Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2007 25 Seinnapartin mánadagin skrivaði Føroya Tele undir tríggjar sáttmálar við veitarar, um at leggja nýggja fjarskiftiskaðalin SHEFA-2 millum Føroyar og Skotland umvegis Hetland og Orkneyoyggjarnar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framtíðar samskiftistørvin, og er størsta einstaka íløgan hjá Føroya Tele nakrantíð VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroya Tele byrjaði ársins triðju viku við at skriva undir ikki færri enn tríggj­ar sáttmálar, sum eru grund­ arlag fyri størstu einstøku íløguna hjá Føroya Tele nakrantíð. 120 milliónir krónur kostar tað at leggja kaðalin frá Føroyum til Skotland umvegis Hetland og Orkneyoyggjarnar. Føroya Tele hevur í rúma tíð arbeitt við fyri­reik­ingu­ num í verk­­ætlanini. Gongst sum ætl­að verður 730 kilo­ metrar langi kaðalin liðugur og klárur í summ­ar, og so tikin í nýtslu í oktober í ár. Avloysarin til Cantat-3 Í mars 2004 varð FARICE fjar­­skiftis­kaðalin, sum er kaðal­­sam­­bandið úr Íslandi til Føroyar og so víðari til Skot­lands, tik­in í nýtslu. Síðani FARICE kað­alin varð lagdur, er tørvurin á sam­­skiftis­orku, t.d. breið­ bands­nýtslu, nógv øktur. Tað er ein sannroynd, at tørvurin bara fer at vaksa í framtíðini, og tí ásann­ ar Føroya Tele, at støðugt og álítandi samband til út­heimin er alneyðugt, sum tað verður sagt í tíðinda­ skrivinum, sum er sent út til miðlarnar. Um FARICE kaðalin verð­ur óvirkin, so er fjar­ skiftisorkan á CANTAT-3, sum er álitið, tá FARICE kaðalin ikki riggar, alt ov lítil til at nøkta samskiftistørvin til og frá Føroyum. Haraftrat hevur kaðal­ slitið á CANTAT-3 í løtuni víst vaksandi váða, við ikki at hava eitt gott og trygt sjókaðalsamband aftr­at FARICE kaðalsam­ bandinum. Tí er neyðugt við einum við tryggum og álítandi kaðali aftrat, og tað skal SHEFA-2 vera, siga tey í Føroya Tele. Nøktar tørvin fyri nógv ár Í oktober hava Føroyar so aftur tvey dygdargóð fjar­skiftis­sam­bond við útheimin. Kaðalin, sum er Føroya Tele eigur full­komi­ liga einsamalt, tryggjar at uttan­lands­sam­skiftis­tørv­ urin hjá før­oyingum verður nøktaður nógv ár framyvir. SHEFA-2 kaðalin: Størsta einstaka íløgan nakrantíð Teir 730 kilometrarnir av kaðali kosta 120 mió kr. at leggja Mynd: Jens Kr. Vang Marknaðarrák Sum væntað gjørdist hendan farna vikan hendingarík á marknaðunum, og tað var fyri stóran part oljan, sum var í andgletti. Prísurin á olju helt á at lækka, eitt skifti var hann heilt niðri á 51 dollarum fyri tunnuna. Hetta var tað lægsta, olju­ prísurin hevur verið síðan juni ’05. OPEC hevur fleiri ferðir hetta seinasta árið boðað frá, at londini fóru at skerja framleiðsluna fyri at fáa prísin upp. Men londini hava ikki gjørt sum tað varð sagt, og tí hava fráboðanirnar frá OPEC oft­ ast ikki havt nakra ávirkan á prísin. Formaðurin segði aftur hósdagin, at londini fara at skerja framleiðsluna. Áhugavert verður at síggja, um tað riggar hesuferð. Lági oljuprísurin er við til at halda eini hond undir partabrævakursunum. Lánsbrævarentur hækka 10-ára lánsbrævarentan er nú 4,02%, og hon er hækk­ að 0,10% hesa farnu vikuna. Sum sæst á myndini er langa rentan hækkað um 0,30%- stig síðan fyrst í desembur. 1-árs rentan er enn hægri, 4,2%. Góð tíðindi frá Lundbeck Oljuprísurin hækkaði eitt vet fríggjadagin og tað fekk oljupartabrøv, sum í sein­­astuni hava liðið undir lækk­andi oljuprísum, at hækka nakað aftur. Danska heili­­vág­fyri­tøkan Lundbeck kunngjørdi í farnu viku, at Svø­ríki hevur góðkent Cipra­lex fyri tung­lyndi og hetta kann vænt­andi økja søluna. Góðu tíð­indini gera at partabrævið er áhugavert, men havast skal í huga, at tað er tengt at stórum váða, tí fleiri tíðindi kunnu væntast frá fleiri av teirra stig-3 verkætlanum í 2007, sum kunnu fara báðar veg­ ir.   Hesa vikuna Hendan vikan verður vænt­ andi rættiliga áhugaverd á marknaðunum. Prísvøkst­ ur­in bæði í Evropa og USA verður kunngjørdur. Hann hevur nógv at siga fyri miðbankarnar og rentu­ gongdina, og hetta er júst tað, sum marknaðirnir hava lagt stóran dent á seinasta hálva árið. Harumframt verða eyguni havd við olju­ prísi­num. Oljan setti dagsskránna vinnusíðurnar                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.              Vika 3, 2007