Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2007 9 vinnusíðurnar - Hetta hevði einki við sjálva hæddina á vin­nu­øki­num at gera, men snúði seg um utt­ an­um viðurskiftini í sambandi við lands­ vegin, sum vit hava á­byrgd­ina av, sigur Oy­vind­ur Brimnes, stjó­ri í Landsverki Gøta Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru mong, sum koyra om­an og niðan gjøgnum Gøtu­dal, ið hava havt á munni, hví nýggja handils­ økið, sum kommunan hevur plan­erað til handilslig enda­ mál, liggur so høgt, sum tað ger. Søgur hava gingið um, at plan­eraða økið liggur væl hæg­ri, enn ætlanin hevur ver­ið, og tað hevur eisini ljóð­að, at ætlanin er at taka nak­að oman av hæddini aft­ ur. Men hetta er ikki rætt. Øk­ið verður verandi í teirri hædd, tað er í dag og teir, sum hava keypt økið frá Gøtu kommunu, eru nøgdir. Hetta hevur Sosialurin fing­ið váttað í samrøðu við Hans Jørgen Djur­huus, sum er ein av mon­­nu­­num aftanfyri hand­ils­mið­støð­ ina, ið hevur keypt flestu av teim­um tilsamans 13.120 fer­met­ru­num í Gøtudali. Steðgaði arbeiðnum Ein orsøk til, at søgur fó­ru at ganga um eina plan­er­ings­ gølu, sum onkur hevur rópt hetta, er ivaleyst, at Lands­ verk einaferð í heyst steð­ ga­ði arbeiðnum í Gøtudali í nakrar dagar. Men Oyvindur Brimnes, stjó­ri í Landsverki, sigur, at henda avgerð hevði ein­ki við sjálva hæddina á øk­in­ um at gera. - Hetta snúði seg meira um ferðsluteknisk uttanum við­ur­skif­ti og umstøðurnar utt­an um arbeiðsøkið. Tað hevur nevniliga ljóð­að, at Landsverk set­ti fútaforboð ímóti, at ar­beið­ ið í verandi líki helt fram, men so langt kom tað on­gan­tíð, tí hetta gjørdist ikki neyðugt. - Nei, vit settu ikki fút­a­ for­boð, tí kommunan gekk yn­skju­num hjá okkum á mø­ti, so tey viðurskifti, vit høv­du víst á, kundu koma upp á pláss, áðrenn arbeiðið helt fram. Bert nakrir dagar Oyvindur Brimnes sig­ ur, at Landsverk hev­ur ábyrgdina av lands­vega­ net­in­um – og hevur ei­si­ni ábyrgdina av øllum í­bind­ ing­um í landsvegir. - Tí fáa vit altíð slíkar verk­ æt­lan­ir, sum hesa í Gøtu, ið ligg­ur uppat landsvegi, til góð­kenn­ing­ar. Vit høvdu góð­kent verkætlanina, men tá ið arbeiðið var farið í gongd, vóru tað ymisk við­ur­skif­ti, vit ikki vóru nøgd­ir við. Tí ynsktu vit at sleppa at hyggja upp á mál­ið aftur. Hann sigur, at steðgurin í ar­beið­num í Gøtudali snúði seg bert um nakrar dagar, til Landsverk var nøgt við við­ur­skif­ti­ni. - Minnist eg rætt, vóru vit ikki nøgdir við, at koyringin til og úr økinum dálkaði lands­veg­in, og eisini haldi eg, at vit ikki vóru nøgdir við skeltingina í sambandi við planeringsarbeiði. Oyvindur Brimnes end­ur­ tek­­ur, at avgerðin hjá Lands­ verki soleiðis einki hevði við hæddina á økinum at gera, men honum er ei­si­ni komið fyri oyruni, at øk­ið liggur hægri enn upp­run­a­li­ ga ætlað. Leysir av málinum - Tá ið vit steðgaðu ar­beið­ num, var hetta ongan veg kom­ið. Vit bygdu okkara av­gerð á, at øll viðurskifti ikki vóru, soleiðis sum vit nú einaferð krevja og høvdu góð­kent tey. Vit vilja tryggja okk­um, at slík arbeiði ikki ó­róg­va lands­ veg­in – og at í­bind­ing­in í landsvegin er for­svar­lig. Nú er langt síðan, at vit vó­ru leysir av hesum, sig­ ur stjórin í Landsverki, Oy­vind­ur Brimnes. Nógv halda, at nýggja vinnuøkið í Gøtudali liggur ov høgt at síggja til, men tað hevði einki við hetta at gera, at Landsverk í heyst steðgaði planeringsarbeiðnum í nakrar dagar Mynd: Høgni Thomsen - Vit vóru ikki nøgdir við, at koyringin til og úr økinum dálkaði landsvegin, og eisini haldi eg, at vit ikki vóru nøgdir við skeltingina í sambandi við planeringsarbeiði, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki Landsverk steðgaði ar­beiðnum í Gøtu­ dali í nakrar dagar Pengar til pólgransking Í mars byrjar Altjóða Pólárið, ið hóast navnið varir tvey ár, og í tí sambandi hevur danska stjórnin gjørt av at játta 60 mió. krónur til granskingar í póløkjunum afturat teimum 16 mió. krónunum, sum stjórnin hevði játtað frammanundan. Herumframt hevur Fólkatingið gjørt av at brúka 400 mió. krónur til ymsar kanningar í og kring Grønland. Helge Sander, ráðharri í gransking, væntar, at Danmark fær nógv burtur úr pólárinum. Húsakórið kórkvøld Føroyska kórið í Keypmannahavn, Húsakórið, gav út fjølbroyttu fløguna Sólarmessa stutt fyri jól, og í annaðkvøld, hóskvøldið, bjóðar kórið til kórkvøld í Føroyahúsinum í Vesterbrogade, har kórið fer at syngja nøkur løg. Tað er Tórur á Brúnni, sum stjórnar kórinum, eftir at Marianne Clausen hevði stjórnað tí í meiri enn 20 ár. Í sambandi við kórkvøldið í annaðkvøld fer Gunnar Nolsøe at hugleiða um Húsakórið sang og kórferðir. - Tað er rætt, at økið ligg­ur nakað hægri, enn tekningarnar si­ga, men hetta er eing­in trupulleiki, og vit eru væl nøgdir við økið, sigur Hans Jør­ g­en Djurhuu s, sum er ein av mon­nu­num aftanfyri hand­ils­mið­ støð­ina í Gøtudali GøtA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað vóru Poul Arni Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus, sum á sinni skrivaðu und­ir avtaluna við Gøtu kom­mu­ nu um handilsøkið í Gøtu­da­ li, og tað eru teir báð­ir, sum í fyrsta lagi eru stigtakarar til ætlaðu hand­ils­mið­støð­ ina, sum skal byggjast á plan­er­aða økinum, sum vit sígg­ja á myndini omanfyri. Hans Jørgen sigur, at teir sambært avtaluni við Gø­tu kommunu hava keypt tann partin av økinum, har handilsmiðstøðin skal byggj­ast. - Planeraða handilsøkið er til­sam­ans 13.120 fermetrar, har­av Alu-Plast hevur teir um­leið 3.000. Hann sigur, at teir eru vit­ an­di um, at planeraða øk­ið liggur nakað hægri, enn tekningarnar vístu, men sum heild eru teir væl nøgd­ ir við økið, soleiðis sum tað nú liggur. - Nei, hetta er eingin trup­ ul­­lei­ki fyri okkum, og vit ar­beiða miðvíst við at frem­ ja okkara ætlan í ver­ki. Hans Jørgen væntar, at hand­ils­mið­støð­in fer inn á økið um einar tríggjar mán­ að­ir ella so. - Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss, men vit miðja eftir at seta ”spakan” í seinni í vár. Sum skilst, fer Alu-Plast, sum eisini skal byggja á nýgg­ja handilsøkinum, í gongd heilt skjótt. Hans Jørgen sigur, at tað er í samráð við keypararnar av økinum, at Gøtu kom­mu­ na hevur gjørt av at leggja hand­ils­øk­ið nakað hægri. - Hetta hevur samstundis gjørt, at kommunan hevur spart nakrar miljónir, sum tað annars hevði kostað meira, um økið lá lægri, sig­ur hann. Spurdur, um teir eru nøgd­ir við prísin, teir hava keypt lendið fyri, heldur hann fyri, at hesin er á góð­ ari leið. - Eg haldi, at hetta fer at taka seg heilt væl út, tá ið økið verður bygt og omankoyringin er kom­in, sigur Hans Jørgen Djur­hu­ us. Sum skilst, hevur tað kost­að Gøtu kommunu ein­ ar 8-9 miljónir krónur at plan­era nýggja handilsøkið í Gøtudali. - Vit eru væl nøgdir við handilsøkið - Eg haldi, at hetta fer at taka seg heilt væl út, tá ið økið verður bygt og omankoyringin er komin, sigur Hans Jørgen Djurhuus Mynd: Vilmund Jacobsen