Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 12 - 17. januar 2007 Mín spurningur til nógvar politikarar er: Hví gerast tit – av fríum vilja – ein virkandi partur av eini po­lit­ iskari skipan, har sam­felags­ ligi politikkurin er atskiltur átrúnaðinum, tá tit ikki góðtaka hesa skipan? Tað er jú ikki sum um, at tit ikki vistu av hesi atskiljing. Tá vit nú sum “avvarandi” at hesum politikarum, ið eru falnir mest sum fyri egi svør á tingsins vívølli, hvat skulu vit hugsa um hesar gerðir hjá okkara (hátt­virdu?) umboðum á tingi? Hava hesir politikarar gloymt hvørja ábyrgd teir hava yvir fyri sínum flokki og sínum veljarum sambært verandi skipan? Dagsins yrki Um eitt uppskot verður lagt fram á tíng, ið viðkomandi tinglimur metur at vera eitt ringt uppskot av eini ella aðrari orsøk, so skal hann bara atkvøða ímóti, ella atkvøða blankt, um hann metur tað vera best ikki at atkvøða ímóti sínum floks­felagum. Tað er tann uppgáva hann hevur átikið sær av fríum vilja sum tinglimur, og tað er hansara skylda og ábyrgd, sum fólksins tænari og umboð á tingi, at atkvøða og siga sína hugsan frá tingsins røðarapalli – og onki annað. Tað vil fyrr ella seinni koma eitt mál fram á ting, sum fer at skapa øsing – soleiðis er tað nú einaferð – men tað merkir ikki, at so stendur tinglimum frítt at fara úr flokkum, skifta frá samgongu til andstøðu o.t. (hetta er eitt fólkaræði - ikki anarki). Tinglimirnir eru ein partur av einum fólkaræði og SKULU handla samsvarandi, ella fara úr politikki - og ikki úr einum flokki ella samgongu. Eftir tí, ein lesur og hoyrur, er tað neyðugt at sláa fast við sjey tumma seymi, at vit hava eitt fólkaræði, ið er atskilt átrúnaði, sum merkir, at politiskar reglur eru gald­ andi, og ikki bíbilskar regl­ ur. Hetta merkir ikki at krist­in­dómurin er deyður í før­oyskum politikki, men at hesin átrún­aður, í polit­ iskum sam­an­hangi, bert er persónlig etisk vegleiðing og ikki dik­terandi og omnipo­tentur lóggevari. Hví er hetta so trupult at skilja fyri nøkur? Neyðugt skyn í einum fólkaræði Vegna trúðarfrælsi, talu­ frælsi og onnur rættindi í okkara fólkaræði ber tað einfalt ikki til at sameina samfelagsskipanina og bíbilskar reglur, tí hetta hevði havt við sær, at tað vildi verið sera nógv, ið ein ikki hevði muga sagt ella trúð uppá. Hetta er ikki torskilt. Tað kann óivað vera trupult, fyri flest fólk, altíð at góðtaka tað, sum henda tolsema skipan hevur við sær, men tað er henda skipan, vit eru sannførd um, er tann frægasta av øll­um higartil royndum skip­a­num. Prestastýri, eina­ ræði og anarki eru ongi góð alternativ – tað síggja vit hvønn dag úti í heimi, um vit leggja í at ásanna veruleikan av tí, vit síggja. Lat tað at enda - og enn einaferð - verða sagt: tað ber ikki til at hava eitt fólka­ræði við trúarfrælsi o.s.fr., og samstundis lóg­ geva við Bíbliuni í hendi sum alvitandi og alvald­ andi reglubók. Um henda mótsøgn ikki kann skiljast av nøkrum tinglimum, eru teir einfalt ikki vitug­ ir ella vísir nokk til hetta týdningarmikla og álvar­ sama starv. 266b: Myta og veruleiki Nú 266b er viðtikið, er tíð til at koma víðari. Og lat okkum minnast til, at tað einasta 266b hevur samtykt er, at tað nú er ólógligt at gera mismun ímóti sam­ kyndum, sum t.d. at rópa hágandi og haturfull orð eftir samkyndum, og velja ikki at seta samkynd í starv vegna teirra kynsligu orientering. Hetta er ikki í stríð við bíbilskan tekst, tí tað stendur ongastaðni í Bíbliuni, at vit ikki mugu verja tey samkyndu móti ágangi, vanvirðing og órætti. Løg­tingið hevur ikki sagt, at tað er rætt (frítt fyri synd) at vera sam­kyndur. Tað er heldur ikki upp til Løg­tingið, tí tað er ein átrún­ aðarligur spurningur, ið er upp til hvønn einstakan. Tað er heldur ikki upp til Løg­ tingið at fordøma ótrúskap, sum florerar hóast Bíblian fordømir hesum atburði líka so nógv sum samkyndan livihátt; tað er eisini upp til hvønn einstakan. Løgtingið hevur bert viðtikið eina lóg, ið gevur teimum samkyndu frið og verju ímóti mismuni – er tað ringt? Er tað synd? Álvaratos, nú eigur hetta at vera greitt. lesandi Dávid Isfeld Løgmaður vanvirðir mannarættindini Eins ógvuslig niðurstøðan er, eins ógvuslig er framferð løg­mans í málinum um før­oyska medábyrgd í pín­ ing av rættarleysum med­ menniskjum. Løgmaður er komin eftir og viðgongur nú alment, at amerikanska flúgvingin yvir Føroyum ma. verður misnýtt til ólógligan fanga­ flutning. Tá so er, vildu vit hildið, at løgmaður langaði til bein­ anvegin, og royndi at støðga hesum ólógliga flutningi. Men so er ikki. Løgmaður tekur sær góða tíð, og sigur enntá, at hann fer at bíða líka til Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, einfer aftur lendur í Før­ oyum. Tástani, tá hesin hevur dosera løgmanni okkara nakrar árligar yvirskriftir úr uttanríkispolitiska meldri­ num, fer Føroya Løgmaður at gera greitt, at loyvið hjá amerikanska herinum at flúgva yvir Føroyum ikki má misnýtast til ólógligan fangaflutning. Árliga hendingin, har vit undrast og øtast yvir atgerðarloysið í føroyskum uttanríkispolitikki, er aftur á okkum. Løgmaður fekk hesi somu tíðindi fyri einum ári síðan, og so eisini í øðrum umførum frammanundan hes­um, og kortini rekur hann sama vanvirðisliga poli­tikk mótvegis hesum fólk­um. Hann fer enn eina ferð at ganga við til at leingja loyvið hjá amerikanska heri­ num at flúgva í føroyskum loftrúmi. Hóast teknar løgmans royna at dylja tað, so skal enn eina ferð sláast fast, at Tjóðveldisflokkurin í uttan­ landsnevndini enn eina ferð hevur mælt til at noktað hesum flutningi av píndum menniskjum. Øll minnast uppgjørda stás­ ið hjá løgmanni um ávirkan og avgerðarrætt í føroyskum uttanríkispolitikki. Hvar er nú hansara ávirk­ an og hvar eru hansara av­gerðir, spyrja vit. Hann kundi um ikki annað, nú hann er spurdur, faksað Ríkisumboðsmanninum eitt føroyskt mótmæli móti áhaldandi flutningi og pín­ ing av rættarleysum med­ menniskjum í føroyskum loftrúmi. Men tað vil Føroya Løg­ maður so ikki gera. Á fundi í uttanlands­ nevndini mælti eg sum tann einasti frá at geva loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum við skaðiligum farmi, sum eis­ ini varð biðið um. Hvør flúgving, fram var farin í farna ári, varð ikki upplýst. Um nøkur flúgving var farin fram higartil í ár, varð heldur ikki uplýst, og hvussu vandamikil ella skaðiligur farmurin var, varð heldur ikki upplýst. Vit fingu onga hóming av, um ætlaða flúgvingin var í samsvari við føroysk áhugamál ella ikki, og held­ ur onga hóming fingu vit av, hvør tilbúgving kravdist, um veruligur vandi stóðst av tí vandamikla farminum. Nógva stásið, ið gjørt varð burtur úr Fámjinsskjalinum frá 29. mars 2005, ið skuldi tryggja Føroyum ektað inn­lit og veruliga ávirk­an á uttanríkis- og trygdar­ politisk viðurskifti, sást enn eina ferð ikki vert tað pappír, tað varð skrivað á. Danmark hevur av sínum eintingum givið Íslandi ábyrgdina og umsitingina av lofthavinum yvir Føroy­ um, og løgmaður ánar ikki, hvussu stór ferðslan í før­ oyskum loftrúmi er. Tað kennist tí heldur koll­ ut, at uttanlandsnevndin skal ráðgeva løgmanni, hvør kann flúgva í einum loft­ havi, sum danir hava avreitt íslendingum at umsita og bera ábyrgdina av. Loftvegis flutningur og pín­ing av fangum og manna­ rættindi teirra eru ógvuliga viðkvom og nógv umrødd evni aðrastaðni í heiminum, har altjóðagerðin hevur flutt okkum munandi nærri hvør at øðrum. Altjóða felagsskapir, harí­millum Amnesty Inter­ national, ST nevndin móti pining og ST serfrøðingar hava mælt til, at Guan­ tánamo-legan verður latin aftur. Kortini er fangalegan víðka, so hon nú rúmar 200 fangum afturat. Nýggj lóggáva, sum bein­ leiðis er í stríð við altjóða mannarættindi, hevur mill­um annað við sær, at fangar kunnu sita lívstíð í amerikonskum varðhaldi uttan ákæru og uttan rætt til verju, har próvtilfar, sum er komið fram undir píning, verður nýtt móti teimum píndu. Seinastu váttaðu tíðind­ ini um árskifti frá FBI um píning av fangum í Guan­ tanamo leguni, eru tengd at loftvegis flutningi av hes­ um fangum, og tá bendir nógv á, at vit standa hesum brotsverkum nærri enn gott er. Upplýst er, at hesi brots­ verk eru átøk framferðini hjá nazistunum undir seinna heimsbarda, og føroyingar spæla við. “Vísandi til hesi brot á mannarættindini varð mælt løgmanni til at krevja av donsku stjórnini, at hon virðir mannarættindini og undir ongum umstøðum loyvir flutningi av hesum fang­um í føroyskum loft­ havi.” Hugstoytt var, at eingin annar tók undir við hesum tilmæli. Tíverri hómast eingi fram­brot fyri føroysk­um uttanríkis- og trygdar­polit­ iskum áhugamálum. Uttanríkispolitiska heim­ ildarlógin gevur ongar heim­ ildir, og Fámjinsskjalið sæst ongan týdning hava fingið yvirhøvur. Hóast løgtingið í síni tíð samtykti, at øll tiltøk mótvegis Irak skuldu góð­ kennast av ST, so lupu danir saman við øðrum á, og eru teir nú endaðir í einum borgarakríggið, sum løgtingið upprunaliga tók greiða frástøðu frá. “Flúgving í føroysk­um lofthavi við hernaðar­flog­ førum er møguliga tengd at hesum kríggið, og mælt varð enn eina ferð løgmanni til at krevja av dønum, at Føroyar gerast leysar av tí skammiliga og óvirðiliga krígsgallskapi, sum danska ríkið er partur av, og at føroyskt lofthav undir ong­ um umstøðum verður brúkt til hetta endamál.” Hugstoytt var, at eingin annar tók undir við hesum tilmæli heldur. Men løgmaður, sum nú alment viðgongur, at talan veruliga er um manna­rætt­ indabrot, lenar seg upp­ afturá, og sigur seg bíða eftir, at ein av ráðharrunum, sum leyp á Irak, einaferð aftur kemur hendanvegin. Tástani fer hann at gera vart við seg. Neyðars líðandi menn­ iskju, sum við løgmansins vilja og vitan verða flutt umvegis føroyskt sjó- og landaøki, verjuleys og rætt­ ar­leys, til píningar, avhoyr­ ingar, ákærur og dóm. Hergeir Nielsen 266b: Eftirleikur viðmerkingar