týsdagur 16. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 11 - 16. januar 2007
vinnusíðurnar
Kristian Davidsen,
stjóri í Føroya Tele,
heldur, at tað ikki
er ein spurningurin
um Føroya Tele
hevur ráð at gera
eina slíka íløgu,
men heldur ein
spurningur um
tey hava ráð at lata
vera. – Kaðalin er
ein fortreyt fyri
menning og vøkstri,
heldur hann
VINNA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Stjórin á Føroya Tele,
Kristian Davidsen, var ein
fegin maður eftir at teir
tríggir sáttmálarnir við út
lendsku veitararnar vóru
undirskrivaðir í Klingruni
á Føroya Tele mánadagin,
um at leggja nýggja fjar
skiftiskaðalin, SHEFA-2
millum Føroyar og Skot
land.
– Eitt nútímans samfelag
krevur góðar og skjótar
samskiftismøguleikar
til
útheimin, tí er tað týdn
ingarmikið fyri Føroya Tele
at kunna veita tænastur við
høgari dygd. Kundarnir
krevja breiðband við høg
ari ferð og óavmarkaði
nýtslu, og krøvini til fram
tíðartænastur fara eisini at
hava við sær tørv á hægri
samskiftisorku, vísti Krist
ian Davidsen millum annað
á.
– Kaðalin er ein fortreyt
fyri menning og vøkstri,
heldur hann og sigur, at
tað er ikki ein spurningur
um at hava ráð, men heldur
ein spurningur, um tey hava
ráð at lata vera.
CANTAT-3 tænt
fyri seg
Stjórin í Føroya Tele ásannar,
at CANTAT-3 kaðalin, sum
vit fingu í 1994, ikki er
meiri enn næstbesta loysnin
fyri Føroyar og føroyingar
longur.
– CANTAT-3 hevur tænt
væl tey 13 árini, vit hava
havt hann. Men støðugt og
álítandi breiðband er neyð
ugt, segði Kristian Davidsen
og vísti til kaðalslitið á
CANTAT-3 í løtuni, sum
hevur víst vaksandi váðan,
við ikki at hava eitt gott
og trygt sjókaðalsamband
aftrat FARICE kaðalsam
bandinum.
Á
tíðindafundinum
spurdi umboð fyri sjónvarp
ið, um livitíðin á einum
fjarskiftiskaðali
er
13
ár, síðani CANTAT-3 nú
verður skiftur út. Svarið var
játtandi og sagt varð, at
livitíðin liggur millum 13
og 15 ár.
Rættir samstarvs
felagar
Við á fundinum vóru
umboð fyri allar tríggjar
samstarvsfelagarnar í verk
ætlanini. Norddeutsche See
kabelwerke úr Týskland,
IT International Telecom
úr Kanada og Xtera Com
munications úr Texas. Har
næst var eisini hetlendski
løgmaðurin við á fundinum
umvegis eitt web-sjónvarp.
Kristian Davidsen segði
seg vera sannførandan um,
at Føroya Tele hevur valt sær
røttu samstarvsfelagarnar.
Hann legði dent á, at tað var
hansara vón, at teir tríggir
partarnir og Føroya Tele
fóru at virka sum eitt lið,
heldur enn ymsar eindir.
Hetlendski løgmaðurin
segði, at hann vildi ynskt
at verið við á fundinum í á
Føroya Tele, men at veðrið
í Hetlandi forðaði honum í
hesum.
Hann fegnaðist um sátt
málan, sum var undirskriv
aður og segði seg síggja
fram til, at kaðalin fór at
verða tikin í nýtslu.
Kaðal betri enn
samferðslusamband
Eitt umboð fyri Xtera Com
munications fekk seinastu
orðini á fundinum. Hann
segði vóna, at hann ikki
kom aftur til Føroya í sam
band við SHEFA-2 kaðalin.
Tí komu teir ikki aftur, so
var teirra arbeitt væl úr
hondum greitt, segði hann.
Skemtandi endaði hann við
at siga, at hann undir øllum
umstøðum kundi veita vissu
fyri, at fjarskiftiskaðalin fer
at veita føroyingum betri
samband
við
útheimin,
enn samferðslan landanna
millum í dag.
Hava ikki ráð
at lata vera
KYKMYNDIR:
Sí annars kykmyndir
á www.portal.fo , har
samrøður eru við
Kristian Davidsen, stjóra
í FT, Bjarna Djurholm,
landsstýrismann í
Vinnumálum og ein av
útlendsku veitarunum,
Astutosh Bhargava frá
NSW.
Kristian Davidsen heldur, at Føroyar hava
ikki ráð at lata vera við eini slíkari íløgu.
Undangongumaður hansara í sessinum, Andras
Róin, tykist ikki vera ósamdur
Mynd: Jens Kr. Vang
Avgerandi
týdning
fyri
Føroyar
Tað heldur Bjarni
Djurholm um
SHEFA-2 kaðalin,
sum skal leggjast
úr Føroyum
til Skotlands í
oktober. – Kaðalin
setir Føroyar á
heimskortið sum
eitt knútapunkt
í Norðurhøvum,
sigur Bjarni
Djurholm
VINNA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í Vinnu
málum, sigur, at nýggi
SHEFA-2 kaðalin hevur
heilt avgerandi týdning
fyri Føroyar.
– Kaðalin setir Føroy
ar á heimskortið sum
eitt knútapunkt í Norð
urhøvum, sigur lands
stýrismaðurin, sum eis
ini heldur at tað er ein
neyðug íløga hjá Føroya
Tele.
– Tað er neyðugt hjá
Føroya Tele, og teir
hava boðað okkum frá
(Vinnumálaráðnum,
blðm.), at teir ynskja
breiðband til hvørt hús
í Føroyum í 2012. Tá
verður brúk fyri slíkum
kapasiteti sum hesum,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir samstundis
á, at henda íløgan, sum
er størsta einstaka íløgan
hjá fyritøkuni nakrantíð,
møguliga bert er ein
minni partur av øðrum
íløgum, sum Føroya Tele
er farið undir, soleiðis
at Føroyar verða javn
bjóðis við tey mest fram
komnu londini í heim
inum um nøkur ár. Við
hesum sendir landsstýris
maðurin nakrar beinleiðis
tankar til Visjón 2015, og
Bjarni Djurholm sigur,
at kaðalin er ein fortreyt
fyri hesum.