týsdagur 16. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2007
11
tíðindi
– Støðan kundi verið
betri, men er kortini
ikki so galin. Hon
er kanska ikki so
galin, sum vit høvdu
væntað.
Soleiðis sigur ein, ið
var við í ferðaliðnum
frá Tilbúgvingar
stovninum og MRCC
og Heilsufrøðisligu
Starvsstovuni, sum
fríggjadagin kom
til Vágs við tyrlu at
kanna avleiðingarnar
av oljulekanum , sum
stavar frá einum av
stóru tangunum hjá
SEV
Olja
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fríggjadagin kom tyrlan til
Vágs og hon setti seg á Oyr
unum í Vági, har orkuverk
og oljutangar hjá SEV eisini
eru. Ein av tangunum var hol
fyri kortum og olja rann á
økið kring tangan og fór eis
ini á sjógv.
Síðani hevur verið arbeitt
við lekanum og at reinsa og
taka upp.
Men myndir av deyðum
og oljudálkaðum fugli í
Sosialinum, og myndir av
lekanum annars í fjølmiðl
unum, fingu fólk frá Til
búgvingarstovninum og
MRCC og Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni at seta seg í
tyrluna og flúgva suður til
Vágs at vita, um tamarhald
var á støðuni.
– Beint framvið landi er
nakað av olju. Ein sperra lá
fyri, men varð síðani tikin
burtur, men nú er hon løgd
aftur. Sum skilst, so skal
grótið beinast burtur og økið
reinsast, sigur Suni Petersen,
ið var ein í ferðaliðnum frá
vitjandi stovnunum.
– Orsøkin til, at vit komu
við tyrlu var, at vit skuldu
suður og norður aftur sama
dag. Vit komu eftir egnum
ynski, tí vit ivaðust eitt sind
ur í, um tamarhald var á
støðuni, eftir myndir av olju
dálkaðum og deyðum fugli
í Sosialinum, og myndir av
dálkingini annars í fjølmiðl
unum, sigur Suni Petersen.
– Støðan kundi verið betri,
men er kortini ikki so galin.
Hon er kanska ikki so galin,
sum vit høvdu væntað, sigur
hann.
Stovnarnir fylgja nú við,
hvussu leikur fer í Vági.
Kommunurnar
hava
ábyrgdina, tá dálking er inni
á firðunum, men Tilbúgv
ingarstovnurin hevur yvir
skipaðu ábyrgdina og skal
kanna eftir, at kommunurnar
gera sína skyldu.
Støðan er á eini leið
Fríggjadagin kom kanningarlið til Vágs við tyrlu at kanna avleiðingarnar av oljulekanum, sum
fyri kortum var í einum av stóru tangunum hjá SEV
Fyri fyrstu ferð ber nú
til at fáa MBT-skógvar
Nú er fyri fyrstu ferð
MBT-skógvarnir
komnir til Føroya
Heilsa
Steintóra Joensen
Hesir skógvarnir gera nógv
sum ein vanligur skógvur
ikki ger. MBT, ið stendur fyri
Masai Barefoot Technology,
hava tann munin, at tá tu ert í
teimum, er tað sum at ganga
á sandi ella í mosa. Muskl
arnir strammast í búkinum,
beinunum og aðrastaðni í
kroppinum. Samstundis fært
tu ein betri holning og eitt
betri gongulag.
Tað var Karl Múller úr
Sweis, sum undraðist yvir,
hví afrikanarar aldrin høvdu
pínu í rygginum, og fann
fram til, at tað var tí tey
gingu úti í ongum skóm
hvønn dag. Hann fór so und
ir at framleiða ein skógv,
við einum serligum botni.
Botnurin var gjørdur so, at
tá tú gekk í skógnum, var tað
sum at ganga í ongum skóm
á sandi.
Fólk ið hava roynt skógvar
nir siga, at munurin er tann,
at tá tú ert í teimum, brúkar tú
nakrir musklar í kroppinum,
sum tú ikki brúkar vanliga,
og av tí styrkist kroppurin
sum heild. Summi siga at
tey hava tapt seg, og summi
siga eisini, at ryggproblemir
er horvin vegna nýtslu av
MBT.
Skógvarnir kunnu ikki
keypast á alnótini ella via
postkrav nakrastaðni í heim
inum, tí fyri at brúka skógv
arnir krevur tað at ein sum
hevur verið á skúla hjá MBT,
vegleiðir teg í hvussu teir
skulu nýtast.
Skógvarnir fáast í Ergo í
Havn.
MBT-skógvurin
MBT-skógvarnir eru serstakliga væl egnaðir til folk, sum hava ringan rygg
Mynd: Jens Kr. Vang
Hátíðar-
hald í
Kollafirði
Leygardagin 20.
januar verður
stórt hátíðarhald í
Kollafirði, tá skúlin,
ítróttarhøllin
og nýggja lækna
miðstøðin alment
verða tikin í nýtslu
bygging
tíðindaskriv
Hátíðarhaldið byrjar í
skúlanum klokkan 13.00
leygardagin 20. januar,
har børn úr Kollafjarðar
skúla fara at syngja í
tveimum
umførum,
og
Karin
Hammer,
skúlaleiðari,
heldur
røðu. Eisini fer Hildur
Euyðunsdóttir, formaður
í mentamálanevndini
hjá Tórshavnar Býráð at
halda røðu.
Klokkan 14.30 verður
nýggja læknamiðstøðin
sýnd fram fyri almenning
inum. Har fer Katrin Dahl
Jacobsen, formaður í
sosialu nevnd Tórshavnar
Býráðs, at taka ímóti.
Klokkan 15.00 verð
ur hátíðarhald í ítróttar
høllini,
har
Heðin
Mortensen, borgarstjóri,
fer at halda røðu, og
Jens Marni Hansen fer at
syngja og spæla í tveim
um umførum. Eisini
fara Vagnur Johanne
sen, umboð fyri hallar
nevndina, og Jákup Dam,
formaður í Kallafjarðar
Ítróttarfelag, at halda
røðu.
Hátíðarhaldið í Kolla
firði endar við hond
bóltsdysti í ítróttarhøllini,
har KÍF og Kyndil fara
at spæla dyst í Atlantic
Airways
kappingini.
Dysturin er samstundis
steypadystur.
Suðuroyar Norðara Javnaðarafelag hevði aðalfund í desem
ber. Ketty Andreasen, sum hevur verið formaður í felagnum
í nógv ár, legði formanspostin frá sær. Pauli Einarsson
tók við sum nýggjur formaður í felgnum. Við á fundinum
var Løgmaður. Hóast ikki nógv fólk var møtt til fundin,
var lívligt kjak um politisku støðuna í landinum, sigur
felagið í tíðindaskrivi Løgmaður umrøddi mál, ið hava
verið til politiksa viðgerð og svaraði annars spurningum, ið
fundarfólki setti.
Eftir aðalfundin sær nevdin, hjá Suðuroyar Norðara
Javnaðarafelag, soleiðis út: Pauli Einarsson er formað
ur, Nita Næs er næstformaður, Solveig Bærentsen er
kassameistari og Maud Næs er skrivari. Hini í nevndini eru
Ketty Andreasen, Jens Johannesen, Poul B. Olsen og Jacob
Ludvig.
Pauli er nýggjur formaður
Pauli Einarsson
á Tvøroyri er
nýggjur formaður
í Suðuroyar
Norðara Javnaðar
felag