Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2007 19 vinnusíðurnar 100 mió Explorer-brúkarar Síðani Internet Explorer 7.0 varð send á marknaðin í oktober mánaði, er kagin tikin niður av ikki færri enn 100 mió brúkarum. Websidestory, sum greinar ferðsluna á netinum, sigur, at í dag nýta á leið 25% av øllum brúkarum Explorer 7. Tað er tó langt í frá eins nógv sum gamla útgávan av Explorer. Mett verður, at 62% av brúkarunum enn nýta ta skipanina. Netrænarar vilja keypa Sealand Síðani lítla Sealand, ið liggur 10 km úr ensku Onglandi, varð lýst til sølu, hava fleiri áhugaðir keyparar verið. Ein teirra er svenska Pirate Bay, sum við hesum ætlar sær at finna eitt friðskjól fyri teimum, sum støðugt toga net-rænarar í rættin. Pirate Bay er farið undir innsavnan, og hevur lovað teimum, sum stuðla, at fáa statsborgaraskap í landinum. Sskal Visjón 2015 verða treytað av oljupeningum, eigur henda at verða tikin av skránni skjótast gjørligt. Við nógvum pengum fer ongin yvirhøvur í Føroyum at arbeiða málrættað við visjónum, langtíðarmálum og strategi - tað fer at verða arbeitt frá sak til sak, dag til dag o.a. sigur Reidar Nónfjall, stjóri. Visjón og olja Jan Müller jan@sosialurin.fo Síðani tíðindastubbin um BP-boringina á land­grunn­ inum í summar og hvønn týdning eitt møguligt olju­ fund kann fáa fyri eitt nú eina ætlan sum Visjón 2015 stóð á lesa á Portalinum í vikuskiftinum hava vit fingið viðmerking frá ein­ um av teimum, sum javn­ an er at síggja sum við­ merkjari í miðlunum til ymisk samfelasmál. Tað er Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla. Hann sigur við Sosialin, at umrødda útmelding um, at eitt oljufund í ár kann koma at geva eitt nú Visjónsætlan landsstýrisins eitt ordiligt skump, er ein løgin útmelding og spyr: -Merkir hetta, at verandi politiska visjón 2015 er órealistisk og er fult treyt­ að av oljupengum - tí land­ið hevur sum er, ikki fíggjarliga orku til at gjalda tað, sum visjón 2015 kostar. Hinvegin so veit ongin í Føroyum, hvat fíggjarligu avleiðingarnar verða í sam­bandi við visjón 2015 - rakstur og íløgur sigur Reid­ar Nónfjall. Hann vísir víðari á, at lond, sum hava funnið olju hava tað ikki bara gott - tvørturímóti virka olju­ inn­tøkur á sama hátt sum ríkisveitingin - tvs. ongin realproduktión aftanfyri og tí ein peningagáva. Hetta hevur eina sera ósunna ávirkan á veik og undirment samfeløg og sum politisk eru óstabil - Alaska er eitt dømi uppá slíka negativa ávirkan. Norra er eisini eitt sam­ felag, sum fær ringan karak­ ter frá altjóða serfrøðingum innan innovatión - tosað verður um, at Norra livir í einum følskum ríkidømi. Danmark harafturímóti fær sera góð ummæli, tí, at danir eru eitt vitanar­ samfelag og har sera nógv orka verður brúkt til in­novatión og gransking - produktmenning, nýggjar vinnur, globalisering o.a.. Reidar Nónfjall sigur víð­ ari, at um so er, at visjón 2015 er treytað av olju­ pen­ing­um, eigur henda at verða tikin av skránni skjót­ast gjørligt. Við nógv­­ um pengum fer ongin yvir­ høvur í Føroyum at arbeiða málrættað við visjónum, langtíðarmálum og strategi - tað fer at verða arbeitt frá sak til sak, dag til dag o.a. Hann heldur fram: - Tað skal ein sterkur ryggur at bera góðar tíðir, og royndirnar vísa, at tað megnaðu føroyingar ikki við táverandi fiskiríkidømi í 1980´unum. Stórar inntøkur kunnu merkja volumusjúku og at politikarar o.o. missa tamarhaldið á útreiðslunum hjá tí almenna - tí má ein lóg gerast fyri ein oljugrunn skjótast gjørligt - m.a. eis­ ini fyri at tryggja okkara eftirkomarar. Men, hvat ongin olja er funnin enn, so lat okkum útnytta tíðina sum er, til at bera okkum ábyrgdarfult og rationelt at. Vísir tað seg, at olja verður funnin í rakstraverdum nøgdum, ja so eru vit fyireikað at brúka vit og skil - verður ongin olja funnin, so eru vit eisini fyrireikað til tað. Verður eitt oljuríkidømi ikki umsitið rætt og gott, er stórur vandi fyri, at tað kann virka sum ein bremsa og sovikoddi fyri allari framtíðar menning í Før­ oyum sigur Reidar Nónfjall og leggur aftrat: - Vit muga minnast til, at Føroyar partvíst enn eru eitt veiðusamfelag, sum hugsar nógv í løtuvinningi. Visjónin má ikki byggja á oljupengar -Ongin kennir enn fíggjarligu avleiðingarnar av Visjón 2015 Chevron hevur nú borað tann fyrsta av trimum brunnum á Rosebankleiðini Oljuboring Jan Müller jan@sosialurin.fo Í góðan mánað hava olju­ feløgini Chevron, Statoil, Dong og OMV bora ein sera týdningarmiklan brunn í bretskum øki, skamt frá føroyska markinum. Hetta er tann fyrsti av trim­um avmarkingar- og met­ ing­arbrunnum á tí nógv umrødda Rosebank/Loch­ nag­ar oljufundinum, ið varð gjørt fyri tveimum árum síðani. Og sum verð­ ur mett at vera eitt stórt oljufund, og um væl vil til í hesi boriverkætlanini, so kann hetta enda við eini útbygging, sum tá fer at liggja tætt upp at føroyskum øki. Og harvið bæði óbein­ leiðis og beinleiðis fáa stóran týdning fyri fram­ tíðar leiting og møguliga fram­leiðslu á okkara land­ grunni. Okkurt kundi bent á, ljóðar tað frá oljuumhvørvinum í Aberdeen, at henda síðsta boringin sær út til at hava givið eitt positivt úrslit. Enn er tó ov tíðliga at gera niðurstøður, tí stutt er fráliðið í hesi stóru boriætlan. Ein av trimum brunnum er bor­aður. Talan er um at stað­festa, um Rosebank er eitt stórt oljufund, ið fyrstu brunnarnir hava víst. Nú seinasta boringin á føroyska landgrunninum varð eitt vónbrot eru øll eygu í oljuheiminum vend móti brunnunum, ið verða boraðir á Rosebankleiðini. Chevron, ið er eitt tað mest virkna á Atlantsmótinum, hevur góðar vónar til økið og hevur gjørt stórar íløgur í leitingina. Eisini er felagið við at byggja boripall og boriskip, ið skulu bora á Atlantsmótinum komandi árini. Chevron fekk ann­ ars sítt fyrsta loyvi á før­ oyska landgrunninum í 2. útbjóðing í fjør. Felagið hevur eftir øllum at døma gjørt eitt stórt fund í basaltløgum einar 15 fjóðringar frá føroyska markinum. At gera olju­ fund í basaltløgum er rættiliga óvanligt, og tí er eisini sera stórur áhugi fyri boringunum millum altjóða oljufeløg, ið framvegis trúgva uppá Atlantsmótið. Tað eru tey oljufeløg, ið halda, at Atlantsmótið, ið eisini Føroyar eru partur av, kunnu blíva ein nýggjur Norðsjógvur í oljuhøpi. Spurningurin er bara um tíð. Áhugavert er at býta merki í, at feløgini, ið eru við í boringunum á Rosebankleiðini á bretska landgrunninum, eisini eru við í leitingini við Føroyar. Vánalig úrslit á Rosebank og hjá BP á Williamleiðini í summar kunnu gerast stórt afturstig fyri oljuleiting við Føroyar. Men sum longu umrøtt so kunnu posi­tiv úrslit á hesum báð­ um leiðum ella eini teirra fáa alstóran týdning fyri framtíðar oljuleiting á Atlants­mótinum. Og so skulu vit heldur ikki gloyma spenn­andi brunnin, Anne Marie, sum ENI og Føroya Kolvetni fara at bora í 2008 á føroyska landgrunninum. Boring við markið helst positiv Rosebank/Lochnagar oljufundið liggur stutt frá føroyska markinum. Hini gulu økini inni í sirkulinum eru loyvi, har Chevron er fyristøðufelag og har borurin helst verður settur í í næstu framtíð. Stórt boriskip og pallur verða í løtuni bygd til at bora á m.a. hesum leiðum. Leggið til merkis, at loyvið 008 á føroyska landgrunninum er eisini við. Kelda Chevron.