Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 11 - 16. januar 2007 vinnusíðurnar Vista kemur 20. januar Eftir drúgva bíðitíð tykist Windows XP nú hava rokkið pensiónsaldrinum. Leingi hevur ljóðað, at nýggja Windows Vista stýriskipanin skuldi koma á marknaðin, men nú hevur Microsoft so sett dagfesting á. Tað verður nevnliga 30. januar, at nýggja skipanin verður send á handilshillarnar kring allan heim. Sjónvarpið skal verða ókeypis Janus Friis, sum takkað verið uppfinningini av Skype er tíkasti alnetisíverksetarin í Danmark, er nú til reiðar við næstu vøru síni. Børsen skrivar í dag, at nýggja skipanin. Joost, er ætlað at sýna ókeypis sjónvarp á netinum. Talan verður tó neyvan um ókeypis nýtslu av skipanini, sum er ætlan at leita í sjónvarpssendingum, filmum, sjónbandaløgum v.m. Visjón og olja Jan Müller jan@sosialurin.fo Eftir at teir fyrstu fimm brunnarnir á føroyska land­ grunninum ikki hava gjørt Føroyar til oljutjóð eru nú øll eygu í oljuheiminum vend móti boringini hjá BP, Shell og Anadarko á Williamleiðini í summar. Talan er um eina boriætlan uppá einar 400 mió. kr. Hesin brunnurin er úrslitið av avtalu millum BP sum fyristøðufelag og føroyskar myndugleikar, har tveir brunnar vórður lagdir sam­ an til ein, sum varð fluttur inn eitt loyvi hjá Anadarko. Hóast møguleikarnir fyri at gera eitt fund eru 1 av 10, sambart BP stjóranum Tim Goodwin í Sosialinum seinasta summar, so er greitt, at eitt veruligt olju­ fund kann fáa stórar av­leið­ ingar fyri samfelagið. Nú so nógv hevur verið tosað um Visjón 2015 og víst hevur verið á frá fleiri síðum, at myndugleikarnir hava als ikki sett pengar av til Visjónina, spurdu vit stjóran hjá BP í Føroyum, Hjarnar Djurhuus, um eitt framtíðar senario við ein­ um stórum oljufundi kann gerast bjargingin hjá einum landsstýri til tess at fullføra Visjónsætlanina. Hjarnar Djurhuus staðfestir, at møguleikin fyri at gera fund er ein út av tíggju. Men føroyski landgrunnurin er sum heild eitt ókannað øki, og tí ber ikki til at gera greiðar niðurstøður. Og skuldi tað hent, at eitt fund verður gjørt í summar, so kann fyrsta oljan renna í ár 2012. Og tá eru bert trý ár til Visjón 2015. – Nú tað er ætlan lands­ stýrisins, at vit skulu vera millum fremstu tjóðir í 2015, so tað vildi ikki verið so galið, um eitt oljufund verður gjørt í ár. Tað hevði so kunnað givið eitt ordiligt skump tann rætta vegin heldur hann. - So tað, sum kann bjarga Visjón 2015, kann t.d. vera eitt stórt oljufund, ið BP ger í ár? - Tað er rætt, og tað hevði verið hugaligt fyri allar part­ ar. BP oljufund kann bjarga Visjón 2015 Alt gongur sum ætlað hjá BP, Shell og Anadarko, sum fara at bora á landgrunninum í juli. Í morgun komu umboð fyri BP, sum er fyristøðufelag, til Føroya at tosa við Jarðfeingi. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hjarnar Djurhuus, føroyski umboðsmaðurin hjá BP, sigur við Portalin, at alt gongur sum tað skal. Tað hevur í longri tíð verið ar­beitt við at fyrireika bor­ingina. Her skal nógv fáast uppá pláss eitt nú endalig boriumsókn lat­ ast Jarðfeingi. Síðani eru tað teir mongu sátt­mál­ arnir, sum skulu ger­ast við undirveitarar. Høv­ uðs­­veitarin er borifelagið Trans­ocean, ein gamal kenn­ingur á Føroyaøkinum, men sum nú kemur inn á landgrunnin við einum sera framkomnum boripalli, nevni­liga Transocean Rath­ er. Pallurin arbeiðir í løtuni fyri Chevron, Statoil, Dong og OMV beint hinumegin markið. Hjarnar Djurhuus vónar, at teir fáa pallin sum ætlað í juli, hóast ringt veður hevur tarnað boring. Sett er út í kortið, at hol skal setast á Williamleiðina í juli. Hon liggur eitt sindur longur syðri og vestari enn Brugdubrunnurin, sum Statoilsamtak boraði í summar. Hildið verður at William økið hevur fyri­ munir framum turru Brugdu­ leiðina. At m.a. jarðfrøðin er betri háttað. Umframt borisáttmálan er eisini sáttmáli við veit­ ingarhavnina í Runavík. Í løtuni verða so lýsingar at koyra í føroysku bløðini gjørdar fyri hinar stóru sáttmálarnar, ið m.a fevna um logistikk, trygd, proviant o.a. –Vit vóna sjálvandi, at føroyskar fyritøkur fáa lut í hesum, men tær mugu so vera kappingarførar sigur Hjarnar Djurhuus. Ætlanin er, at sjálv boringin skal stýrast úr Føroyum. Eins og við fyrstu boringini nøkur ár herfyri so fer ein bólkur av oljufólki at vera til arbeiðis í bygninginum Yviri við Strond. Hetta verður tá tíðin nærkast. Í seinastuni hevur verið tosað um týdningin longu nú at fyrireika ein oljugrunn oa. í sambandi við komandi oljufund. Hjarnar Djurhuus heldur, at vit eiga sjálvandi at fyrireika okkum væl til eina møguliga komandi olju­ framtíð, men vísir samtíðis á, at tað er eitt sindur trupult at skula býta nakað, sum man ikki hevur fingið fatur á. –Vit hava nokk av tíð til at fáa hetta uppá pláss. Vit gloyma oftani eisini, at Føroyar í veruleikanum eru eitt minni kompliserað land enn tey stóru londini. Fyrimunurin við einum lítlum landi sum Føroyar er, at vil man arbeiða skjótt, so kann man tað. BP ger klárt til Williamboringina Williamleiðin á land­grunni­ num, sum oljuheimurin nú setir sítt álit á. Kort BP Umboð fyri Jarðfeingi á fundi við BP í morgun Mynd: Jan Müller