týsdagur 16. januar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2007
21
frá hesum. Og soleiðis
fingu fólk at vita at vit
vóru til.
- Jú, hetta gjørdi sera góð
an mun, sigur Elisabeth.
Eftirspurningurin vaks,
og tey høvdu trupult at
nøkta henda við bert einum
einstøkum ovni. Nú er so
ein ovnur komin aftrat.
Ikki ein belastningur
Uppi á Grind á Eiði halda
verkstaðurin og framsýn
ingin til, og er hann opin
ávísar tíðir ella eftir avtalu.
Tað er tó serliga um
summarið at fólk vitja her.
Tá er nærum gerandissjón
hjá eiðisfólki at onkur buss
ur stendur Uppi á Grind,
har fólk í hópatali vitja inni
í Glarlist og hyggja seg um
og keyps føroyska glarlist.
Annars ber til at keypa
vørur frá Glarlist á ymsum
støðum kring landið. Sigast
kann, at glarvørurnar av
Eiði er væl umtóktar mill
um manna.
Fyrsta árið, tey høvdu
opið royndist væl og ann
að árið uppaftur betri.
Hóast sølan dalaði nakað
í fjør, er Elisabeth kortini
væl nøgd við úrslitið og
arbeiðsgongdina.
- Vit ynskja at hava søl
una á einum hóskandi
støði, soleiðis at arbeiðið
ikki gerst ein belastningur
fyri okkum, sigur Elisabeth
sum er farin um tey sjeyti
árini.
Serliga nógv er at gera
um summarið, men tað
vísir seg at longu í apríl
mánaði byrja tey fyrstu
ferðafólkini at koma. Ofta
vitja ferðafólk eisini, tá tað
fer at líða til 1. september.
- Tá er ikki hugsingur um
at fara í summarfrí. Hana
taka vit vanliga í november
og desember mánaði, sigur
Elisabeth.
Nýggj framleiðsla
Ein so virkin kvinna sum
Elisabeth ynskir alla tíðina
at hava okkurt nýtt at bjóða
fram til kundarnar. Tí ger
hon eisini nógv av at fara á
skeið fyri at fáa íblástur til
arbeiðið.
Umframt skeiðini og und
irvísingina, sum er nevnd
aðrastaðni á síðuni, hevur
Elisabeth eisini verið á
íbirtaraskeið fyri kvinn
ur, sum ætlaðu sær undir
eitthvørt vinnuligt virk
semi.
Seinni í hesum mánað
inum skal hon aftur á skeið,
hesa ferð í gerð av smúkk
um.
- Eg havi ein ovn at gera
smúkkur við. Og fólk eru
eisini so smátt farin at
spyrja eftir smúkkum.
- So nú ynski eg at fáa
meiri at vita um hetta, sigur
Elisabeth.
Smúkkuovnurin er langt
síðani fingin í hús. Nú
bíða vit bara spent eftir,
nær føroyskar smúkkur av
Eiði verða at síggja í handli
num!
- Ikki sita
fyri einki
Elisabeth og maðurin,
Páll høvdu búð í Danmark
meginpartin av lívi teirra,
og vóru so smátt farin at
nærkast eftirlønaraldri.
Spurningurin kom tá
upp teirra millum: Hvat
skulu vit gera, tá vit fara
frá fyri aldur?
Elisabeth sjálv var
útlærd sum sjúkrasystir,
og hevði í sínum arbeiði
arbeitt innan mong ymisk
øki - m.a. heimarøktina,
psykiatri’ina, eins og
hon hevði verið leiðari á
einum røktarheimi.
Í øllum arbeiðum sín
um hevði Elisabeth sæð
tann eina møguleikan
sum eldri fólk høvdu fyri
at forfella, um tey bert
sótu óvirkin og trillaðu
tumlarnar heima ella á
stovni. Sum sjúkrasystir
visti hon hinvegin, at
fingu tey okkurt muna
gott at takast við, kundi
lívsdygd teirra bæði bøt
ast og varðveitast í langa
tíð.
- Vit ynsktu sjálvi at
gerast gomul í Føroyum,
men vit vildu ikki bara
sita fyri einki. Vit vildu
hava okkurt munagott at
gera, greiðir Elisabeth
frá. Avgerðin varð seinni
tikin um at flyta heim til
Føroyar at fremja eina av
ætlanum teirra.
Spennandi ítriv
Elisabeth var byrjað nøk
ur ár frammanundan at
arbeiða við glasi. Hetta
arbeiðið hugtók hana so
nógv at hon so líðandi
minkaði um arbeiðstíð
sína, fyri at kasta seg
út yvir hetta spennandi
ítrivið.
Árini frá 1990 og fram
eftir fekk hon undirvísing
í, hvussu ein teknar, mál
ar og ger grafikk hjá
myndahøggaranum og
listamálaranum Pierre
Gaborit.
Tey seinastu 10 árini
hevur hon so arbeitt við
ovnforming, máling og
sandstoyping í glasi við
frálæru hon fekk frá glar
listakvinnuni, Else Will
umsgaard.
Ja, Elisabeth fekk ikki
bert undirvísing og varð
undirvíst, hon hevði
eisini ein hóp av fram
sýningum á stovnum og í
listafeløgum í Danmark.
Men í 2001 var tíðin
komin til at fullføra dreym
in um at lata upp egnan
verkstað í Føroyum. Og
hetta eydnaðist henni
at fremja í november
mánaði 2002, tá Glarlist
lat upp á Eiði.
”
Okkurt tíðar
skeið vóru vit
simpelthen
noydd at arbeiða
í døgndrift
eg arbeiði
vinnusíðurnar