týsdagur 16. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 11 - 16. januar 2007
tíðindi
Eftir Hanus Kamban
Tá ið okkara ungi bókmenta
fuglur lætti sær á stutt fyri
1900, var hann ikki ófegin
um, at hann var til. Og vóru
veingirnir styttri og var
flogið minni kimiligt enn
á útlanda fulgum, so ynskti
hann kortini, at onkur sá
seg og boðaði, við gløggum
og vigaðum dómi, frá síni
sjón. Tað gingu nøkur ár,
til slíkir eygleiðarar stigu
fram. Tann fyrsti æt Kristin
í Geil. Honum á baki kom
Rikard Long.
Maður og kvinna koma í
stað mans og kvinnu. Seinast
í sekstiárunum í farnu
øld fór tann fimta urptin í
okkara skaldskaparbjørgum
at royna sítt flog. Eisini hon
vildi vera sædd. Nakað eftir
hetta steig fram ein maður,
sum mest av øllum átók
sær tann eygleiðandi lutin.
Hesin maður hevur nú virk
að millum okkara í o.u.
tríati ár. Forvitni, nærlagni,
gávumildi og stórvirkni
eyðkenna hansara arbeiði.
Og merkiligt er at bera
saman bókmentaviðgerð tá
og nú. Kristin í Geil legði
fyri við – við fáum reglum
– í sínum blað at lýsa eina
yrking, eina søgu ella eitt
verk.
Okkara
virknasti
nútíðar kritikari hevur latið
úr hondum upp í tægu av
verkum, har hvørt mangan
er ein monografisk viðgerð
av einum persóni ella einum
ritverki.
Og so, í 1990, tók hesin
sami eygleiðari okkum øll
á bóli við brádliga, og púra
óvæntað, sjálvur at lætta
sær á sum fuglur, føroyskur
krimifuglur, hvørs flog var
dæmt av m.a. Jules Verne,
Raymond
Chandler
og
Gunnar Staalesen. Hansara
fyrsta roynd á hesum øki er
í dag klassikari, við framúr
spennandi søguflætta, frá
líkum natúrlýsingum og
einum málburði, sum hevur
tryggjað hesum verki, og
teimum sum aftaná eru
komin, ein trúgvan lesara
skara úr øllum aldursbólk
um. Og eins og onnur lond
eiga Auguste Dupin, Philip
Marlowe ella Varg Veum,
so eiga vit føringar í dag
tann órædda, balstýriga upp
dagaran, skaldskapar- og
kvinnuvinin Hannis Mart
insson.
At lýsa alt verkið og rit
verkið hjá Jógvani Isaksen
í eini stuttari kvøðu er
sjálvsagt ógjørligt. Hann
er undirvísari, hann hevur
skrivað verk um bókmentir
og list, hann hevur skrivað
krimiskaldsøgur fyri vaksin
og fyri yngri lesarar, og
hann hevur virkað sum
ritstjóri, sum bæði Brá og
tíðarritið Nordisk Literatur
eru dømir um. Skal eg
nevna eitt eyðkenni, so
er tað víðfevnið, gávan at
fata um tað føroyska og
tað útlendska, miðøld og
modernitet, kvæðir og vís
indaskaldskap, hetta tíð
arflogið, sum ger at Hannis
Martinsson – tá hann nærk
ast kavbátahellinum við
Sjeyndir – trívur í ongan
minni enn Brúsajøkil:
Ormar hevði tann sið á
sær,
ið Ásbjørn hevði ei fyrr,
so er mær av sonnum sagt,
hann risti kross í dyr.
Alt gott um Philip Marlowe
og Inspector Morse, men
so mentaðir eru teir ikki.
Men við hesum er søgan
ikki liðug. Tað fall Jógvani
í lut at taka um endan hjá
tí forlag, sum í 1914 legði
fyri við at geva út bókina
Yrkingar eftir J.H.O. Djur
huus. Forlagið hevur nú í
mong ár, við einum dugna
ligum kassameistara og
Jógvani sum stjóra, givið
út árliga einar 6-8 bøkur.
Hvussu hetta ber til, er mær
ein gáta. Eg veit, at Jógvan
er av skiparaætt og sjálvur
á sín hátt skipari, men mark
eigur at vera fyri eins mans
virki. Her tykist tó einki
mark at vera, og um hvørt
ár hjá Mentunargrunni Stu
dentafelagsins kunnu vit
sostatt siga, at tað er eitt
annus mirabilis.
Jens Pauli Heinesen rit
høvundur skapti einaferð
eitt hugtak, sum hann
neyvan bara legði positiva
merking í. Men tað fari
eg nú at gera. Tí Jógvan
Isaksen er, eins og vinur
okkara Hannis Martinsson,
skundmikil
maður,
og
kanska kann ein undrast á,
at hann hevur megnað at
sitið í frið her í kvøld í
hesum skála í eitt korter.
So, okkara bókmentaligi
Sjeymílamaður, hjartaliga
tillukku.
Sjeymíla
maðurin
Hanus Kamban helt røðu um Jógvan Isaksen. Hann kallaði m.a. heiðursgávumóttakaran okkara “bókmentaliga Sjeymílamann”
Hjúnini Zacharias og Sylvia Heinesen
Jógvan Isaksen saman við mammu síni, Magnhild Isaksen
Jógvan á Lakjuni handaði Mentanarvirðislønina og
Heiðursgávuna
Nikolaos Kapnas spældi eitt stykki eftir William Heinesen