týsdagur 16. januar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 11 - 16. januar 2007
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Sleppa nú
á ting
Tjóðartingið í Nepal hev
ur samtykt eina nýggja
stýrisskipan, sum gevur
teimum maoistisku upp
reistrarmonnunum sæti
í tjóðartinginum. Stýr
isskipanin er tó bara
galdandi fyribils, og tingið
skal sita, til ein nýggj
og endalig stýrisskipan
er gjørd. Avgerðin at
geva maoistunum sæti
í tinginum er partur av
einari friðarætlan, sum
hevur til endamáls at
fáa uppreistrarmenninar
at leggja vápnini og at
umskipa rørsluna til ein
politiskan flokk. Sein
astu tíggju árini hava
minst 12.000 fólk latið
lív í samanbrestum
millum maoistarnar og
myndugleikarnar.
Hótta Noreg
Hongdur
Tað er ikki bara í Irak,
at deyðadómar verða
fullførdir. Í granna
landinum Iran varð ein
maður hongdur í gjár,
eftir at dómsvaldið
hevði funnið hann sekan
í at hava burturflutt ein
annan mann. Sambært
dóminum hevði tann 33
ára gamli burturflytarin
tikið hin, sum var 20 ára
gamal, og gjørt seg inn
á hann á ein ósømiligan
hátt, sum ákærin orðaði
tað. Higartil í ár eru ell
ivu fólk hongd í Iran,
og hildið verður, at
154 iranar endaðu sín
ar dagar í gálganum í
fjør.
– Teir norsku hermenn
inir í Afghanistan eru
ikki vælkomnir, tí teir
eru okkara fíggindar,
sigur Taleban-komm
andanturin Abdul Hai
við norska sjónvarpið
TV2. Hann sigur, at teir
útlendsku hermenninir
bumba hús og heim hjá
tí vanliga fólkinum í
Afghanistan og oyði
leggja lív teirra. Abdul
Hai ávarar norsku
stjórnina ímóti at senda
fleiri hermenn til Afgh
anistan. Hann sigur, at
afghanar hava ikki álit
á teimum útlendsku her
monnunum, sjálvt um
teir siga seg vera komnar
hagar í friðarørindum.
– Tað gongur tann rætta vegin hjá pápa mínum, og
hann kemur aftur til arbeiðis
(sonur Fidel Castro)
Ísrael og Sýrialand
samráðast í loyndum
um ísraelska
afturtøku av Golan-
herunum, skrivar eitt
ísraelskt blað.
Haaretz vil vera við, at sam
ráðingarnar millum londini
byrjaðu longu í 2004, og at
umboð fyri londini høvdu
seinasta fundin í juli í fjør.
Hvar samráðingarnar vóru,
veit blaðið ikki, men sigur,
at tær vóru einastaðni í
Evropa.
Londini eru kortini ikki
samd enn. Sýrialand krevur,
at teir seinastu ísraelsku
hermenninir skulu fara av
Golan-herunum innan fimm
ár, men Ísrael heldur uppá,
at teir skulu verða har 15 ár
afturat.
Sambært Haaretz skal
Ísrael taka seg aftur til
markið, sum tað var undan
krígnum í 1967, tá ísraelski
herurin hersetti Golan-
herurnar, men ein trygdar
geiri skal skipast fram við
markinum.
Hava samráðst í loyndum
Aftan á tríggjar mis
eydnaðar skurðvið
gerðir er kubanski
leiðarin so veikur, at
hann orkar ikki at eta
sjálvur
Tað siga spanskir læknar,
sum hava viðgjørt tann 80 ára
gamla leiðaran. Fidel Castro
varð fyrstu ferð lagdur undir
skurð tann 31. juli í fjør, og
síðani hevur hann bara víst
seg alment einaferð. Tað
var tann 1. oktober, tá hann
royndi at sannføra kubanska
fólkið um, at hann hevði tað
betri. Síðani hevur hann ikki
víst seg.
Nú skrivar spanska blað
ið El País frá læknum á
einum sjúkrahúsi í Madrid,
at Castro livir illa. Blaðið
veit at siga, at Castro hevur
fingið tvær skurðviðgerðir í
tjúkktarminum teir seinastu
mánaðarnar, men at hann fekk
bruna aftaná. Blaðið sigur
seg hava tíðindini frá keldum
á sjúkrahúsinum, har skurð
læknin José Garcia Sabrido
arbeiðir. Fyri einum mánað
síðani var hann í Kuba og
kannaði Castro.
Sambært keldunum á sjúkra
húsinum er støðan hjá Gastro
álvarssom, og útlitin, fyri at
hann skal koma seg aftur,
eru vánalig, skrivar El País.
Keldurnar siga blaðnum, at
tað eru 80 prosent sannlíkindi
fyri, at tann gamli leiðarin
doyr av sjúkuni, sum hann
hevur.
Miseydnaðar viðgerðir
Eftir tí, sum spanska blaðið
hevur fingið at vita, fekk
Castro bruna í tjúkktarmin
seinasta vár. Hann varð lagd
ur undir skurð, og læknarnir
kendu seg noyddar at skera
ein fjórðing burtur av tjúkk
tarminum og endatarminum.
Samstundis royndu læknarnir
at leggja eitt samband ímillum
tjúkktarmin og endatarmin,
men tann skurðviðgerðin mis
eydnaðist. Tí noyddist Castro
enn eina ferð á skurðborðið,
so læknarnir kundu taka all
an tjúkktarmin. Men tann við
gerðin miseydnaðist eisini og
hevði við sær, at bruni kom í.
Stutt eftir fekk Castro
bruna í gallið. Enn eina
ferð varð hann lagdur undir
skurð. Hon miseydnaðist í
fyrsta umfari, men í øðrum
umfari fingu læknarnir hjálp
úr Spania, og tá eydnaðist
viðgerðin, skrivar El País.
Kubansku myndugleikar
nir hava ikki grett orð um
støðuna hjá Castro. Teir hava
sagt, at stjórnin skuldi koma
við einari lýsing av støðuni.
Hon er ikki komin enn,
og myndugleikarnir hava
heldur ikki gjørt viðmerk
ingar til greinina í spanska
blaðnum.
Ikki krabbamein
Ein diplomatur, sum var hjá
staddur, tá nývaldi forsetin
í Ekvador bleiv tikin í eið í
gjár, skal hava sagt, at Fidel
Castro varð fluttur á skurð
deildina á einum sjúkrahúsi
í Havana heilar sjey ferðir í
síðsta mánað. Sambært diplo
matinum vildi skurðurin frá
teirri seinastu viðgerðini ikki
grógva aftur.
Diplomaturin, sum er úr
einum landi, ið hevur gott
samband við Kuba, skal hin
vegin hava avsannað leysa
søgur um, at Castro hevur
krabbamein, soleiðis sum
amerikanskar keldur vilja vera
við. Fyri nøkrum mánaðum
síðani segði John Negroponte,
at kubanski leiðarin hevði
krabbamein, og at hann hevði
bara nakrar dagar ella nakrar
mánaðir eftir.
Spanski læknin, sum var í
Havana og viðgjørdi Castro
í síðsta mánað, hevur eisini
avsannað, at tann gamli hevur
krabbamein. Læknin legði tá
afturat, at Castro kundi væl
koma fyri seg og taka við
landsins leiðslu aftur.
Elsti sonur Castro, Fidel
Castro Diaz-Balart, segði
við tíðindafólk í Kili um
vikuskiftið, at pápin hevur
tað betri nú, og hann segði
seg vera sannførdan um, at
tann gamli leiðarin fór at
koma fyri seg.
Síðani Fidel Castro gjørd
ist sjúkur, hevur bróður
hansara, Eaúl Castro, røkt
leiðarastarvið. Hann er
frammanundan varaforseti
og verjumálaráðharri.
Castro livir illa
Sambært spanska blaðnum El País er Fidel Castro illa sjúkur eftir fleiri miseydnaðar skurðviðgerðir