týsdagur 16. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 11 - 16. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Vit í Føroya Javnaðarflokki
drýpa høvur, nú Jógvan Adolf
Johannesen, fyrrverandi løg
tingsmaður ikki longur er okkara
millum. 70 ára gamalur hevur hann
nú lagt árarnar inn, men hóast
hann ikki náddi kappaaldur, so
náddi Jógvan Adolf so ómetaliga
nógv í sínum lívi.
Jógvan Adolf vaks upp í Putl
húsi í Dali - í einum heimi, har
hendurnar vóru álitið. Í hesum
húsum sá hann fyrstu ferð dagsins
ljós, og í hesum somu húsum legði
hann eyguni aftur fyri seinastu
ferð.
Sum ungur var hann til sjós í
nøkur ár, men eftir at hava nomið
sær læraraútbúgving, sat hann í
mong Harrans ár aftan fyri pultin
og lærdi uppvaksandi ættarliðið.
Men hetta var ikki nóg mikið
fyri Jógvan Adolf. Hann átók sær
skrivarastarvið hjá kommununi í
Skopun, har hann búði og starv
aðist tey mongu árini. Hann
var við í flakavirkisvinnuni, og
hann var reiðari og saman við
øðrum eigari av fleiri skipum,
sum høvdu og enn hava alstóran
týdning fyri vinnulív og trivnaðin
í hansara heimaoyggj. Men tað
var sum løgtingsmaður, at vit í
Javnaðarflokkinum fyrst og fremst
komu at kenna hann. Hetta starv
røkti hann frá 1988 til 98.
Løgtingsvalið 1990 var minniligt
fyri okkum, tá Javnaðarflokkin
kom á ting við ikki færri enn
10 løgtingsumboðum. Eg var
nývaldur, og tí varð stigið varisliga,
tí her vóru kvinnur og menn, sum
vóru gomul í garði og høvdu
verið í mongum politiskum leiki.
Jógvan Adolf var tá afturvaldur.
Vit komu soleiðis at arbeiða
saman í politikki í átta ár.
Beinanvegin legði ein til merkis
henda mannin við tí drynjandi
og syngjandi sandoyarmálinum.
Hann var støðufastur sum fáur
og ikki altíð tann lættasti at gera
semjur við. Hansara politiska
kjølfesti var trygt, og løturnar,
tá hann greiddi frá, hví hann
gjørdist júst javnaðarmaður, vóru
kveikjandi og hugtakandi. Jógvan
Adolf hevði eitt sera lætt sinni, og
mangan kundi hann fáa láturin á
Gamla Apoteki at runga.
Vit høvdu ikki sitið leingi í
samgongu, tá búskaparligu óløg
ini skolaðu inn yvir okkum.
Jógvan Adolf, sum jú var virkin
í vinnuni, visti betur enn nakar,
hvussu støðan var úti um landið.
Henda kreppan tók okkum øll
sera fast, men serliga fast tók hon
Jógvani Adolfi, sum sat við øllum
trupulleikunum í føvninginum.
Eitt lemjandi arbeiðsloysi
rakti landið, men ongastaðni so
fast sum í Sandoynni, har ikki
ein króna var at vinna fyri tær
mongu arbeiðsleysu hendurnar.
Men Jógvan stakk ikki upp fyri
nøkrum, men bardust sum úlvur
á skóg fyri at finna veg út úr
vónleysu støðuni. Sjálvt um
»Sandoyarloysnin«, sum fekk
gongd í aftur í oynni, var ein
politisk loysn, sum samgongan
og Løgtingið framdi, so var tað
Jógvan Adolf, sum trýsti mest
á. Henda tíðin fyrst í 90´unum
var sanniliga ikki nakar dansur á
rósum, og tað leikaði mangan hart
á. Hetta merkti okkum øll, men
serliga merkti tíðin tingmannin í
Sandoynni.
Jógvan átti ikki hetta at fella
í fátt. So mikið gott hevði hann
fingið í beinini í Dali, at hann
visti, at einki kemur av sær sjálv
um, men at stríð og áhaldni skal
til. Tað vóru knotur í honum. Og
kom eitt bakkast, sum tá Klett
arnir fóru, so herjaði hann á aftur
og keypti saman við øðrum Eystur
búgvan.
Jógvan Adolf var søgukønur
sum fáur, og ikki minst dugdi hann
okkara egnu søgu. Fyri ikki at tosa
um kvæðini og føroyska dansin,
sum stóðu hjarta hansara serliga
nær. Tað var sannur hátíðardámur
yvir honum, sum var hann komin
inn í ein halgidóm, tá hann í før
oyskum klæðum fór uppá gólv og
tráddi dansin so lystiliga. Tí var
tað eisini skiljandi at mentamálini
høvdu hansara serliga áhuga.
Jógvan Adolf var ein framúr
góður røðari. Við nærlagni fyri
reikaði hann seg og skrivaði røð
una við vøkru handskrift síni, og
so tók hann orðið. Føroyska málið
fall honum so leikandi lætt, og
neyvan man føroyskt hava verið
framborið meira virðiligt, enn
tá Jógvan Adolf bar tað fram á
tingi.
Nú er henda eyðkenda rødd
tagna. Vit í Føroya Javnaðarflokki
eru sera takksom fyri tað arbeiðið,
hann útinti í politiska starvi
sínum og lýsa frið yvir minni
um partamannin og vinmannin
Jógvan Adolf Johannesen.
Jóannes Eidesgaard
floksformaður
Jógvani Adolfi Johannesen
fyrrverandi tingmanni
til minnis
Hans Jørgen Jensen, fyrrverandi
fólkatingsmaður, andaðist fyrr í mán
aðinum, 77 ára gamal. Hans Jørgen
Jensen, sum búði í Nærum við Keyp
mannahavn, var fólkatingsmaður frá
1977-84 og frá 1987-94. Hann var
eisini kendur í Føroyum, tí á hvørjum
ári í fleiri ár var hann umboðsmaður
fyri fólkatingið til aðalfundin hjá Færø
ernes Realkredittinstitut – vanliga
nevnt Realurin. Hann var ein sannur
føroyavinur, og honum dámdi avbera
væl túrarnar í Føroyum.
Hans Jørgen Jensen hevði eisini
sera stóran áhuga fyri fjølmiðlum og
blaðarbeiði – og hann hevði eisini
serligan tokka til Sosialin og gjørdist
ein »vinur av húsinum«, sum vit
plaga at siga, tí hann vitjaði javnan á
Sosialinum á sínum mongum føroya
ferðum.
Hans Jørgen Jensen var fakfelags
maður, hann var formaður í Funktio
nærforbundet frá 1977 – 1992, og
hann var skrivari í sama felag frá
1970. Upprunaliga var hann útbúgvin
í Trørød Brugsforening. Í 1951 var
hann sjúkrakassafunktionerur, og í
1966 byrjaði hansara fakliga karri
era, tá hann tók yvir sessin sum
forrætningsførari fyri Sjúkrakassa
funktionerarnar.
Hans Jørgen gjørdist tíðliga politiskt
virkin, og var hann formaður í lokala
DSU felagnum (ungmannafelagið hjá
danska Javnaðarflokkinum) í Sølle
rød. Hann hevur eisini verið virkin í
ymsum felagsskapum. Eitt nú var hann
formaður í Sygekassernes Helsefond,
hann var formaður fyri Den Nordiske
Funktionærsammenslutning
og
gjørdi eisini stórt arbeiði fyri AOF
(Arbejdernes Oplysnings Forbund).
Hans Jørgen Jensen var eisini
fráhaldsmaður og virkin í fráhalds
rørsluni IOGT, sum hann eisini gjørdi
stórt arbeiði fyri.
Eftir pensjónsaldur var hann í fleiri
ár formaður í LO Faglige Seniorer,
og síðstu tíðina var hann virkin í fel
agnum Fred og Forsonin-Mandela
Center Danmark.
Í februar í fjør gav hann út bókina
»På eget ansvar -
En historie om manglende sammen
hæng i sundhedsvæsenet« sum snýr
seg um tað stríð hann fekk, tá konan
gjørdist álvarsliga lungasjúk, og hann
mátti vera um hana tey síðstu árini. Í
bókini vísir hann vantandi virðingina,
sum heilsuverkið gevur fólki í slíkari
støðu.
Hans Jørgen Jensen deyður