mikudagur 17. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 17. januar 2007
7
tíðindi
Í seinastu viku
frættist, at Alfred
Olsen atkvøður
við samgonguni,
hóast hann hevurt
tikið seg úr henni.
Fleiri hava funnist
at støðu hansara,
men sjálvur frættist
einki frá Alfred
Olsen um støðu
hansara í føroyskum
politikki, har hann
enn er formaður
í Rættarnevndini,
hóast hann ikki er í
samgonguni. Alfred
Olsen tekur snøgt
sagt ikki telefonina
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Um
vikuskiftið
hevði
Sosialurin samrøðu við Kaj
Leo Johannesen, formann
í Sambandsflokkinum, har
hann m.a. greiddi frá, at
hann hevði fingið vissu
fyri, at Alfred Olsen, næst
formaður
í
flokkinum,
atkvøddi við samgonguni,
hóast hann hevði tikið seg
úr henni.
Kaj Leo Johannesen við
gekk tó, at talan var um
eina undarliga støðu.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður og samgonguleiðari,
segði m.a. at í politisku
skipanini kann eingin sæta
sær sjálvum, og at ætlanin
var at hava fund innan ting
fundin 23. januar.
Bjørn á Heygum, advo
katur og fyrrverandi sam
bandstingmaður,
kall aði
støðuna hjá Alfred Olsen
eina andsøgn.
Eingin samgongu
fundur um Alfred
Sosialurin hevur roynt at
fingið orðið á Alfred Olsen
um støðuna, nú hann eftir
øll um at døma stendur utt
an fyri samgonguna, men
hann hevur ikki svarað, tá
vit hava ringt. Vit høvdu
ætlað at spurt Alfred Olsen,
um hann heldur fram sum
formaður í Løgtingsins
rættarnevnd, og givið hon
um møguleika at gjørt við
merkingar til útsagnirnar
hjá m.ø. Jóannes Eidesgaard
og Bjørn á Heygum. Men
hetta hevur sum nevnt ikki
eydnast.
Spurdur, hvat formaður
Sambandsfloksins heldur
um, at fjølmiðlar ikki fáa
orðið á næstformannin í
flokkinum, sigur Kaj Leo
Johannesen:
- Tað havi eg onga við
merking til.
Kaj Leo Johannesen,
sigur, at eingin fundur hevur
verið í samgonguni um
formannin í Rættarnevndini,
Alfred Olsen.
- Tað er einki hent enn.
Eg havi einki frætt enn,
sigur Kaj Leo Johannesen,
tá hann verður spurdur, um
hann hevur fingið fundar
boð frá løgmanni.
Setrið á skíggjan
Í hesum døgum
verða fyrilestrar
tiknir upp á Fróð
skaparsetrinum.
Ætlanin er, at Sjón
varpið skal senda
hesar fyrilestrar,
sum verða hildnir
av føroyskum
vísindafólki
VÍSINDI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í sambandi við at Fróð
skaparsetur Føroya fylti 40
ár í 2005, skipaði stovn
urin saman við Føroya
Fróðskaparfelag fyri fyri
lestrarøðini “Setrið á ferð”.
Tiltakið varð skipað í sam
starvi við kunningarstov
urnar í Suðuroy, á Sandi,
í Vágum, í Fuglafirði og
mentanardeildini hjá Klaks
víkar Býráði, og nú er ætl
anin, at upp aftur fleiri fólk
skulu fáa atgongd til ta
vitan, sum varð borin fram
á hesum fyrilestraferðum.
Á heimasíðuni hjá Fróð
skaparsetrinum verður upp
lýst, at nú er tíðin komin til
at fyrilestrarnir verða tiknir
á band fyri síðani at verða
sjónvarpaðir.
Upptøkurnar fara fram í
høll ini á Vinnuháskúlanum
í hesum døgum, og evnini
fevna um alt frá toski til
kvinnur og kvæði.
Annika Sølvará, seturs
skrivari, sigur, at hetta er ein
avleiðing av fyrilestrarøðini
“Setrið á ferð”, ið fór fram
í 2005 og 2006, sum hon
heldur eydnaðist sera væl.
- Endamálið hjá okkum
er at miðla, sigur Annika
Sølvará, og vísir á endamáls
orðingina hjá Fróðskapar
setrinum, har tað m.a.
stendur, at tey skulu “breiða
út kunnleika um vísindalig
úrslit og háttaløg”.
Almennan áhuga
Fleiri kenna kanska ta
donsku
sjónvarpsrásina
DK4, sum sendir fyrilestrar
við frøðingum av ymiskum
slagi.
Annika
Sølvará
metir tó, at góðskan á fyri
lestrunum hjá Setrinum
verða av betri sendigóðsku.
M.a. av tí at fleiri upptøkutól
verða nýtt. Harafturat eru
fólk boðin at koma til
fyrilestarnar, so áhoyrarar
verða til staðar.
Talan er sum nevnt um
eitt breitt úrval av evnum.
Dentur er tó lagdur á, at
fyrilestrarnir skulu hava
almennan áhuga. Annika
Sølvará metir tó, at fólk
kanska framman undan vita
meira um grindabýti, ið tey
flestu hava verið við til,
enn t.d. unhvørviseitur, ið
kanska er meira tekniskt.
Men endamálið er sum
sagt at miðla vitan víðari til
almenningin.
Enn er ikki greitt, nær hesir
fyrilestrarnir verða vístir
í Kringvarpi Føroya. Ivan
Niclasen, programmleiðari
í Sjónvarpinum, sigur, at
enn er einki endaligt heiti
funnið fyri hesar sendingar,
men at talan í fyrstu syftu
helst verður um einar 20
fyrilestrar.
Sambært heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum verða hesir fyrilestrar
tiknir upp í hesum døgum og verða væntandi sendir í Sjónvarpinum
Pál Weihe Umhvørviseitur ávirkar heilsuna hjá Føroyskum børnum
Jan Sørensen (biofar) Korallir í føroyskum havøki
Malan Marnersdóttir Kvinnur og kvæði
Sólfinn Hansen Søga í tvístøðu
Jóan Pauli Joensen Grind og grindabýti
Símun Arge Fornt svínahald í Føroyum
Høgni Hammershaimb Debes Havsins gras
Elif Gaard Gróður og fiskur
Bogi Hansen Hav og gróður
Eyðfinn Magnussen Toskurin á Føroya banka
Magni Laksafoss Føroyski búskapurin
Sámal Tróndur F. Johansen Føroyar í kalda krígnum
Petur Zachariassen Frá atkvøðum til tingsessir
Erland Viberg Joensen S.E. Müller
Durita Nielsen Góðska á alifiski
Dorete Bloch Føroyska haran
Anna Maria Fosaa Plantuvøkstur í einum umhvørvi sum er í broyting
Jógvan í Lon Jacobsen Stendur purisman fyri falli
Martin Heinesen, Simon Passey Føroya jarðfrøði – við serligum atliti at tunlum
og Turid Madsen
Turið Sigurðardóttir Føroysk sum lærugrein og granskingarevni
Firouz Gaini Risikosamfelagið hjá Ulrich Beck
Alfred Olsen ikki at hitta
Stýrið
fyri Kring
varpið ikki
saman enn
Fyrsti fundurin hjá
nýggja stýrinum
fyri Kringvarpið
er útsettur til 23.
januar
FJØLMIÐLAR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Herfyri varð nýtt stýri
sett fyri Kringvarpið.
Hóast fleiri politikarar
søgdu seg fegnast um,
at nú blivu skottini mill
um politisku vøldini og
Kringvarpið enn meira
tett, enn tey vóru fram
manundan,
varð
ivi
skjótt sáddur um gegnið
hjá fleiri av stýrislimu
num.
Ætlanin var, at fyrsti
fundurin hjá stýrinum
skuldi vera í dag, men
hann er útsettur til týs
dagin 23. januar.
Jóannes
Dalsgaard,
deildarstjóri í Menta
málaráðnum, sigur við
Sosialin, at orsøkin til, at
fundurin er útsettur, er,
at at fólk skulu á annan
fund og til jarðarferð, og
tí hevur hetta einki við
spurningarnar um gegni
at gera.
- Vit meta fólkini sum
gegnig, sigur Jóannes
Dalsgaard.
Jógvan Elias Winther
Poulsen, advokatur, er
settur at gera eina kann
ing av gegninum hjá
stýrislimunum.
Alfred Olsen er kúrrur um
støðu sína sum tinglimur
uttan fyri samgonguna, ið
stuðlar somu samgongu
Høgni Hammershaimb Debes
býtir sína vitan við onnur,
meðan upptøkutólini syrgja
fyri, at eftirtíðin eisini fær
gagn av frálæruni
Mynd: Jens Kr. Vang