mikudagur 17. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 12 - 17. januar 2007
Tað gerst øllum meira og meira greitt, at
føroyingar í vaksandi mun skulu liva av vitanar
framleiðslu. Henda gongd, sum vit bert í ávísan
mun eru harrar yvir, stendst av altjóðagerðini
og kappingini frá láglønarlondum. Til tess at
fóta sær í hesum sterka og óvendandi ráki er
neyðugt, at nakrar grundleggjandi fortreytir eru
til staðar og í lagi. Hetta merkir eitt nú, at skúli
og útbúgving eiga at vera høgt raðfest, og hetta
merkir, at samskiftis- og KT tøkni til eina og
hvørja tíð er millum fremstu í heiminum.
Í hesum høpi er breiðbandsambandið við
útheimin av altavgerandi týdningi. Hetta sam
band og tøknin í hesum høpi skulu hava bestu
dygd, sum er atkomulig. Besta breiðbandstøkni-
og óavmarkað orka er ein óvikilig fortreyt fyri
menning og vøkstri í dagsins og ikki minst
morgindagsins samfelag. Vinna, stovnar, skúlar,
lærustovnar, fjølmiðlar – alt er heft at hesi tøkni
og hesum hentleikum. Hetta rák fer at gerast alt
sterkari, sum frá líður.
Tað er tí í tøkum tíma at Føroya Tele hevur
tikið avgerð um at gera íløgu i ein nýggjan
sjókaðal millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjar
og Skotland. Við hesum fer Føroya Tele at
kunna tryggja brúkarunum teir góðu og tryggu
samskiftismøguleikar, sum eru fortreytin fyri,
at føroyska samfelagið framvegis skal kunna
standa seg í kappingini og støðugt mennast og
hava ein sunnan búskaparligan vøkstur. Við
nýggja kaðalinum verður tørvurin nøktaður
nógv ár fram og hervið fær vinnan ta trygd, sum
er neyðug til tess at kunna gera neyðturviligar
íløgur og gera menningarstrategiir. Føroya
Tele hevur valt ikki at bíða eftir íslendingum,
men at vera einsamalt um átakið og íløguna.
Tað bar heilt einfalt ikki til at bíða eftir
íslendingum. Hetta er púra beint og boðar frá
dirvi og áræði. Átakið er neyðugt til tess at
hava back up og tryggja brúkarunum eitt trygt
samskiftissamband við tí orku, sum krevst.
Samantikið eitt átak, ið er øllum samfelagunm
til mikið gagn.
Sosialurin
Dirvi og áræði
á Føroya Tele
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Bygdanøvn verða søgd og
skrivað óbundin (Bøur, Dal
ur o.s.fr.).
Í talumáli kunnu vit siga
Havnin (bundið), men vit
skriva Tórshavn (óbundið)
á einum skelti.
Vit kunnu neyvan taka
eina bygd burturúr og lata
hana vera bundna. Tí skriva
vit Hellur, sjálvt um vit
kanska siga Hellurnar í talu
máli.
Vit siga/skriva heldur
ikki: Hon býr í Bønum,
á Sandinum, men í Bø, á
Sandi o.s.fr.
Bygdanøvn verða sjálv
andi skrivað í hvørfalli á
einum skelti, ikki hvørj
umfalli: Argir, ikki Argjum,
Strendur, ikki Strondum
o.s.fr.
Bygdirnar mugu tí eita:
Skáli, Lambi (í hvørfalli).
Hvør er har? Ein skáli, ein
lambi!
Hvat kallkynsorðið, ein
lambi, merkir, kunnu tey,
sum eita í Lambanum,
kanska greiða okkum frá!?
Við bygdarkvøðu
Bygdanøvn
Bøurin, Dalurin, Sandurin, Vágurin?!?
Argjum, Strondum,Toftum?!?
Eyðun
á Borg
Øll framkomin lond hava
fyri neyðini at hava eina
sterka umsiting at ráðgeva
teirra stjórnum. Tað er sjálv
andi ymiskt, hvussu lond
velja at skipa sína umsiting,
men í Føroyum hava vit
í fleiri ár havt eina skip
an, ið ikki er gjørd til tað
føroyska samfelagið, men
er meira ella minni ein
eftirgerð av teirri donsku
skipanini. Fleiri hava gjørt
vart við sítt ónøgdsemi og
hava funnist at tí føroyska
embætisverkinum.
Fyri
stuttum førdi BLF, felagið
hjá búskapar- og løgfrøð
ingunum, fram, at tørvur er á
búskapar- og løgfrøðingum
í
miðfyrisitingini.
Tað
kann gott vera, at tað er
tørvur á fleiri fólki í mið
fyrisitingini, men man høv
uðstrupulleikin ikki verða
sjálvur bygnaðurin? Sum
nú er, sita búskapar- og løg
frøðingar spjaddir út um
tey 8 ráðini og ofta sita
teir einsamallir við stórum
uppgávum.
Samla løgfrøðingarnar
í ein stovn
Rættast hevði verið at
endurskoðað bygnaðin og
funnið útav, hvussu vit
skipaðu eina miðfyrisiting,
ið er egnað til føroysk viður
skifti. Tað er nærliggjandi
at hugsa, at ein bygnaður
átti at verið skipaður
soleiðis, at starvsbólkar, so
sum løgfrøðingar, koma at
arbeiða tættari saman og
harvið kunnu nýta gott
av vitan og royndum hjá
hvørjum øðrum. Eitt hug
skot hevði verið at samlað
allar løgfrøðingarnar hjá
miðfyrisitingini í ein stovn,
sum síðani “seldi” sína tæn
astu til ráðini. Á hvørjum
ári høvdu tey ymisku ráðini
havt samráðingar við stovnin
og sínamillum avtalað,
hvussu nógvar tímar hvørt
ráð hevði rætt at brúka
fyri árið. Uppgávan hjá
løgmanni og landsstýrinum
hevði verið at raðfest nær
tær ymisku uppgávurnar
skuldu loysast.
Við at savna allar løgfrøð
ingar í ein stovn, hevði
góðskan á arbeiðinum bliv
ið betri og tað hevði eisini
verið meira spennandi og
mennandi at starvast í mið
fyrisitingini. Allar løgfrøðis
ligar uppgávur hjá mið
fyrisitingini høvdu verið
loystar á einum stovni sum
felagsuppgávur, har allir
vanligir stórrakstrar fyri
munir høvdu kunnað verið
gagnnýttir. Henda loysnin
hevði ongan meirkostnað
havt við sær.
Einki er gjørt
Tað eru politikararnir við
løgmanni á odda, sum
avgera, hvussu miðfyrisit
ingin skal skipast, men
tað letur ikki til, at nakar
tímir at geva hesum ans.
Tað einasta, ið verandi
politikarar við løgmanni á
odda hava torað higartil, var
at fremja ein fullkomuligan
meiningsleysan niðurskurð
av starvsfólki beint eftir
seinasta val fyri síðani at
hava mangla fólk líka síðani
tá. Talið av aðalráðum hava
teir tó hildið verið vert at
klandrast um.
Fimm løgfrøðingar meira
ella minni í miðfyrisitingin
hvørki koppar nøkrum landi
ella ger tað til tað besta
í verðini. Skal góðskan í
miðfyrisitingin
mennast
og skulu fólk trívast, so
skulu bygnaðar broytingar
til. Spurningurin er so
bara, hvat løgmaður fer at
gera við tað, ella um hann
eisini fer at goyma hendan
trupulleikan til vit í 2015
gerast verðins besta land.
Loysnin er ikki bert at
hækka ella lækka talið av
løgfrøðingum ella bara
gera tað sum danskarar
gera. Loysnin er at gera
eina skipan til føroysk við
urskifti.
løgfr.
Heðin D.
Poulsen
Miðfyrisitingin krevur bygnaðarbroyting