týsdagur 16. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2007
27
SAMBAND
jákup mørk
jalup@sosialurin.fo
ítróttur
– Pál veit eisini, at hann er góður, men hann hevur
bæði beinini væl plantað í jørðini«
Jón Bjarnason, landsliðsvenjari í svimjing
Harður
UEFA-
dystur
Lennart Johansson
langar nú eftir
Michel Platini, sum
hevur dittað sær
at stilla upp móti
svianum til UEFA
forsetavalið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gongur hart fyri
seg, nú Michel Platini
roynir at koppa Lennart
Johnansson í forseta
valinum í UEFA.
Frá fleiri síðum verður
Platini mettur sum favor
ittur, men nú er 77 ára
gamli sviin av álvara byrj
aður at svara aftur.
– Eg eri ikki komin við
persónligum álopum, men
í seinastuni havi eg nær
sagt bitið tunguna av mær
sjálvum, tá eg havi lisið
sumt av tí, sum skrivað er,
sigur Lennartson.
Eitt nú er sviin í øðini
um, at Platini fleiri ferðir
hevur sett spurnartekin
við heilsustøðuna hjá
sær. Lennart Johansson
hevur verið til viðgerðar
fyri prostata-krabba, men
sjálvur sigur hann, at hetta
er komið í rættlag.
Eisini sigur Johansson,
at tað er burturvið, nú
Platini hevur boðað frá,
at hann ætlar at skerja
luttakaratalið hjá sterkastu
londunum í Champions
League kappingini.
UEFA valið verður á
árligu kongressini, sum í
ár verður hildin tann 26.
januar í Düsseldorf.
Landsliðsvenjarin
var sera væl nøgdur
við úrslitini, sum
svimjararnir
fingu í kappingini,
sum hevur verið
í Vági síðstu tvey
vikuskiftini
SVIMJING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Síðstu tvey vikuskiftini hev
ur svimjihøllin í Vági verið
karmur um stóra svimji
kapping, har flestu av bestu
føroysku svimjarunum hava
tikið lut.
Kappingin fekk eina sera
góða byrjan, tá tveir svimj
arar frá Tvøroyrar Svimji
felag ognaðu sær gullnál
á teininum 800 m frí hjá
kvinnum. Her var talan um
Juttu Thomsen og Monu
Simonsen, og leggjast kann
afturat, at tíðirnar hjá teim
um báðum vóru so góðar,
at báðar svumu undir gamla
føroyska metið á hesum
teini. Sostatt hevur Jutta
Thomsen nýggja metið á
teininum 800 m frísvimjing
hja kvinnum.
Støðið er hækkað
Eftir kappingini fingu vit
okkum eitt prát við lands
liðsvenjaran í svimjing,
Jón Bjarnason. Hann var
sum vera mann glaður fyri
kappingina, og ikki minst
fyri tey úrslit, sum fleiri
av okkara bestu svimjarum
fingu í kappingini.
– Ja, eg eri sera væl nøgd
ur. Longu fyrsta dagin ogn
aðu tveir svimjarar sær
gullnál, og eftir hetta hava
fleiri onnur góð úrslit verið
í kappingini. Eg dugi illa at
ímynda mær, hvat er hent við
føroyskara svimjing síðstu
árini. Svimjiítróttin hevur
gjørt stór framstig, og einki
er at ivast í, at støðið er nógv
hækkað.
Jón heldur eisini, at tað
er sera týdningarmikið, at
svimjingin heldur fast um
góðu gongdina síðstu árini.
– Fleiri av ungu svimjar
unum hava fingið sera góð
úrslit seinastu árini, og hetta
hevur sera stóran týdning fyri
svimjingini. Svimjararnir
sjálvir fáa betri hug, men
hetta ger eisini áhugan hjá
øðtum størri. Eg haldi tað
vera sera týdningarmikið,
at góða gongdin innan
svimjingina heldur fram.
Betri venjingar
og hægri krøv
Jón sigur, at ein av grund
unum til góðu gongdina
hjá svimjarunum kann vera
venjingarnar og krøvini,
sum vera sett til teir. Hann
dylir tó ikki fyri, at miðvís
venjing má til.
– Fyrst og fremst mugu
svimjararnir venja miðvíst
fyri at hava nakran møgu
leika at klára seg innan
svimjing. Eg haldi tó eisini,
at venjingarnar eru blivnar
betri, og hetta kann vera
ein av grundunum til góðu
gongdina innan svimjing
seinnu árini. Krøvini eru
eisini blivin størri til tann
einkulta svinjaran, og av tí
at krøvini eru blivin størri,
so hava svimjararnir meir at
miðja fram ímóti. Hetta kann
eisini vera ein av grundunum
til gongdina.
Jón leggur afturat, at tað
eru nógvir góðir svimjarar
í landinum í løtuni, og hann
metir breiddina á elitusvimj
arunum í Føroyum at vera
størri í dag, enn hon helst
áður hevur verið.
Pál í evropeisku
elituni
Landsliðsvenjarin var eisini
sera glaður fyri tíðirnar, sum
svimjararnir á longu tein
unum fingu í kappingini í
Vági.
– Nógvir svimjarar vilja
helst svimja stuttu teinarnar,
men tá ið eg bleiv settur
sum landsliðsvenjari, fóru
vit beinanvegin at kanna,
hvørjar teinar svimjararnir
vóru best egnaðir at svimja.
Tá vísti tað seg, at fleiri før
oyskir svimjarar vóru betur
egnaðir at svimja longu tein
arnar, so hetta fóru vit at
arbeiða við.
Úrslitini á longu teinunum
vór sera góð í kappingini í
Vági. Umframt tíðirnar hjá
Juttu Thomsen og Monu
Simonsen á 800 m frí tein
unum, so setti Pál Joensen
úr Vágs Svimjifelag eisini
nýtt føroyskt met á teininum
800 m frí hjá monnum,
umframt at hann eisini setti
nýtt bólkamet í bólki 5 á
teinunum 1500 m frí.
Landsliðsvenjarin sigur
eisini, at 16 ára gamla Pál
Joensen úr Vágs Svimjifelag
kann røkka heilt langt innan
svimjing.
– Við nýggja føroyska
metinum á teininum 800 m
frí hevur Pál sett 9. bestu
tíð fyri juniorar í Evropa.
Pál er bert 16 ára gamal, so
hann er 2 ár yngri enn elstu
juniorarnir í Evropa, so hetta
er ein sera góð tíð. Pál veit
eisini, at hann er góður, men
hann hevur bæði beinini væl
plantað í jørðini. Hann er
longu góður, men við røttu
veningini kann hann gerast
sera góður, og leggjast kann
afturat, at hann er nógv tann
besti í sínum aldri í danska
kongaríkinum.
Tað vóru tó ikki bara
hesi, sum fingu góð úrslit.
Onkur av svimjarunum á
styttru teinunum fekk eisini
góð úrslit, og m.a. kláraði
Shaila Millum Garðarnar
frá Tvøroyrar Svimjifelag
Oyggjaleikakravtíðina, so
hon verður at síggja á sín
um fimtu Oyggjaleikum í
summar.
Sum heild var landsliðs
venjarin, Jón Bjarnason, sera
væl nøgdur við úrslitini, og
hann duldi ikki fyri, at hann
ætlaði, at føroysku svimj
ararnir skuldu fáa okkurt
gullheiðurmerki heim við av
Oyggjaleikunum á Rhodos í
summar.
Góð úrslit í Vági
Pál Joensen úr Vági svam 9. bestu tíðina í Evropa á 800 metrum
Mynd: www.sudurras.fo