Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2007 23 - Fiskimenn hava eisini síni áhugamál mótvegis almennum myndugleikum, og FF hevur havt stóra ávirkan á almenna fiskivinnupolitikkin. Høvdu vit ikki havt søkt okkum hjálp frá útlendskum fiskifrøðingum og serfrøðingum á økinum, tá ið ástóð, høvdu fáir fiskidagar verið eftir í dag, segði Óli Jacobsen á valfundinum FF-valið Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var felagsformaðurin sein­astu mongu árini, Óli Ja­cob­sen, sum legði fyri á val­fund­in­um á Vin­nu­há­skúl­ an­um seinasta fríggjadag. Hann tosaði fyrst um tíð­ ina, tá ið hann fyri skjótt 40 ár­um síðan kom í leiðslu FF’s og fyri 36 árum síðan gjørd­ist felagsformaður. - Neyðugt var at umskipa felagið á nógvan hátt, eitt nú tí ongar broytingar høvdu verið í viðtøkunum síð­an 1938. Hesar broyt­ ing­ar høvdu eisini við sær, at felagsformaðurin fekk dagligu ábyrgdina av felagnum. Nú kundi ikki longur skyldast upp á nakr­ an annan, um okkurt var at finn­ast at. Góð hagtalsskipan Óli segði, at sjálvandi er ymiskt, sum kundi verið øðrvísi og betri, treyðugt so, men felagið er munandi betri fyri – og er eisini munandi sterkari – enn tað áður hevur verið. Hann nam við góðu hag­ tals­skip­anina, sum FF hev­ ur, og sum hann metir telist mill­um heimsins bestu. - Her síggja vit gongdina – frá skipi til skip og ári til ár. Hetta fáa vit ikki umtalu fyri, men tølini geva úrslit, sum hann tók til. At hagtølini hjá FF ikki geva umrøðu, er nú ikki heilt rætt, tí tey verða ikki so lítið brúkt av øðrum í met­ing­um um útlit. Men tað ger so ikki tølini verri. At verja borg Óli segði, at sum árini eru liðin, hevur eydnast FF at fáa í lag skipaði viðurskifti fyri allar veiðibólkar. Men hinumegin ”borðið” hjá føroyskum fiskimonnum sit­ur ikki bara reiðarin. Felagsformaðurin vísti á, at fiskimenn eisini hava síni áhugamál mótvegis al­menn­ um myndugleikum, og hann metti, at FF hevur havt stóra ávirkan á almenna fiski­vin­ nu­pol­it­ikk­in. - Høvdu vit ikki havt søkt okkum hjálp hjá út­lends­ k­ um fiskifrøðingum og ser­ frøð­ing­um á økinum, høv­ du fáir fiskidagar verið eftir í dag, legði hann dent á. Óli segði, at stundum hev­ ur verið neyðugt hjá fel­ag­ num veruliga at vart borg, sum hann tók til, og í hesum sam­bandi nevndi hann inn­ tøk­u­trygd­ina og ágangin úr Danmark, har TV2 leg­ið seg út í málið, men fekk veruligu viðurskiftini ”skeivt í hálsin”, sum hann tók til. Hjálp og ráðgeving - Vit hava eina effektiva um­siting á skrivstovu FF’s, har umframt eg sjálvur eri, eisini eru tvey onnur skriv­ stovu­fólk. Her fáa fiski­ menn ta hjálp og ráðgeving, sum felagið kann veita teim­ um. Felagsformaðurin segði, at inntøkutølini vísa, at fiski­menn sum heild hava tað gott í dag. - Ja, eg vil siga sera gott, legði Óli Jacobsen aftrat í sínum fyrsta innleggi á val­ fundinum. Tað ræður eisini um at halda tørn - Vit hava eina effektiva umsiting á skrivstovu FF’s, og her fáa fiskimenn ta hjálp og ráðgeving, sum felagið kann veita teimum, segði Óli Jacobsen Mynd: Jens Kr. Vang - Tá ið eg gjørdi av at fara aftur á skúla­ bonk, setti eg mær eitt mál. Málið var at gera nakað fyri fiski­menn, og hetta æt­li eg mær at halda, segði Jan Højgaard á val­fund­in­ um FF-valið Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jan Højgaard, sum í bók­ stava­røð er næsta va­l­evnið á list­anum til formansvalið í FF í ár, segði, at tað er ymiskt, sum honum liggur á hjarta, nú hann hevur gjørt av at stilla upp. - Pensjónin hjá fiski­mon­ n­um er eitt av málunum; hon er ikki nøktandi – fyri ikki at siga eingin, sum hann tók til. Tryggingin er eft­ir mínum tykki eisini sera vánalig. Miljardir til góðar Jan hevur áður sagt, at fiski­menn eiga miljardir til góðar í landskassanum fyri heimatrygging av sjófólki, og hetta endurtók hann á valfundinum á Vinnu­há­ skúla­n­um. - Hendan peningin skulu vit hava aftur, og hann sku­ lu ikki minst tey gomlu fáa, sum hann tók til. Valevnið greidd i eisini frá, at hann sum fiskimaður fekk ein skaða í 2001, men tá føldi hann tað, sum var hann viðfarin sum brots­ mað­ur. - Eg noydd ist regluliga at ”skriva undir”, sum hann tók til, men í realitetinum var einki at heinta, tí alt varð mótroknað. Fyri fiskimenn Seinni gjørdi Jan av at fara aftur á skúlabonk. - Eg fór í skúla, tí eg ætlaði mær at gera nakað fyri fiskimenninar, og hetta ætli eg mær at halda, um eg fái høvi til tað, legði hann aftrat. Jan segði seg hava lítið á­lit á tryggingarfeløgum, hóast hesi reypa sær av yvirskoti, sum hann tók til. - Vit eiga eisini at taka ei­na uppgerð við ALS við at fa­ra út í Tinganes og leggja trýst á myndugleikarnar. Hann helt, at FF eigur at reka ein meira viðgongdan pol­i­ti­kk – uttan, at hesin ger­st ov ógvusligur. - Vit eru lívsæðrin í sam­ fel­ag­num, og tí eiga vit ikki at lata alt um okkum gan­ ga. Negativur hugburður Jan helt, at hugburðurin mót­ veg­is fiskimanninum í alt ov stóran mun er negativur. - Tú verður næstan álopin av fólki, tá ið tú sigur, at tú ert fiskimaður, tí vit fiski­ menn skulu hava tað so gott. Hann helt, at Bú­skap­ar­ ráð­ið og onnur slík forum ein­ki gott hava at bera fiski­ monn­um. Valevnið fýltist í hesum sam­ban­di á, at eitt nú Her­ mann Oskarsson, sum hev­ur verið formaður í Búskaparráðnum og er stjó­ri á Hagstovu Føroya, on­gan­tíð hevur sagt eitt gott orð um fiskimenn. - Hetta líkist púrasta ong­ um, legði hann dent á. Keypa útvarpsrás Jan Højgaard helt, at fiski­ menn – fyri betur at verða hoyr­dir - skulu fáa sær eina útvarpsrás, sum eitt nú kann senda ein tíma um vik­u­na – eina rás, sum FF rind­ar fyri. At enda í sínum fyrsta inn­leggi, helt hann, at tað ikki kann vera ábyrgdin hjá fiski­mon­num, um reiðarar key­pa skipini ov dýr. - Hetta eigur ikki at vera okk­ara ábyrgd, legði val­evn­ ið aftrat. Ætlar sær at virka fyri fiskimenn - Hugburðurin mótvegis fiskimanninum er negativur. Tú verður næstan álopin av fólki, tá ið tú sigur, at tú ert fiskimaður, tí vit fiskimenn skulu hava tað so gott, segði Jan Højgaard á valfundinum Mynd: Jens Kr. Vang - Teir, sum heittu á meg um at stilla upp ímóti Óla, hildu tað vera neyðugt, at mót­ val­evnið var ein skriv­ andi maður. Tað eru so nógvir, sum hava ver­ið í holt við sitandi for­mann, men hann hev­ur syft teir sum ein vøtt, segði Dan R. Pet­er­sen, valevni FF-valið Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Dan R. Petersen man vera tað valevnið til fel­ags­ for­man­s­valið í FF hesaferð, sum hevur ført spískasta penn­in, og serliga hevur hann funn­ist at sitandi formanni fyri – eftir sínum tykki - at ha­va gjørt ov lítið á ávísum økj­um. Dan hevur soleiðis havt nøk­ur ávís mál í síni val­ skrá, sum hann meinar ligg­ ja á láni hjá FF. Ítøkilig valskrá Á valfundinum legði hann dent á, at verður hann vald­ ur í formansstarvið, skal sátt­mál­in haldast, fiski­ menn skulu hava eina virð­i­ li­ga pensjónsskipan, av­rokn­ ing­ar skulu koma til tíðina, ar­beið­sum­hvør­við umborð á skipunum skal betrast, trygg­in­g­ar­viður­skiftini sku­ lu betrast og fiskimenn, sum gerast arbeiðsleysir, sku­lu hava eina smidligari at­gon­gd til ALS. Dan nýtti eisini høvið at greiða frá sínari egnu bak­ grund, nú hann hevur gjørt av at lata seg stilla upp. - Eg eri uppvaksin í fisk­i­ man­na­heimi og sigldi sjálv­ ur sum blaðungur í nøkur ár, áð­renn eg fór á læraraskúla. Síð­an havi eg altíð verið til sjós upp ímillum, eisini hesi seinnu árini. Hvassur pennur Valevnið segði, at tá ið heitt hev­ur verið á hann um at stil­ la upp, hildu menn tað vera neyð­ugt, at mótvalevnið til Óla Jacobsen, sum hevur sit­ið í 36 ár, mátti vera ein skriv­an­di maður. Tað eru so nógvir, sum ha­va verið í holt við sitandi for­mann, men hann hevur syft hesar sum ein vøtt, sum Dan tók til. Í hesum sambandi nevndi hann bæði Ellint Patursson, Ísak Matras, Absalon Ab­sal­ on­sen og Dánjál Ják­up Jørgensen, ið var hin sein­ asti, sum stillaði upp ímóti Óla fyri 18 árum síðan. - Teir, sum hava heitt á meg um at stilla upp, hildu, at eg kundi geva sitandi for­manni eitt virðiligt mót­ spæl, sum hann tók til. Vantandi virðing Í sínum valstríði hevur Dan gjørt nógv burtur úr, at ikki all­ir fiskimenn fáa sín ágóða til tíðina, og hann hevur ei­si­ ni gjørt nógv burtur úr, at ikki allir reiðarar vilja gjal­ da fyri tað, sum menn gera, með­an skipið er í havn. Dan hevur kanska serliga fýlst á, at summir reiðarar ”kon­se­kvent”, sum hann tók til, ikki vilja gjalda fyri ís­tøku, ið kann taka einar 2-3 tímar. - Tað er eingin meining í, at reiðarar skulu sleppa við ikki at rinda monnum tað, teir sambært sáttmálanum eiga. Hann segði, at tað eru lang­ fara­fiski­menn, sum hava bíð­að eftir avrokningini upp í tríggjar mánaðir, og hesa tíð­ina noyðast familjurnar av liva av forskoti, sum hann helt vera óvirðiligt í so langa tíð. - Eg haldi, at reiðarar eins og aðrir arbeiðsgevarar eiga at vísa fólki størri virðing, leg­ði hann dent á. Dan segði, at tá tað í Íslandi ber til at avrokna manningina eftir tveimum døgum, sum hann tók til, átti hetta eisini at borið til hjá føroyskum reiðarum. - Hetta er bert vantandi virðing, helt hann fyri. Lægri pensjónsaldur Valevnið helt, at tað ikki hevði verið meira enn rímiligt um fiskimenn, sum ofta eru útslitnir í rímiliga góðum árum, kundu fingið tilboð um pensjón nøkur ár fyrr enn vanligt. - Eitt er tann kropsligi lparturin, annað er oyruni, og tað er valigt, at fiskimenn eru hálvdeyvir um fimmti ára aldur. Dan R. Petersen segði, at teir, sum sigla við trolara, ofta liva undir ólýðiligum larmi, eitt nú av ketum og breidlum. Óli syfti hinar sum ein vøtt - Tað eru langfarafiskimenn, sum hava bíðað eftir avrokning upp í tríggjar mánaðir, og hesa tíðina noyðast familjurnar av liva av forskoti. Tað er óvirðiligt. Eg haldi, at reiðarar eins og aðrir arbeiðsgevarar eiga at vísa fólki størri virðing, segði Dan R. Petersen Mynd: Jens Kr. Vang vinnusíðurnar