Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2007 17 tíðindi Rani Nolsøe er leiðari í nýggja Íverksetarahúsinum í Klaksvík, ið er eitt hús fyri allar Føroyar og fyri íverksetarar innan allar vinnugreinir Íverksetan Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Klaksvík hevur fingið í­verk­ set­ar­ar­hús, og á sam­komu í gjárkvøldið í ment­an­ar­hús­ in­um Atlantis var greitt frá um húsið og um hugskotið handan hesa verkætlan. Leiðari í hús­in­um er Rani Nolsøe, ið er út­búgv­in innan tøkni- og sam­fel­ags­ frøði við lærda háskúlan í Ros­kilde. Rani hevur, síðan hann varð liðugt útbúgvin mið­ skeð­is í 90’árunum, roynt seg innan ymisk øki sum íverksetari og hevur við minnið og meira væl­eyd­ na­ð­um verkætlanum fing­ ið hollar royndir innan í­verk­set­an. Seinastu nóg­ vu árini hevur Rani ver­ið menningarstjóri hjá Klaks­ vík­ar komm unu, og tað er í hesum leikluti, at Rani hev­ur fingið ábyrgdina av at seta Íverksetarahúsíð á stovn. - Eg havi, fyri Klaksvíkar komm unu, ar­beitt við ætlanini um eitt í­verk­set­ar­ hús, og tað er komm unan, ið hevur givið mær ábyrgd av at seta hett a í gongd, sig­ ur Rani Nolsøe. Hann sigur, at hóast húsið lon­gu er farið at virka, so er ikki endaliga avgreitt , hvussu Íverksetarahúsið enda­li­ga verður skipa. Møgu­liga verður talan um ein non-profit grunn ella kanska onkra aðra loysn. Het­ta verður arbeitt við í løt­uni og skipanin verður vænt­an­di avgreitt skjótt . Handan Íverksetarahúsið standa Klaksvíkar komm ­ una, Vinnumálaráðið og Eik bank. Rani Nolsøe fær sum leið­ ari av húsinum ein virknan leik­lut í at skapa framt íðar and­lit­ið á vinnulívinum í Klaks­vík og øllum Føroyum. Tí Íverksetarahúsið er ikki ein­ans fyri klaksvíkingar. - Vit eru til fyri allar Før­oyar. Allir íverksetarar eru vælkomnir at seta seg í samband við okkum. Tað krevst, at tú hevur eina virkis­æt­lan, sum kann vísa, at títt vinnuhugskot eftir øll­um at døma er, ella kann gera­st burðardygt. Tað er sjálv­andi ein fyrrtreyt, at tú sjálv­ur trýrt uppá hugskotið og vil leggja alla orku í tað, sig­ur Rani Nolsøe. Endamálið við húsinum er styrkja teg sum íverk­ set­ara, og at bjóða tær møgu­leika fyri at byrja tína fyritøku í einum ný­skap­ andi umhvørvi í Í­verk­ set­ara­húsinum, skrivar Íverksetarahúsið í sínum faldara. - Vit hava trý bein at standa á vit skipa fyri stutt um og effektivum skeiðum, sum menna fólk sum íverksetarar og gera tey før fyri at orða eina góða virkisætlan. Vit veita persónliga ráðgeving til íverksetarar og so leiga vit hølir út til íverksetarar, greiðir Rani Nolsøe frá. Tey hava longu fingið fleiri fyrispurningar frá fólki um at leiga seg inn í húsini, umframt at fleiri hava meldað seg til fyrsta skeiðið, ið fer av bakkastokki komandi mánadag. Rani sigur, at tey arbeiða við íverksetan innan allar vinnugreinar, og at í hesum sambandi kann nevnast, at á fundinum gjár, var ein fyri­ spurn­ing­ur frá sjómanni, ið hevði áhuga í íverksetan. Men sum ikki fekk lutt ikið á skeiði, ið verður hildið yv­ir fimm vikur. Tí verður nú umhugsað eisini at bjóða skeiðið í eini meira sam­pakkað­ari útgávu. Fyri at tryggja eitt høgt fakligt støði frá byrjan av, sam­starv­ar Íverksetarahúsið bein­leið­is við heimsflokks vinn­u­húsið Birc Estate í Hern­ing. - Hett a samstarvið hevur riggað væl frá byrjanini. Tey hava royndir innan økið og hava ráðgivið okkum all­ an vegin. Eg tosaði bein­ an­vegin við Torben Hen­ rik­sen, stjóra í Birc Estate og hann var áhugaður í at hjálpa. Tey eru rætt iliga fram­m­arlaga við íverksetan í Danmark, so hett a hevur verið ein góður kjak- og sam­starvsfelagið, ið hevur fing­urin á pulsinum innan øk­ið. Tey hava á nógvan hátt kun­na víst okkum, hvussu man ger. Innan inniovatión er eingin munur á Føroyum og Danmark, so tí hevur ráð­gev­ingin komið væl við. Inn­an fyri realisering er tó stór­ur munur á londunum báð­um, greiðir Rani frá. Fyrireikingarnar av Í­verk­ set­ar­a­hús­in­um eru gjørdar í tøtt um samstarvi við vinnu­ lív­ið í Klaksvík, umboðað av Klaksvíkar vinnulívsráði. Rani Nolsøe greiðir frá at hett a hevur verið ein sera góð­ur sparringspartnari. M.a. hava tey saman verið í Danmark og vitjað Birc Estate. At stórur áhugi er fyri Íverk­set­ara­hús­inum varð greitt í gjárkvøldið. Atlantis var smekkfult av fólki og nak­að væl afturat. - Tað var upplyftandi at sígg­ja, hvussu nógv fólk var áhugað, har var ein fín bland­ing av næmingum, læ­r­ar­um, umboðum fyri young enterprise og euro­pe­ an businessgames, pol­i­tik­ ar­um úr Klaksvík og gran­ na­komm­un­um og vinnu­ rek­andi av ymiskum slag, Yvir hundrað fólk vóru komin saman á kunnandi fundinum um Íverksetarahúsið í Klaksvík Mynd: Dávur Winther Eitt íverksetarahús fyri allar Føroyar Fyrsta skeið­ ið í Íverk­set­ ara­hús­inum Skeið í íverksetan byrjar í Í­verk­set­ara­ hús­inum í Klaksvík mán­a­kvøld­ið 22. jan­uar. Skeiðið er í fimm mótulum og verður hvørt má­na­ kvøld fram til 19. feb­ruar. 1. mótul, 22. januar: Virkisætlan, Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið Soleiðis gjørdi eg, Regin Dalsgarð, íverksetari, Shiny Weels, Isuus 2. mótul, 29. januar: Fíggjarmøguleikar, Eik Fíggjarskapur, Numero 3. mótul, 5. februar: Marknaður og kapping, Jens Ravn, chef kon­sul­ ent­ur, Birc Estate Per­són­lig søla, Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship 4. mótul, 12. februar: Persónlig avkláring, Jan Willemoes, vinnu­lívs­ sálar­frøðingur So­leið­is gjørdi eg, Steintór Ras­mussen, íverksetari, Summ arfestivalurin, Pega­sus 5. mótul, 19. februar: Virkisætlan, Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið Netverk, ráðgeving Rani Nolsøe menningarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu er leiðari av Íverksetarahúsinum. Mynd: Høgni Thomsen