðgaði honum á Gatwick flogvøll inum. Hann varð tó leyslatin í fyrstu atløgu og fór víðari, men varð hand­ tikin aftur í Gambia. Í byrjanin varð hann hild­ in aftur á Bagram, Af­gan­ istan, og í mars 2003 varð hann fluttur á Guantánamo- fangaleguna. Bisher er avhoyrdur reglu­ liga og avhoyringarnar hava í høvuðsheitum snúð seg um sambandið mill um hann og Abu Qatada, sum CIA hevur undir ilgruna fyri at fremja yvirgang. Somuleiðis hevur hann verið skuldsettur fyri, at hava havt lutir til hóp­oyð­ ingarvápn við til Gam­bia. Seinni er tað komið fram, at “hóp­oyð­ingar­vápn­ini” talan var um var ein battarí- upp­løðara. Bisher verður enn spurdur somu spurningar sum í 2002 og sýtir nú fyri at samstarva. Hetta hevur við sær at hann verður píndur. Klivi hansara er brennandi heitur um dagin og ísakaldur um náttina. Teppið er tik­ ið frá honum umframt að­rar lutir sum wc-pappír, tannbust og annað. Ensku myndugleikarnir hava ikki vilja hjálpt Bisher, tí hann er irakiskur ríkisborgari. Men í apríl í fjør byrjaðu myndugleikarnir at arbeiða fyri at fáa Bisher aftur til Stórabretland. Hetta er ikki eydnast enn. Ber ótta fyri, at Bisher verður sendur til Irak, har hann er í vanda fyri at verða píndur og fongslaður uttan eitt rættvíst sakarmál. Tí heitir Amnesty á fólk, um at skriva eina heilsan til Bisher. Vit endurgeva her søguna um Bisher al-Rawi, sum stendur at lesa á www.amnesty.fo Bisher al-Rawi