týsdagur 16. januar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 11 - 16. januar 2007
Síðani á heysti 2002
hava eftirløntu
hjúnini, Elisabeth
og Páll Ellingsgaard
rikið verkstaðin
Glarlist á Eiði.
- Hóast vit hava nógv
ymiskt at selja, er ein
alla tíðina noydd at
finna uppá okkurt
nýtt, sigur tann
virkna Elisabeth
Listhandverk
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Eiði: Tað sær kanska ikki
beinleiðis út sum eitt virkið
arbeiðsstað, teir tríggir blá
littu skúrarnir her Uppi á
Grind, tey kalla.
Men eingin skal vera í iva
um, at inni í bygninginum
trívast eini tilkomin hjún
væl í arbeiðinum við dreym
um sínum: At hava glarlist
sum vinnuveg í Føroyum.
Framsýningarhølið
er
besta prógvið um, hvussu
tað kann ganga, tá tvey fólk
seta sær okkurt fyri - og
haraftrat megna at fáa tað
at bera til:
Eftir góðum fýra árum
kann Glarlist bæði framleiða
og selja glarvørur á høgum
støði, bæði til føroyingar og
útlendingar. Og tað stendur
heldur ikki á at sleppa at
við hesar vørurnar.
- Okkurt tíðarskeið vóru
vit simpelthen noydd at
arbeiða í døgndrift, greiðir
Elisabeth Ellingsgaard frá.
Hon lærdi annars til
sjúkrasystir
seinast
í
fimmti-árunum, men tey
seinnu árini hevur hon kast
að seg yvir glarlistina.
Hóast hon er farin um 70
ár, so tróta hugskotini ikki,
sum hon ætlar sær at fara
undir.
- Hugskotini, tey koma
meðan eg arbeiði. Ein er jú
alla tíðina noydd at finna
uppá okkurt nýtt.
- Nú ætli mær at seta
meg meiri inn í, hvussu tey
framleiða smúkkur!, sigur
hon.
Váðaverk til veruleika
Elisabeth og maðurin byrj
aðu annars virksemið í smá
um, men skjótt vísti tað
seg, at slíkt ítriv og slíkt
virksemi kravdi bæði pláss
og tíð.
Tey keyptu fyrst ein con
tainara til virksemið. Stutt
eftir keyptu tey ein aftrat
og at enda ein triðja fyri
at rúma øllum. Maðurin
riggaði og snøggaði alt so
leiðis til, at tey bæði nú
bæði hava verkstað og fram
sýningarhøli í hesum trim
um containarunum Uppi á
Grind á Eiði.
Onkur helt kanska tá,
at her var talan um eitt
váðaverk, tá farast skuldi
eina so nýggja vinnu í
Føroyum. Eingin hevði jú
roynt júst hetta áður, um ein
sær burtur frá teirri listini
sum listamaðurin Tróndur
Patursson hevur latið úr
hondum.
Men Elisabeth og Páll
lótu ikki við seg koma, men
hildu fast við dreym og
hugskot teirra. Í dag man
neyvan nakar vera í iva um,
at glarlistin er komin fyri
at verða.
- Men lat meg so bein
anvegin sláa fast, at tað var
sera kostnaðarmikið at fara
í gongd. Her skulu nógv
amboð til og ovnarnir eru
eisini dýrir.
- Og rávøran, sum vit fáa
úr USA, er eisini sera dýr,
greiðir Elisabeth frá. Prís
urin á glarlistini er tí lagaður
eftir hesum umstøðunum.
Óvæntað marknaðar
føring
Tá ein byrjar eitthvørt virk
semi er avgerandi neyðugt
at fólk verða varug við tað,
ein er farin undir. Hetta
kallast marknaðarføring.
- Men hetta høvdu vit
næstan ikki tíð at hugsa eitt
einasta petti um. Vit høvdu
alt ov nógv at gera ta fyrstu
tíðina, sigur hon.
Tilboðið um marknaðar
føring kom kortini til teirra
frá heldur óvæntaðum staði:
SMS í Havn. Møguleiki
varð nevniliga at fara á sølu
torgið har at vísa fram og
selja glarlist teirra nakað
undan jólum í 2002.
- Eg veit ikki, hvat hendi.
Men har komu tíðindafólk
og fjølmiðlar rennandi og
vildu hava okkum at greiða
”
Vit ynsktu sjálvi
at gerast gomul
í Føroyum, men
vit vildu ikki bara
sita fyri einki. Vit
vildu hava okkurt
munagott at gera
Hugskotini koma meðan
Rávøruna keypa tey úr USA.
Henda er sera kostnaðarmikil,
men úrslitið verður eisini hareftir
– so gott, sum myndin ber
fullgott prógv um
- Eg fái alla tíðina nýggj hugskot, sum eg havi hug at royna í
verki, sigur Elisabeth, her við einum av formunum hon brúkar
at stoypa við
Vakur prýðislutur av Eiði
vinnusíðurnar