Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 12 - 17. januar 2007 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Tað var ósømiligt og óvirðiligt at háða Saddam Hussein, tá hann bleiv avrættaður George W. Bush Stutt sagt Hundur leyp á Ein 25 ára gomul svensk kvinna fekk stóran skaða í andlitið, tá ein hundur av slagnum pitbull leyp á hana um vikuskiftið. Blað­ið Ny Wermlands- Tid­ningen sigur frá einum av skurð­læknunum, sum viðgjørdu kvinnuna, at hetta er tað ringasta hunds­ bitið, sum hann hev­ur sæð. Løgreglan held­ur, at tað var 27 ára gamli fyrr­ verandi unnusti hennara, sum beitti hundin eftir kvinnuni fyri at hevna, at hon gav honum krakk fyri nøkrum døgum síðni. Eldur í fartelefon Tann 59 ára gamli ameri­ kanarin Luis Picaso, sum gisti á einum hotelli í Kali­fornia leygarkvøldið, varð illa brendur, tá eldur kom í fartelefonina, sum hann hevði í lummanum. Eldurin festi í klæðini bein­anvegin og breiddi seg um alt kamarið, so spuliskipanin á hotelli­ num fór í gongd. Tá sløkki­liðsmenninir komu á staðið, lá Luis Picaso hjálparleysur á gólvinum. Hotellstjórin sigur, at eld­urin gjørdi skaða fyri 75.000 dollarar. Í Svøríki kom eldur í eina fartelefon í november í fjør, men hon lá á einum borði, so fólkaskaði var eingin. Líktist hevnd George W. Bush, forseti, ásannar nú, at framferðin, sum bleiv nýtt, tá Saddam Hussein bleiv tikin av døgum, var óheppin og hevur gjørt støðuna í Irak uppaftur verri. Í samrøðu við sjónvarpið PBS sigur Bush, at tað var ikki rætt av teimum hjástøddu at háða Saddam, og at tilburðurin minti mest um hevnd. Bush legði aftur­ at, at tað, sum hendi í avrættingarhølinum, gav fólki ymiska uppfatan av viðurskiftunum og var enn ein tekin um, at irakska stjórnin er ikki búgv­in enn og hevur nógv eftir at læra. útlond Kuldin hevur fingið myndugleikarnar at lýsa tríggjar statir í undantaksstøðu Tað hevur verið óvanliga kalt nógvastaðni í USA teir seinastu dagarnar, og sambært myndugleikunum hava minst 42 fólk latið lív, tey flestu í ferðslu­van­ lukkum á teimum hálu veg­ unum. Sjálvt í Kalifornia, sum er kent fyri sítt góða veðurlag, er bítandi kalt, og Arnold Schwarzenegger, guvernørur, sigur, at har hevur kuldin kostað bøndr­ unum næstan eina milliard dollarar í mistari grøði. Kuldin hevur serliga gjørt um seg í statunum Oklahoma, Missouri, Kali­ fornia og Texas, og tríggir teir fyrstu eru lýstir í und­ antaksstøðu. Í gjár frysti 17 stig. Nógvastaðni er klaki lagstur á elleidningarnar, so teir eru slitnaðir, og tí hava fleiri hundraðtúsund fólk ongan streym. Í gjár sendu myndugleikarnir í Oklahoma hjálparfólk út við generatorum og drekki­ vatni til fólk, sum liggja í streymloysi. Í Dallas í Texas var so hált á flogvallunum, at loft­ ferðslumyndugleikarnir noydd­ust at avlýsa umleið 500 frá­ferðir. Streymloysið hevur havt við sær, at fólk hava ongan hita í húsunum. Fleiri hava brent bensin fyri at hita húsini, og í nøkrum førum hevur tað havt við sær, at fólk eru deyð av roykeitran, skrivar AP. Veðurstovan í Texas boð­aði í gjár frá stormi, og eysturi í New York og Maine vórðu fólk ávarað um frost. Navnið spillir ongan, men kann ein amerikanskur forseti eita Hussein til millumnavn? Fær senatorurin Barrack Obama sín vilja, verður hann tann fyrsti svarti for­ setin í USA. Í gjár handaði hann valnevndini eina frá­ boðan um, at hann er til reiðar at stilla upp, men hann hevur ein trupulleika. Á navnabrævinum, sum fylgdi við fráboðanini, sæst, at hann eitur ikki bara Bar­ rack Obama, men Barrack Hussein Obama. Júst mill­ um­navnið kann vísa seg at gerast ein meinbogi, tí nógvir amerikanarar fara at hava ilt við at góðtaka, at ein amerikanskur forseti skal eita Hussein. Tað var Barrack Obama væl, og tí brúkar hann ikki millumnavnið longur. Í ein­ ari bók, sum hann gav út stutt eftir atsóknirnar tann 11. september í 2001, skriv­ ar hann, at hann fekk eina áheitan frá sínum demo­ kratisku ráðgevum um at strika millumnavnið, tí tað kundi gerast ein politiskur trupulleiki. Hansara republikonsku mót­støðumenn gera haraft­ urímóti alt fyri at minna fólk á, hvussu senatorurin í Illinois eitur, og tað gjørdi ikki støðuna betri, tá ein sjónvarpsvertur hjá CNN var mismæltur og kallaði senatorin Osama ístaðin fyri Obama. Er Hussein- navnið illa umtókt í USA, er Osama uppaftur verri. Tann 10. februar fer Bar­rack Obama undir val­ stríðið, sum eftir hansara ætlan skal enda við, at hann verður tann fyrsti svarti forsetin í USA aftan á valið næsta heyst. USA frystir Navnið kann forða honum at gerast forseti Klaki hevur slitið fleiri elleidningar, og fleiri hundraðtúsund amerikanarar hava mist streymin Barrack Obama ger alt fyri at fáa fólk at gloyma, at hann eitur Hussein til millumnavn, tí tað kann maðurin í Hvítu Húsunum ikki eita.