mikudagur 17. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 12 - 17. januar 2007
tíðindi
- Hendir onki nú, fara
vit at brúka okkara
fakfelagsrætt, sigur
Gunnar Hjelm, sum
er talsmaður hjá
portørunum. Men
hann vil ikki siga
um hetta merkir, at
portørarnir kring
landið fara at leggja
arbeiðið niður
Portørar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er tolið uppi!!!
Gunnar Hjelm er portørur
á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Saman við stórum meiri
luta av øllum portøru
num kring landið, gjørdi
hann í heyst av at melda
seg úr Havnar Arbeiðs
mannafelag, upp í Starvs
mannafelagið, tí tað var
har, at teir meta seg hoyra
heima.
Men hingartil hevur tað
ikki borið til at fáa fíggj
armálaráðið at góðtaka, at
porøtørarnir hava skift fak
felag.
Allir portørarnir hava ver
ið limir í Havnar Arbeiðs
mannafelag og tí er tað hetta
felagið, sum hevur havt
rættin at samráðast um lønar
sáttmála við portørarnar.
Fíggjarmálaráðið er ikki
sinnað at flyta sáttmálaøkið
yvir í Starvsmannafelagið.
Nakrir portørar eru eisini
eftir í Havnar Arbeiðs
mannafelag og Fíggjarmála
ráðið vil so slett ikki hoyra
talan um at samráðast við
tvey fakfeløg um sama sátt
málaøkið.
Men hóast portørarnir
nú hava stríðst meiri enn
tríggjar mánaðir til fánýtis,
eru teir onga leið komnir
enn.
Og Gunnar Hjelm ger
púra greitt, at málið verður
ikki slept.
- Hóast vit ongan veg
koma, skal tað vera púra
greitt, at málið verður ikki
slept, sigur hann.
Hann staðfestir eisini,
at nú skal okkurt henda í
málinum.
- Vit hava mist tolið.
Hendir onki nú, fara vit at
brúka tann fakfelagsrættin,
sum vit hava, sigur hann.
- Merkir tað, at tit fara at
leggja arbeiðið niður?
Tað havi eg ikki sagt. Tað
einasta, eg sigi, er, at vit
eru til reiðar at brúka tey
fakfelagsrættindi, vit hava.
Um tiltøk verða sett í verk,
og, hvørji tiltøkini verða,
veit eg ikki, sigur Gunnar
Hjelm.
Hann vísir á, at vit hava
fakfelagsfrælsi í Føroyum
og tí eigur Fíggjarmálaráðið
at viðurkenna, at ein heilt
stórur meiriluti av por
tørunum heldur vilja verða
limir í Starvsmannafelag
num.
- Eg dugi heldur ikki at
síggja, at Havnar Arbeiðs
mannafelag hevur áhugað
í at varðveita samráðingar
rættin á einum øki, teir
næstan ongar limir hava á.
Hinvegin er heldur ongin
meining hjá okkum at vera
limur í einum fakfelag, sum
ikki kann hava ein sáttmála
við.
- Portørarnir standa rimm
ar fast í hesum máli og tí
vilja vit hava eina loysn á
tí nú, sigur hann.
Skúgvaðir til viks
Gunnar Hjelm sigur, at por
tørarnir hava tí biðið um
fund við partarnar um at
fáa viðurskiftini í rættlag.
- Vit kunnu ikki liva við
at vera skúgvað til viks og
verða okkara sjónarmið
ikki vird, er tað sólarklárt,
at vit fara at brúka tey fak
felagsrættindi vit hava,
sigur Gunnar Hjelm.
Fyri at fáa málið loyst,
hava tey fleiri ferðir biðið
um fund við landsins mynd
ugleikar um støðuna.
Í hesum sambandi vilja
vit hava Fíggjarmálaráðið
at viðurkenna, at samráð
ingarrætturin skal flytast
yvir til Starvsmannafelagið,
har nógv teir flestu portør
arnir eru limir.
- Men tað hevur ikki
eydnast enn at fáa Fíggjar
málaráðið á fund við okkum
um málið.
Samstundis hevur Fíggjar
málaráðið boðað frá, at tað
betalir ikki limagjaldið fyri
teir limir, sum eru farnir í
Starvsmannafelagið.
Tað mugu teir einstøku
limirnar sostatt avgreiða
sjálvir.
- Hetta er at leggja
ábyrgdina av tryggingarvið
urskiftunum yvir á hvønn
einstakan portør. Tað er ein
sera, sera álvarslig støða,
tí tá kann altíð okkurt
henda, sum førir við sær,
at ein portørur ikki er rætt
tryggjaður og tað kann fáa
álvarsligar avleiðingar, tann
dagin, ein portørur hevur
brúk fyri tryggingini.
Fíggjarmálaráðið sigur, at
limagjaldið er ein partur av
sáttmálanum og sáttmálin
er við Havnar Arbeiðs
mannafelag.
So mikið meiri átrokandi
er tað, at fáa ein fund um
viðurskiftini.
Men tann fundin fáa vit
ikki.
Og tað lata portørarnir
sær ikki lynda longur, legg
ur Gunnar Hjelm dent á.
Nú er tolið uppi
Nú er tolið uppi, tí vit vilja ikki longur lata okkum
lynda at verða skúgvaðir til viks. Tí skal trupulleikin
loysast nú, sigur Gunnar Hjelm, portørur
Aftur í ár fer planet.fo at lata føroyskum
tónleiki heiðurslønir á Planet Awards. Høv
uðsstuðulin Føroya Banki skipar nú fyri
kapping.
Á heimsíðuni hjá Føroya Banka, skrivar
bankin:
Føroya Banki er høvuðsstuðul hjá Planet
Awards, tí bankin stuðlar frambrotum í før
oyskum tónleiki. Tónleikavirðislønirnar í ár
verða handaðar á Hotel Føroyum leygar
kvøldið 27. januar. Tá verða almannakunn
gjørd:
• Besta útgáva
• Besti bólkur
• Besti sangari
• Besta songkvinna
• Besti nýggi bólkur
• Besti útlendski bólkur
• PLANET-herðaklappið
Í sambandi við tiltakið skipar Føroya Banki
fyri eini spennandi kapping millum vitjandi
á heimasíðu bankans. Møguligt er at vinna
ein spildurnýggjan Gretch Electromatic el-
gittar við tasku fyri 7.500 kr og heili 25
atgongumerki til gallakvøldið 27. januar.
Øll hava møguleika at vinna guitaran,
men tú mást vera 18 ár fyri at ogna tær
atgongumerki til gallakvøldið.
nud
Føroya Banki letur gittar og atgongumerki