týsdagur 16. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 11 - 16. januar 2007
Mentanarvirðisløn Landsins er sum kunnugt latin
Zachariasi Heinesen, listamanni. Heiðursgáva
Landsins er latin Jógvani Isaksen. Tað man vera
vanlig semja um, at Mentamálaráðharrin her her
havt eina heppna hond. Báðir menn hava hvør
á sínum øki framt stór mentanarlig avrik, sum
avgjørt hava uppiborið samfelagsins viðurkenning
og tøkk.
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Zacha
riasi Heinesen, fyrst og fremst fyri hansara framúr
góðu listaverk og harumframt týdning hansara
fyri myndlistina og menning hennara í Føroyum.
Zacharias hevur hevur ígjøgnum eina lívslanga
listarliga tilgongd havt eina tráan eftir nýggjum
avbjóðingum og margfeldi, men tað er kanska
mest av øllum hansara heilt egna og djarva
ekspressionistiska landslagsmynd, ið stendur sum
ein varði eftir hann og sum eisini hevur kveikt
listarliga neistan í mongum av okkara listafólkum.
Zacharias Heinesen eigur ein týdningarmiklan
part í føroyskari myndlistasøgu, sigur nevndin,
sum innstillar Zacharias til virðislønina. Beinrakin
orð, sum vit hervið loyva okkum at gera til
okkara.
Jógvan Isaksen fekk Heiðursgáva Landsins fyri
hansara fjølvirkna leiklut á tí føroyska mentanar
pallinum. Sum bókmentafrøðingur hevur Jógvan
í greinum, bókum og monografiskum lýsingum
av einstøkum høvundum varpað ljós bæði á
ritverkið og serstakliga á føroyskar bókmentir
í seinasta triðingi av 20. øld. Jógvan er eisini
krimirithøvundur og hevur hetta talt við. Hann
ger eisini eitt megnararbeiði uttanlands fyri at
promovera føroyskar bókmentir.
Virðislønirnar eru eitt sera gott tiltak. Tær minna
okkum á tann týdning, sum mentan og list
hava fyri tjóðina. Mentan og list hava vaksandi
týdning í eini tíð, har alt størri dentur tykist verða
lagdur á materiellu virðini. Men myndugleikarnir,
løgting og landsstýri, eiga ikki at goyma, at fyri
at kunna skapa stór listaverk, mugu listafólk hava
sømilig arbeiðskor. Fyri at mentan kann blóma
er neyðugt at geva mentanarstovnunum góðar
virkismøguleikar. Hesi viðurskifti eru sera væl
lýst í Visjón 2015, og tí er at vóna, at politikkarar
taka sína egnu visjón í fullum álvara. Hetta er ein
fortreytin fyri, at mentan og list kunnu blóma í
Føroyum.
Sosialurin
Virðiligar virðislønir
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Enn einaferð er eldur fest
ur í kjakið um royking á
almennum støðum. Grund
gevingarnar eru nógvar
bæði fyri ella ímóti, og ikki
skulu hesar grundgevingar
gjøgnumgangast í hesum
brævi.
Tó vil eg gjarna greiða frá
míni støðu til royking. Fyri
meg at síggja er royking
harðskapur. Royking er
ikki einans skaðilig, tað
er so nógv annað eisini.
Avgerandi trupulleikin er,
at tá roykt verður, har onnur
eru til staðar, tá fremur
roykjarin harðskap móti
hinum. Í minsta lagi eigur
roykjarin altíð at spyrja, um
tað er í lagi, at harðskapurin
verður framdur. Tað er
greitt, at hjá øðrum, ið
roykja, kennist royking ikki
sum harðskapur, men hjá
nógvum
ikki-roykjarum
er talan um sera grovan
ágang.
At roykja og at sláa
Øll munnu vera samd um,
at tað er skeivt at sláa onn
ur í einum handli, á eini
skrivstovu, í einum bili – ja
eisini í privata heiminum.
Øll munnu vera samd um,
at talan er um harðskap,
ið í størri ella minni mun
skaðar ofrið.
Færri
munnu
geva
sær gætur um, at tá fólk
roykja í einum handli, á
eini skrivstovu, í einum
bili – ja eisini í privata
heiminum – tá fremja hesi
harðskap móti teimum, ið
ikki ynskja hendan roykin.
Og í summum førum er tað
helst eitt størri brotsverk
at blása tubbaksroyk á ein
annan persón enn tað er
at sláa ein annan persón.
Tubbaksroykur kann jú í
longdini føra til ræðuligar
sjúkur, og hetta er vert at
hugsa um hjá einum pápa,
ið blæsur tubbaksroyk á
børnini hjá sær. Ein slíkur
pápi eigur at skilja, at hann
spælir hazard við heilsuna
hjá børnum sínum.
At roykja meðan onnur
eru hjástødd er ágangur,
harðskapur og ómetaliga
sjálvsøkin atburður. Men
hvat ein roykjari ger, tá
viðkomandi ikki er saman
við øðrum, er líkamikið.
Tað finst jú heldur eingin
lóggáva móti at sláa seg
sjálvan...
Royking er harðskapur
ikki-roykjari
Sámal Matras
Kristiansen
Nú tygum skjótt fara at fáa
16 ára gomul í løgtingið,
mugu tygum hugsa um, at
tingskipanin verður broytt,
og tað má farast í gongd
beinanvegin.
Eitt tað fyrsta ið, man
gerast – og sum kann taka
eitt sindur av tíð – er, at
tingsalurin má gerast størri,
tí tað verður brúk fyri fleiri
sessum. Her hugsi eg um,
at tey 16 ára gomlu mugu
hava pápa, mammu ella
verja við sær í løgtingið, tá
ið tey skulu trýsta á knøttin.
Og kunnu hesi ikki møta,
so má barnaverndin møta
í staðin.
Eisini mugu tygum minn
ast til at siga við løgtings
limir, at tað er ikki loyvi
til at “klistra” tyggigummi
upp undir borðini.
Vit sum dagliga fylgja
við í løgtinginum í sjón
varpinum fara eisini at
heita á tygum um at fáa
eitt “kamera” uttan fyri
løgtingsalin, so vit síggja,
hvat í løgtingslimir gera, tá
ið teir hava fríkorter.
Vit vilja fegin fylgja
við, tá ið Hendrik Old og
Kjartan Joensen fara at
lakka paradís. Eisini vilja
vit fegin síggja, tá ið tygum
og Annfinn Kallsberg fara
at hoppa um band. Her vil
eg halda, at tygum eiga at
syrgja fyri, at tað verður
Jógvan við Keldu og Kári
P. Højgard, ið vinda bandið,
og ikki tey 16-ára gomlu, tí
tey vinda so týtt.
Eisini vil eg halda, at tað
verður hugnaligt at síggja,
tá ið Lisbeth, Annita og
Heidi fara at skifta um
glansbíløt.
At halda skil á hesum,
vita vit, at tygum eru sera
væl egnaður. Nú koma
tygara royndir at ansa eftir
sílum og laksi – saman við
Júst í Túni – til sín rætt.
Hetta vita vit, ið hava lisið
bókina um Júst í Túni.
Eitt afturat. Syrg fyri
at vit framvegis hava tað
skipan, at tey rætta hondina
upp, tá ið tey biðja lova sær
á WC.
Klaksvík hin 15. januar
2006.
josa@post.olivant.fo
Jógvan
E. Ósá
Til Edmund Joensen, løgtingsformann