Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 11 - 16. januar 2007 Føroyar heiðraðu Zacharias og Jógvan Mánakvødið vórðu Zacharias Heinesen og Jógvan Isaksen heiðraðir fyri síni listaligu og mentanarligu avrik, har teir fingu ávikavist Mentanarvirðisløn og Heiðursgávu landsins. Hóast kavi legðist um landið, var fitt av fólki var komið saman í Norðurlandahúsinum at fagna teimum báðum MENTAN Theodor E. D. Olsen Myndir: Jens Kr. Vang Mentanarheiðursløn land­ sins og Heiðursgáva land­ sins. Tað skerst ikki burtur, at heitini hava ta tign, ið slík heiti skulu hava. Í gjár heiðraðu Føroyar Zacharias Heinesen og Jógvan Isaksen, sum fingu ávikavist Mentanar­ heiðursløn og Heiðursgávu Landsins. Zacharias fyri sína stóru málningalist, ið teir flestu yngru listamálararnir meira og minni sjálvboðið ella ósjálvboðið hava elt og end­urgivið. Jógvan fyri sítt drúgva og dygdargóða arbeiði sum ummælari, bóka­útgevari og høvundur. Heiðurslønirnar vórðu hand­aðar á samkomu í Norðurlandahúsinum mána­­kvøldið, har Jó­ann­ es Dals­­gaard, deildar­stjóri í Mentamála­ráð­num og for­maður í heiðurs­gávu­ nevndini, bjóðaði væl­ kom­in. Hóast Kringlan í Norðurlandahúsinum ikki var fullsett, var hampi­ liga fitt av fólki komið at heiðra teir báðar virðis­ lønarmótakararnar. Uttan fyri fullu flykrurnar og løgdu sítt hvíta fon og spældi ferðsluni eitt puss, men inni var fjálgt, tá land­ ið takkaði tveimum av sín­ um synum fyri avrikini. Lógvabrestir frá standandi fjøld Tónleikurin setti sín ser­ staka dám á kvøldið, og hesum syrgdi m.o. Tórs­ havnar Klavertrio, ið fram­ førdi verk hjá Haydn og Brahms, fyri. Harafturat spældi Niko­ laos Kapnas “Færøsk Me­lodi med 10 Variationer For Bratch Solo” eftir Willi­­am Heinesen, sum hevði fylt 107 ár hetta kvøld­ið, sonurin Zacharias fekk landsins størstu heið­ ursløn. Og tað var ikki sørt, at Nikolaos líktist tí eyðkenda spælimanninum hjá Williami, har hann stóð og legði lív og sál í fram­ førsluna. Hanus Kamban, rit­ høv­­und­ur, helt røðu um Jógvan Isaksen, og lands­ stýrismaðurin í menta­ málum, Jógvan á Lakjuni, handaði Jógvani Isaksen heiðursbrævið. Jógvan Isaksen takkaði fyri heiðurin og nýtti eis­ ini høvið til at gera gera vart við, at góðar bøkur koma út í Føroyum, og vísti á týdningin av, at fáa føroyskar bøkur útgivnar uttanlands. - Hetta arbeiðið ger eing­ in fyri okkum, segði heið­ ursgávumóttakarin 2006. Malan Marnersdóttir, pro­ fessari í bókmentafrøði, helt røðu um Zacharias Heine­ sen, og mentamálaráðharrin handaði listamálaranum prógv um heiðurslønina og blómur. Zacharias Heinesen segði seg vera fegnan um heiðurin og takkaði hjartaliga fyri. Síðani reistist fjøldin, og standandi fagnaði fjøldin honum við lógvabrestum. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal tann, ið fær virðislønina, hava skapað listaligt lívsverk á høgum listaligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listalig avrik, ið gera, at viðkomandi hevur uppiborið henda heiður Nevndin, ið ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur í síni grundgeving: “Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Zachariasi Heinesen, fyrst og fremst fyri hansara framúr góðu listaverk og harumframt týdning hansara fyri myndlistina og menning hennara í Føroyum. Sagt verður um Zacharias Heinesen, at hann við síni sermerktu innliving í landslagið, sínum viðkvæmi í litunum og musikalsku strikum hevur verið við til at skapa ta mynd, sum er kend og elskað sum tann føroyska myndin. Zacharias Heinesen hevur ígjøgnum eina lívslanga listarliga tilgongd havt eina tráan eftir nýggjum avbjóðingum og margfeldi, men tað er kanska mest av øllum hansara heilt egna og djarva ekspressionistiska landslagsmynd, ið stendur sum ein varði eftir hann og sum eisini hevur kveikt listarliga neistan í mongum av okkara listafólkum. Zacharias Heinesen eigur ein týdningarmiklan part í føroyskari myndlistasøgu” Merkisvert arbeiðssemi Heiðursgáva Landsins verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku – t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri – sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan týdning fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív. Nevndin sigur í grundgeving sínari: “Heiðursgáva Landsins verður latin Jógvani Isak­sen fyri hansara fjølvirkna leiklut á tí føroyska mentanar­pallinum. Sum bókmentafrøðingur hevur Jógvan í greinum, bókum og monografiskum lýsingum av ein­støkum høvundum varpað ljós bæði á ritverkið og serstakliga á føroyskar bókmentir í seinasta triðingi av 20. øld. Sum rithøvundur hevur hann, við teimum vælskrivaðu og vælflættaðu skaldsøgunum um Hannis Martinsson, givið Føroyum sess í krimiskorini í heimsins bókmentahaga. Og sum útgevari hevur hann sum fáur givið nýggjari føroyskum fagurbókmentum, í bundnum sum óbundnum máli, prentligan útveg. Hansara leiklutur, sum eisini fevnir um ritstjóraarbeiði, framflutning av føroyskum bókmentum uttanlands, krimibøkur fyri ung og bókmentir um list, er samanumtikið eyðkendur av nærlagni, gávumildi og merkisverdum arbeiðssemi” Grundgevingarnar