týsdagur 16. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2007
15
tíðindi
Eftir Maluna Marnersdóttur
Fyrsta festliga heilsanin, tá
ið tú komst inn á Hotel
Føroyar á Kongabrúnni,
vóru flottar litfagrar myndir
eftir Zacharias Heinesen.
Myndirnar vóru vist gáva
frá landsstýrinum, og tá ið
løgmaður, sum tá var Chr.
Djurhuus, sá tær fyrstu
ferð, skal hann hava sagt,
at tær sóu eysturlendskar
út. Satt at siga kennast
tær sum tiknar úr 1001
nátt. Nú hanga partar av
myndini í barrini á nýggja
hotellinum.
Zacharias Heinesen er
eitt av listafólkunum her á
landi, sum tey flestu kenna
onkra mynd hjá – kanska
uttan at vita av tí. Tey, sum
hava gingið í skúla í Havn,
í Kommunuskúlanum, í
Eysturskúlanum og í Hoy
dølum eru vaksin upp við
myndum hansara.
Zacharias
Heinesen
gekk til handa í Kommunu
skúlahøllini, tá ið Willi
ami Heinesen og Janus
Kamban gjørdu Sjúrðar
kvæðamyndirnar har. Eins
og Zacharias hevði ein
fingur við í hesum myndu
num, soleiðis hevði William
ein fingur við í myndini hjá
Zachariasi á hotellinum:
William hevur málað fólkið
longst til høgru, er mær
sagt.
Fýrakantar og tríkantar
eru grundstrukurarnir í
fyrstu myndunum, og teir
eyðkenna ein týðandi part
av verkum hansara sum
heild. Landsløg eru loyst
sundur í geometriskar figur
ar, sum litir savna aftur til
kend skap: hús, fjøll og
sjógv.
Hetta stílslagið kallast
kubisma, og hjá Zachariasi
Heinesen er kubisman sett
saman við “pointelismu”
– hetta at seta litirnar á
løriftið í blettum. Tað
sum hugtekur meg og fær
hesar myndirnar at liva er,
at millum kubisku og ym
iskt littu skapini eru ofta
glopp, har gult ella reytt
líkasum kemur undan og
geva heildini ein lættan
dám. Gloppini fáa kantutu
formarnar at lyftast gidd
andi út frá løriftinum.
Úrslitið minnir meg á
nakrar reglur í yrkingini
“Panorama med regnbue”
eftir William Heinesen:
Disse huse og tårne
der samtidig er dansende
gudinder
i rober af frembrydende
solskin!
Disse funklende
vinduesrækkers millioner
der samtidig er himmelske
orkesterpartiturer
(....)
Disse spejlvåde og
solflimrende tages genskær
Samlede digte, s. 369.
Strokini í hesum myndunum
eru stutt og grov har upp
turkaðir
málingablettir
standa eftir og geva myndini
ein skulpturellan dám.
Kubisku formarnir hava
komplementer- og stund
um
kontrastlitir,
sum
skapa skil soleiðis at lands
lagið stígur fram úr tí geo
metriska – ikki sum tað
er í “veruleikanum”, men
soleiðis sum Zacharias
hevur sæð tað. Og tað er
tað, sum er tað áhugaverda í
landslagsmyndum: Tær lata
upp fyri nýggjum brigdum
í fjallinum, bygdini og sjó
num. Kjarni í myndum
sum “Sólglotti” (1991) er
sólarljósið, gulir puntar,
sum stava niður gjøgnum
myndina í gylta skurðinum
eitt sindur til viks fyri
miðjuna, og sum hava eitt
kontrapunkt í hinum borði
num. Guli liturin liggur
undir miðjuni í motivinum
og gerst reydligari longri
frá kraftarfulla deplinum.
Hetta er umhvørvislýsing
og lívstolking.
Kubistiski málingahátt
urin hevur listasøgligar røt
ur í verkum hjá Picasso
og
Braque.
Cezanne
hómast meira enn so í lit
føgru fjallasíðunum. Og
seinasta kvøldmáltíðin hjá
Leonardo da Vinci hevur
Zacharias Heinesen siterað
á sín egna kubistiska hátt,
so hon er vorðin eitt festligt
veitsluborð.
Ikki alt, sum Zacharias
málar er kubistiskt. Á Lista
savninum hongur tann yndis
liga myndin “Á Núgvuni”.
Hon fær allar daprar tankar
at hvørva sum døgg fyri sól.
Hann hevur gjørt kollagur
burtur úr brúkslutum sum
tollum og øðrum træpettum
og
sum
til
samans
mynda eina heild. Fyrst í
1990’unum var tað sum
slepti Zacharias puntuta
sniðnum, og fór at royna
aðrar leiðir. Landsløgini
fingu tann nú eyðkenda
gráblá dámin við næstan
ósjónligum, fínligum og
longri strokum. Men á
seinastu Heystframsýning
var ein málningur, sum
vísti, at Zacharias Heinesen
viðhvørt vendir aftur til
ungdómsins leikandi kub
ismu.
Zacharias Heinesen er
tann sterkasti listamálarin
her á landi í dag. Sterkasti
skilt á tann hátt, at hann
er fyrimynd hjá nógvum
monnum í føroyskari list.
Teir yngru stríðast við
og ímóti ávirkanini hjá
Zachariasi Heinesen. Talan
er um uppgerð, sum ikki
bara vendir teimum bak,
sum vóru undan, men gong
ur gjøgnum eina tilgongd,
sum
umfatar
alt
frá
herming í fullum álvara til
speirekandi eftirgerð og á
tann hátt leiðir listamannin
gjøgnum alskyns háttaløg.
Hesa leiðandi støðuna ger
tað sjálvsagt, at Zacharias
Heinesen fær Mentanar
Zacharias Heinesen er tann sterkasti
listamálarin her á landi í dag
Áttanda
Mentanarvirðislønin
Mentanarvirðisløn landsins hevur verið latin síðan
1998, og Heiðursgávan síðan 2001.
Sambært løgtingslóg frá maimánaði 2005 um stuðul
til mentan og list hevur landsstýrismaðurin heimild
“at lata virðislønir av tí játtan, sum er til endamálið á
løgtingsfíggjarlógini”.
Harafturat kann landsstýrismaðaurin “lata lívslanga
heiðursgávu, nevnd sømdargáva”, verður sagt í løgtings
lógini.
Mentamálaráðið setur eina nevnd at gera tilmæli
um Mentanarvirðisløn og Heiðursgávu landsins. LISA
tilnevnir fýra nevndarlimir og Mentamálaráðið ein, ið
er formaður.
Mentanarvirðisløn landsins 150.000 krónur
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
Heiðursgáva landsins 75.000 krónur
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
Serstakar heiðursgávur
Janus Kamban
Ebba Hentze
Jón Hilmar Magnússon
Malan Marnersdóttir
segði m.a. í røðu síni
um Zacharias Heinesen,
at hann er eitt av
listafólkunum her á
landi, sum tey flestu
kenna onkra mynd hjá
– kanska uttan at vita
av tí
Fólk reistust og fagnaðu teimum báðum við lógvabrestum
➘