týsdagur 16. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 11 - 16. januar 2007
Nú líður valið í Før
oya Fiskimanna felag
móti endanum,
og spenn ingur
er um, hvør av
teimum trimum
– í bókstavarøð
- Jan Højgaard, Óli
Jacobsen ella Dan
R. Petersen, fara at
draga longsta stráið,
tá ið fiskimenn hava
atkvøtt. Eftir okkara
tykki er ógjørligt at
meta um, hvør verður
í stólinum á Bryggju
bakka, tá ið upptalt er
FF-valið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir, sum seinasta frígg
jadag høvdu leitað sær í
Vinnuháskúlan at lýða á val
fundin millum valevnini,
sum eru uppstillaði til fel
agsformansvalið í Føroya
Fiskimannafelag, upplivdu
ikki tað heilt stóra ”brakið”
hendan dagin.
Valevnini vóru sum heild
rímiliga siðilig og uppførdu
seg mannsømiliga – í sinn
og skinn, sum tikið plagar
at verða til.
Nógv verður sagt á einum
slíkum fundi, og tað hevði
ivaleyst verið troyttandi fyri
nógvar lesarar, um vit end
urgóvu hvørt einasta orð,
sum havt var á munni.
Vit hava tí í hesi umrøðu
valt at taka framløgurnar við
- tað, sum tey trý valevnini
í fyrsta lagi hava at siga sín
um veljarum, áðrenn seinas
ti ”krossurin” verður settur
á atkvøðuseðilin.
Sum blað hevur Sosialurin
ikki gjørt so nógv burtur
úr valinum, sum er fyrsta
felagsformansval í FF í 18
ár. Hinvegin hevur blaðið
staðið opið fyri øllum trim
um valevnunum at skri
va, lýsa sínar meiningar
og gera viðmerkingar til
hvønn annan, um hugur var
til tess.
Nú líður valið móti end
anum, og spenningur er
um, hvør av teimum trim
um – í bókstavarøð - Jan
Højgaard, Óli Jacobsen ella
Dan R. Petersen, fara at
draga longsta stráið, tá ið
fiskimenn hava atkvøtt.
Allir valseðlarnir skulu
nevniliga verða grannskoð
ara FF’s, Rasmussen &
Weihe, í hendi í seinasta
lagi 30. januar – og felags
formaðurin, sum tá tekur
við, byrjar longu í starvin
um 1. februar.
Jú, valið er spennandi, og
eftir okkara tykki er ógjør
ligt at meta um, hvør verð
ur í stólinum á Bryggjubak
ka, tá ið upptalt verður.
Møguleikin er, at Óli
Jacobsen verður sitandi – í
enn eitt valskeið omanyvir
tey 36 árini, hann longu
hevur sitið í hesum ábyrg
darstarvi.
Hvørjar møguleikar Jan
Højgaard hevur at gerast
nýggjur formaður, er ógjør
ligt at siga, men sum vit
hava skilt, hevur hann dúg
liga vitjað umborð á skip
og hevur ivaleyst eisini sína
undirtøku.
Allir føroyingar kenna
Dan R. Petersen, sum
umframt at vera lærari – og
parttíðar fiskimaður - eisini
er kendur úr løgtinginum.
Dan hevur ført hvassasta
pennin í hesum valstríði.
Jú, eitt spennandi val líð
ur nú móti endanum, og
vit fara at ynskja tí, sum
verður verandi – ella kemur
í henda álitissess – góða
eydnu og blíðan byr.
Tað, sum ræður er, er
í fyrsta lagi at tæna teir
ri uppgávu, sum felagsfor
maðurin hevur.
FF-valfundur: FF-valfundur:
Ikki tað heilt stóra ”brakið”
Valfundur á
Vinnuháskúlanum seinasta
fríggjadag. Ikki tað heilt
stóra ”brakið”, men ein
áhugaverdur fundur, har
valevnini løgdu fram
síni sjónarmið, og har
fundarluttakarar høvdu høvi
at seta fram spurningar til teir
tríggjar, Jan Højgaard, Óla
Jacobsen og Dan R. Petersen
Mynd: Jens Kr. Vang
Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum ætlar, at bann skal vera fyri royking í
øllum privatum fyritøkum, eisini gistingarhúsum, matstovum og kaféum. Men eitt slíkt
bann kann merkja ein inntøkumiss fyri matstovuvinnuna, heldur Ása Johnsdóttir, stjóri
á Hotel Hafnia
Í síðstu viku gjødu vit nógv burturúr, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum
ætlar at leggja uppskot fram um fullkomið roykimann á privatum virkjum – herundir
eisini á gistingarhúsum og matstovum.
Forkvinna í Gistingarhús- og Matstovufelagnum er Ása Johnsdóttir, stjóri á Hotel Hafnia.
Hóast hon ikki er ímóti roykfríum umhvørvi, tí hon heldur, at fleiri kundar fara at fegnast
um tað, so vísir hon á www.industry.fo á, at matstovuvinnan ikki er eitt gullnám, og at
flestu fyritøkurnar koyra við sera teprum úrslitið.
Hon veit ikki neyvt, hvat hetta fer at kosta matstovunum, men vísir á, at søla av tubbaki
er ein marginalvøra.
Hinvegin vísir hon á tann stóra trupulleikan, sum matstovurnar hava av, at tær ikki kunnu
keypa í Rúsuni upp á vanligar handilstreytir, men skulu keypa kontant fyri sama prís,
sum øll onnur. – Hetta merkir, at inntøkurnar eru nógv minni enn í grannalondunum,
sigur hon og eftirlýsir tí onkrar glottar heldur enn tiltøk, sum bara merkja enn truplari
inntøkumøguleikar.
Roykibann viðførir inn tøkumiss
fyri matstovurnar
vinnusíðurnar