mikudagur 17. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Nr. 12 - 17. januar 2007
Nú er heldur reglan enn
undantakið í føroyskum
politikki at siga seg vera
ímóti, men vera fyri kortini.
Seinasta dømið er at vera
ímóti Irak-krígnum, men
loyva bumbuflogførum í
føroyskt loftrúm – og so
spæla at vera ímóti ólóg
ligum fangaflutningi
Eins og ein skógareldur
breiðir seg ókeypis hyklið
í føroyskum politikki: Ein
er ímóti samgonguni, men
atkvøður við henni og
umboðar hana í formans
sessi. Ein annar markerar
seg við at vera ímóti
skattalættum og ójavnaði,
men atkvøður fyri og
stuðlar tí samgongu, ið
fremur ójavnan. Ein triði
samtykkir yvirlýsingar at
skipa fiskidagabanka, men
atkvøður ímóti, tá upp
skotið kemur. Ein fjórði er
fyri
umhvørvispolitikki,
men er ímóti uppskotum,
ið kunnu fremja hann.
Ein fimti tosar um breiðar
semjur og at taka avgerðir
um framtíðina, men tekur
ongar avgerðir og letur
gamlan rossahandils- og
áhugabólkapolitikk stýra
øllum.
Hetta hava verið árini
hjá skipaðu andsagnunum,
har onki fær avleiðingar,
og ongin verður settur til
svars.
Og komandi árið sær
longu út til at gerast tað
stóra árið við ókeypis mar
keringum. Har politikarar
senda ballónir upp í hópa
tali, sum teir sjálvir skjóta
niður í verki.
Feskasta dømið fingu
vit nú í Uttanlandsnevnd
Løgtingsins. Somu politik
arar, sum hava atkvøtt ímóti
Irak-krígnum og mótmælt,
at Føroyar gerast partur
av hesum sorgarleiki, har
34.452 sivilfólk vórðu drip
in í fjør, geva glaðbeintir
sítt samtykki til, at ameri
konsk flogfør nýta føroyskt
loftrúm.
Onkur roynir síðani súm
bolskt at mótmæla móti
ólógligum fangaflutningi, tí
tað hevur jú verið so nógv
frammi alment. Sambært
hesum, skulu fangar ikki
flytast gjøgnum føroyskt
loftrúm, men bumbur og
vápn er í fínasta ordan.
Bert ein mælti frá at geva
loyvi – samsvarandi tí, ið
Løgtingið hevur samtykt.
Samstundis
royna
somu politikarar at gykla
fólki fyri, at eitt sonevnt
Fámjins-skjal er trygdin
fyri, at okkara loftrúm ikki
verður misnýtt.
Teir vita eins væl og eg og
tú, at um Uttanlandsnevndin
tordi at siga nei og mótmæla,
at okkara loftrúm verður
nýtt til krígsendamál, so
hevði danska stjórnin givið
loyvi kortini. Og so var alt
tosið um Fámjins-skjal og
“ægte medinddragelse og
indflydelse” avdúkað sum
tað bluffið, tað er.
Tí er tað so nógv lættari
at látast at vera ímóti, men
vera fyri allíkavæl.
Úrslitið er, at líkasælan
millum fólk breiðir seg eins
skjótt og talið av ókeypis
andsagnum. Akslayppini
geva eftirhondini andsperri
hjá fólki. Og líkasæla heldur
enn fólkaræðislig luttøka og
virkishugur verður lagið.
Enn
einaferð
roynir
Høgni Hoydal at stigmat
isera onnur og gera seg
til talsmann fyri tí góða
og reina. Hesaferð skal
undirritaði hava ábyrgd
ina av 34.452 drápum í
Irak sambært greinini
»Akslayppini geva and
sperru«. Tey sum kenna
málið vita, at Høgni hevur
orsøk at yppa øksl at sær
sjálvum
Tað var á fundi í uttan
landsnevnd
løgtingsins
tann 3. oktober 2002, at
Javnaðarflokkurin sum tann
einasti flokkurin á løgtingi
noktaði fyri, at USA í stríð
við viljan hjá ST skuldi
brúka føroyskt loftrúm
í sambandi við náðileyst
álop á Irak.
Fundurin í uttanlands
nevndini var tann fjórði
í røðini fyri tingsetuna
2002. Júst hesin fundurin
var komin í lag í sambandi
við, at táverandi løgmaður,
Anfinn Kallsberg, hevði
heitt á uttanlandsnevndina
um at siga sína hugsan til
umbøn frá amerikanska her
valdinum um at fáa loyvi
at brúka føroyskt loftrúm
í hernaðarligu atgerðunum
ímóti Irak. Fundurin vardi
frá kl. 09.05 til klokkan
10.15. Longu tá fundurin
byrjaði var greitt, at Javn
aðarflokkurin var einasti
flokkur, ið fór at mótmæla
nýtslu av føroyskum loft
rúmi til slíkt endamál.
Andrias Petersen, sum
umboðaði Javnaðarflokkin,
førdi soljóðandi í gerða
bókina:
“Ein minniluti, Andrias
Petersen, tekur ikki undir við,
at loyvið hjá amerikanskum
stríðsflogførum verður giv
ið treytaleyst, men mælir
til, at málið um álop á
Irak fyrst skal roynast í ST
høpi”.
Høgni sat við endan
Formaður í uttanlandsnevnd
ini um hetta mundið var
Hergeir Nielsen umboðandi
Tjóðveldisflokkin. Formað
ur í Tjóðveldisflokkinum
var Høgni Hoydal. Vara
løgmaður um hetta mundið
var Høgni Hoydal og
landsstýrismaður fyri suve
ræniteti, lógarmálum og
rættartrygdini hjá tí ein
staka um hetta mundið var
Høgni Hoydal.
Støðan hjá Hergeiri Niel
sen og harvið Tjóðveldis
flokkinum til álvarsmálið
var ongin. Fólkafloks- løg
maðurin í samgongu við
Tjóðveldisflokkin og Mið
flokkin mælti til at geva
loyvi uttan treytir, og hesum
setti Tjóðveldisflokkurin
seg ikki ímóti. Hergeir Niel
sen førdi í gerðabókina, at
hann helt seg ikki kunna
taka støðu til málið, með
an Fólkaflokkurin, Sam
bandsflokkurin og Mið
flokkurin tóku undir við, at
USA slapp at nýta føroyskt
loftrúm sum teir vildu til
hernaðarligar atgerðir.
Hetta hendi í teimum døg
um, tá Høgni Hoydal hevði
ábyrgdina av suveræniteti
og rættartrygd...
John heldur fast
við støðuna
Støðan hjá Andriasi Petersen
í 2002 var ein greið støða.
Javnaðarflokkurin
virðir
endamálið við ST og vil
ikki hjálpa ávísum londum
at traðka onnur lond ella
fólkasløg undir fótum. Júst
hesa somu støðuna havi
eg hildið fast við í mínum
virki í uttanlandsnevndini
síðani 2004.
Tí havi eg tvær ferðir
formliga gjørt púra greitt,
at Føroyar eiga at boða
frá, at vit ikki góðtaka, at
føroyskt loftrúm verður
nýtt til ólógligan flutning
av fangum. Somuleiðis havi
eg mælt til, at løgmaður
tekur stig til at fáa kannað,
um ólógligur flutningur av
fangum fer fram í føroysk
um loftrúmi.
Eg havi ikki, eins og
Tjóðveldisflokkurin gjørdi
í 2006 og nú aftur í 2007,
mælt til fullkomiliga at sýta
fyri, at nakað amerikanskt
hernaðarflogfar fær loyvi
at flúgva yvir Føroyum. Tí
hetta er at gera seg inn
á ST-samtyktina um endur
bygging av Irak og inn á
ST-samtyktirnar um felags
stríð ímóti yvirgangi. So
mikið stór er mín virðing
fyri ST, at eg heldur ongar
ætlanir havi um at fara at
seta meg upp ímóti ST-sam
tyktum í framtíðini.
Ypp nú øksl
Nú havi eg í øllum førum
gjørt eina smædna roynd at
siga Høgna Hoydal frá um
føroyska leiklutin í hesum
máli. Vónandi er hann so
mikið at sær komin, at
skjalprógvini fáa hann at
yppa øksl at sær sjálvum
og sínum goragangi ímóti
tí sindri, sum enn finst av
vinstrahallum politikarum
í Føroyum. Mín vón hevur
leingi verið, at tað fór at
bera til hjá vinstravonginum
at finna saman til mikið
gagn fyri samfelagið. Men
tíverri má eg yppa øksl,
tá eg síggi hesi, sum siga
seg umboða vinstravongin,
kasta við runu eftir hvørjum
øðrum, meðan tráanin al
samt veksur at sleppa at
kasta saman við teimum
borgarligu.
Í Dimmalætting 4. januar
hevði Johan Dahl grein
hann nevndi: “Hvør og
hvat er tað, sum yvir
upphitar búskapin”, har
hann í sínum lagi metir
um politikaran, peninga-
stovnar, ábyrgd Búskapar
ráðsins og hvar og hví
so nógv ferð er á okkara
búskapi.
Greinin staðfestir, sum
rætt er, at rótin og bulurin
til yvirupphitingina liggur
í
høvuðsstaðarøkinum,
at politiski ryggurin ella
samfeldi hevur svikið
heildarbygnaðin,
hetta
hevur havt við sær, at
virðini fyri hvørja fastogn
sær eru økt í stórum í
høvuðsstaðnum, meðan
tey lutfalsliga eru lækkað
nógv, longur út í útjaðaran
tú kemur.
Hesar staðfestingur eru
bæði viðkomandi og rætt
ar.
Búskaparráðið ynskir
kanska sentraliseringina
Men tá Johan leggur
skuldina fyri hesa gongd
á peningastovnarnar og
á
Búskapar-ráðið,
so
klári eg ikki at fylgja
honum longur, hóast eg
fari at geva honum rætt
í, at Búskaparráðið ikki
nóg greitt vísir á í hvørj
um geografiskum øki
upphitingin serliga er.
Antin vil Búskaparráðið
sleppa sær undan hesum
týdningarmikla parti, ella
er tað tí, at teir skorða
undir eina sentralisering
til høvuðsstaðin av sam
felagsvirðum. - Tað er
ikki óhugsandi.
Sjálvur setti eg formanni
num í Búskaparráðnum
spurningin á einum fundi
í Klaksvík,
um hví Búskaparráðið
ikki gjørdi nakað meiri
burtur úr hesum stað
festingum, tá teir vitstu,
at yvirupphitingin er í
høvuðsstaðnum og bara
har. Soleiðis sum eg skilti
svarið, komst hetta av, at
resourcirnir vóru ikki til
tað.
Men lat vera sagt her,
Búskaparráðið er ráð
gevandi, og vísir á sjúku
eyðkennini, meðan polit
iski myndugleikin hevur
stýringina og hevur avgerð
irnar um hendur.
Peningastovar
skulu vera tryggar
forrætningar
Ein peningastovnur er til
fyri m.a. at umsita pen
ingarenslið í samfelagnum,
geva lán av innistandandi
peningi, at selja tær vørur
teir hava á hillini, keypa
og selja fíggjarvirði og
leiðslan skal syrgja fyri,
at partaeigararnir fáa eitt
so gott avkast av ísetta
kapitalinum sum gjørligt.
Gott er fyri eitt land at hava
sterkar peningastovnar.
At virðið á einum set
húsum í t.d. Suðuroy
ikki er tað sama, sum í
høvuðsstaðnum, er ikki
peningastovnsins skuld.
At
peningastovnarnir
ikki lána eins nógvan pen
ing út til eina ogn, sum
kann seljast fyri eina mió.
í Suðuroy, sum tá hon
fer fyri 2 mió. í høvuðs
staðnum er ikki annað
enn sjálvsagt. Alt annað
er ørðskapur.
Ábyrgdin skal leggjast
har hon eigur, tað er á ein
sentraliserandi politiskan
myndugleika væl stuðlaður
av embætisfólki.
Politikarar og álvari
At politikarar kropp á
kroppi fara at tosa um
viðurskifti
uttanfyri
Havnina, hvørjaferð ein
oljutunna á Skúvoynni
skal viðgerast á tingsins
røðarapalli, uttan at sam
feldi politiski myndug
leikin tekur tað í álvara, er
høvuðsorsøkin til, at sam
felagið er so avskeiklað,
sum Johan so rætt vísir á.
Lat meg til seinast í
hesum umfari nevna, at
eg harmist um, at bæði
politikarar og fjølmiðlar
kriminaliseraðu átakið, tá
eg í síni tíð samankallaði
politikararnar
uttanfyri
høvuðsstaðin til at viðgera
hóttandi framtíðina og
fleiri av politikarunum
hoknaðu.
Enn er ikki ov seint at
gera nakað. Tað krevur
samstarv millum politiska
myndugleikan serliga úti
um landið. Tástani kann
nakað henda.
Tøkk fyri viðkomandi
greinina Johan. Neyðugt er
við talsterkari samfeladum
liði.
(Hetta er fyrsta greinin
av fimm um sama evnið)
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo
Akslayppini geva andsperru
løgtingsmaður í
Norðoyggjum
Jógvan
við Keldu
Høgni
Hoydal
Løgtingsmaður
www.john.fo
John
Johannessen
Høgni má yppa øksl at sær sjálvum
Samfeldi politiski
myndugleikin
hevur svikið - ikki
peningastovnar
viðmerkingar