mikudagur 17. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 17. januar 2007
13
Hava mist tvær millionir hesa vikuna
- Tað fer at taka
okkum fleiri mánaðir
at vinna tað innaftur,
sum vit hava mist
hesa vikuna, bara tí
at Smyril Line hugsar
meiri um ferðafólk
enn um okkara
útflutning, sigur
Andreas F. Hansen,
formaður í ráfiska
keyparafelagnum
Útflutningur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta fer at kosta okkum
einar tvær milliónir. Og
tað fer at taka okkum fleiri
mánaðir at vinna tað
innaftur.
Andreas F. Hansen er for
maður í Føroya Ráfiska
keyparafelag. Hann er stak
ónøgdur og tað er Smyril
Line, sum stendur fyri
skotum.
Hesa síðstu vikuna hevur
lítið skil verið í siglingini
hjá Norrønu, tí veðrið hev
ur verið so ringt. Norrøna
førir ein stóran part av
øllum tí fiski, sum føroy
ingar útflyta. Og tá ið lítið
skil er á siglingini, er av tí
sama eisini lítið skil á fiska
útflutninginum.
– Bara hesa vikuna, hava
føroyskir fiskaútflytarar
mist einar tvær milliónir, tí
Norrøna hevur verið so illa
seinkað.
Hann sigur, at seinking
arnar hava við sær, at
fiskurin kemur alt ov seint
fram til keypararnar og tað
førir við sær, at keyparar
seta fram endurgjaldskrøv
móti føroyska útflytara
num, tí at avtalur ikki
kunnu haldast. Men hetta
førir eisini við sær, at
fiskurin, sum teir fáa fleiri
dagar ov seint, er ikki so
góður, sum hann átti at
verið og tí krevja teir
avsláttur í prísinum.
Andreas F. Hansen sigur,
at tað fer at taka útflytarum
vikur og mánaðir at vinna
tað innaftur, sum teir hava
mist, bara hesa vikuna, av
tí at siglingin hjá Norrønu
hevur verið so óreglulig.
Tí er hetta eitt heilt álv
arsligt bakkast fyri útflyt
ararnar, sum frammanund
an hava sítt at dragast við
av tí, at kappingin er so
hørð, at vinningurin av
hvørjum kilo er so lítil.
Ótrúlig raðfesting
Hóast illveðrið er beinleiðis
orsøkin til, at ólag er á
siglingini hjá Norrønu, er
tað ikki veðrið, sum fiska
keyparar eru ónøgdir við.
Veðrið kunnu ráfiska
keypararnir onki gera við.
Men teir halda avgjørt, at
Smyril Line kundi raðfest
øðrvísi.
Tí er ónøgdin vend ímóti
flutningsfelagnum.
– Vit halda, at Smyril
Line hugsar ov nógv um
ferðafólkið og ov lítið um
farmin, sigur Andreas F.
Hansen.
Tí halda fiskaútflytarar
nir, at raðfestingin hjá
Smyril Line er alt annað
enn til frama fyri okkara
útflutning.
– Tá ið veðrið er so
vánaligt, sum tað hevur
verið, eigur Smyril Line at
viga fyri og ímóti og at
gera upp við seg sjálvt, um
tað telur meiri at fáa
fiskaútflutningin fram til
tíðina, ella um tað hevur
størri
týdning
at
fáa
ferðafólki, hagar tey skulu.
– Vit halda, at í slíkum
førum eigur Smyril Line at
hugsa um virðið í útflutn
inginum og fíggjarligu
avleiðingarnar
av,
at
fiskurin ikki kemur fram
til tíðina.
Hinvegin eigur at vera
hugsað um, hvussu nógv
ferðafólk er við og so at
seta tað upp ímóti tí
missinum, ið stendst av, at
fiskurin ikki kemur fram
til tíðina.
Andreas F. Hansen sigur,
at tá ið Smyril Line fór úr
Havn í farnu viku, vistu
tey, at veðrið fór at verða
ringt.
– Tí varð tað fullkomiliga
burturvið at fara til Bergens
áðrenn farið var til Dan
markar. At Norrøna fór
fyrst til Bergen, gjørdi, at
hon lukkaðist ikki til
Danmarkar, áðrenn illveðr
ið brast og sostatt fóru
milliónir fyri skeytið hjá
fiskaútflytarunum.
– Hugsaði Smyril Line
meiri um farmin, sum
hevði eitt virði upp á
tíggjutals
milliónir
og
sendi Norrønu beina kós til
Danmarkar, var ongin tru
pulleiki.
– Hetta var ein ótrúlig
raðfesting hjá Smyril Line,
staðfestir formaðurin í
Ráfiskakeyparafelagnum.
Umhugsa aðrar leiðir
Andreas F. Hansen sigur at
ráfiskakeyparar hava um
røtt støðuna og teir eru
ómetaliga
ónøgdir
við
tænastuna frá Smyril Line.
– Framferðin hjá Smyril
Line hevur fingið útflytarar
at hugsa um, antin teir
skulu brúka hesa farleiðina
í framtíðini.
– Útflytarar eru við at
missa tolið og ein møgu
leiki. Tí eru teir meiri og
meiri farnir farnir at um
hugsa at brúka Skipafelagið
meir og at føra fiskin
umvegis Skotland, hóast
tað førir við sær, at fiskurin
kanska verður ein dag, ella
tveir, seinni á marknaði
num.
– Smyril Line hevur eitt
skip, har ferðafólkini vísa
seg at vera raðfest fremst.
Hinvegin hevur Skipa
felagið
farmaskip,
har
farmurin er raðfest fremst.
Og hóast tað førir við sær,
at fiskurin verður eitt
sindur seinni á marknaði
num, vita vit, at hann
kemur fram og so mugu vit
bara byggja marknaðin upp
eftir tí, sigur Andreas F.
Hansen.
Skilja ikki
atfinningarnar
Á Smyril Line skilja tey
ikki rættiliga atfinningar
nar.
Thomas Magnussen sig
ur, at tey gera altíð eina
meting.
Men í hesum føri var
veðrið so ringt, at tað hevði
ikki gjørt mun. Onkur skip
settu seg upp ímóti veðri
num, men tað gekk minni
væl, tí har fóru treylarar í
sor.
Í hesum føri var ætlanin
at fara til Frederikshavn,
men har hendi so tað óhapp,
at eitt skip sleit endarnar.
Tað var eitt óhapp, vit ikki
vóru harrar yvir, so tað er
torført at lasta okkum fyri
tað, sigur Thomas Magnus
sen.
- Vit flyta bæði ferðafólk
og farm og vit noyðast at
taka atlit at báðum. Vit
royna at tæna báðum so
frægt, vit kunnu. Men vit
hava eisini eina ferðaætlan,
sum vit mugu royna at
halda.
Hann vísir eisini á, at í
annaðkvøld er fráferðin
útsett fyri at geva farmi
betri umstøður.
Hendan túrin vóru góð
300 ferðafólk við Norrønu.
Eini 150 fólk fóru úr
Føroyum og eini 150 komu
við afturat úr Bergen, sigur
hann.
- Fiskaútflytarar eru so ónøgdir við Smyril Line, at vandi er fyri, At Norrøna fer at missa allan
fiskaútflutningin, sigur Andreas F. Hansen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum. Á Smyril Line
eru tey ikki samd í atfinningunum
Hon er seinkað í fleiri dagar av illveðri og
tekniskir trupulleikar gera ikki støðuna betri
Uttanlandssigling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Flaggiskipið í føroyska
skipaflotum hevur tað
strævið í hesum døgum.
Norrøna skuldi vera í
Havnini
mánamorgun,
men tað hevur verið so
ringt veður, at hon verður
ikki í Havn, fyrrenn á
midnátt í kvøld.
Og sum steinur oman á
byrðu, hevur hon eisini
tekniskir trupulleikar, sum
føra til enn fleiri seink
ingar.
Thomas
Magnussen,
stjóri í Smyril Line, sigur,
at Norrøna fór úr Føroyum
fyri eini lítlari viku síðani
til Bergen.
Men tá ið hon skuldi úr
Bergen
til
Hanstholm
fríggjakvøldið, brast ill
veður á, so tað var ikki
hugsingur um at sleppa at,
hvørki í Hanstholm ella í
Hirtsals. Ætlanin var so at
fara til Frederikshavn. Men
har sleit ein bátur í havnini,
so Norrøna slapp heldur
ikki inn har.
Síðani lá Norrøna í tveir
dagar í Bergen og bíðaði
eftir veðrið, áðrenn hon
slapp til Hanstholm mána
dagin.
Hon fór úr Hanstholm
aftur til Bergen á midnátt
síðstu nátt og er væntandi í
Havn á midnátt í kvøld.
Smyril hevur eisini havt
brek á eini pumpu, so teir
gjørdu av at venda innaftur
at umvæla brekið.
– Men tað seinkaði henni
ikki meiri enn tríggjar
tímar. Tann stóri tvørleikin
hevur verið veðrið.
Tá ið hon fer úr aftur
Havnini aftur í morgin, fer
hon aftur til Hanstholm.
Eina viku í dokk
Men Norrøna hevur eisini í
eina tíð havt trupulleikar
við stabilisatorunum og nú
lá soleiðis fyri, at hon
sleppur í dokk í Hamburg
leygardagin.
Ta tilboðið hevur Smyril
Line tikið av, so tá ið hon
er komin til Hanstholm
aftur leygardagin, fer hon
beint til Týsklands í dokk.
Thomas
Magnussen
væntar, at tað fer at taka
fimm dagar at umvæla
stabilisatorarnar.
Men tað merkir so eisini,
at tað verður heldur ongin
sigling tað mesta av næstu
viku og Norrøna fer aftur í
regluliga sigling næsta
leygardag.
Norrøna hevur fleiri
ferðir havt brek í stabili
satorunum.
– Vit fleiri ferðir havt
trupulleikar við stabilisa
torunum. Talan er um sama
brek í báðum stabilisator
unum, sum hava víst seg
við ávísum millumbilum.
Men nú er ætlanin at fáa
eina endaliga loysn.
Thomas
Magnussen
ásannar, at hetta kemur illa
við hjá teirra viðskifta
fólki.
– Men tað er ikki nógv at
gera við tað, tí veðrið má
sær ráða og tá ið Norrøna
hevur
trupulleikar
av
veðrinum, hava øll onnur
tað eisini, sigur hann.
Siglingin hjá Norrønu er nógv tarnað fyri tíðina. Hesa vikuna
hevur Norrøna havt illveður og næstu viku skal til Týsklands í
dokk